Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 23. januar 2003 23 Fyri tað mesta hevur gingið eftir bókini, men talan hevur so sanniliga eisini verið um størri og minni sensatiónir, nú tey bæði fyrstu leikumførini í HM- kappingini í hond- bólti eru farin aftur um bak HM-HONDBÓLTUR Jákup Mørk Hondbóltshugaðir føroy- ingar sita í hesum døgum ivaleyst klíndir at skíggjan- um, tá hópatals hondbólts- dystir í altjóða flokki verða varpaðir úr Portugal, har HM-kappingin fyri mans- landslið verður leikt í løt- uni. Sjálvsagt ber ikki til at gera nakra niðurstøðu eftir teimum báðum fyrstu um- førunum, men hinvegin er einki at taka seg aftur í, at nøkur óvæntað úrslit hava verið at sæð. Sólin skínur á Argentina Ikki minst er tað óvæntað, at Argentina í bólki C hevur staðiði seg somikið væl, sum teir tykjast at gera. Suðuramerikansku londini verða vanliga ikki roknað fyri tað heilt stóra í hond- bóltshøpi, og ivaleyst høvdu tey flestu roknað við, at hesi lond fingu eina skjóta retur-billet úr kapp- ingini, men enn hevur Argentina so noktað at geva skarvin yvir. Fyrst vunnu teir rættiliga óvæntað á Kroatia við ein- um einstøkum máli, og mikudagin stóðu teir so fyri enn einum óvæntaðum úrsliti. Móti russisku bjørn- ini eydnaðist nevnliga at fáa javnleik. Eisini hevur Slovenia í Bólki D sýnt seg frá síni bestu síðu í innleiðandi dystunum. Fyrsta dystin vóru teir greitt við undir- lutan móti dønum, men tá teir í næsta dystinum hittu Svøríki, bragdaði. Talan gjørdist um greiðan 29-25 sigur til slovenar, og hetta mundi í øllum førum vera nakað, sum sendi sjokk- bylgjur gjøgnum sigurs- vanda hondbólts-Svøríki, meðan slovenar hinvegin høvdu alla orsøk at fagnast. Í hinum báðum bólkun- um hava úrslitini verið eitt sindur meira eftir bókini. Kanska einamest í Bólki B, har Grønland og serstakliga Australia mugu metast sum nøkur av veikastu londun- um í kappingini. Misjøvn norðanlond Úr einum norðurlendskum sjónarhornið er sjálvandi áhugavert at staðfesta, at ikki færri enn fýra av grannalondum okkara eru umboðað í kappingini. Sum nevnt verður Grøn- land mett millum veikastu liðini í kappingini, og tað er illa hugsandi, at teir megna at gera nakrar skreytir í samlaðu støðuni. Tó man tað vera ein persónligur sigur hjá Jacob Larsen, at hann eftir tey bæði fyrstu umførini er skrásettur sum toppskjútti í sínum bólki. Ísland er í sama bólki sum Grønland, og hjá teim- um hevur gingið sum eftir ánni hesar fyrstu dystirnar. Enn resta tó dystir móti teimum sterku londunum í bólkinum, og ikki minst verður spennandi at síggja, hvussu dysturin móti Týsklandi fer at spæla av. Svøríki og Danmark eru bæði í bólki D, og her hevur verið heldur misjavnt, hvussu tey hava staðið seg. Fyrra umfarið var ikki stór- vegis roks frá teirra síðu, men mikudagin stóð verri til. Danir kunnu bert takka veiku mótstøðuni úr Brasil fyri, at teir fingu tvey stig burtur úr einum av lagi vánaligum degi, men sviar sluppu hinvegin ikki eins lætt, tá teir hittu Slovenia. Bæði Danmark og