fríggjadagur 24. januar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 16 - 24. januar 2003
Nr. 16 - 24. januar 2003
7
Størsta bryggjaríið í
landinum hevur sent
umsókn til Vinnu-
málaráðið um at
bryggja sterkari øl til
útfluttning
RÙSDREKKA
Heri á Rógvi
Føroya Bjór hevur fyri
triðju ferð sent umsókn til
Vinnumálaráðið um at fáa
loyvi til at bryggja við
alkoholinnihaldið áljóðandi
meira enn 5,8%.
Hetta
upplýsir
Einar
Waag, stjóri fyri Føroya
Bjór.
– Vit hava roynt tvær
ferðir áður at søkja um
loyvið - hjá fleiri ymsum
landsstýrismonnum, men
higartil hava vit bara fingið
noktandi svar, sigur Einar
Waag.
Fyrst varð søkt hjá Ivan
Johannesen,
síðani
hjá
Finnbogi Arge og nú til
Bjarna Djurholm.
Hendan triðja umsóknin
hevur kortini ikki fingið
nakað afturljóð frá Vinnu-
málaráðnum.
Ætlanin er at sterka øli
nýtast til útfluttning. Eitt nú
roknar Einar Waag við, at
selt kundi verið til út-
lendsku skipini.
– Vit hava ongar ætlanir
ella vónir um at bryggja
sterkari øl til føroyska
marknaðin, staðfestir Einar
Waag.
Tað krevur eitt sindur av
produktútvikling at fara
undir bryggjan av sterkara
slagnum, men talan er ikki
um tær heilt stóra broyting-
ar.
Føroya Bjór vil bryggja sterkari
Føroya Bjór vil sleppa at gera
tað eitt sindur sterkari.
Høgni Hoydal sigur
seg rokna við, at
upprit til aðalorða-
skifti um persóns-,
familju-, og arvarætt
verður borið niðan í
tingið í februar
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Nógv umrødda málið um
yvirtøku av persóns-, fam-
ilju, og arvarætti skapti í
sínari tíð nógv rok, tá málið
kom fram í sínari tíð.
Tað er serliga málið við-
víkjandi Skrásettum par-
lagi, ið fekk menn at hótta
við einum og øðrum.
Støðan hjá Høgna Hoy-
dal hevur allatíðina verið,
at málið um yvirtøkuna
skal niðan í tingið. Fyrst av
øllum til eitt aðalorðaskifti.
– Vit eru í holt við at at
yvirtaka persóns-, familju-
og arvarætt. Hetta er eitt
stig á leiðini at gerast til eitt
sjálvstýrandi land, har vit
taka ræði á øllum okkara
viðurskiftum. Vit kunnu
ikki bara longur útflyta
okkara trupulleikar til Dan-
markar. Vit verða noydd at
taka spurningar upp í Før-
oyum, sum eru viðkvæmir.
Málið snýr seg um eitt av
grundprinsippunum í okk-
ara lóggávu, segði Høgni
Hoydal í oktober.
Landsstýrismaðurin
í
lógarmálum upplýsir, at
málið er komið so langt
ávegis, at tað liggur á borð-
inum hjá honum, og hann
skal gera eina innleiðing og
gera málið klárt at bera
niðan í tingið.
Tingið fer so at viðgera
málið sum eitt aðalorða-
skifti, har ymsu sjónar-
miðini sleppa til orðanna,
men
eingin
atkvøðu-
greiðsla verður hildin.
– Eg vóni bert, at ting-
menn ikki bert leggi seg í
grøvirnar, men geva málin-
um eina góða sakliga við-
ger, sigur Høgni Hoydal.
Málið um skrásett parlag
hevur eisini verið frammi
sum ein hóttan fyri sam-
gonguna, men Høgni Hoy-
dal ætlar at steðga við at
leggja málið fyri tingið,
hóast fleiri samgonguting-
menn hava sagt, at teir vilja
ikki vera partur av einari
samgongu, ið leggur so-
vorðið mál fram. Tó siga
teir seg ganga við til eitt
aðalorðaskifti.
Í oktober segði Høgni
Hoydal soleiðis um sam-
gongustøðuna:
– Eg risikeri ikki nakra
samgongu. Eg havi sagt, at
mín ábyrgd sum landsstýr-
ismaður í lógarmálum er at
leggja lógaruppskot fyri
tingið, sum eg haldi vera
neyðug fyri at skapa eitt
føroyskt
rættarsamfelag.
Har er persóns-, familju- og
arvarættur serstakliga týdn-
ingarmikil. Vit eiga at
kunna taka eina viðgerð av
hesum. Hetta er lógarmál
og ikki nakað familjumál,
sigur Høgni Hoydal.
Skrásett parlag í tingi í februar
Stjóraskifti í Føroya Kolvetni
Fyrrverandi nevndar-
formaðurin, Graham
Stewart, tekur nú við
sum stjóri í Føroya
Kolvetni.
