leygardagur 24. juni 1989síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Fyritaksstjóri Kristjan Dehi
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov
Abyrgdarbladstjor: Jen Muller | Blaðfólk Høgni Djurhuus | Utgevari P4 Sosiahurin | Bústaður Argjavegur 26 | Postadressa: Postsmoga 76
Randi Jacobsen Uppseting P/t Sosiskurin Argir
Tórfinn Smith Prent Pit Pressan 1981 Telefon 11820 Teiefax 14720
Hálvhjartað
samgonga
NÆST EFTIR at hoyra småbørn syngja
og kirkjuklokkur ringja er tað hugaliga-
sta, sum henda kann, at tey, ið góð eru,
táa hvertannað.
SLÍKA EYDNU unna fólk flest eisini
sinum meðmenniskjum og hóast sjálvs-
góðsku og øvund menniskjunnar, so
munnu tó bert tey fáu við vilja gera
seg inn á so livs- og eydnujåttandi
samanrenningar.
UNDANTØK eru sjálvandi, men sjáldan
munnu hesi verða teimum til eydnu, ið
volt tey hava.
EISINI POLITIKKUR kann, tá hann er
bestur, vera so einfaldur og sjálvsagdur
og bert tá eigur hann tað neyðuga
ramburðs- og viljatreysti, sum til má
vera fyri ikki at missa úr eygsjón
aðalendamálið: Lívs-, hugsunnar- og
virkistrælsi hins einstaka - og í okkara
tøri "Fólkaheimið Føroyar”, har brúk er
tyri øllum, har rúm er fyri øllum og har
all, "hagur ella lágur", eiga óskerda
mannavirðing uppiborna.
SAMSINT stevna sum henda er eisini
treytin fyri, at tann framtakshugur, sum
hóast alt altíð anir í einum íkki heilt
niðurundirkomnum samfelag, kemur
tjøldini til góða sum frægast.
TÓ HAVA vit seinru árini ikki skortað
sonevndan "dynamikk" ella framtakshug.
Bert hevur hesin ikki verið av tí slag-
num, sum nóg væl var grundaður á tørv
allra føroyinga. Heldur hevur hann,
takkað verið okkara óavmarkaða "vinnu-
frælsi" nørt og ríkað tey fáu og útarmað
tey nogvu, sum í tolni hava latið henda
so "ovurliberala" virkishug teirra fáu
grýtt tjóð okkara á bláman búskaparliga.
MEN SAMBÆRT løgmann og teir,
hann nú hevur uttan um seg, so eiga
sjálvt okkara minstu, sjálvt neyðarligastu
píningar millum børn okkara, skuldina
av, at so er vorðið. Ikki eitt orð um, at
ríkmaður t.d. tekur einar 40 miljónir í
láni uttanlands til vinnubygging i Føroy-
um, „sum bert kostar góðar 20 miljónir
og setur tær umleið 20 miljónirnar at
renta nærum skattafritt í onkrum av
peningastovnum okkara og hetta sam-
stundis sum lánirentan av teimum 40
miljónunum í stóran mun kann verða
drigin frá einum møguligum, men helst
Ohugsandi, rakstraryvirskoti.
SAMBÆRT HESAR harrar er tað
sostatt ikki slíkur moralur, ótálmað
spekulatión ella tað, ið beinleiðis verri
er, 10 er atvoldin til armóðsstóðu føroy-
inga, men heldur tað, at okkara smáu
t.d. ikki longur sleppa at vera teir
nístandi, skó- og brókaleysu snorhvølpar,
tey veruliga "áttu" at verið. Føroysku
heimini, rík sum fátæk hava brúkt og
brúka alsamt ov nógv, og hetta skulu
serliga tey minstu nú svíða fyri í Ó-
lukkumáta.
UNDIR VIÐGONGD tala hesir somu
hendingaferð um tey smáu og veikastu,
men gongur ímóti, so eru øll líka, ja tey
veikastu so lika, at tey hverja ferð fáa
heiðurin av at bera spekulatiónsbyrðar
teirra stóru einsamøll.
HETTA VAR so bert nakað av teirri
hugmyndafræði, nýggja landsstýri okkara
hevur at grunda teirra lovaðu politisku
bjargingarroynd á.
VIT, OG TEY smáu við okkum, vilja
eisini framyvir sýna okkara eyðkenda tol,
ti so tungur hesin burður hevur verið,
so noyðast vit at vóna, at tað glógvar
so frægt í onkrum innan nýggja stýrið,
at hesir - um ikki annað - so fyri sko-
mm skyld, vísa eitt minsta mark a
fyriliti og bera so í bandi, at innsta
ætlan fólkafloksins um at bera allar
ágóðar landsins upp í føvningin á teim-
um fáu, ikki eydnast til fulnar.
HJÁ OKKUM er tað nú so vorðið, at
tey flestu, ið gerast góð, eisini fáa hvort
annað sum frá líður. Soleiðis er ikki
allastaðni, eitt nú í eysturlondum.
MEN SJÁLDSAMA væl vignast kortini
hesar eysturlendsku giftur, ið familjurnar
sínámillum hava fyrireikað, mangan
igjøgnum fleiri ár.
UM HENDAN samgonga, sum nærum
ikki mundi sæð dagsins ljós, er ein av
hesum giftum, er ilt at siga, men ongan-
tið í føroyskari søgu hava tilstundandi
hjúnarpartarnir havt og tíkið sær so
góðar stundir til at stama seg fram til
tey hátíðarligu JA-orðini.
MEN HÓAST ektapaktin, samgongu-
skjalið, ikki er eftir okkara høvdid, so
inna vit teimum fyribils arbeiðsfrið til
at royna ætlaða politikkin í verki, ti sum
ein skilagóður prestur segði: "Mark er
tyri hvat vit kunnu krevja av kærleikan-
im, um vit ikki fáa tann vit elska, men
ata okkum lynda at stríðast eitt heilt lív
við tí næstbesta ella tí, ið vánaligari er."
OG EISINI TEY, ið hava gjørt hesar
beisku lívsroyndir og yvirlivað sum fólk
uttan at hava gjørt ðrum ov nógvar
Onådir, hava einhverja viðurkenning
uppiborna. Somuleiðis eisini hetta
landsstýri, um tað heldur seg til eftir
umstødunum skilagóðan politikk og ikki
bara víðari útarming av okkara minstu.
110 Tórshavn
—
UA