fríggjadagur 24. januar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 16 - 24. januar 2003
Nr. 16 - 24. januar 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Vita ikki dagin
Byggir 29 skip
Tikin fyri skattasvik
Fekk elrokning
uppá 7,6 mió.
Russar avsannaðu í gjár
tíðindi úr Moskva um, at
russiska herleiðslan hevði
fingið fatur á upplýsing-
um, sum bendu á, at am-
erikanarar ætla sær at
leypa á Irak síðst í næsta
mánað.
Tað var tíðindastovan
Interfax, sum bar tíðind-
ini frá keldum í herleiðsl-
uni, men í gjár avsannaði
Sergej Ivanov, verjumála-
ráðharri, at nakað hald er
í tíðindunum. Hann legði
afturat, at sær kunnugt
hava amerikanarar fram-
vegis ikki sett nakran dag
fyri, nær eitt møguligt
álop á Irak skal setast í
verk.
Sambært Interfax hava
amerikanarar gjørt av at
fara undir álopið, so skjótt
teir og teirra sameindu
hava savnað 150.000 her-
menn við Persaflógvan,
og sambært kelduni hjá
tíðindastovuni verður tað
einaferð síðst í februar.
Sleipibátafelagið hjá A.P.
Møller, Switzer, hevur bí-
lagt 29 nýbygningar, sum
verða hildnir at kosta um-
leið eina milliard krónur.
Seks
av
skipunum
skulu byggjast á donsku
Lindø-skipasmiðjuni,
sum A.P. Møller eigur,
men tað er møguligt, at
skipasmiðjan skal byggja
átta skip afturat. Skrokk-
arnir verða kortini ikki
bygdir har, men á einari
skipasmiðju í Litava.
Lindø skal lata reiðar-
ínum tann fyrsta nýbygn-
ingin næsta ár, og ætlandi
verða øll 29 skipini liðug
í 2006. Tey skipini, sum
ikki verða bygd í Dan-
mark, skulu byggjast á
skipasmiðjum í Avstralia,
Spania og Singapore.
Forkvinnan í svenska
Vinstraflokkinum, Gudr-
un Schyman, er tikin fyri
at hava snýtt í skatti. Sam-
bært skattavaldinum hev-
ur hon sett útreiðslur í
sjálvuppgávuna,
sjálvt
um flokkurin ella Ríkis-
dagurin høvdu goldið
pengarnar.
Skattavaldið
heldur
brotið vera sera álvars-
samt, og Gudrun Svhy-
man hevur fingið at vita,
at hon skal rinda 90.000
krónur afturat í skatti. Av
hesum eru 28.000 krónur
bót fyri svikið.
Sjálv sigur floksfor-
kvinnan, at hon hevði so
nógv at gera, tá sjálvupp-
gávan fyri 2001 skuldi
gerast, at hon kom til at
gera okkurt mistak. Hon
sigur seg vera fegna um,
at mistakið nú er rættað
og heldur, at málið er eitt
tekin um, at svenska
skattavaldið virkar væl.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Gudrun Schyman er
frammi í fjølmiðlunum.
Fyrr hevur hon fingið
umrøðu orsakað av rús-
drekkatrupulleikum.
Nú
nógv
skrivstovu-
arbeiði verður gjørt við
teldum og uttan, at nakað
mannaeyga hyggur at,
hendir tað stundum, at
fólk fáa boð um ymiskt,
sum er heilt burturvið.
Soleiðis var í hvussu er,
tá norska elfelagið Dalane
Energi herfyri sendi ein-
um húski í Vikeså í
Rogalandi rokning fyri
elnýtslu. Tá konan í
húsinum breyt rokningina
upp, gjørdist hon bæði ør-
kymlað og frá sær sjálv-
um, tí har stóð, at tey
skuldu rinda 7,6 milliónir
krónur fyri elnýtslu. Í
Dalane Energi vóru tey
skjót at biðja um mumb-
ering, og talið varð rætt-
að.
Tað vísti seg, at teldan
hjá elfelagnum var komin
til ta niðurstøðu, at húskið
í Vikeså hevði nýtt góðar
9,9 milliónir kilowatttím-
ar teir báðar mánaðarnar,
tey høvdu átt húsini. Sam-
bært telduni var streym-
mátarin farin eina ferð
runt í hesum tíðarskeiðin-
um og var byrjaður um á
annað umfar.