OLJUVINNA
Heri á Rógvi
Broytingar eru gjørdar í
fyrisitingini og eigaraskar-
anum
av
føroyska
oljufelagnum,
Føroya
Kolvetni.
Bretaska
oljufelagið
Dana Petroleum plc hevur
nýtt sín møguleika (option)
at keypa ein størri part av
partabrøvunum í felagnum.
Dana Petroleum hevði for-
keypsrættin til tjúgu pro-
sent, men upplýst verður
ikki, hvussu stóran part
Dana eigur av Føroya Kol-
vetni sum er.
Tað er Dana, ið kunnger
tíðindini á heimasíðuni hjá
fyritøkuni.
Nevndarformaðurin
í
Dana sigur á somu heima-
síðu, at teir gleða seg at fara
ígongd við royndarbor-
ingar, og teir síggja nógvar
møguleikar í leitiøkinum,
teir hava saman við Agip.
Tað hevur tó ikki eydnast
at fáa fleiri viðmerkingar
frá Dana.
Fyrrverandi nevndarfor-
maðurin, Graham Stewart,
verður nú stjóri í Føroya
Kolvetni. Graham Stewart
hevur eisini havt tilknýti til
Dana, men hann verður nú
stjóri í Føroya Kolvetni.
Tað hevur ikki verið
møguligt at fingið at vita,
hvør framtíðin hjá Nils
Sørensen, forstjóra, verður
í Føroya Kolvetni. Víst
verður til eitt tíðindaskriv,
ið verður sent út í komandi
viku.
Nils Sørensen er ikki longur
ovasti fyri Føroya Kolvetni.
Graham Stewart verður
nýggi forstjóri.
Krígshóttan viðkemur
ikki føroyingum
Vit skulu onga al-
menna meining hava
um eitt møguligt álop
á Irak, sigur Anfinn
Kallsberg løgmaður,
sum fær stuðul frá
løgtinginum. Hann
viðgongur, at løg-
tingsins hernaðar-
samtykt er eitt polit-
iskt skálkaskjól, og tí
noyðast føroyingar at
taka virknan lut í
altjóða verjupolitikki.
NATO er svarið
KRÍGSHÓTTAN
Ingi Rasmussen
– Sjálvandi havi eg ein
støðu sjálvur, men sum
Føroya løgmaður havi eg
onki við hatta málið at
gera, sigur Anfinn Kalls-
berg løgmaður.
Heimurin stendur á gáttini
til eitt kríggj, ið kann breiða
seg.
100.000
hermenn
standa á markinum til Irak,
og USA streingir á at fáa
vesturheimin at styðja eitt
álop á einaræðisstýrið hjá
Saddam Hussain. Fleiri lond
í Sameindu tjóðum muta
ímóti,
teirra
millum
Týskland og Frakland, og
stórar mótmælisgongur taka
til orðanna ímóti krígnum.
Eitt kríggj elvir til ófati-
ligar líðingar fyri fólkið í
Irak, og vit sleppa illa und-
an at taka støðu til, um tað
er ein neyðugur prísur at
gjalda fyri eitt demokrati,
sum USA vil seta í verk.
Í Føroyum er kvirt. Al-
mennu Føroyar taka ikki
støðu, hóast vit óbeinleiðis
eru partur av vesturlendsku
samgonguni, og NATO
leingi hevur havt sín fót á
føroyskari jørð.
Eitt skálkaskjól
Føroya løgting hevur sam-
tykt, at Føroyar skulu halda
seg uttan fyri allar ósemjur
millum lond, og tí fær løg-
maður ikki givið sína støðu
til kennar, sigur hann.
– Eg kann ikki sum Før-
oya løgmaður, ið er innsett-
ur av Føroya løgtingi, ganga
ímóti samtyktum hjá løg-
tinginum, og tí kann eg
hvørki geva mín stuðul ella
tala at, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Tað ljóðar sum eitt
skálkaskjól, viðgongur løg-
maður, tí tað ber ikki til at
vera
uttanveltaður,
tá
grundleggjandi virði standa
upp á spæl og eitt fólk
stendur fyri ófatiligum líð-
ingum í einum kríggi.
– Kanska er tað at rópa
seg uttanveltað ein lættur
máti hjá føroyingum at
sleppa undan at taka eina
støðu. Tað er ein holdning-
ur, sum ikki heldur í longd-
ini, tí vit sleppa helst ikki
undan at vera drigin uppí
onkursvegna. Vit noyðast at
fara aktivt inn í slík mál, og
tað krevur, at allir flokkar
viðgera hernaðarmálið av
nýggjum, og at løgtingið
samtykkir ein nýggjan leist
at arbeiða út frá. Men Før-
oya løgmaður kann ikki av
sínum eintingum fara út í
eitt slíkt kjak um uttanríkis-
politisk mál, fyrr enn vit
hava ein politikk á økinum,
sigur Anfinn Kallsberg.
