fríggjadagur 24. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29 bólkar og solistar
fara at taka lut í Prix
Føroyar tónleika-
kappingini, sum er
týdningarmikil og
gevandi fyri føroykst
tónleikalív. Eingin
fæst at viðurkenna, at
tað er altumráðandi
at vinna kappingina.
Finaluplássið tykist
hava størri týdning
enn endaligi sigurin
KAPPING
Eyðun Klakstein
Leygarkvøldið verður lagt
til brots í stóru Prix Føroyar
tónleikakappingini. Talan
er um størstu tónleikahend-
ing í landinum, og næstu
vikurnar fer nógv innan
føroyskt
tónleikalív
at
snúgva seg um Prixið.
Um vinnarar og taparar.
Um tónleik og framførslur.
Og um vónir og vónbrot.
29 bólkar og einstak-
lingar verða við í kapp-ing-
ini í ár, og seks av hesum
hava møguleikan at koma í
finaluna, sum verður hildin
í Norðurlandahúsinum 26.
apríl. Tá verður mest sum
hvørt eygað vent ímóti
bólkunum á pallinum, og
tað er helst besti møguleiki
á árinum at gera vart við
seg og sín tónleik.
Prix Føroyar er ein kapp-
ing, men meðan fótbólts-
feløg ikki plaga at dylja út
yvir, at tey fara eftir gull-
inum – sigrinum – og ong-
um øðrum, er støðan ein
onnur, tá ið tað verður
fregnast millum tónleikarar
um hugin at vinna kapping-
ina.
Eingin vil viðurkenna, at
sigurin hevur alt at siga, og
at alt annað kann verða
líkamikið. Svarið er ofta, at
tað er ein spurningur um at
vera við og at koma fram
við sínum tónleiki.
Nógv gott við kapping
Men hví er tað so neyðugt
við
kappingarelementi-
num?
Fróði Vestergaard er sam-
skipari av Prixnum.
– Ætlanin var í fyrstuni
at gera eina stóra konsert
við føroyskum bólkum í
Norðurlandahúsinum, men
so stakk spurningurin seg
upp, um hvørjir bólkar
skulu verða við. Tað var
orsøkin til, at Prix Føroyar
gjørdist ein kapping við
innleiðandi umførum og
einari finalu í Norðurlanda-
húsinum, sigur hann.
– Kappingin hevur eisini
nógv gott við sær. Hon
skapar spenning og áhuga
millum fólk, og bólkarnir
kýta seg nógv fyri at spæla
væl og hava eina góða
framførslu.
– Futti
á
ferð
var
forsøgan til Prixið, og tá
vóru bólkarnir ofta ófyri-
reikaðir til konsertirnar.
Tað eru teir ikki til Prix
Føroyar,
sigur
Fróði
Vestergaard
Umtala uttanlands
Kanska best kendi bólkur-
in, sum verður við í kapp-
ingini í ár, er rockbólkurin
Týr. Teir fingu eitt ordans
gjøgnumbrot í kappingini
seinast, tá ið teir fyrstu ferð
spældu Ormin Langa og
komu í finaluna, har teir
fóru við einum festival-
kjansi í Danmark.
– Vit fingu ótrúliga nógv
burtur úr Prix Føroyum
seinast, hóast vit ikki vóru
millum tríggjar teir fremstu
bólkarnar. Vit sluppu á
Jelling Festivalin, og vit
fingu nógva umrøðu í fjøl-
miðlum heima og uttan-
lands, siga teir í Týr.
– Nógvu umtaluna kunnu
vit brúka til at marknaðar-
føra okkum í eitt nú Dan-
mark. Okkara mál er at
koma í finaluna, tí bara við
at koma í finaluna er nógv
vunnið.
Finalupláss týðandi
Nógvir aðrir tónleikarar,
sum verða við á Prixnum,
taka undir við hesum sjón-
armiði.
– Tað hevði verið feitt at
vunnið kappingina, men
tað hevur størri týdning fyri
okkum at koma í finaluna.
Har er góður møguleiki fyri
at koma fram, uttan at tú
skalt stríðast og strevast
fyri tí. Sjónvarpið og Út-
varpið senda beinleiðis, og
so kunnu vit bara fara inn á
pallin, spæla okkara tónleik
og vísa, at MC Hár fram-
vegis elskar øll, sigur Jónas
Bloch Danielsen, sum er
ein av tónleikarunum í
rapprockbólkinum.
Rólant av Reyni úr bólk-
inum Makrel sigur, at teir
eru fyrst og fremst við, tí
Prix Føroyar er ein góður
kjansur
hjá
føroyskum
rockbólkum at sleppa at
spæla á væl fyrireikaðum
konsertum.
