hósdagur 23. januar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 15 - 23. januar 2003
Nr. 15 - 23. januar 2003
19
Russisku Lada bilar-
nir, ið hava verið
gjørdir síðan 1970 og
komu til Danmarkar í
1972, vóru nógv seldir
í Føroyum í 70-unum.
Nú er fyritøkan Auto
Trade í Havn vorðin
Lada umboð í Før-
oyum
BILASØLA
Magnus Gunnarsson
Teir fyrstu Lada bilarnir
sum komu higar í 70-unum,
vóru gjørdir uppá licens frá
Fiat.
C.C. Johansen í Havn
vóru teir fyrstu sum seldu
Lada bilarnar í Føroyum.
Seinnu árini hava vit lítið
og onki sæð til hesar russ-
isku bilarnar her hjá okk-
um. Nú er fyritøkan Auto
Trade í Havn vorðin umboð
fyri Lada bilarnar. Fyritøk-
an kemur at halda til á
Bóndaheyggi 20, har hølir
vera innrættaði til enda-
málið í løtuni.
Stjórin í Auto Trade, Jens
Pauli Dahl, sigur at fyrstu
bilarnir vera her í mars.
Talan verður um Lada 110
(sedan), 111 (stationcar) og
112 (hatchback). Bilarnir
hava 1,5 litur 16V motor
við 91 hk. Teir koyra 13,7
km/l. Hesin motorurin er
gjørdur í samstarvi við
týsku
Porsche
bilverk-
smiðjuna. Prísurin á bilun-
um kemur at verða umleið
100.000 krónur her hjá
okkum.
Seinni kemur ein nýggjur
Lada Niva jeepur, ið verður
gjørdur í samstarvi við
General Motors, hetta verð-
ur ein bíligur jeepur við
allar trygdarútgerð. Lada
Niva, ið verður gjørdur í
bæði bensin og diesel út-
gávum, kemur at kosta
umleið 170.000 krónur.
Annars eru fleiri nýggj-
heitir á veg frá Lada. Næsta
ár kemur Lada Kalina, ið er
ein bilur, sum verður gjørd-
ur sum sedan, hatchback og
MPV.
Indiskur
MG Rover
Ein nýggjur MG Rov-
er kemur á evropeiska
marknaðin í ár. Talan
er um ein bil, ið verð-
ur gjørdur á Tata verk-
smiðjuni í India. Tata
er størsta ídnaðarkon-
sern
í
India
við
225.000 starvsfólkum
í 80 fyritøkum.
Kelda: Motor Magasinet
Ein fyri
hvørjar
tveir
Italski
kanningar-
stovnurin, Osserva-
torio Autoprometec,
hevur gjørt eina kann-
ing av hvussu nógvir
bilar eru fyri hvønn
íbúgva í ES-londun-
um. Úrslitið varð at í
meðal eru tveir bilar
pr. íbúgva. Italia ligg-
ur á odda við 57 bil-
um fyri hvørjar 100
íbúgvar.
Kelda: Motor Magasinet
Góð ár hjá
Audi
Sjeynda árið á rað
slóð Audi bilverk-
smiðjan
sítt
egna
sølumet í 2002. Sølan
vaks við 2,1 prosent-
um til 741.700 seldar
bilar um allan heimin.
Útflutningurin
var
upp á 67 prosent.
Kelda: Motor Magasinet
Ford kemur nú á
marknaðin við
Fusion, ið er ein MPV
útgáva av nýggja
Fiesta. Bilurin er í
stødd við Fiesta, men
hann er 10 cm hægri
og hevur harvið
meira pláss. Fusion
fæst bæði í diesel og
bensin útgávum
BILAR
Magnus Gunnarsson
Í staðin fyri at gera ein
Fiesta stationcar, koma
Ford nú á marknaðin við
Ford Fusion, ið er ein MPV
útgáva av Fiesta. Talan er
um ein rúmligan og prak-
tiskan bil, har tey ferðandi í
bilinum sita høgt og hava
gott útsýni. Bilurin hevur
størri fríhædd og sær út
sum ein "off-roadari". Fu-
sion er væl egnaður til ung-
ar barnafamiljur, sum hava
brúk fyri einum rúmligum
bili, uttan at hann harvið
neyðturviliga má vera so
stórur. Bilar í hesi støddini
verða nógv brúktir sum
vørubilar, tí verður tann
fyrsti Fusion, ið kemur
hendanvegin, ein vørubilur.
