Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 9 - 15. januar 2003 Nr. 9 - 15. januar 2003 25 Martin Næs Góði Gunnar! Einastaðni skrivar tú, at "tann lítli nalvin hjá okkum hevur ofta hug at vaksa í vavi og týdningi, meira enn hann tolir." Hetta skrivar tú, sum í tínum skald- søgum og søgum ferðast víða um, bæði heima í Føroyum og úti í heiminum, og sum í tínum yrk- ingum eisini ferðast víða, úr trongum túnum í Havnargøtum "gjøgnum býirnar í Amerika… gjøgnum mýrarnar í Asia…upp um Andesfjøllini". Tú ásannar eisini, at: "Hetta er nalvin; men nærri kannaður kemur tað undan, at hann er meira enn bara eitt punkt," Av og á hugsi eg um, nær og hvar vit hittust fyrstu ferð. Kanska var tað á nevndarfundi í Rithøvunda- felagnum, ella í sambandi við Ljósritagrunnin, ella Fjølrit, ella kanska LISA. Kanska var tað inni á Býráðnum, tá ið eg leitaði eftir einum grundstykki á sinni. Nei, nú veit eg: Tað var í ferðabrævin- um av Delos, ella kanska tí úr Skotlandi, ella kanska var tað í Brævinum til rektaran, ella... Eg veit ikki reiðiliga, hví eg vil hava tað at vera í einum brævi, at vit hittust fyrstu ferð. Kanska er tað tí, at eg hevði lisið nøkur av tínum heilt serligu brøvum, langt, langt áðrenn eg nakrantíð hitti teg. Kanska er tað tí, at meðan tú situr og lesur eitt bræv, er tøgn uttan um teg. Og tað er henda prikandi tøgnin, sum eg fyrst komi í tankar um, tá ið eg nú aftur skuldi sláa upp í minninum. Vit hava mangan tagt saman. Og kortini hendi okkurt. - Eina ferð vitjaðu vit saman í "heimføðisliga verðinsbýnum Reykjavík", sum tú kallar hann í einum av brøvunum, tú skriv- aði til mín. Aftaná dagarnar í Reykjavík skrivaði tú til Þóru og takkaði fyri, at tú slapst at læna meg nakrar dagar, sum var eg ein onnur bók!. - Eina aðru ferð skipaðu vit, saman við øðrum, fyri einari áhugaverdari ráðstevnu fyri rithøvundar úr teimum smáu máløkjunum í Norðurlondum. Tað var ta ferðina, tá ið sám- arnir vóru ónøgdir, tí vit ikki høvdu vundið teirra tá spildur- nýggja, men ikki viðurkenda, flagg á stong. - Men vit eiga einki sovorðið flagg, hevði onkur uppgevandi á orði. - So seyma vit eitt, segði tú á tín stuttorðaða og sermerkta hátt. Og so varð flaggið, við hjálp frá yms- um góðum fólkum, seymað eftir einari nátt.... Tá ið tað so seinni vísti seg, at vit heldur ikki áttu nóg mikið av flaggstongum, so segði tú aftur stutt: - Vit skifta tað svenska út, her eru eingir sviar kortini. Og so veittraði sámaflaggið á fyrsta sinni í Føroyum - framman fyri Landsbókasavnið. Einaferðina hjálpti tú okkum at gera eina framsýning. Eina risa- stóra framsýning. So stóra, at vit høvdu eisini fingið kongaligar bókavørðir heilt úr Keypmanna- havn at hjálpa okkum. Og sum við øllum arbeiði, so hava allar verkætlanir sínar dimmu løtur, eisini hóast kongaligt íkast. So- leiðis var eisini við hesari. Tá ið svartast sá út, minnist eg bara eitt, og tað vóru tíni stuttu, staðfest- andi orð: Framsýning verður tað! Og framsýning varð. Og so var tað hina ferðina, vit vóru staddir á flogvøllinum í Vágum. Okkum báðum líkt, vóru vit í alt ov góðari tíð, so tá ið vit høvdu skrivað viðførið inn, og høvdu staðið og tagt saman eina góða løtu, gjørdu vit av, at fara ein túr til Miðvágs at skoða nýggju altartalvuna, sum Tor- bjørn Olsen nýliga hevði gjørt til Miðvágs kirkju, og sum hvørgin okkara hevði sæð. Hetta var tíð- liga ein mánamorgun, einki fólk var í kirkju, og kirkjudyrnar læstar. - Ber ikki til, segði tú. Læst kirkja í Føroyum!? Og arkitekturin í tær segði, at sjálvandi eru aðrar dyr á einari kirkju enn høvuðsdyrnar. So vit fóru rundan um kirkjuna, komu niður í eitt trappuhol, funnu eina ólæsta