Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2000 Føroyingar koyrt bil í 78 ár EIRIKUR LINDENSKOV Leygardagin í næstu viku - tann 6. mai, eru liðin 88 ár síðani fyrsti bilurin trillaði á føroyskari jørð. Tann dag- in seldu Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen fyrsta bilin til Júst Sivertsen og Johann- es Olsen í Havn. Talan var um ein Ford TT lastvogn, sum kom til landið við DFDS-skipinum Island hendan dagin. Júst Sivertsen (føddur í 1892) var kendur bilførari í Havn. Men Johannes Olsen (føddur í 1894) doyði longu í 1924 av vanlukku, tá ein ketil sprongdist á nýggja Al- exandrines Hospitali. Ein teirra, sum var á Kongabrúnni, tá bilurin kom í land 6. mai 1922 var Oluffa Jensen (Luffa í Gongini) í Havn. Hon var tá níggu ára gomul, men hon minnist hendingina væl, tí Johannis og hon vóru systkinabørn. Í viðtalu við Sosialin 12. juni 1996 segði hon: – Eg minnist væl tann dagin. Nógv fólk var komið saman, og bilurin kom í land á einum prámi. Eg minnist ikki, hvørjum skipi hann kom við, men tað var eingin sum dugdi at koyra bilin. Hann var tí skumpað- ur niðan í Quillingsgarð, har Wenzel og Vilhelm høvdu smiðju. – Johannes var tann fyrsti, Fyrstu koyrikortini nr. Navn føddur Kort dagfest 1. Johannes Olsen, Havn 1894 23.08.1923 2. Júst Sivertsen, Havn 1892 23.08.1923 3. Aksel Dalsgaard, Skálavík1901 25.09.1923 4. Jacob H. Isaksen, Søldarfj.1879 23.10.1923 5. Hans G. Hansen, Miðvági1893 25.10.1923 6. Gregorius Hansen »milliónerurin«, Tórshavn1892 10.01.1924 7. Carl O. Jensen, stjóri á Majarínum 1892 10.01.1924 8. Johan E S Mikkelsen, Havn1899 10.01.1924 9. Christian F. Jensen, Havn 1887 20.02.1924 10.Johan K Poulsen, Havn 1882 05.03.1924 Fyrsta kvinna at koyra bil var: 27.Petra Elisa Frida Rein úr Havn. Hon var dóttir Jakku hjá Pedda við Stein og var ógift 1907 17.08.1926 Yvirlitið hevur Meinhard Arge skrivað í tíðarritinum hjá Føroya Ellisakførum í apríl 1993 Ferðin skal niður Hvat hevði hent, um vit øll lækkaðu ferðina við í miðal 10 km/t? Jú vit høvdu mist umleið 3 minuttir hvønn dag. Men afturfyri høvdu vit minkað um árliga talið av álvarsliga skaddum við heili 8 fólkum. Talið av mat- eriellum bilskaðum hevði minkað við umleið 300. Tá ið vit tosa um ferðsl- vandar, kunnu vit ikki koma uttan um, at størsta einstaka orsøkin til, at ferðsluvan- lukkur henda, er ov nógv ferð. Tað eru eingi viður- skifti í ferðslutrygdar- granskingini, ið eru so væl skjalprógvað, sum sam- bandi millum ferð og ferðsl- uvanlukkur. Úrslitið av hesi gransking er púra greitt: • Økir tú ferðina, økir tú eisini vandan fyri, at ferðsl- uvanlukkur henda • Og jú meira ferðin er, tess álvarsligari verða vanlukk- urnar. Tá 15 km/t eisini var ov nógv Neyvan man hetta úrslit koma óvart á nakran - og helst kundu vit spart út- reiðslurnar av granskingini, um vit bara fylgdu vanlig- um viti og skili. Tað var vitið og skilið, sum gjørdi, at fólk fyrst í hesi øldini kendu ampa á sær, tá ið hesir ókendu og osandi jarnhestarnir, sum vóru nevndir automobilar, við miklan gang fóru rull- andi í gjøgnum gøturnar. Ferðin hjá automobilu- num tá var um 10-15 km/t, og hon var hildin at vera alt ov nógv. Í onkrum býi var óttin fyri hesum nýggja ak- fari so stórur, at skipað varð fyri, at tá í ein automobilur koyrdi í gøtum, har eisini fólk vóru til gongu ella á hestbaki, skuldi maður renna framman fyri hann og veipa við flaggi