Sosialurinarkiv
Sosialurin 1989-02-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. februar 1989síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lomvigin má og skal bjargast — Vit eru um at vera ov seinir á sjóvarfallinum. Moguliga vendist ikki aftur. Lomvigastovnurin er so illa fyrikomin, at verður ikki okkurt gjort fyri at bjarga ti syndarliga lítla stovni av lomviga, sum er eftir í Foroyum, so kunnu vit gloyma alt um lomviga. Teir báðir Ólavur Skipagøta og Harry Jensen í Tinganesi fyri at greiða landsstyrismanninum Tord Niclassen frá So A EAG stødu lomvigans. Verdur ikki okkurt gjørt fyri at verja stovnin, so verdur skjótt bara utstappaður lomvigi eftir Hetta siga teir báðir skúv- ovingarnir, Harry Jensen og Olavur Skipageta, í samreðu við Sosialin. Teir hava hesar seinastu mánaðirnar reikað landið runt og tosað við fólk um steðuna hjá lomviganum. Alla staðni hava fólk tikið væl ímóti teimum og hava tikið undir við ynskinum um at totalfriða lomvigan ella víðka um verandi frið- ing. Teir hava eisini hitt flest allar legtingsmenn á máli, og teir eru allir posi- tivir. Uttan mun til flokk Og nú sum eina seinastu roynd hava teir báðir verið úti í Tinganesi og tosað við landsstýris- mannin Tord Niclasen. — Hann gjørdi sær stóran ómak at lurta og fingu vit tað burtur úr, at hann helst fer at leggja uppskot fyri tingið longu 7. febr. — um at verja lom- vigan so ella so, siga Harry og Ólavur, sum nú meta uppgávu sína sum losyta. Vit kunnu so ikki gera meira. Tað vit hava gjert, skylda vit okk- ara forfedrum og okkara eftirkomarum, nú er so spurningurin, hvat okkara fólkavaldu siga og tora. Lomvigastovnurin niður í einki At lomvigastovnurin er nærum á deyðastrá er eingin lygn, um vit hyggja at hagtelunum ella vit leita okkum til tey pláss, har fyrr ýddi við lomviga. Á lomvigarókunum er øskukalt og tú skalt langt úr landi fyri yvirhevur at fáa eyga á lomviga. Fyrst í 60-unum var kanska ein millión per av lomviga — í dag er talið kanska 100.000, av teim- um eru tey 60.000 í Skúv- oynni. T.v.s. at stovnurin er minkaður við umleið 90% øll hesi fáu ár. Meðan tað fyrr vóru dripnir einir 60.000 lomvigar í Skú- oynni aleina, so hava teir seinastu árini kanska dripið einar 20-50. Frá at vera livibreyð hjá nógvum skúvoyingum og ødrum føroyvingum við, er lom- vigin um at gerast eitt blað í søgubokunum. Harry og Olavur, sum báðir hava nógvan kunn- leika til lomviga, siga, at taka vit búfuglin, hann sum verpur egg, so eru kanska 90% av honum farin og av oyðifuglinum er alt farið. So gott sum allar rekurnar liggja tóm- ar, og tað er ikki meira enn at lomvigin kemur at landi longur — fleygingin er sega. Skjótingin So illa stendur til og kort- ini trunkast speedbátarnir saman á Sandshavinum og Vágahavinum at skjóta tann síðsta lom- vigan. Veiðutrýstið er vaksið egiligt, nú menn fáa sterri bátar og sterk- ari motorar og betri byrs- ur. Alt hetta ger, at tað er lættari at fáa hendur á lomviganum. Við ødrum ordum, lomvigi fækkar og fækkar i tali og menn mugu longur og longur til havs at fáa eyga á lom- vigan. Seinasti skansin hjå lomviganum, leidirnar vestan fyri Skuvoynna og Sandoynna, er vid at fella fyri byrsuhond. Tad er hetta, sum ikki bara Harry Jensen og Olavur Skipagøta, men allir skúvoyingar og ann- ars øll tey, sum vilja varð- veita hetta fuglaslagið, vilja gera vart við. Uppá fyrispurning hvat kann gerast fyri at bjarga stovninum, siga teir, at tað besta hevði verið ein total friðing, men er hetta ikki gjerligt, so at víðka um núverandi friðingar- tíðina. Hon er í dag frá 1. apríl til 15. august og hevði verið gott, um hon varð víðkað til at galda frá 1. januar til 1. september ella frå 1. februar til 1. ok- tober. jan Nr. 15 — 4. februar 1985 Byrsan er un I blaðnum komandi tys I dag tosa vit við teir baða AIM vi »Kkuvoyvingarnar um nák ið num iv ti, sum er komið fram Hondbóltur um vikuskiftið Skáli Leygardagin 4. febr DO Stil st II Stil Stiø > Skåla— Stjørnan b g12 13.30 Skåla—Stjørnan a g14 14.05 StiFc—StIFb dl0 14.30 SUF —VIF 3.d.menn 16.00 SUUF—VIF 1.d. menn Sunnudagin 5. febr. 14.00 EB—VIFb d12 14.55 EB —Neistin b 3.d. kvinnur 15.45 EB—H71 3.d. menn 16.55 StIF—H71 dl16 17.50 StIF—Neistin 5.d. menn Vestmanna Leygardagin 4. febr. 12.00 VIF—VB gl4 12.45 VIF—VB gl6 13.40 VIFb—VB d14 14.25 VIFb—VB d16 15.20 VIF—VB 2.d. menn Sunnudagin 5. febr. 14.00 VIFa—Neistin a d12 14.35 VIF—Neistin a g16 15.30 VIFa—VB d16 Giljanes Leygardagin 4. febr. 15.00 Søljan— VB 1.d. kvinnur 16.10 Seljan b—VIF g12 16.45 SIF—H71 dl6 17.40 MB—H71 4.d. menn