Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. januar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 14 - 22. januar 2003 Nr. 14 - 22. januar 2003 21 Softwareútviklari/ forritari Auxilior Technology søkir eftir softwareútviklara til at menna forrit, sum venda sær til orðblind og rørðslutarnað við t.d. sclerose, lock-in syndromi, vøddasvinni o.a.Tað snýr seg um at finna loysnir innan alternativa kommunikatión, nýtslu av PC og »Smarthouse« tøknifrøði. Tú skalt arbeiða við forritan av Windows, Pocket- pc, talusyntesu, taluendurkenning, smarthouse- og fjarstýringseindum, net, internet og nógvum øðrum. Í starvinum upplivir tú at brúkarin er í centrum,av tí at tey eru bundin av teimum loysn- um tú kemur við. Førleikakrøv: Tú skalt vera útbúgvin (gjarna nýútbúgvin) datamatikari, datalogur ella verkfrøðingur við sergrein í kunningartøkni. Tú skalt hava royndir innan flestu av fylgjandi umráðum: C++, Delphi, Java, .NET, UML, XML, Internet, net og Win32 for- ritan. Tú skalt hava samstarvsevni, kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga at motivera teg sjálvan til at gjøgnumføra tínar uppgávur. Auxilior Technology hevur bústað í Trongisvági og tað krevst, at tú býrt í Føroyum. Um tú ert áhugaður, men býr uttan fyri Føroyar, kann Auxilior hjálpa til í sambandi við flyting, bú- staðarmøguleikar og at finna starv til møguligan hjúnafelaga. Fólk við rætta førleikanum, sum búgva ella vilja búgva í Suðuroy, hava fyrimun. Starvið verður sett sum skjótast, umsóknarfreistin er 7.februar og skrivlig umsókn við avriti av prógvum og viðmælum e.l. skal sendast til: Auxilior Technology P/F Fo- 826 Trongisvágur Føroyar Tlf. 372470 e-mail: info@auxilior.com www.auxilior.com Stór sethús til sølu Húsini í Onnugøtu 3, Tórshavn, eru til sølu. Gólv- víddin er 179 m2 (íalt í einari hædd), umframt eitt lægri loft, sum er 59m2. Í húsunum er stórur køkur við komfýri, bakarovni og kuldaskápi, grovkøkur við komfýri, uppvaski- maskinu og vaski. Loftið í køkinum og stovuni ganga upp í tróðri.Tvey kømur eru umframt hjúnar- rúm, stórt baðiverilsi við saunarúmi og eitt wc við brúsu og vaski. Fýrrúm við arbeiðsborði og hjallur við frystiboks. Hiti er í køksgólvinum, gólvinum í grovkøkinum og í baðiverislinum. Grundøkið er slætt við góðum parkeringsviður- skiftum, og húsini eru lætt atkomilig. Húsini kunnu síggjast eftir nærri avtalu. Ringið Tlf. 225429 ella 448001 Bókhald Til eitt virki í Tórshavn verður søkt eftir einum fólki til bókhalds- og skrivstovuarbeiði. Tann, ið setast skal í starvið, má hava góðan kunnleika til bókhald og kunna arbeiða sjálv- støðugt. Kunnleiki til enskt mál er neyðugur. Løn sambært avtalu. Starvið skal setast skjótast gjørligt. Allar um- sóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2003. RASMUSSEN & WEIHE Statsautoriserað grannskoðarafelag P/F An associated firm of Á Glaðsheyggi P.O. Box 30 FO-110 Tórshavn e-mail: Tlf. (+298) 311017 rasmussen@rasmussen.fo Fax (+298) 311018 www.rasmussen.fo Ófulltikin dekkari Søkt verður eftir ófulltiknum dekkara. Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars vanligt deksarbeiði. Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanar- økið er Fiskimálaráðið og stovnar undir tí.Tænastu- staðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið, Vaktar og Bjargingartænastan. Setanin er avmarkað til tvey ár. Skrivligar umsóknir, saman við avriti av møguligum prógvum og viðmælum,skulu vera Fiskiveiðieftirlit- inum í hendi í seinasta lagi hósdagin 6. februar 2003 kl. 1200. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Att.: Fiskiveiðieftirlitið Postsmoga 347 110 Tórshavn Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið Frá Norðstreymoyar Fólkafloksfelag Limafundur verður í Bygdahúsinum í Kollafirði mikukvøldið kl. 20.00. Anfinn Kallsberg, løgmaður og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður luttaka á fundinum. Nýggir limur kunnu tekna seg. Formaðurin Lesið Sosialin -tað loysir seg! Frá Føroya Psoriasisfelag Vit vilja hervið boða frá at komandi viðgerðartúrur til Bláa Lónið verður 13. apríl til 9. mai 2003. Tey, ið hava tørv á viðgerð verða biðin um at fara til egnan kommunulækna. Læknin fyllir umsóknarblað út og sendir tað til húðlæknan. Umsóknin skal latast inn í seinasta lagi 1. februar 2003. Um ivaspurningar eru hesum viðvíkjandi eru tit vælkomin at ringja á tlf. 424 179. Frá Leirvíkar Arbeiðsmannafelag Ársaðalfundur Leirvíkar Arbeiðsmannafelag verður 19. februar 2003. Tíð og stað verður kunngjørt seinni. Dagsskrá sambært lógum felagsins. Uppskot til ársaðalfundin skal vera nevndarfor- manninum í hendi í seinasta lagi 6. februar 2003. Nevndin ALMANNASTOVAN Avloysarar fyri sosialráðgevar Søkt verður eftir avloysarum fyri 2 sosialráðgevar í farloyvi á økisdeildini í Havn. Størvini eru leys ávíkavist í tíðini 01/02-31/05-03 og 15/02-15/08- 03. Bæði størvini er við 3/4 arbeiðstíð. Um deildina Á økisdeildini í Havn arbeiða 12 fólk. Arbeiðs- og ábyrgdarøki hjá deildini er at: • ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og skyldur í sambandi við almannaspurn- ingar • seta í verk fyriskipanir sambært almannalóggávuna • í serligum førum vísa til landsumfatandi eind- irnar hjá Almannastovuni Økið hjá deildini er Streymoy, Nólsoy, Vágar, Mykines, Sandoy, Hestur og Skúvoy. Tær sosialu fyriskipanirnar, ið økisdeildin serliga tekur sær av eru • ymiskar fyriskipanir sambært forsorgarlógini, sum landsumfatandi eindirnar hjá Almanna- stovuni ikki hava ábyrgdina av • persónliga viðbót til pensiónistar sambært pensiónslógini • samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima • tilráðingar í smb. við umsóknir um fyritíðar- pensjónir Útbúgvingarkrøv og royndir • sosialráðgevaraútbúgving • royndir innan almenna fyrisiting • góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði • góður málburður í føroyskum,bæði munnliga og skrivliga Lønar- og setanarviðurskifti Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sátt- málan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmanna- felagið. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Eyðvør Mortensen, deildarleiðara á tlf. 353510. Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera Almannastovuni, postsmoga 3096, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 30.01.03. Umboðsmannaval Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til Umboðsmannaval hósdagin 13. februar 2003. Veljast skulu 3 umboð fyri Eiði. Uppskot skulu verða sjúkrakassanum í hendi 30. januar 2003. Eiðis Læknadømis Sjúkrakassi 430 Hvalvík veitst tú ikki tað? C M Y K 21 20