Sosialurinarkiv
Sosialurin 1989-04-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 1989síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

[6 6. april 1989 H. Njálsdóttir Tu møtir eini heks Henda hending broytti unga liv mitt. Eg var 16 år, tá hetta hendi. Móðir min og eg búðu einsamallar, trý ár vóru lið- in síðan pápi mín doyði. Vit vóru fátæk- ar og ofta høvdu vit ikki pengar fyri mat, men nóg mikið um tað. Tað var á várið 1990, 5. august á Amager í Dan- mark. Ég var farin tidliga í song um kvøld- ið, eg var móð og hevdi høvudpinu. Eg var um at sovna, tá eg knappliga hoydi ein råan låtur. Eg bleiv forvitin og hugdi ut gjøgnum vindeygað. Ein ljót gomul heks stóð uttanfyri og eitt lítið bros lá um tunnu varrarnar. »— Hver ert tu«, spurdi eg bilsin. „Stina eiti eg og eri úr landi, ið eitur Moldavia. Eg havi leitað eftir tær í ár og dagar, og um tú vilt gera nakað fyri meg, fært tú 3 ynski«. 3 ynski ... 3 ynski. Tað mól fyri mær. »Uhm, hvat skal eg gera?< spurdi eg endiliga. >Oh, tað er ikki torført«, segði heksin. >Tú skalt bara fara.eftir dóttur mini, sum eitur Jessi, men hon er í Íslandi. Ég eri líkaglað, hvussu tú fert til landið og hvussu tú finnur hana, eg vil bert at tú skalt koma við henni til mín. Her eru nakrir pengar og nú må eg fara.« Tá eg hugdi aftan á henni, var Stina burtur, men eg visti nú hvat eg ætlaði mær at gera. Eg skrivaði mammu bræv, tók taskuna hjá mær og pengarnar, og so fór eg avstað. Hetta var sera vakurt summarkveld og stjørnurnar skinu sum diamantar. Eg var heppin, slapp í ein bil, sum fór á flogvøllin, og tveir tímar seinni var eg á veg til Íslands. Tá ið eg kom, fekk eg fatur á einum hýruvogni, og bað eg mannin um at koyra meg til tað nærmasta hotellið og tað æt: Hótel Loftleiðir. Eg fataði ikki, hvussu heppin eg var, men onkur á hotellinum segði mær, at ein ótrúliga ljót genta, sum æt Jessi, var á hotelli- num. Og eftir 2 dogum bar eg eyga við hana. Gentan var ljót, fyri at siga tað við mildum orðum. Hár hennara var músarlitað og langt og tað sá ikki út til at vera vaskað í eldir, varrarnar vóru tjúkkar og turrar og eyguni mintu á fuglaeygu. Eg fór til gentuna og spurdi fólkaliga: »Orsaka, men eitur tú Jessi?« Gentan bleiv bilsin og spurdi: >Hví spyrt tu um tad?« Eg svaraði: „Mamma tín hevur biðið meg leita eftir tær og eg skuldi taka teg heim til henn- ara«. Jessi bleiv glad og segði: »Vil mamma veruliga, at eg skal koma heim?< Eg nikkaði og eina letu seinni fylgdi eg henni upp á kamarið, men eg leit ikki á hana. Jessi pakkaði niður og læt so skápið upp og tók ein kust úr tí, hon bað meg seta meg á hann, so læt hon gluggan upp og vit fóru við nógv- ari ferð út í heimin. A Gud, hetta kundi ikki vera satt! Men tá eg hugdi niður, visti eg at tað var satt, tí vit flugu yvir fjøll og býir. „Hví kundi tú íkki farið við einum flogfari heldur“, spurdi eg ill. Jessi, sum sat frammanfyri meg, flenti bara og segði: >Hevði tú havt ráð til at keypa tveir ferðaseðlar til okkum báð Men tá ein lota var farin, mátti eg sanna, at hetta Nakrir hugdu bangir at okkum, men eg ar?« Eg segði nei og svór veruliga var stuttligt fuglar smird ist bara til teirra. Men alt fær ein enda, ti ein hálvan tíma seinni komu vit til Amager, og heksin rann lukkulig til hennara og kroysti hana inn at sær Ég setti meg niður í grasið og spurdi meg sjálva, um hetta ikki bara mundi vera ein dreymur. Heksin kom til min og segði: »Hvat ynskir tú tær, genta min«. Eg hugsaði eina løtu og so segði eg: »Mitt fyrsta ynski verður, at vit verða rík. Næsta ynski verður, at pápi mín kemur aftur til okkara, og tað sein asta verður at familja min og eg fáa eitt langt og evdnurikt liv« Tað eru 10 ár síðani hetta hendi, og eg hugsi ofta um hvat mundi blíva ax heksini. Eg eru lukkuliga gift og eigi 2 drongir. Tá ið eg átti mín fyrsta søn, var hann deyðasjúkur, knappliga hoyrdi eg tá ein ráan látur, og kamarið., sonur min var í, var alt upplýst av ljósi. Ég varð so blendað av ljósinum, at eg small i gólvið. Tá eg vaknaði aftur, fekk eg at vita, at sonur min var friskur og glaður. Læknin segði at hetta var eitt undur, men tá smiltist eg bara, eg visti nevniliga, hver hevði bjargað soni min- um. 18. mai 1988 Solrun Hraunfjørd