Fremstu donsku løg-
frøðingarnir finnast
at Per Stig Møller, utt-
anríkisráðharra, tí
hann hevur sagt, at
fangarnir í Guantan-
amo kunnu verða ver-
andi har í eini 20 ella
30 ár.
DANMARK
Árni Joensen:
Tað var í einari samrøðu
við fjølmiðlar, at Per Stig
Møller segði, at fangarnir,
sum amerikanararnir hava
sitandi á herstøðini Guant-
anamo á Kuba, kunnu
verða sitandi har í eini 20
ella 30 ár afturat.
Orð hansara hava elvt til
atfinningar, tí ein av fang-
unum
á
herstøðini
er
danskur ríkisborgari.
Tveir teir fremstu løg-
frøðingarnir í Danmark,
Eva Schmidt og Ole Esper-
sen, siga, at Danmark kann
og eigur ikki at góðtaka, at
ein danskur ríkiborgari
verður hildin fangi so
leingi. Tey bæði vísa á, at
eingin av fangunum hevur
verið fyri einum dómara,
hóast teir hava sitið inni-
stongdir í meiri enn eitt ár.
Eva Schmidt sigur, at eru
fangarnir tiknir sum brots-
menn, eiga teir at koma fyri
rættin, og eru teir krígsfang-
ar, eiga teir sambært Genev-
e-sáttmálanum at verða sen-
dir heim, tá kríggið, sum teir
vórðu tiknir í, er av. Fangar-
nir vórðu tiknir í Afghanist-
an, og tað kríggið endaði í
fjør, tá tillagingarstjórnin í
Kabul tók við valdinum,
siga donsku løgfrøðingarnir.
Uttanríkisráðharrin fyri
atfinningum
Fiskur úr Noregi
hvørvur javnan á veg
til keypararnar í It-
alia. Nú halda norð-
menn, at tað eru
fiskakeypararnir
sjálvir, sum stjala
fiskin.
FISKASØLA
Árni Joensen:
Trupulleikin við fiskinum,
sum hvørvur á veg til
keypararnar, hevur leingi
verið stórur, og fyri einum
mánað síðani viðgjørdi fel-
agið hjá norsku lastbilaeig-
arunum málið.
Á fundinum kom eitt
uppskot um at skipa søluna
soleiðis, at keypararnir
hava ábyrgdina av fiskin-
um, so skjótt hann er komin
inn um italska markið. Or-
søkin til hetta eru gitingar
um, at tað eru italskir fiska-
keyparar, sum stjala fiskin,
og at myndugleikarnir í
fleiri førum hjálpa teimum.
Millum annað er komið
fram, at í einum føri varð
ein lastbilførari tvungin at
ferma bilin aftur, eftir at
hann hevði avskipað farmin
í einari móttøkuhøll. Tá
hann hevði fingið fiskin
upp í lastina aftur, rak løg-
reglan hann burtur, so onk-
ur kundu stjala fiskin.
Fiskastuldurin í Italia hevur
kostað norsku tryggingar-
feløgunum nógv, og tey
taka undir við, at keyparar-
nir skulu hava ábyrgdina av
fiskinum. Hinvegin hevur
norska fiskivinnan ikki víst
sama vilja at loysa málið,
skrivar
norska
tíðinda-
stovan NTB.
Leggja italskar fiskakeyparar
undir at stjala fisk
Kappingin um, hvør
skal taka við sum
aðalskrivari í NATO
eftir skotan George
Robertson, er farin í
gongd.
NATO
Árni Joensen:
Aðalskrivarin
í
NATO,
George Robertson, hevur
nú boðað frá, at hann ætlar
at leggja frá sær í desember
í ár, og kappingin um, hvør
skal taka við, fór í gongd
alt fyri eitt.
