fríggjadagur 24. januar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 16 - 24. januar 2003
Nr. 16 - 24. januar 2003
17
Prix Føroyar er ein
tónleikakapping, sum
Norðurlandahúsið
í
Føroyum skipar fyri í
samstarvi við Føroya
Undirhaldstónleikara-
felag (FUT), Útvarp
Føroya og Sjónvarp
Føroya.
Kappingin
hevur verið hildin ann-
að hvørt ár síðani 1995.
Kappingin er skipað
við fimm innleiðandi
umførunum, har vinn-
arin í hvørjum umfari
kemur
í
finaluna.
Bólkarnir, sum enda
sum nummar 2 til
innleiðandi umførini,
skulu kappast í eini
hálvfinalu, har vinnar-
in fær seinasta finalu-
plássi.
Øll tey innleiðandi
umførini verða hildin í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði.
Finalan
verður í Norðurlanda-
húsinum í Havn.
29 bólkar eru við í
kappingini í ár. 6 bólk-
ar sleppa í finaluna.
1. umfar,
25. januar kl. 21.00
Headache Blues Treo
Human Chaos
Søren Søgaard
S.C.A.T.G.O.H
Flux
MC Hár
2. umfar,
1. februar kl. 21.00
Déjá Vu
Masha
Mind’s Eye
onkikanndiskuterast.al
t kann
Speaker
Holgar og Villmenn
3. umfar,
15. februar kl. 21.00
Bracket
Crashwave
Mary’s Baby
Lawetz
Krit
4. umfar,
22. februar kl 21.00
Makrel
Chain
Side Effect
Fluffy Toys
MMM
Páll Finnur Páll
5. umfar,
8. mars kl. 21.00
Týr
Zink
Blív
Jam
Gestir
Hatespeech
Jan Müller,
ábyrgdarblaðstjóri
Prix Føroyar er ein týðandi
og mennandi kapping fyri
føroyskan tónleik. Sam-
stundis sum Prix Føroyar
hevur verið ein afturvend-
andi táttur seinastu átta
árini, hevur føroyskur tón-
leikur ment seg nógv.
Avrikini seinasta árið geva
boð um, at vit skjótt kunnu
fáa ein ella fleiri kendar
tónleikarar og bólkar uttan-
lands. Teitur Lassen, Týr,
Clickhaze, Brandur Enni,
Pætur við Keldu, Eivør
Pálsdóttir og onnur hava
gjørt vart við seg, og tá ið
hendan Prix-kappingin er
farin aftur um, hava vit
ivaleyst onnur spennandi
nøvn at bjóða fram.
Prix Føroyar eigur lut í
menningini. Vit hava í fleiri
ártíggjund havt góðar tón-
leikarar og tónleikabólkar,
men við Prix Føroyum eru
føroyskir bólkar í enn størri
mát enn áður farnir at
spæla egið tilfar og at royna
veingirnar við yrkingum og
løgum hjá sær sjálvum.
Vit hava havt nøvn sum
Kára P., Faroe Boys, Tey á
Kamarinum, Straight A-
head, Absurdy Fair, Vest-
menn, Frændur og nógv,
nógv onnur, sum hava spælt
sangir hjá sær sjálvum, og
allir hesir mongu tónleikar-
ar eiga sín lut í, at føroyskt
tónleikalív hevur ment seg
gjøgnum seinastu 40 árini.
Tey hava kveikt, undirhild-
ið, glett og hugtikið føroy-
ingar. Tey hava saman við
øðrum lagt lunnar undir tað
tónleikalív, sum vit hava í
landinum í dag. Og nú
kunnu vit rættiliga fegnast
um, at útlandið meira enn
áður hevur vent eyguni
ímóti føroyskum tónleiki.
Møguleikarnir eru har, og
vit eiga sum tjóð at fegnast
um, at tað gongur okkara
tónleikarum
væl
bæði
heima og úti.
