hósdagur 27. juli 1989síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Ábyrgdarblaðstjóri Jan Múller
Fyritaksstjóri Kristjan Dahí
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Blaðfólk Høgni Djurhuus Utgevari — P/f Sosialurin Bústaður Argjavegur 26
Olavsøkan
— nakad at
savnast um
FYRI HVØRT år sum gong-
ur, tykist mongdin av stevn-
um, itrottartiltøkum og und-
irhaldi av ymsum slagi at
vaksa. Um ólavsskumundið
fara fólk so smátt at troytt-
ast av øllum, sum er »at fara
til«. Oman á øll hesi tilboð,
sum floyma inn yvir fólk alt
summarið, kemur so Ólav-
sekan.
OLAVSØKAN er nakað fyri
seg — tað skerst ikki burtur.
Hóast oll tey tilboð, sum eru
nevnd omanfyri, so troytt
ast vit ikki av Olavsøkuni, ti
hon, sum nevnt, er nakað
heilt fyri seg. Hvat er tað so,
sum ger Olavsøkuna til nak
að heilt sermerkt? Hetta er
ikki so heilt einfalt at svara,
men tað hevur nakað at
gera við tann felagsskap vit
oll í Føroyum kenna okkum
at hoyra til, hóast vit eru
ósamd í so mongum.
VIT ERU um hålvthundrad
túsund sálir her á landi.
Kortini hava vit ikki minni
enn sjey politiskar flokkar,
eini tiggju ymiskar trúar-
flokkar og ein hóp av ymisk-
um áhugabólkum, sum berj-
ast av øllum alvi fyri hvor
sínum áhugamálum. Hetta
er myndin av eini spjaddari
tjóð — eini tjóð, ið kann tykj-
ast í stríði við seg sjálva og
tað er jú ikki hugaligt at
hugsa sær.
HENDA MYNDIN er heldur
ikki heilt bein. Olavsøkan er
eitt gott dømi. Olavsøkan
hevur røtur langt aftur í tíð--
ina og hon hevur savnað for-
oyingar til gamans og álvara
í eini sjey hundrað ár —
minst. Tá hetta hevur kunn-
að borið til — tá Olavsøkan
meira enn nakrantíð áður
savnar fólk úr øllum landi-
num, so kann hetta bert
vera eitt prógv um, at nakað
er at savnast um.
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Uppseting P/f Sosiskurin
Prent P'4 Pressan 1981
ÓLAVSOKAN er tað livandi
prógvið um, at vit foroying-
ar, so Osamdir vit eru polit-
iskt, átrúnaðarliga og bú-
skaparliga, tó eru samdir um
nøkur grundleggjandi virði.
HESI VIRÐI eru okkara
felags mentan — hetta, at
vit hava eina felags søgu,
eitt felags mál og eitt land,
sum vit oll eru góð við — ein
felags gud, sum vit trúgva á,
hóast ymsar meiningar um
leiðina til sælu.
SAMANUMTIKIÐ kunnu vit
tala um ein felags sida- og
mentanararv, sum er borin
frá ætt til ætt gjøgnum øldir.
Hetta er ein arvur, sum vit
hava røkt væl við hvort og
væl við hvort,
minni
ongantíð hava vit slept hon-
um. Hesin arvur er stórur og
men
fjølbroyttur. Hann goymir
nakað av tí dyggasta okkara
fólk hevur skapað, kvæðini,
og hann fevnir um ta
náttúru, landið og havið,
sum okkara forfedrar røktu
»vid hógv og góðum lag«.
Á OLAVSØKU hava vit høvi
til, mitt í øllum ti hurlivasa,
sum eisini er eitt eyðkenni
fyri hesa hátíð, at hugsa eitt
sindur um, hetta vit hava til
felags í ollum okkara ósemj-
um. Vit eiga at spyrja okk-
um sjálvi, hvussu vit umsita
okkara felags mentunarliga
og nåtturugivna arvagóðs.
Hvørjar umstødur geva vit
málinum og tí, sum gevur
Telefon
Argir
11820 Telefax 14720
málinum hold og merg. Ella
við øðrum orðum: hvussu
stendur til við barnaskúla-
num, hvussu eru korini hjá
skrivandi og skapandi lista-
fólki, hvussu gongst við
kvøding og dansi, hvussu
rækta vit okkara gomlu
landsmenn, sum hava
stríðst eitt langt lív, hvers ar-
beiði er ein grundin undir
okkara vælferð? Hvussu
býta vit landsins møguleikar
og rikidømi millum landsins
born? Eru tað ikki ov nógv,
sum hava ov mikið og ov
nógv, sum hava ov lítið?
VIÐARI KUNDU vit spurt,
hvussu vit rekja landið, sum
hevur staðið so at siga Ospilt
og ódálkað í øldir og hvussu
røkja vit havið, sum vit oll
skulu liva av? Nú kann hver
svara í sínum lagið og eftir
sínum lyndi og politisku
sannføring. Vit fara at enda
við at fegnast um, at tað
hevur eydnast at varðveita
sidin at halda Olavsøku í øld-
ir. Hóast nógv ves og nógv-
an hurlivasa er hon ein vøk
ur og hugtakandi hátíð. Hon
er ein livandi felagsskapur,
sum vit eiga at vera góð við
og fara væl um. Hon er
ein afturvendndi áminning
um, at vit hóast spjadd og
ósamd eru ein tjóð og at
hetta leggur eina ábyrgd á
hvønn einstakan okkara við
hógv og góðum lag at um-
sita okkara mentunar- og
siðaarv, samstundis sum vit
eru undirløgd teimum broyt-
ingarinnar lógum, sum eing-
in tjóð sleppur undan.
EIN FORTREYTIN fyri sum
fólk og tjóð at yvirliva broyt-
ingar, vit lítið og einki kunnu
gera við, samstundis sum
vit sjálvi gera átroðkandi
samfelagsbreytingar, er, at
vit røkja og fjálga um okk-
ara siða- og mentunararv.
Ein partur av hesum starvi
er at gera Olavsøkuna til
eina sámuliga og vakra há-
tíð, so hon ikki bert verður
til veitslu- og søluting.
jd.