Sosialurinarkiv
Sosialurin 1989-07-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 1989síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Fíggjarliga frælsið í varðhald LEYGARDAGIN samtyktu samgonguflokkarnir á tingi inntøkulégaruppskotini hjá landsstýrinum. Hetta merk- ir, at umleið 200 mió. kr. verða tiknar inn frá borgar- unum tað sum eftir er av hesum árinum. Í ÅR koma hesar inntøku- lógir at kosta hverjum húsarhaldi í Føroyum 15.000 kr. í miðal. Næsta ár verður kostnaðurin 24.000 kr. í mið al fyri hvort húsarhald í landinum. Hetta er frá teim um, sum til valið seinasta heyst góvu gylt lyfti um minni skatt og minni toll. FYRST er tað serliga inn flutningsgjaldið. Hetta er hækkað við 5%. Ur 22 upp í 27%. Her fær landskassin Ábyrgdarblaðstjóri Jan Muller Fyritaksstjóri: Kristjan Dehi ljósmyndari Kalmar Lindenskov eina meirinntøku uppá 50 mió. kr. Síðan hava ávísir vørubélkar — mest rús- drekka og tubaksvørur — fingið tollhækkingar fyri til- samans 26 mió. kr. Um fólk nú ikki drekka og roykja minst líka nógv sum higar- til, so má Ivan Johannesen, landsstyrismadur i figgjar- málum, aftur i løgtingid at útvega annan pening ístað. in. EISINI er talan um eina so- kallaða bundna uppsparing. Inntekur, hægri enn 110.000 kr., skulu rinda 3%. Inn- tøkur omanfyri 150.000 kr. skulu rinda 5%. Og inntøkur yvir 200.000 kr. skulu av við 7%. Hetta er sokallaða samansparingin fyri 1989. Men við tað at allur pening- urin skal gjaldast í seinna hálvári, er talan í veruleika num ikki um 3, 5 og 7%. Tal- an er um 6, 10 og 14%. Við hesum er hol eisini sett á skattaloftið uppá 50%. Blaðfólk Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn S Utgevari Pt Sosiakurin Uppseting: P1 Sosiakæin Prent Pit Pressan 1981 Í 1989 fer øll »samanspar- ingin« í landskassan til hansara nýtslu. Ti javnmeta vit hetta við ein vanligan eykaskatt til landskassan. Seinni skal peningurin flyt- ast á bundna konto hjá tí einstaka skattgjaldaranum og gevast leysur tá viðkom- andi er 65 ár. Við árslok 1989 er hesin peningur farin til nýtslu hjá landskassa- num. T.v.s. at samgongan aftur skal út til borgararnar eftir tí peningi, sum skal flytast á bundna konto. FRÁ 1. januar 1990 skulu fólk seta samansparingina beinleiðis inn á konto. Hendan verður so leysgivin fýra ár seinni. Gamalt er at aftur og fram er líka langt Um fýra ár verður javnvåg ímillum innskot og leys givna samansparing. Vit mugu rokna vid, at hendan samansparingin í stóran mun fer at nerva allar aðrar samansparingar, ið eru | Bústaður Argjavegur 26 Teiefon I Argir 1820 Teiefax 14720 frammanundan. T.d. samansparingina við rentu- studningi til sethúsa- og íbúðabygging og vanligar samansparingar í peninga- stovnunum. VIÐ hesum er fíggjarliga frælsið sett í varðhald. Fólk kunnu ikki longur gera av nær, hvar og hvussu tey skulu spara, og tey kunnu heldur ikki gera av nær tey kunnu nýta sína saman- sparing. Hesa avgerð hava Sundstein og Ellefsen tikið saman við einum skúlalær- ara í Fuglafirði hvors sjónar- ringur ikki røkkur longur enn út á Kambsdal. Postadressa: Postsmoge 78 110 Tórshavn mye Í | Arbeidarafeløgini: Inntokulógirnar raka meint Flestu arbeidarafeløgini í landinum hava skrivað til Løgtingid og mótmælt inn- tøkulégunum, ið Legtingið samtykt leygarkvøldid. Iey feløg, sum higartil hava gjørt vart við seg, eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Ar- beiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvík- ar Arbeiðsmannafelag og Fjallbrúður í Vági Alt tikið aftur og me- ira aftrat Føroya Arbeiðarafelag sigur í sínum mótmæli, at inntøku- lógirnar fara at raka serliga tey lågløntu hart, tey, sum frammanundan hava torførast vid at fåaa endarnar at røkka saman. - Tað er serliga átaluvert, at landsstýrissamgongan av- greiðir uppskotini um intøku- lógir á løgtingi við slíkum skundi, at hesi uppskot ikki kunna verða viðgjard gjølla Føroya Arbeiðarafealg, ið umboðar 39 lokalfeløg, mót- mælir, at løntakarafeløgini ikki fáa møguleika at viðgera og taka støðu til uppskotini. Hesi uppskot, ið fara...at leggja stórar byrðar á fólk okkara. Vit gera vart við, at nógvir av limum okkara ikki fara at orka at bera hesar eyka byrðar, skrivar Føroya Arbeiðarafelag Felagið leggur aftrat, at samgongan heldur átti at gjørt nakað við tað Óskil, ið valdar innan skattaskipanina, har einstaklingar og felag við at nýta avskrivingarreglurnar kunnu sleppa sær undan at bera samfelagsins byrðar. Fakfeløgini kenna seg svikin av landsstýrisflokkunum. Tað eydnaðist arbeiðarafeløguruum og arbeiðsgevarunum í sátt og semju at gera sáttmála - og nú verður tann sámiliga løn- arhækkanin tikin inn aftur og meira aftrat Føroya Arbeiðarafelag heitir á samgonguna um at fara eftir peningi hjá teimum, sum orka at rinda. - Inntøkul6gimar taka aftur alt tað og meira afturat, ið varð vunnið við samráðing- arborðið í maí í ár og boðar hetta tí ikki frá virðing fyri teimum úrslitum, ið vunni1 vórðu í sátt og semju millum partarnar á arbeiðsmarknað inum. Revsingarferð løntakarunum moti - Talan er um størstu revs- ingarferð ímóti vanliga løntak- aranum nakrantíð, og hetta mótmæla vit harðliga, sigur Havnar Arbeidskvinnufelag í sínum brævi til Løgtingid. Havnar = Arbeids- kvinnufelag heldur tað hexði verið rímiligt, at eisini løntalarin varð hoyrdur, so teirra sjónarmið komu fram í hesum máli. Inntskulógirnar leggja ovurhondsstóran byrðar á limirnar og máðar stødid undir teimum fíggjarliga. Slíkt kunnu vit ikki lata okkum lynda, sigur Havnar Arbeiðs- kvinnufelag. Tær leggja aft- rat, at tær eru skelkaðar av inniskulógunum.