– Tað mangla støð, har
rockbólkar javnan kunnu
spæla. Prixið er ein góðum
háttur hjá bólkum sum
okkum at koma fram. Eitt
finaupláss hevði verið sera
gott, men vit hugsa ikki um
at vinna kappingina, sigur
hann.
NR. 16 • FRÍGGJADAGUR • 23. JANUAR 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO
Dansur um gullkálvin
Gullið
Teir 29 bólkarnir og solistarnir kappast millum annað um
hesar vinningar:
• Ein viku í Lundgaard Studio í Danmark. Vinnarin fær
hesa virðisløn.
• Rættin at luttaka í Star Fighters tónleikakappingini, sum
verður á Skanderborg Festivalinum. Vinnarin fær hesa
virðisløn.
• Konsertframførsla á Jelling Festivalinum. Festivalurin
ger sjálvur av, hvønn bólk hann vil hava.
• Konsertframførsla á Nibe Festivalinum. Festivalurin ger
sjálvur av, hvønn bólk hann vil hava.
• Konsertframførsla á Listastevnu Føroya. Vinnarin fær
hesa virðisløn
Hjá MC Hár ræður tað vanliga bara um kærleika, men í Prix Føroyum hevur finalupláss eisini nakað at siga
Mynd: Finnur Justinussen
15
14
Nr. 16 - 24. januar 2003
Í hesum døgum vitjar
Pétur Eggerz úr ís-
lendska Möguleik-
húsið í Føroyum.
Endamálið er at føra
fram barna- og ung-
dómsleikin »Völu-
spá«, sum er ein-
mansleikur á svensk-
um máli við sello sum
fylgispæli
LEIKUR
Norðurlandahúsið
Umframt at grundarstøðið
er tikið í felags norrøna
skaldskapinum, er ferðandi
verkætlanin »Völuspá« gott
dømi um norrønt samstarv
ídag.
Danin Peter Holst, sum
rekur danska barnaleik-
húsið Det Lille Turnéeater,
hevur skapt og sett upp
ferðandi leikin »Völuspá«.
Leikurin byggir á nýggjan
tekst, sum íslendski rit-
høvundurin
Thórarinn
Eldjárn hevur skrivað, bæði
á íslendskum og svenskum.
Framførslan í Føroyum,
sum varir 50 minuttir, verð-
ur á svenskum.
Leikari í »Völuspá« er
Pétur Eggerz, sum er ein av
stovnarunum av Möguleik-
húsinum
í
Reykjavík.
Afturat sær hevur hann ein
selloleikara, Stéfan Örn
Arnarson. Tónleikin hevur
íslendingurin Guðni Franz-
son komponerað og búnar-
nar og pallmynd hevur
norska Anette Werenskiold
tilevnað.
Leikurin, sum varð frum-
framførdur á Listastevnuni
í Reykjavík 2001, og har
hevur vunnið virðislønir, er
fyri børn og ung, ikki yngri
enn 10 ár, men tó heilt upp
til studentaskúlastøði.
Tónaskaldið
Guðni
Franzson var við á fyrstu
føroysku Listastevnuni.
Umframt at skúlafram-
sýningar verða, so er høvi
hjá
almenninginum
at
sýggja »Völuspá« í Høllini
í
Norðurlandahúsinum
leygardagin hin 25. januar
klokkan 16:00.
Völuspá
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu
okkum á silvurbrúðleypsdegi okkara, sum
var tann 22. oktober 2002 takka vit hjarta-
liga.
Somuleiðis ynskja vit tykkum eitt av Harr-
anum signa nýggjár.
Heilsan
Fríðgerð og Helgi Mortensen
Um døgurðatíð
mikudagin var ein 14
ára gamal drongur
álopin. Hann misti
vitið, og málið er nú
melda til løgregluna
ÁLOP
Ingrid Bjarnastein
Í Kongagøtu, beint við
skúlatannlæknan, var ein
14 ára gamal drongur álop-
in av einum eldri drongi um
døgurðatíð
mikudagin.
Orsøkina til álopið veit
løgreglan ikki at siga, men
álopni drongurin kendi
tann, sum leyp á.
Áleyparin hevði tikið
kvørkratak um tann 14 ára
gamla, so hann misti vitið.
Rapport verður nú skriv-
að um álopið, avhoyringar
verða eisini gjørdar, og um
áleyparin er eldri enn 15
ára gamal verður hann
sendur í rættin.
14 ára gamal drongur álopin
C
M
Y
K
14