fríggjadagur 24. januar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 16 - 24. januar 2003
Nr. 16 - 24. januar 2003
19
Niels Uni Dam – rapp
Allan Mortensen – rapp
Eyðun Ásason Jacobsen – sang
Rókur Jakobsen – sang
Jónas Bloch Danielsen – gittar
Jens Virgar Jakobsen – gittar og sang
Rani Christiansen – trummur
Heri Reynheim – bass
Brynjolfur á Heygum – ljómborð
Harumframt eini 2-3 hjálparfólk
Hetta er onnur ferðin, at MC-Hár er
við til Prix Føroyar. Fyrstu ferð var
í 1999, tá ið bólkurin spældi seg til
eitt 3. pláss í finaluni.
Allir í bólkinum gleða seg nógv
og eru í skrivandi stund á venj-
ingarlegu. Stílurin er enn tann
sami, ið hevur sermerkt bólkin,
síðani hann byrjaði at spæla.
MC-Hár elskar framvegis teg, og
fer at oysa av sínum kærleika til fyrsta
umfari tann 25. januar.
Heri Trondesen – sang
Rúni B. Larsen – trummur
Regin Skarðhamar – gittar
Jógvan Hansen – bass
Sixth Commandment At The Gates of
Heaven gongur undir
styttingini
S.C.A.T.G.O.H.
Bólkurin er mann-
aður við lutvíst ungum
tónleikarum, sum hava
spælt saman í nøkur ár.
Tríggir av tónleikar-
unum hava áður verið
við í Prix Føroyum, tað
var fyri tveimum árum
síðani.
Teir spæla rocktón-
leik,
bæði
tungan
punkmerktan tónleik og friðarligari
rock.
S.C.A.T.G.O.H. er ein av bólkunum,
sum venur á Margarinfabrikkini í Havn.
Teir hava ikki spælt nógv alment, men
nú fáa teir ein møguleika til tað.
Gulli Johansen – gittar og sang.
Forritan, ljómborð og bass spælt inn
á fløgu.
Unn Thomasen – Design og styling.
Human Chaos hevur verið til síðani
Prix Føroyar
2001, tá ið
Gulli gjørdi
av at broyta
navn frá
Internal
Healing, sum
hann fór at
spæla undir í
1995 og sum
hann eisini
kallaðist í
Prix Føroy-
um í 1999, til
Human
Chaos. Hetta komst av, at hann ikki
longur spældi kristnan tónleik.
Human Chaos hevur spælt nógv síðani
síðstu Prix Føroyar kappingina, serliga
til Free Føroyar tiltøk.
Human Chaos gav eisini eina fløgu út
í 2001, hend-
an kallaðist
Self
Destruct.
Nú arbeiðir
Gulli við
næstu
útgávuni.
Uni R. Debess – sang og gittar
Búi Dam – gittar
Edvard Nyholm Debess – bass og sang
Rógvi á Rógvu – trummur
Headache Blues Treo hevur umleið 4
mánaðar á baki og hevur spælt á ymsum
støðum í Havn. Stigtakari til bólkin er
Uni R. Debess, og afturat sær hevur
hann royndar tónleikarar.
Stílurin er blues, men
Headache Blues Treo hevur
sín heilt egna blues-stíl, ið
er nógv merktur av teimum
einstøku tónleikarunum í
bólkinum.
Vanliga spælir bólkurin
eina blanding av egnum
løgum og løgum hjá til
dømis Doors, Jimi Hendrix
og øðrum. Men til Prix Før-
oyar fer bólkurin bert at
spæla egið tilfar.
Hans Marius Weihe Ziska – sang
og gittar
Kristian í Vági – bass
Sveinur Gaard Olsen – trummur
Flux hevur ikki gjørt so
nógv um seg síðani
seinasta Prixið, men
teir hava tó javnan
verið úti og spælt.
Broytingar hava verið í
manningini í bólkin-
um, sum nú spælir sum
ein trio. Teir spæla
rocktónleik.
Flux hevur verið við
í Prixnum seinastu
tvær ferðirnar, og teir
hava báðu ferðirnar
spælt seg í finaluna.
Nú skulu teir royna at skora eitt Prix-
hattrick.
1. innleiðandi umfar – Mentanarhúsið í Fuglafirði – leygarkvøldið 25. januar kl. 21.00
Søren Søgaard – sang og gittar
Danski gittarspælarin kom í summar til
Føroya at búgva. Hann hevur áður búð í
Føroyum og í nítiárunum ferðaðist hann
javnan hendan vegin úr Danmark at
spæla saman við Bergmonnum.
36 ára gamli Søren Søgaard spælir
gittar og syngur, og tað
hevur hann gjørt síðani
ungdómstíðina. Hann læs
religión og týskt á uni-
versitetinum í Århus, og
tá plagdi hann at spæla
nógv tónleik við síðuna
av.
Síðani Søren Søgaard
kom til Føroya at búgva
aftur, hevur hann bæði
spælt á konsertum og
givið fløgu út. Hann
skrivar sjálvur tónleikin
hjá sær, sum lutvíst er
blues-tónleikur.
S.C.A.T.G.O.H.