Sosialurin hevur altíð tikið
føroyskt
mentanarlív
í
størsta álvara, og vit hava
eisini gjørt nógv burtur úr
tónleiki í blaðnum seinastu
mongu árini. Vit hava
dugnalig blaðfólk, sum
hava gott innlit í tónleika-
lívið, og vit hava lagt doyð-
in á at bera tíðindi, um-
mæla og umrøða føroyskan
tónleik. Sosialurin hevur
eisini verið við í útgávun-
um av føroysku tónleikaár-
bókunum.
Tí er tað sjálvsagt, at
Sosialurin verður við í
fremstu røð, nú fimta Prix
Føroyar tónleikakappingin
fer av bakkastokki. Vit fara
at gera meira burtur úr
kappingini enn nakrantíð
áður, og tit skulu verða vís
í, at tit fáa øll tey týðandi
tíðindini, umrøðurnar, um-
mælini og samrøðurnar frá
okkum.
Okkara
blaðfólk
og
myndafólk fara at kýta seg
fyri at geva tykkum gott
innlit í kappingina, og vit
seta neyðugt pláss av í
blaðnum, so tit kunnu upp-
liva kappingina bæði í
orðum og myndum.
Vælkomin til Prix Føroyar í
Sosialinum.
Eyðun Klakstein
Leygarkvøldið byrjar fimta
Prix Føroyar tónleikakapp-
ingini. Stórsligna og spenn-
andi tiltakið hevur stóra
undirtøku millum føroy-
ingar, og tað verður trupult
at sleppa undan kappingini,
nú mikrofonir, upptøkutól
og myndatól í hópatali
verða vend ímóti tónleikar-
unum og bólkunum, sum
eru við.
Prix Føroyar er nógv. Tað er
ein pallur til bólkar, sum
ikki sleppa fram at nógva
aðrastaðni. Tað er ein gylt-
ur møguleiki hjá ungum og
royndum tónleikarum. Tað
eru sjey konsertir við før-
oyskum tónleikabólkum,
sum gera sær stóran ómak
við sínum egna tónleiki.
Tað er ein kapping. Tað er
undirhald. Og tað er sanni-
liga eisini ein møguleiki hjá
vónríkum tónleikarum at
sleppa út um landoddarnar
at spæla.
Prixið er ein av gøtunum,
sum kunnu føra til gjøg-
numbrot uttanlands. Út-
lendskir gestir eru fastir
fúsir til finaluna, og tí er
tað møguleiki hjá bólkun-
um at gera vart við seg, tá
ið oyruni og eyguni hjá út-
lendskum plátufelagsfólk-
um, festivalfyriskiparum og
blaðfólki eru vend ímóti
føroyska tónleikapallinum.
Fyrireikararnir
av
Prix
Føroyum hava snildisliga
bjóðað útlendskum gestum
til finaluna í Prixnum, og
tað hevur síðani víst seg, at
tá ið hesi fólk hava fingið
smakk fyri føroyskum tón-
leiki, hava tey sjálvi leitað
aftur á slóðina, tá ið møgu-
leiki hevur verið fyri tí. Tað
hevur havt við sær umrøð-
ur, upptøkur og framførslur
uttanlands.
Tónleikararnir skulu tó ikki
gloyma, at fyri tað, um teir
uttan stórvegis hóvsták
kunnu spáka inn á ein væl
upplýstan pall í Fuglafirði,
har hvør tóni verður varp-
aður út í Útvarpinum og
møguleiki er fyri heim-
ligum gjøgnumbroti, so
krevst veruliga nakað av
teimum. Tað ræður um at
hanga í, at vísa vilja, at gera
sær ómak, at tora og ikki
geva upp, tá ið mótgongd
er. Onkrir bólkar hava fing-
ið gjøgnumbrot av næstan
ongum stríð, men fyri teir
allarflestu kostar tað blóð,
sveitta og tár. Og tá ið talan
er um útlandið, er tað veru-
liga sum við kamelinum og
nálareyganum. Vinningurin
kann vera stórur, men stríð-
ið er drúgt og krevjandi.