Ongan lúður
Nøkunlunda somu støðu
sum løgmaður hevur Her-
geir Nielsen, formaður í
Uttanlandsnevndini
hjá
løgtinginum.
– Almennu Føroyar hava
ongi rættindi í uttanríkis-
politikki og hava tískil ong-
an lúður at blása í. Sitandi
samgonga hevur sett sær
fyri at reka vanligan uttan-
ríkispolitikk, men enn hava
vit onga heimild at gera
vart við okkum í uttanríkis-
politikki, segði Hergeir
Nielsen í sendingini Fokus
hjá Sjónvarpi Føroya týs-
dagin.
Á løgtingi vísir tað seg,
at okkara fólkavaldu ting-
menn ikki tosa um krígs-
hóttanina, og hóast teir
hava møguleika at seta fyri-
spurningar og reisa kjak,
verður málið ikki tikið upp
á tungu eins og í øllum
okkara
grannalondum.
Hergeir Nielsen heldur tað
vera av tí einføldu orsøk, at
føroyingar ikki umsita hetta
økið.
Upp í NATO
Løgmaður hevur altso sett
sær fyri at broyta hernaðar-
samtyktina á Føroya løg-
tingi. Í fyrstu atløgu hevur
samgongan samtykt, at
Føroyar skulu hava innlit,
ábyrgd og avgerðarrætt í øll
hernaðarpolitisk
viður-
skifti. Næsta stigið verður
at knýta Føroyar beinleiðis
upp í eitt samstarv, sum
byggir á vesturlendskan
verjupolitikk.
– Vit hava avgjørt, at vit á
ongan hátt skulu vera ein
bági fyri okkara grannar, og
allir
okkara
nærmastu
grannar eru jú partar av
einum verjusamtaki. Tað er
heilt greitt, at vit eisini frá
føroyskari síðu kenna okk-
um sum part av vestur-
heiminum og hava NATO á
okkara jørð, og tí er ikki so
langt til eitt samstarv, sigur
Anfinn Kallsberg.
Í løtuni er ósemja í
NATO, um kríggj er ein
neyðugur prísur at fáa bil-
bugt við Saddam Hussain.
Men løgmaður vil ikki siga,
hvønn hann styðjar, fyrr
enn Føroyar eru vorðnar
ein virkin partur av altjóða
samfelagnum. Helst NATO.
Faðir
vár
verður
óbroytt
Ongin ætlan er at
broyta Faðir vár,
sigur Hans Jacob
Joensen bispur,
sum harmast, um
tað er fatanin
millum fólk
BÍBLIUTÝÐING
Ingi Rasmussen
Bispur arbeiðir saman
við øðrum við at gera
eina nýggja føroyska
bíbliutýðing, sum er
meira
tíðarhóskandi
málsliga.
Í hesum sambandi hava
nógv kanska fingið ta
fatan, at Faðir vár skal
broytast. Tað hevur ljóð-
að, at orðingin »fyrigev
okkum syndir okkara«
skuldi broytast til »fyri-
gev okkum skuldir okk-
ara«.
Hetta
hevur
fingið
nógv at hvøkka við, tí
Faðir vár er so týðandi
partur í barnatrúnni.
Hans Jacob Joensen
bispur harmast um, at
fólk hava fingið ta fatan,
at Faðir vár skal broyt-
ast, og hann vísir tí
staðiliga aftur.
– Eg eri eitt sindur
keddur, um fólk halda,
at Faðir vár verður øðr-
vísi í okkara nýggju týð-
ing av bíbliuni, tí Faðir
vár á føroyskum verður
als ikki broytt, sigur
Hans Jacob Joensen.
Talan má vera um eina
misskiljing, heldur bips-
ur, tí fleiri útgávur eru
av Faðir vár, og tað hev-
ur hann greitt tíðinda-
fólkum frá. Í Føroyum
er Faðir vár ein bland-
ingsformur av útgávuni
hjá Matteusi og partvíst
hjá Lukasi evangelisti.
– Um tú samanber við
tað danska Fader vor, so
verður sagt »forlad os
vores skyld således som
vi forlader vores skyldn-
ere«; tað er úr Matteus,
og soleiðis er vist yvir-
høvur. Men á føroyskum
eitur tað »fyrigev okkum
syndir okkara«, og tað er
tikið úr Lukasar evang-
elium.
Standardformurin
av
Faðir vár á føroyskum,
sum fólk hava fingið við
móðurmjólkini, verður
sostatt púra óbroyttur.
– Tað býr djúpt í okkum,
og eg haldi eisini, at tað
situr betri á føroyskum,
staðfestir Hans Jacob
Joensen.
Børn tendra livandi ljós framman fyri ST-skrivstovuni í Bagdad. Tey kenna avleiðingina av einum álopi. Tað vita føroyingar eisini, men okkara uttanveltaða
støða ger, at vit onga støðu hava til ætlaða álopið hjá USA á Irak
Mynd: Suhib0 Salem (Reuter)
C
M
Y
K
7
6