Svø- ríki verða annars mett mill- um londini, sum kunnu ota seg heilt fram í oddin, tá avtornar, men fyri fyrst má bara staðfestast, at skal hetta gerast veruleiki, so er neyðugt, at spælið verður nógv meira støðufast, enn liðini higartil hava sýnt. Mangir eru tó leikir í longum talvi, og einki er at ivast í, at liðini eisini koma at hava sínar ljósu løtur, og so er bara at vóna, at hesar verða funnar í røttu løtun- um. Eitt sindur av ólagi Ein hálvfinala í Coca- Cola kappingini fyri kvinnur verður leikt í Klaksvík hóskvøldið, tá Stjørnan og VÍF fara at avgreiða fyrra dystin sínamillum. Lítið er at ivast í, at VÍF eru favorittar at vinna dystin, men hin- vegin sýndu stranda- kvinnur fyri hálvara viku síðani, at VÍF ikki er púrasta einaráðandi. Skal Stjørnan gera nak- að við VÍF samanlagt, verður í øllum førum neyðugt við einum heilt góðum avrikið í kvøld, soleiðis at tær hava nak- að at geva av, tá seinna hálvfinalan skal leikast í Vestmanna. -jm Stjørnan og VÍF í kvøld HM-hondbóltur Bólkur A v t +/- d v - j - t mál mál mál stig 1 Jugoslavia 2 2 - 0 - 0 60 34 26 4 2 Spania 2 2 - 0 - 0 57 43 14 4 3 Tunis 2 2 - 0 - 0 57 44 13 4 4 Marokko 2 0 - 0 - 2 42 51 -9 0 5 Poland 2 0 - 0 - 2 45 58 -13 0 6 Kuwait 2 0 - 0 - 2 34 65 -31 0 Bólkur B v t +/- d v - j - t mál mál mál stig 1 Týskland 2 2 - 0 - 0 86 33 53 4 2 Ísland 2 2 - 0 - 0 85 32 53 4 3 Portugal 2 2 - 0 - 0 65 40 25 4 4 Grønland 2 0 - 0 - 2 36 64 -28 0 5 Qatar 2 0 - 0 - 2 38 71 -33 0 6 Australia 2 0 - 0 - 2 31 101 -70 0 Bólkur C v t +/- d v - j - t mál mál mál stig 1 Frakland 2 2 - 0 - 0 59 47 12 4 2 Russland 2 1 - 1 - 0 57 56 1 3 3 Argentina 2 1 - 1 - 0 56 55 1 3 4 Kroatia 2 1 - 0 - 1 54 52 2 2 5 Ungarn 2 0 - 0 - 2 54 60 -6 0 6 Saudi Arabia 2 0 - 0 - 2 45 55 -10 0 Bólkur D v t +/- d v - j - t mál mál mál stig 1 Danmark 2 2 - 0 - 0 61 48 13 4 2 Svøríki 2 1 - 0 - 1 54 52 2 2 3 Algir 2 0 - 2 - 0 47 47 0 2 4 Slovenia 2 1 - 0 - 1 53 58 -5 2 5 Brasilia 2 0 - 1 - 1 46 50 -4 1 6 Egyptaland 2 0 - 1 - 1 48 54 -6 1 Bólkur A Kuwait-Jugoslavia 14-36 Poland-Spania 25-34 Marokko-Tunis 24-28 Tunis-Kuwait 29-20 Spania-Marokko 23-18 Jugoslavia-Poland 24-20 Bólkur B Qatar-Portugal 21-31 Australia-Týskland 16-46 Grønland-Ísland 17-30 Týskland-Qatar 17-30 Ísland-Australia 55-15 Portugal-Grønland 34-19 Bólkur C Saudi Arabia-Kroatia 22-25 Ungarn-Frakland 24-29 Argentina-Russland 26-26 Frakland-Saudi Arabia 30-23 Russland-Ungarn 31-30 Kroatia-Argentina 29-30 Bólkur D Egyptaland-Algir 25-25 Slovenia-Svøríki 29-25 Brasilia-Danmark 24-28 Svøríki-Egyptaland 29-23 Algir-Brasilia 22-22 Danmark-Slovenia 33-24 HM-úrslit: Roknast kann ikki vi?, at Grønland fer at gera tær stóru skreytirnar undir HM, men eitt nú hevur Jacob Larsen veruliga markera? seg. Hann er higartil toppskjútti í bólki B 23 Havnar Fimleikafelag hevði sunnudagin kapping í rútmiskum fimleiki FIMLEIKUR Jákup Mørk Seinasta sunnudag skipaði Havnar Fimleikafelag fyri innanhýsis rútmiskari kapping í høllini á Stór- heyggi. Til samans høvdu 11 lið við 4-6 