Søren Søgaard
MC Hár
Headache Blues Treo
Human Chaos
Flux
Tað sigur Einar Waag,
stjóri á Føroya Bjór,
nú bryggjaríið skal
møta í rættinum
mánadagin fyri brot á
løgtingslóg nummar
20 um sølu av rúsandi
løgum
RÆTTARMÁL
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Einar Waag er sannførdur
um, at um ikki Restorff´s
bryggjarí setti seg í sam-
band við fútan og vístu á
lýsingarnar hjá Føroya Bjór
í Dimmalætting í mars og
apríl í 2002, so var onki
sakarmál í dag.
– Restorff´s bryggjarí
sendi eitt bræv til fútan, har
víst varð á okkara lýsingar
og spurt, um tær vóru lóg-
ligar. Og tað taki eg sum, at
tað er Restorff´s, sum hevur
meldað okkum, sigur Einar
Waag, stjóri á Føroya Bjór.
Føroya Bjór er ákært fyri
brot á løgtingslóg nummar
20 um sølu av rúsandi
løgum.
Í ákæruritinum hjá Før-
oya Bjór stendur, at Føroya
Bjór breyt lógina, tá tey
høvdu lýsingar á baksíðuni
av Dimmalætting. Í lýsing-
unum, sum vóru matupp-
skriftir, har øl varð nýtt í
uppskriftunum og afturvið,
vóru myndir av sterkum øli.
Tað er í stríð við løg-
tingslóg nummar 20, og tí-
skil stevndi fútin Føroya
Bjór, sum skal møta í rætt-
inum
mánadagin
27.
januar.
Einar Waag, stjóri á Før-
oya Bjór, undrast á fram-
ferðarháttin hjá fútanum í
hesum málinum. Hann sig-
ur, at tá Restorff´s á sinni
fekk bót fyri teirra brot á
somu lóg, tá hoyrdi hann í
Útvarpi Føroya, at fútin
hevði gjørt av at sleppa
sakarmálinum móti Føroya
Bjór og heldur geva teim-
um eina bót líknandi henni,
sum Restorff´s fekk.
– Tað fingu vit ongantíð
skrivligt boð um frá fútan-
um, eg hoyrdi tað einans í
útvarpinum.
Men
tvær
vikur seinni fingu vit kort-
ini eitt ákærurit sendandi og
boð um at møta í rættinum
tann 15. januar. Henda dag-
festing bleiv so seinni broytt
til nú mánadagin, greiðir
Einar Waag frá. Hann undr-
ast stórliga á, at fútin á sinni
valdi at úttala seg til fjøl-
miðlarnar, áðrenn hann
vendi sær til bryggjaríið.
Júst hvat útspælið frá
bryggjarínum
verður
í
rættinum mánadagin, sigur
Einar, at tað hava bryggj-
aríið og sakførari teirra ikki
endaliga avgjørt enn.
Restorff´s meldaði okkum
Norðoya Kunningar-
stova og hondbólts-
felagið Stjørnan eru
farin undir eina
áhugaverda verk-
ætlan, sum hevur til
endamáls at gera tað
lættari hjá norðoy-
ingum at kunna seta
seg í samband við
virkir og handlar
TELEFONBÓK
Solby A. Eliasen
Talan er um ein handils- og
vinnutelefonbók,
sum
Norðoya Kunningarstova
saman við Stjørnuni hevur
arbeitt við í longri tíð.
Hetta er fyrstu ferð, at ein
tílík telefonbók kemur út í
Norðoyggjum, og verður
hon óivað eitt hent amboð,
tá ringjast skal til handlar
og virkir í Norðoyggjum.
Nýggja telefonbókin verður
væntandi á gøtuni í vár.
Christian Olsen, leiðari á
Kunningarstovuni sigur, at
handlar og virkir hava tikið
sera væl ímóti hesum tiltaki
og er áhugin stórur at verða
við í Norðoya handils- og
vinnutelefonbók 2003.
Men hann leggur eisini
afturat, at um hetta tiltak
skal eydnast til fulnar, so er
neyðugt at øll virkir og
handlar í Norðoyggjum
vilja verða við.
Formaðurin í Klaksvíkar
Handilsfelag,
Jógvan
Jacobsen, heldur, at hetta er
sera áhugavert, og at tað fer
at lætta um hjá viðskifta-
fólkunum í Norðoyggjum
at seta seg í samband við
handlar og virkir.
Kundarnir í telefonbókini
verða skipaðir eftir alfa-
betiskum raði og eftir
vinnugreining. Eisini er
ætlanin, at stovnar í Norð-
oyggjum skulu verða við í
nýggju telefonbókini.
Tað verður felagið Vasti,
sum kemur at standa fyri
uppsetan og klárgerðan av
telefonbókini. Teir handlar
og tey vinnuvirki, ið ikki
hava
fingið
skriv
frá
Kunningarstovuni og ætla
at verða við, kunnu boða
Kunningarstovuni frá á tlf
456939 ella á teldupost
info@klaksvik.fo
Handils- og vinnutelefonbók fyri Norðoyggjar
Einaferð í vár kemur ein
handils- og vinnutelefonbók
út í Norðoyggjum. Tað er
Norðoya Kunningarstova og
hondbóltsfelagið Stjørnan,
sum standa fyri verkætlanini
Einar Waag, stjóri á Føroya
Bjór, sigur, at Restorff´s
meldaði Føroya Bjór á sinni.
Mánadagin skal stjórin møta
í rættinum
C
M
Y
K
19
18