hurð, bankaðu varisliga uppá og fóru inn. Einki var at síggja og einki hoyrdist. Har var gott hjá okkum báðum at vera: stilt og friðarligt, har kundu vit fyri tað tiga saman! Har var eisini bølamyrkt, og illa gekst hjá okk- um at finna nakra kontakt, og hvaðna verri at finna nakrar trappur. Meðan vit trilvaðu okk- um fram í myrkrinum í kirkju- kjallaranum, kom annar undir ein sjeyarmaðan ljósastaka, sum fór logandi í gólvið, og hin kom undir ein stápul av sálmabókum, sum fóru syngjandi longur inn í myrkrið. Vit vóru um at missa peilingina, tá ið vit hoyrdu tung fótafet aftanfyri okkum. Gjøg- num vindeygað í kjallarahurðini sóu vit knappliga skuggan av einum stórum manni, sum kom stórleypandi oman ígjøgnum trappurnar. Maðurin, sum sjálv- andi var formaðurin í kirkjuráð- num, rópti og var í fyrstu atløgu, sum vera man, ikki serliga blíður á málinum: Góðan morgun. Fremmandafólk her? spurdi hann heldur grískur. - Eg var her tíðliga í morgun og lat hurðina upp, tí skorsteinsóp- arin hevði boðað frá komu sínari í dag. Men so sá eg á tí parkeraða bilinum, at her vóru aðrir menn á ferð: ein arkitektur og ein bóka- vørður, eg meini tað. Tit eru ikki ørindaleysir her vesturi, so tíðliga í morgun? - Nei, vorðið sum skorstein- sóparar, svaraði tú, og royndi smílandi at leggja sálmabøkurnar aftur upp á pláss. - Á, ja, tað var handa altar- talvan hjá Torbirni.... Vit ætlaðu at síggja hana, segði tú. Kirkjuráðsformaðurin blíðkað- ist beinanvegin og dró tann stóra lykilin upp úr lummanum, og bað okkum fylgja sær. So vit uppaftur og út og niðan til høvuðsdyrnar. Óró var nú komin á meg, tí eg hevði sæð, hvussu nógv klokkan var blivin. Tú vart komin í langt prát við formannin, um byggilist og vinklar og góðsku, um Tor- bjørn Olsen sum listamálara, um gamlar altartalvur og ljósakrúnur, og Guð viti alt, og nú var als ikki so lætt at skilja tykkum sundur soleiðis beinanvegin, nú tit vóru komnir á glið. Tá ið vit umsíður vóru komnir í aftur bilin, var tað einasta, tú segði: Sást tú ljósakrúnurnar? Eftir at tú hevði verið aftur á ferð í Suðuramerika fyri nøkrum árum síðan, minnist eg, at eg spurdi um tú ikki kundi koma út á Landsbókasavnið at greiða frá um ferðina, so at almenningurin slapp at hoyra teg siga frá ferðini við tínum egnu orðum. - Tað kunnu vit altíð tosa um, svaraði tú og hugdi burtur. Og tá ið tú svaraði soleiðis, so visti eg, at tú meinti ikki nei. Men ikki var gott at vita, hvussu tú fórt at takla hetta. Nakrar dagar seinni lá ein lítil pakki á skrivaraborði mínum. Inni í honum var ein heilsan frá tær, har tú skrivaði, nakað soleið- is: tú spurdi eftir einari ferða- frásøgn; her hevur tú hana, goym hana á Landsbókasavninum. Og har liggur hon. Ein ferða- dagbók, sum í allar mátar er eitt satt prýði fyri føroyskar bókment- Mentanarvirðisløn landsins 2002 Bræv til Gunnar í sambandi við at Gunnar Hoydal fær handaða mentanarvirðisløn landsins fyri 2002 Brot úr handritinum til dagbókina hjá Gunnari Hoydal: Ferð til Bolivia og Equador á sumri 1989. (FLB, E 261) Gunnar Hoydal fær í dag handaða Mentanarvirðisløn landsins 2002 Framhald á síðu 23 Martin Næs Vikan sum fór, hevði í mínum huga, nógv við mál at gera, og her verður ikki hugsað um: skorað mál, óloyst mál ella mál, ið skuldu takast upp til viðgerðar. Tað byrjaði longu sunnukvøld- ið við einari sending í sjónvarp- inum. Ljóskastarin varð hesaferð settur á málið. Ber tað til at brúka tað føroyska málið, tá ið tú sum føroyingur skalt skapa við orð- um? varð spurt. Og ta ferðina vendi sendingin sær so bara til teir, sum svaraðu nei, at tað ber bara ikki til. Eg haldi, at hetta var ein góður spurningur at taka