Sosialurin
fer
at
seta
sjóneykuna á Prix Føroyar
og føroyskan tónleik kom-
andi vikurnar. Vit ætla
okkum at umrøða allar
kappingarnar, vit fara aftur
um bólkar og tónleikarar,
vit fara at bera fesk tíðindi,
spennandi
samrøðurnar,
ummæli og bakgrunds-
greinar. Og vit hava eisini
eina meining, sum verður
afturvendandi táttur á hes-
um staði.
Hvønn fríggjadag áðrenn
innleiðandi umførini hava
vit greinar, tíðindi, samrøð-
ur og viðmerkingar um
bólkarnar, kappingina og
annað. Sosialurin fer sjálv-
sagt at hava blaðfólk og
myndamenn við til øll tey
innleiðandi umførini og
finaluna, og í týsdagsblað-
num ber til at lesa alt um
kappingarnar. Annars verða
eisini greinar í blaðnum
hinar dagarnar, tá ið okkurt
er áfatt.
Við hesum seta vit ferð á og
ynskja bólkunum góða
eydnu í kappingini. Vón-
andi fáa vit nógvar spenn-
andi,
undirhaldandi
og
gevandi tónleikauppliving-
ar komandi vikurnar.
Vegur til útlandið
Sosialurin er við
Brandur Enni er ein av teimum, sum í farna ári hevur gjørt vart við seg uttanlands. Hann fer í
hesum árinum at geva tónleik út í Danmark og í Íslandi
Mynd: Jens Kristian Vang
Hálvfinala,
15. mars kl. 21.00
Allir bólkarnir, sum
endaðu sum nummar 2
í teimum fimm inn-
leiðandi umførunum,
kappast um eitt pláss í
finaluni
Finala, 26. apríl
Tann stóra finalan í
Norðurlandahúsinum.
Seks finalistar kappast
um sigurin í kapping-
ini og møguleikan at
spæla á donskum festi-
valum.
Dómarar
10 dómarar meta um
framførslurnar
hjá
bólkunum til tey inn-
leiðandi umførini. Teir
geva bólkunum stig
fyri teir ymsu partar-
nar av framførsluni.
Stigini hjá øllum dóm-
arunum verða tald
saman, og síðani verð-
ur vinnarin funnin. Í
finaluni eru 26 dóm-
arar.
Vinnarar
1995: Moira
1997: Mark No Limits
1999: Taxi
2001: Clickhaze
Atgongumerki
Atgongumerki til inn-
leiðandi
umførini
kunnu keypast á Kunn-
ingarstovunum kring
landið, í Mylnuni í
Miðvági og á Shell-
støðini í Gøtudali. 600
fólk sleppa inn til
hvørt umfar. Eisini ber
til at keypa eitt sonevnt
Prix-pass, sum er at-
gongumerki til øll um-
førini.
Bussar og ferja
Í sambandi við kapp-
ingina leygarkvøldið
koyra bussar til og frá
tiltakinum.
Bussar fara úr Vest-
manna, Sørvági og úr
Havn kl. 20.00
Bussar fara av Toft-
um og Strondum kl.
20.30.
Teir
steðga
ávíkavist í Leirvík og í
Gøtu kl. 20.50.
Aftan
á
tiltakið
koyra bussarnar heim
aftur.
Dúgvan siglir av
Fuglafirði til Klaksvík
kl. 03.45. Ferðaseðlar
skulu keypast í Norð-
oya
Kunningarstovu
og í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði.
Prixið í Sosialinum
Lagt til rættis:
Eyðun Klakstein
Teldupostur:
eydun@sosialurin.fo
Danski vísutónleik-
arin starvast á
Høvdavirkinum í
Leirvík, men hann
hevur annað í høvd-
inum enn høvd.
Leygarkvøldið fer
hann einsamallur á
pallin í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði.