at ávara fólk, at nú kom ein auto- mobilur. Spara einans 4 min Síðani er nógv broytt, og nú er tað ikki longur fólk og krýatúr, sum hava fyrstarætt á vegnum, nú eru tað bil- arnir, sum eiga øll rættind- ini. Hetta henta akfar, sum kann flyta teg skjótt úr ein- um stað í annað. Fyri at hetta skal k u n n a h e n d a skjótari og skjót- ari, verða b i l a r n i r gjørdir al- samt betri og betri og vegirnir gjørdir slættari og beinari. Tað sær út sum um, at tað er altavgerðandi, at tíð- in, tú nýtir at koma til ar- beiðis, at vitja fólk osfr skal vera so stutt sum gjørligt. Í staðin fyri at koyra 80, verður heldur koyrt eini 90- 100 ….fyri at spara tíð, verður sagt. Hvussu nógva tíð spara vit so? Koyrir tú t.d. úr Leirvík til Havnar, so sparir tú bara um 4-5 minuttir, um tú í miðal koyrir 90 í staðin fyri 80, sum er loyvda markið. Mangur man kenna hetta aftur, at síggja bilar, sum yvirhála allan vegin suður- eftir. Tá ið tú so at enda kemur til ferðsluljósini i miðbýnum í Havn, hendir meira enn so, at bilurin, sum gjørdi allar tær mongu vandamiklu framumkoyr- ingarnar, er í somu biðirøð sum tú, bara nakrar fáar bilar longri frammi. Hvat hevði hent, um vit øll lækkaðu ferðina við í miðal 10 km/t? Jú vit vildu mist uml. 3 min hvønn dag. Men afturfyri høvdu vit minkað um árliga talið av álvarsliga skaddum við heili 8 fólkum. Talið av materi- ellum bilskaðum hevði minkað við eini 300. Eisini vildu vit brúkt minni av brennievni harvið eisini dál- kað minni. Ein ferðlækking upp á 10 km/t vildi eisini gjørt, at minni slit kom upp sum koyrdi. Tað var danin, Plank (pápi Viggo Plank), sum lærdi hann at koyra. Ta fyrstu tíðina var tað bara Hannes, sum koyrdi, segði Luffa. Hannis førdi Reyða Kross, men fór seinni á hospitalið at arbeiða sum montørur, sum tað kallaðist. – Tá haldi eg, at Júst tók yvir bilin, segði Luffa. Hannis arbeiddi nógv, greiddi Luffa frá. – Fysikus Herup hevði al- tíð boð eftir honum, og tað var eisini tí, at vit vóru mill- um tey fyrstu, sum fingu telefon. Minnist meg rætt, hvødu vit nummar 13. Hvussu nógv var at koyra fyrstu tíðina minnist Luffa ikki reiðiliga. – Men teir koyrdu við fólki , tá minnist eg væl. Teir koyrdu túrar niðan á Sanatoriið og aðrar túrar við. Minnist meg rætt, kost- aði tað 50 oyru fyri vaksin og 25 oyru fyri børn. Eg minnist væl, at Johannes hevði eina pappeskju við 25 oyrum undir seingini. Um bilin sigur Luffa, at hon heldur hann var svartur ella rættuliga myrkur. Hann hevð ikki el-startara, men skuldi vindast í gongd. á bilin. Í Null - hugsjónini, hvørs endamál er, at eingin skal lata lív ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni, er ein av aðaltáttunum, at ferðmar- kið má verða sett niður – ikki bara á vegum millum bygdir, men serliga á veg- um, har fólk til gongu ella á súkklu verða blandað sam- an við bilum. Her verður mælt til at hægst loyvda ferð er 30 km/t. Kelda: Ferðslutrygd Koyrir tú t.d. úr Leirvík til Havnar, so sparir tú bara um 4-5 minuttir, um tú í miðal koyrir 90 í staðin fyri 80, sum er loyvda markið. Hvat hevði hent, um vit øll lækkaðu ferðina við í miðal 10 km/t? Jú vit vildu mist uml. 3 min hvønn dag. Men afturfyri høvdu vit minkað um árliga talið av álvarsliga skaddum við heili 8 fólkum Hesin Ford TT hjá Vatnsoyra Bilasavni er júst sama slag bilur, sum tann fyrsti, ið kom til Føroya 6. mai 1922 - hann er eisini framleiddur í 1922