upp. Tær nýtist nevniliga ikki altíð at vera samdur við tað, tú sært ella hoyrir. Bara tað at hyggjarin, í hesum førinum, hvøkkur eitt sindur við, sigur so mikið sum: at her var nakað, sum ikki tók skaða av at vera endavent. Tá ið eg morgunin eftir kom til arbeiðis, hevði ein ‘málmaður’ úr Slovenia sent ein teldupost við fyrispurningi um, hvussu nøvnini á Slovenia og Slovakia vórðu stavað á føroyskum. Hann ar- beiddi við at gera ein lista yvir, hvussu nøvnini á hesum báðum londunum vórðu stavað á so mongum tungumálum sum gjør- ligt. Tá ið hann hevði fingið svarið, takkaði hann so miriliga, tí nú var listin vorðin eina reglu longri. Hann segði, at hann var troyttur av, hvussu illa fólk í út- londum blandaðu hesi bæði lond- ini saman - ikki bara landafrøði- liga, men eisini málsliga. Nú hevði hann so sett sær fyri, at gera nakað við málið. Heimafturkomin av foreldra- fundi var tað einasta, sum fram- vegis snurraði í mínum høvdi, tað, at lærararnir 9. árið á rað harmaðust um, hvussu illa, hesi nú trøllvaksnu, børnini dugdu at stava, - og tað var líka mikið um talan var um føroyskt, danskt ella enskt. - Eg eri sannførdur um, at hetta verður ikki øðrvísi, fyrr enn tú gert sum maðurin úr Slovenia: at tú setur tær fyri at gera nakað við málið. Og her verður ikki bara hugsað um læraran. Og tað er júst tað, sum mað- urin, eg ætlaði mær at skriva um, hevur gjørt: Sett sær eitt mál. Tit mugu halda mær til góðar, at inn- gangurin gjørdist í so drúgvur, men evnið, mál, er ikki bara eld- fimt, tað er eisini áhugavert. Tá ið vikan var um at hæsa av, sást tú á pelum, talvum og rútum ymsastaðni í landinum, at góða, gamla Gríma fór undir at fram- sýna stórleikin hjá Shakespeare Dreymur Jóansøkunátt. Shakespeare í Føroyum - við ella uttan orðabók!? kundi verið spurt. Týðarin, Axel Tórgarð, hevur, ikki bara verið í holt við eitt meistaraverk, men hann hevur eisini útint eitt megnarverk - í tí arbeiði, hann í hesari týðing, hevur lagt úr hondum. Hesin málsligi úrmælingurin hevur tey seinastu 10-15 árini megnað at givið okkum eitt meistaraverk fyri og annað eftir á føroyskum. Hann hevur týtt høv- uðsverk úr grikskum, enskum, donskum, týskum og norskum, umframt tað sum hann sjálvur hevur skrivað og givið út. Og tað skínur langan veg, at tað er ikki av alski til tey peningaligu virð- ini, at Axel Tórgarð hevur sett sær stór mál fyri á bókmentaliga øk- inum, síðan hann, fyri heilsubrek, fór úr prestastarvinum í 1989. Fáur hevur spunnið gull av før- oyskari bókaútgávu - og sjónleik- ur og lestrabøkur, sum hava verið hansara høvuðsbókmentasløg - hava, í øllum førum, ikki gjørt at tað fór at ringla í kassanum. Sigast kann um Axel Tórgarð, at hann hevur ikki bara havt áhuga og borið alsk til tað før- oyska málið, men hann hevur sanniliga eisini dugað at flutt heimsbókmentirnar yvir í eitt so livandi føroyskt mál, at úrslitið hugtekur lesaran/lurtaran/hyggj- aran. Man kann siga um hann sum týðara, at hann hevur ikki bara tikið Klávus bónda á Bóli. Við Hobbanum, Bør Børson (sjónleikinum), Lisu í Leikalandi, Petter Dass og nú eisini Per Gúnt hevur hann tikið okkum øll á bóli. Hann hevur eisini gjørt tað, sum eingin føroyingur undan honum hevur megnað: hann hevur týtt og fingið givið út upp á prent fornan grikskan, ljóðbundnan skaldskap (Antigone, Medeia og Agamem- non), og hann hevur týtt 400 ára gamla Shakespeare! Hví gjørdi eingin alt hetta undan honum? Gríma lýsti við at Dreymur Jóansøkunátt var gáva frá leik- bólkinum til føroyingar á 20-ára stovningardegnum. Stórfingin gáva! Í teirri frálíku og hentu hand- bókini Dagar og nøvn í álma- nakkanum sum tann fjølbroytti rithøvundurin Axel