fimleikarum á hvørjum liði teknað seg til kappingina, og hetta er met, verður sagt í tíðinda- skrivi frá Havnar Fim- leikafelag. Sum heild eydnaðist kappingin sera væl. Eitt var, at talið av íðkarum var óvæntað høgt, men eisini talið á áskoðarum var nak- að væl størri enn tað, sum roknað varð við. Um sjálva kappingina er annars at siga, at hetta var ein av tí meira fría slagn- um. Luttakaranir gjørdu sjálvi av, hvussu serian hjá teimum skuldi koyrast, og tó at stigini hjá ymsu liðun- um ikki vórðu upplýst, so fór dømingin fram á sama hátt, sum hon ger til eitt nú rútmisku stórkappingarnar. Tey trý fremstu liðini í hvørjum aldursbólki fingu heiðursmerki handaði, og vórðu úrslitini hesi: Bólkur 1: 3.-4. flokkur 1 Flákrandi flykran Rannvá G. Niclasen, Tordis Magnusen, Eydna Daniel- sen og Unn Borgardóttir 2 Girls Elisabeth I. Jacobsen, Rak- ul Jansdóttir, Brynhild D. Carlsson og Birgir Jacob- sen 3 Hip Hop Diddurnar Anna Kristina Thomsen, Annika Lervig, Linda Olsen og Bryndis í Dali Bókur 2: 5.-6. flokkur 1 Number 1 Jónvá Ellingsgaard, Vár K. Poulsen, Ann-Mari Sigur- heim og Karina Vegerberg 2 Stella Nova Anja Eliasen, Beinda D. Joensen, Christa R. Weihe, Anna Mari Nielsen, Billa M. Sandoy og Bára B. Danielsen 3 Colores Fríða Andreasen, Bára Simonsen, Bára Haraldsen og Joan Samuelsen Bólkur 3: 7. flokkur og eldri 1 Puffy Barba Jansdóttir, Marta N. Hansen, Ingibjørg M. Arnadóttir, Ester Vang, Birita Dal-Christiansen og Bára B. Danielsen 2 Aurora Elisabeth Knudsen, Turið Poulsen, Rannvá K. Abra- hamsen og Maria Poulsen 3 Hot Shot Daisy E. Saxov, Vilhelmina Olsen, Barbara B. Vilhelm- sen og Rannvá Nónfjall Nr. 15 • hósdagur • 23. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Tað verður íslendski Albert Sævarsson, sum komandi árið skal verja málið hjá B68 FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at tað gjørdist greitt, at Michael Kokoszanek ikki skuldi verja B68 málið komandi kapping- arár, hevur felagið í fleiri umførum verið sett í sam- band við ymsar málverjar. Eftir at fleiri royndir higartil eru miseydnaðar, hevur B68 umvegis heimasíðu felagsins nú upplýst, at tað verður ein íslendingur, sum fer at verja málið hjá besta liði felagsins. Talan er um 29 ára gamla Albert Sævarsson, sum fram til hetta hevur vart málið hjá Grindavík í bestu íslendsku deildini. Heilt uttan føroyskt ískoyti er nýggi málverjin tó ikki. Hann er giftur før- oyskari konu, og fyri ein- um fýra árum síðani varð hann eisini settur í sam- band við B36, men ta ferð- ina varð hetta av ongum. Sambært upplýsingum á heimasíðuni hjá Grinda- vík, hevur Albert leikt 133 dystir fyri besta liðið har, so talan er á ongan hátt um nakran óroyndan leikara, sum toftamenn nú hava ognað sær. B68 málverjin komin upp á pláss Væleydnað rútmisk kapping Hjá teimum elstu vann Puffy, sum hevði ikki færri enn seks fimleikarar á sínum liði Í kappingini fyri tey í 5. og 6. flokki vunnu Number 1 Kappingina fyri yngsta bólkin vunnu tær fýra, sum róptu seg Flákrandi flykran C M Y K 22