Um hálsin hongur ein
gittar, og høvdið er
kalt
SOLISTUR
Eyðun Klakstein
– Eg veit ikki rættiliga, hví
eg eri við í Prixnum.
Søren Søgaard verður
næstan tikin á bóli av
spurninginum. Men hann
fótar sær.
– Kanska er tað fyri at
vísa, at eg eri til, og at eg
eri komin aftur til Føroya,
leggur hann so afturat.
Søgan um danska tón-
leikaran, sum endaði í Før-
oyum, byrjar í 1989, tá ið
hann fyrstu ferð hevði før-
oyska grund undir fótun-
um. Men tað var meira ella
minni tilvildarligt.
– Eg var á veg heim til
Danmarkar eftir eina ferð í
Íslandi.
Eg
var
við
Norrønu, og vit løgdu at í
Havn á ferðini heim. Eg
gekk og mól nakrar tímar í
Havn, og eg hugsaði beinan
vegin, at her mátti vera gott
at búgva, greiðir Søren frá.
Seinni fór hann við jøvn-
um millumbili at ferðast til
Føroya fyri at spæla saman
við Bergmonnum. Sam-
bandið við Njál Sigurð-
jónsson, sum var annar av
monnunum í bólkinum, var
gott, og teir sendu av og á
boð eftir Søren.
Skrivar til skuffina
Miðskeiðis í nítiárunum
kom Søren til Føroya at
arbeiða sum lærari, og hann
var her í tvey ár, áðrenn
leiðin aftur varð løgd til
Danmarkar. Men tokkin til
Føroya var framvegis stór-
ur, og nú hann hevur fingið
føroyska konu, var kósin
aftur sett út í Atlantshavið.
Tey komu til Føroya
síðsta summar og hava bú-
sett seg í Leirvík.
Søren vaks upp í mið-
jútska býnum Brande. Har
er tiltikið listasavn, og fleiri
av vinmonnum hansara eru
listamenn í dag. Sjálvur
hevur hann altíð havt áhuga
fyri list, og hann hevur
størstan hug sjálvur at fáast
við tónleik og at skriva.
– Eg havi skrivað nógvar
yrkingar, onkrar stuttsøgur,
og eg havi eisini roynt meg
við eini skaldsøgu. Eg
skrivi fyri tað mesta til
skriviborðsskuffina, men
eingin veit, hvat tað kann
blíva til seinni, sigur hann.
Formaður í Grót
Søren var ein av teimum,
sum var við til at stovna
Tónleikasamtakið Grót í
Gøtu, og hann hevur eisini
spælt á onkrum tiltøkum
hjá teimum, síðani hann
kom aftur til Føroya.
– Eg var ikki tann, sum
kom við hugskotinum til
Grót, men eg tók undir við
tí. Eg var fyrsti formaðurin
í felagnum, og eg eri errin
av at hava verið við í einum
felagi, sum hevur fingið so
nógv gott á skafti, sigur
hann.
Í fjør gav Søren Søgaard
út eina fløgu við sangum
hjá sær. Tónleikurin, sum
hann fer at spæla á Prixnum
leygarkvøldið, er í sama
duri sum útgávan. Hann
ætlar sær at spæla tveir
blues-sangir og tvær meira
róligar vísur. Sangirnar
hevur hann sjálvur skrivað.
Søren er cand. mag við
religión og týskum, men
útbúgvingin verður ikki
brúkt til fulnar, nú hann
starvast á Høvdavirkinum í
Leirvík.
– Eg kundi hugsað mær
at farið at undirvíst aftur,
men tað skal ikki vera í
fólkaskúlanum, tí tað dám-
ar mær ikki. Kanska ein
møguleiki fer at bjóða seg á
onkrum
miðnámsskúla,
sigur hann.
Solisturin Søren
Søren Søgaard var fyrsti formaður í Tónleikasamtakinum Grót. Nú roynir hann seg í Prix Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
17
16