Fyri tveimum mánaðum
síðani segði danski forsæt-
isráðharrin, Anders Fogh
Rasmussen, at eftir hansara
tykki er undanmaður hans-
ara, Poul Nyrup Rasmus-
sen, væl egnaður til eitt al-
tjóða leiðarastarv. Í forsæt-
ismálaráðnum
í
Keyp-
mannahavn verður váttað,
at her er hugsanin framveg-
is tann sama. Politiskir eyg-
leiðarar í Danmark hava
leingi sagt, at stjórnin
mundi fara at taka fyrver-
andi
forsætisráðharran
fram, varð okkurt av teim-
um týðandi altjóða størvun-
um leyst.
Tað kom óvart á fleiri, tá
George Robertson boðaði
frá avgerð síni, men kortini
liggja fleiri longu framvið.
Umframt Poul Nyrup Ras-
mussen tosa norðmenn um
teirra verjumálaráðharra,
Kristin Krohn Devold, og
norski uttanríkisráðharrin,
Jan Petersen, hevur eisini
verið nevndur sum møgu-
ligt evni.
Tað ljóðaði í gjár, at
polski forsetin, Aleksander
Kwasinevski, var hugaður
at stilla upp, men tað av-
sannaði hann seinni.
Tann 56 ára gamli Ge-
orge Robertson hevur verið
NATO-aðalskrivari síðani
1999. Frammanundan var
hann verjumálaráðharri í
stjórnini hjá Tony Blair.
Nyrup NATO-aðalskrivari?
George Robertson gevst sum NATO-aðalskrivari í desember, og eftirmaðurin kann fara at eita
Poul Nyrup Rasmussen.
- Vit skulu spyrja hví,
vit hava tær skipanir,
vit hava, sigur Annlis
Bjarkhamar, sum í
næstum ætlar sær at
lurta eftir skúlastýris-
limum, skúlastjórum
og lærarum kring alt
landið. Men hon úti-
lokar tó ikki, at hon í
næstum eisini fer at
lurta teimum, sum
fylla mest í fólkaskúl-
anum, nevniliga
næmingunum
FÓLKASKÚLIN
Theodor E. D. Olsen
Ein ráðharri skal ikki bara
seta lógir og kunngerðir í
gildi og taka avgerðir fyri
fólkið. Ein ráðharri skal
eisini lurta eftir fólkinum.
Hetta aðaðlmiðið hevur
landsstýriskvinnan
við
mentamálum,
Annlis
Bjarkhamar, sett sær.
Sum Sosialurin skrivaði í
gjár, ætlar hon sær nevni-
liga í næstu viku at byrja
eina ferð kring alt landið,
har hon skal hitta skúla-
stýrislimir, skúlastjórar og
lærarar.
Fundirnir skula fara fram
á tann hátt, at skúlastjórar-
nir og skúlastýrisformenn-
inir skulu byrja við hvør
sínari røðu. Síðani sigur
tann sjálvbodni gesturin,
landsstýriskvinnan Annlis
Bjarkhamar, nøkur orð, og
eftir hetta verður orðið frítt
hjá lærarunum og skúla-
fólki annars, tí ætlanin er at
lurta eftir meiningunum hjá
lærarunum og teimum, sum
starvast í skúlanum.
Við hesum væntar Annlis
Bjarkjhamar
at
skapa
tryggleika
við
teimum
langtíðarætlanum, ið koma
burturúr.
Føgur orð og
konkretur veruleiki
Annlis Bjarkhmar greiðir
frá, at upprunin til hesa
ætlan um at gera eina ferð
kring oyggjarnar, er tann, at
Føroyar yvirtóku fólkaskúl-
an 1. januar 2001. Hetta
staðfesti táverandi lands-
stýrismaður, Óli Holm, við
slagorðunum "Tann góði
fólkaskúlin", og nú ætlar
Annlis Bjarkhamar at gera
hesi føgru orðini til kon-
kretan veruleika.
Av tí at landsstýris-
kvinnan kom inn í árið hjá
"Tí góða fólkaskúlanum",
sigur Annlis Bjarkhamar, at
tað ikki var so lætt í
fyrstuni at koma inn í hetta
arbeiðið. Hon skuldi jú fara
í holt við eina ætlan, sum
var eitt hugskot hjá undan-
farna landsstýrismanni.
