fríggjadagur 24. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 16 - 24. januar 2003
Nr. 16 - 24. januar 2003
5
Nýggi trolarin hjá
vágbingum er í
góðum standi. Hann
er er eisini bíligur og
hann hevur nógvar
møguleikar
SKIPSKEYP
Áki Bertholdsen
Vágur: Tað grør um gang-
andi fót í Suðuroynni. Í
farnu viku keyptu hvalb-
ingar nýggjan trolara til
oynna og týsdagin varð
aftur ein trolari skrásettur í
Suðuroy.
Hesuferð
eru
tað
vágbingar, sum hava keypt
nýggjan trolara.
Og aftur hesaferð er tað
ein djúpvatnstrolari nú fær
heimstað í Suðuroy.
Tað
eru
teir
fimm
Augustinussen brøðurnir í
Vági, sum nú hava keypt
eitt skip afturat, saman við
øðrum.
Trolarin, teir hava keypt,
er ikki heilt ókendur í Vági.
Talan er nevniliga um,
Hvannaberg, sum Jákup
Olsen og aðrir keyptu úr
Íslandi í 2001 at fiska
rækjur við.
Men tann royndin mis-
eydnaðist fullkomiliga og
longu seinasta vár fór bát-
urin á heysin.
Hetta seinasta árið hevur
hann ligið í Havn, men nú
er hann so aftur endaður í
Vági.
– Endaligi sáttmálin varð
undirskrivaður beint fyri
døgverða mikudagin og tá
yvirtóku vit bátin, sigur ein
av undangongumonnunum,
Helgi Augustinussen, sum
millum
manna
verður
nevndur Hegga. Nýggi trol-
arin skal eita Sancy. Hann
er smíðaður í Noregi í
1978, men hann varð
longdur í Danmark í 1986.
Hann er 40,7 metrar langur,
9,3 metrar breiður og hann
er settur at taka 248 tons.
Maskinan er 1103 kW.
Í góðum standi
Tá ið vágbingar keyptu bát-
in fyrru ferðina, fingu teir
hann fyri 14 milliónir og
teir hildu seg hava gjørt eitt
gott keyp.
Nú vágbingar hava keypt
bátina aftur, fingu teir hann
fyri sjey milliónir og Hegga
dylir ikki fyri, at hann hel-
dur, at teir hava fingið ein
sera góðan bát.
– Báturin er í allarbesta
standi, tí tað er ógvuliga
nógv gjørt við hann, síðani
hann
upprunaliga
kom
undir føroyskt flagg í 2001.
Maskinan er tikin í botn og
annars er hann høvuðsum-
vældur, so nú er hann í sera
góðum standi.
Gomlu føroysku eigar-
arnir søgdu eisini, at hann
vísti seg at vera sera sjó-
góður.
Somu menn áttu eisini
ein annan Sancy, sum varð
seld av landinum fyri nøk-
rum árum síðani. Men
fiskiloyvið vildu teir ikki
selja í sama viðfangi, hóast
áhugi avgjørt var til staðar,
tí teir vildu varðveita tað í
Vági. Og tað verður hetta
fiskiloyvi,
sum
nýggja
Sancy nú fær.
Hon fer sostatt at fiska á
djúpum vatni undir Føroy-
um.
Men tað verður ikki bein-
anvegin, at hann verður
klárur at fara til fiskiskap.
Sancy skal nú á beding í
Havn at verða málað, um-
framt at ymiskt annað skal
gerast við hann.
Tað arbeiðið tekur einar
8-10 dagar og tá verður far-
ið til Vágs, har nýggj verk-
smiðja skal setast í hana,
men Hegga væntar, at teir
verða klárir at fara til fiski-
skap um einar seks vikur.
Tað verður Andras Samson
í Havn, sum skal føra hann.
Hann leggur afturat, at bát-
urin fer at kosta níggju
milliónir, tá ið hann verður
klárur at fara til fiskiskap.
Nógvir møguleikar
Sancy er bátur við nógvum
møguleikum, tí umframt at
hann kann brúkast til ísfisk,
hevur hann eisini tann fyri-
mun framum aðrar djúp-
vatnstrolarar, at hann hevur
frystilast, so hann kann eis-
ini fiska rækjur ein part av
árinum, ella frysta onnur
fiskasløg, skuldi tað verið.
– Vit kunnu frysta alt, vit
fáa í trolið og sum ikki
verður ísað.
Og nú, teir hava keypt
trolaran, er hann fult út-
gjørdur at fiska eftir rækj-
um, men tað verða ikki teir
møguleikarnar, teir fara at
royna, í hvussu so er ikki í
fyrstu syftu.
Í fyrstu syftu fara teir
undir Føroyar at fiska, eins
og hinir djúpvatnstrolararn-
ir.
– Annars kundu vit loyst
til rækur beinanvegin, skul-
di tað verið.
Men rækjuloyvi hava teir
ikki fingið. Tann møguleik-
in verður umhugsaður til
seinni.
Brøðurnir Augustinussen
hava frammanundan trol-
aran, Roc Amadour, um-
framt fiskavirkið Sancy
Seafood í Vági.
Vágbingar keypt nýggjan trolara
– Nýggi vágstrolarin er
smíðaður í 1978, men hann
er í sera góðum standi og
eigararnir siga at teir hava
fingið eitt gott skip. Hann
verður klárur at fara til
fiskiskap um seks vikur
Tað eru brøðurnir Augustinussen í Vági, sum nú hava keypt eitt skip afturat, saman við øðrum. Frá vinstru eru teir Lundahl, Helgi,
vanliga nevndur Hegga, Eyðun, vanliga nevndur Sammi og Monrad. Fimti bróðurin, Flóvin, er uttanlands
C
M
Y
K
5
4