Bilurin er serliga væl egn-
aður hjá t.d. handverkarum,
ið ikki hava brúk fyri alt ov
stórum lastarúmi. Fusion
fæst við 1,4 og 1,6 litur
bensinmotorum við ávika-
vist 80 og 100 hk og við
einum 1,4 litur TDCi com-
mon-rail turbodiesel motori
við 68 hk.
Ford Fusion – sum vørubilur og MPV
Auto Trade – nýtt Lada umboð
í Føroyum
Lada Niva jeepur við spoilarum og aðrari eykaútgerð. Um ikki so langa tíð kemur ein nýggjur
Niva, sum verður gjørdur í samstarvi við General Motors
Í mars mánaði koma Lada bilar aftur hendanvegin. Her er ein væl útgjørdur Lada 110 sedan.
Ford Fusion er væl egnaður til barnafamiljur, og um vørubilur hjá t.d. handverkarum. Bilurin fæst bæði í bensin og diesel
útgávum.
Fiskivinnusamráðing
ar vóru millum
Føroyar og Noreg í
Tórshavn í
døgnunum 15.-16.
Januar 2003 um
sínámillum
fiskiveiðuavtalu í
2003
FISKIVINNU-
SAMRÁÐINGAR
Fiskimálaráðið
Hóast norðmenn høvdu
lagt upp til, at samráðing-
arnar
um
norðhavssild
skuldu tengjast at sínámill-
um avtaluni við atliti at
spurninginum um atgongd
at veiða føroyskan makrel í
norskum sjógvi, so gjørdist
úrslitið, at norðmenn sleptu
hesum kravi og ein avtala
var gjørd fyri 2003.
Sínámillum fiskiveiðiav-
talan fyri 2003 verður so-
leiðis:
Toskur, hýsa, upsi og
lodna í Barentshavinum
Toskakvotan verður óbroytt
1700 tons, hýsukvotan fer
úr 350 tonsum uppí 400
tons, upsakvotan fer úr 350
uppí 450 tons og av øðrum
fiskaslogum
verða
50
tonsa. Russland og Noreg
samdust um, at heildarveið-
an av vetrarlodnu fer úr
630.000 tonsum í 2003
niður í 310.000 tons í 2003.
Hetta viðførir, at føroyska
lodnukvotan í norska part-
inum av Barentshavinum
verða yvirførd til norskan
sjógv 2.600 tons av toski,
200 tons av hýsu, 280 tons
av øðrum og 5000 tons av
lodnu.
Svalbard og Jan Mayen
Grundarlagið fyri føroysku
veiðuni eftir toski og
øðrum við Svalbard varð í
12996 sett til 0.207& av
heildarkvotuni. Fyri tosk
verður føroyska kvotan
sostatt óbroytt 818 tons fyri
2003. Fyri onnur riskasløg
verður kvotan 197 tons.
Rækjuveiðan við Sval-
bard fyri føroysk skip er
óbroytt 1317 fiskidagar.
Við Jan Mayen kunnu
veiðast 100 tons av svart-
kjafti og 50 tons av rækj-
um.
Veiðan í Norðsjónum
sunnanfyri 62° N
Makrelkvoturnar lækka í
mun til niðurskurðin í
heildarveiðuni. Føroyska
makrelkvotan í norskum
sjógvi verður 1.475 tons í
2003. Harafturat verður
yvirført
av
førosykum
makrelkvotuni í norskan
sjógv 9.700 tons. Rossa-
makrelkvotan verður 1000
tons. Upsakvotan verður
óbreytt 1400 tons. Silda-
kvotan verður 700 tons. Av
svartkjafti kunnu eisini
veiðast 500 tons í ávísum
øki.
Ídnaðarkvitan
verður
8000 tons av hvítingsbróð-
ur, 3000 tons nebbasild og
8000 tons svartkjafti.
Um veiðan eftir svart-
kjafti fer útum tey 8000
tonsini, so ber til at útjavna
við hvítingsbróður. Tað
sama er galdandi fyri
nebbasild.
Veiðirættindi hjá Noreg á
føroyskum øki
Botnfiskakvotan hjá norsk-
um skipum í føroysum
sjógvi er óbroytt 5.222 tons
tilsamans. Haraftur koma
75 tons av svartkalva og 25
tons av havtasku. Botn-
fiskakvotan er nú býtt upp í
2.200 tons av longu/blá-
longu,
1.800
tons
av
brosmu, 400 tons av upsa
og 822 tons av øðrum
fiskasløgum. Hetta hevur
við sær, at hjáveiðan av
øðrum fiskasløgum minkar
og harvið veiðan eftir toski
og hýsu.