Eisini sigur landsstýris-
kvinnan, at hon í síni tíð
sum læraraskúlanæmingur
ofta saknaði politiskt initia-
tiv á skúlaøkinum. Hon
heldur, at føroyingar innan
fólkaskúlan heldur eiga at
spyrja, hvussu vit ætla at
arbeiða eftir núverandi játt-
an enn at biðja um eyka-
játtan til fólkaskúlan, og tí
fer Annlis Bjarkhamar teir
næstu dagarnar at ferðast
kring landið, har hon ætlar
at byggja brýr millum tað
politiska og tað umsiting-
arliga, sum hon tekur til.
Skúlin súsar
Í sambandi við rundferðina
hjá mentamálaráðharran-
um, hevur Mentamálaráðið
eisini tikið stig til eitt rit,
har 14 fólk úr føroyskum
vinnulívi,
politikki
og
skúlaumhvørvi hava skriv-
að sínar tankar um fólka-
skúlan og undirvísing sum
heild. Brot úr hesum riti
stóðu í Sosialinum í gjár.
Ritið, ið kallast Sús –
Skoðanir úr skúlanum – er
eitt slag kjakskapara undan
túrinum hjá Annlis Bjark-
hamar, og hon leggur dent
á, hon einki hevði álagt
teimum fjúrtan fólkunum at
skriva um, og tí fegnast hon
um tað fjøltáttaða úrslitið,
sum er komið burturúr.
Ritið verður í hesum døg-
um sent teimum, ið fund-
irnir kring landið eru ætl-
aðir.
Fólkaskúlin er fyri
næmingarnar
Spurd, um hon bert ætlar
sær at práta við stýrislimir,
stjórar og lærarar á ferðini
og
ikki
næmingarnar,
svarar Annlis Bjarkhamar í
fyrstu syftu, at hatta er ein
góður spurningur. Men hon
leggur síðani dent á, at
onkustaðni er ein noyddur
at byrja, hóast tað kann
vera trupult, men ætlanin er
ikki at leypa næmingarnar
um, tí virkisætlanin hjá
Annlis Bjrkhamar fer ikki í
gongd enn, so kanska kundi
várið verið brúkt til at hitt
næmingar, heldur lands-
stýriskvinnan. Tí sum hon
sigur, so er tað ov sjáldan,
at
næmingarnir
verða
spurdir, og skúlin er ikki til
fyri lærararnar, men fyri
næmingarnar.
Ikki hvussu men hví
Annlis Bjarkhamar arbeiðis
nevniliga við eini virkis-
ætlan, sum hon ætlar byrja
1. apríl í ár, og andin í hesi
virkisætlan er, at um skúlin
er til fyri næmingarnar, so
er hetta ein ringrás, har
skúlin er fyri allar partar, tí
hetta skal vera gott fyri
allar partar, sigur Annlis
Bjarkhamar.
Spurd, um ein slíkur túrur
kring landið ikki er at
blanda seg upp í sína fyri-
siting og leggja seg út í
smálutir,
sigur
Annlis
Bjarkhamar, at tað kann ein
siga, men onkustaðni skal
ein byrja, og hon leggur
enn einaferð dent á, at inan
føroyska
fólkaskúlanum
verður oftari spurt um
hægri játtan, heldur enn at
spyrja, hvussu vit skulu
umsita og brúka verandi
játtan. – Vit spyrja altíð,
hvussu vit skulu arbeiða
undir núverandi skipanum,
heldur enn at spyrja, hví vit
hava núverandi skipanir,
sigur Annlis Bjarkhamar,
sum leggur afturat, at virk-
isætlanin hjá henni er ein
staðfesting av politiska
viljanum, sum nú sambært
henni sjálvari byrjar úti í
skúlunum.
Rundferðin hjá Annlis
Bjarkhamar byrjar í Trong-
isvági mándagin 27. januar
og endar á Giljanesi 12.
februar.
Annlis súsar kring alt landið
Orðið verður frítt, tá Annlis
Bjarkhamar næstu dagarnar
fer at lurta eftir lærarunum
kring landið. Hon heldur, at
vit heldur eiga at kjakast um,
hvussu vit kunnu brúka
verandi játtan, enn at biðja
um hægri játtanir
C
M
Y
K
13
12