Tórgarð skrivaði og legði til rættis í 1994, kanst tú m.a. eisini finna søgur um dagar og nøvn. Tú kanst sláa upp á dagar, tá ið tú ætlar tær at geva gávur. Hyggur tú t.d. undir dagin 31. mars, sært tú, at hann eitur Balbina, men rithøvundan- um líkt fært tú einki at vita um, at hetta er dagurin, tá ið rithøvund- urin sjálvur varð borin í heim - í ár fyri 80 árum síðan. Sum lærara í Hoydølum minnist eg, at hann í próvtøkutíð onkuntíð plagdi at taka til um ‘trí-tølini í lívi sínum’! Her sipaði hann sjálvandi, við bros á vørr, til dagin 31.3.23. Góði Axel Tórgarð. Hjartaliga tillukku við heiðurslønini og takk fyri allar gimsteinarnar! Sum Viderø segði á sinni um tær gomlu føroysku bókmentir- nar: Slíkt var ikki grælinga- fjaðrar. Heiðursgáva landsins 2002 Áhugi og alskur Í sambandi við at Axel Tórgarð fær handaða heiðursgávu landsins fyri 2002 ir, og eitt minni um tíðina, sum valdaði, áðrenn handritini vóru flutt yvir á disklar og fløgur. Henda dagbók verður ofta havd á lofti, tá ið gestir skulu síggja eitt av teimum yngstu og vakrastu handritunum, ið Landsbóka- savnið eigur. Aftaná at vit høvdu lært hvønn annan at kenna, vildi tað so til, at vit búðu eitt skifti í hvør sinum landi. Hesi árini vóru eisini rík á sín hátt. Vit sum fyrr høvdu tagt nógv saman, fóru nú at skriva saman, og eg má siga, at síðan vit fluttu aftur til Føroya í 1985, havi eg mangan hugsað við mær sjálvum, at kanska skuldu vit flutt úr aftur býnum, um ikki annað, so bara fyri aftur at fingið nøkur góð og áhugaverd brøv frá tær. Men sum tú sjálvur tekur til: Við hesar klettar, við hesar kneysar í tí stóra havinum er verðin løgd fyri teym (úr yrkingini: Nalvi) Í einum brævi skrivar tú: "At fáa tvey fólk, nógv fólk, at tosa sam- an, hvussu skal eg duga tað, ein, sum sigur lítið sjálvur, og sum nú í nógv ár hevur spilt seg sjálvan við at hugsa orðini heldur enn at siga tey." Her kann eg ugga teg við, at tú hevur tíbetur ikki bara hugsað orðini og ikki sagt tey, men í nógvum førum hevur tú haraftrat eisini skrivað tey niður, og tað er tað, vit takka tær fyri í dag. Í einum øðrum brævi minnist eg, at tú fekst allar teir gomlu borgarstjórarnar, sum hingu por- trettaraðir á vegginum í tí tá nýggja býráðssalinum, upp at gorra, tá ið M. A. Jacobsens virðislønin fyri fagrar bókmentir varð latin Jóanesi Nielsen í 1984 fyri yrkingasavnið Pinnabrennið til sosialismuna. Sjáldsama liv- andi eru brøvini, tú skrivar. Og eg havi hug at skoyta uppí, at tað tú skrivar, er als ikki so tigandi, sum tú sjálvur heldur, ella sum fólk heldur. Gud havi lov fyri at øll ikki gorra líka nógv sum teir portretteraðu borgarstjórarnir í býráðssalinum, tí so hevði verið lítið skrivað. Og so høvdu ikki verið nógvir kandidatar til M.A. Jacobsens heiðurslønirnar, hugsi eg. - Tann lítli nalvin hjá okkum hevur hug at vaksa í vavi og í týdningi, meira enn hann tolir, sigur tú. Hetta hevur tú óivað rætt í. Men hugsa vit bara um løtuna eina ferð um árið, tá ein lítil yrking frá tínari hond kann fáa eina heila mannamúgvu, eina heila tjóð uppfrá í nakrar fáar minuttir. Upp at vagga og danda. Eg hugsi um løtuna á Vaglinum á Ólavsøku, tá ið vit øll vaggandi standa og syngja Alduna hjá Anniku og tær. Slíkar løtur hava týdning. Tá er gott at vaksa í vavi eina lítla løtu og syngja saman við allari mannamúgvuni: sissa meg, tá eg vil liva, øs meg tá eg biði um frið. Góði Gunnar. Hjartaliga tillukku við mentanarvirðisløn landsins og alt tað besta. Heilsan Martin Síða úr handritinum hjá Axel Tórgarð til týðingina av Norðlandslúðrinum eftir Petter Dass, (FLB, E 566) Axel Tórgarð verður heiðraður við Heiðursgávu landsins 2002 C M Y K 25 24