Skipanin á Førya Banka
við avmarkaðum fiskidaga-
tali stendur við.
Veiðurættindi hjá Noreg á
føroyskum øki
Botnfiskakvotan hjá norsk-
um skipum í føroyskum
sjógvi er óbroytt 5.222 tons
tilsamans. Harafturat koma
75 tons av svartkalva og 25
tons av havtasku. Botn-
fiskakvotan er nú býtt í
2.300 tons av longu/blá-
longu,
1.800
tons
av
brosmu, 400 tons av upsa
og 822 tons av øðrum
fiskasløgum. Hetta hevur
við sær, at hjáveiðan av
øðrum fiskasløgum minkar
og harvið veiðan eftir toski
og hýsu.
Skipanin á Føroya Banka
við avmarkaðum fiskidaga-
tali stendur við.
Norska svartkjaftakvotan
verður 36.200 tons og
makrelkvotan 6.100 tons í
2003. Rossamakrelkvotan
verður 230 tons.
Nakrir tekniskir eftirlits-
spurningar
vóru
esini
viðgjørdir fyri at betra um
fiskiveiðieftirlitið. Tað eru
reglur um umrokningsfak-
torar, krav um lastaplan,
ungfiskareglur galda nú
eisini fyri norsk skip, reglur
um minsta íblanding av
undirmátsfiski, tal á skip-
um og fráboðanskipanin
herundir fylgisveinaeftirlit.
Hjáveiðireglurnar
verða
eisini greiðari.
Tíðindaskriv til fjølmiðlar
Minningarorð um mín
kæra mammubeiggja
Willy Hansen
Sørvágur
Føddur 9. februar 1948
Deyður 9. november 2002
Góði Willy!
Ikki var tað í mínum huga, at fríggjakvøldið
skuldi verða títt allarsíðsta kvøld her hjá okkum.
Sum altíð var tað hugnaligt at fáa teg inn á gólvið.
Onkuntíð bleiv tað bara til eitt stutt prát í hurðini,
og so var tú úti aftur. Men eisini, so sat tú eina
góða løtu.
Vit her í húsinum hava kent teg alt vit kunnu
minnast, og nógvar góðar løtur hava vit at minnast
aftur á. Tómrúmið og saknurin er ótrúliga stórur.
Men minnini eru her.
Allir teir góðu túrarnir, vit høvdu upp á Egg. Tú,
eg og Lisa. Tú visti so nógv at siga frá.
Sum barn var eg von at standa niðri í bygdini, og
tað var so mangan, tú kom gandandi út eftir ella
heimeftir, so fekk eg eina krónu í hondina.
Nógv rennur fram fyri meg, tá eg soleiðis siti og
hugsi.
Tað var so hugnaligt at hoyra teg og mammu
tosa. Altíð so vinarliga. Tit stóðu hvørjum øðrum
sera nær.
Men lítillátin sum tú var, so gjørdi tú ongantíð
nógv burtur úr tær sjálvum.
Tú vart bara her hvønn dag, eisini hetta síðsta
fríggjakvøldið á foldum, og vit fingu okkum eitt
gott prát.
Vit sakna teg nógv.
Nú ert tú farin, men minnini, tey kann ongin taka
frá okkum, og tey vilja vit goyma í hjørtum okkara,
til vit øll síggjast aftur ein dag.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um
teg, mín góði mammubeiggja – Willy Hansen.
Eiley
Prix Føroyar beinleiðis í ÚF
PRIX FØROYAR
Útvarpið
Á fyrsta sinni fer útvarpið
at senda beinleiðis frá
øllum undanumførunum í
Prix Føroyum.
Byrjað verður hvørja ferð
klokkan 21.15, tá fyrsti
bólkurin fer á pallin, og
sent verður til umleið
klokkan 1, tá vinnarin
væntandi er funnin.
Millum framførslurnar
verða
SMS-kappingar,
Prix-prát, prát við bólk-
arnar og ymiskt annað á
skránni.
Í samband við Prix Før-
oyar 2003 hevur útvarpið
gjørt eitt nýtt kjakforum,
har ætlanin er at áhugað
kunnu kjakast um stórsta
tónleikaliga tiltakið í land-
inum. Sí www.uf.fo/prix
Útvarpið sendir bein-
leiðis frá øllum undan-
umførunum, sum verða:
25. januar, 1. februar, 15.
februar, 22. februar, 8.
mars, og 15. mars. Sent
verður sjálvandi eisini frá
finaluni í Norðurlandahús-
inum, 26. apríl.
C
M
Y
K
19
18