týsdagur 8. august 1989síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Skrykkja eina
trygd burtur
FYRI UMLEIÐ 55 árum síð-
ani fóru nakrir mans av
Tvøroyri til Havnar. lkki
vóru teir ørindaleysir. Í
skjáttuni høvdu teir uppskot
til foroyskt prístalsgrundar-
lag og prístalsskipan. Hesir
menn úr Arbeiðsmanna-
felagnum Fylking vildu
vinna føroysku arbeiðara-
stættini eina lønarvidb6t
eina dýrtíðarviðbót tá
vøruprisirnir hækkaðu.
A LOGTINGSSKRIVSTOVUNI
tá høvdu vit ikki fingið
landsskrivstovu tók ein
ungur maður ímóti. Hesin
maður læs buskaparfrødi tå
og gjørdist seinni fakfelags-
formaður og politikkari. Nú
liggur hann undir grónu
torvu. Hvat hann helt um
uppskotið og ynski arbeiðar
anna, viet undirritaði ikki,
men tað sigst, at hann
spurdi, tå hann vidgjørdi
prístals-grundarlagið, um
føroyskir arbeiðarar ótu so
nógv breyð.
HVUSSU POLITISKI leikurin
fór fram, skulu vit ikki nema
við her. Nøkur ár gingu, men
í 1939 fingu vit eina prístals-
skipan. Síðan hava vit havt
lóggávu um prístalsviðgerð
av lénum. Henda skipan
fekk so stóran týdning, at
fakfelgsfólk og onnur
skýrdu prístalsskipanina
sum tað størsta framstigið í
arbeiðarapolitikki í mong ár.
Vert er at leggja í geyma, at í
hesum millumbili hevði ar-
beidararørslan vaksið seg
sterkari, og tad var eydnast
javnaðarflokkinum at fáa
seks tingmenn.
AV OG Á eru broytingar
gjørdar. Prístalið er null-still-
að og í 1980 vóru avgjalds-
og tollhækkingar
burtur úr grundarlagnum.
Hesar broytingar vórðu
gjørdar tá fyri at avmarka
klíptar
Ábyrgðarblaðstjóri Jan Miller H
Fyritaksstjóri Kristjan Dahi
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
keypiorkuna og beta kapp-
ingarførid. Javnadarflokkur-
in og Tjóðveldisflokkurin
kundu ganga sp vítt, hóast
summi í Javnaðarflokkinum
gjørdu tað við ringum tanna-
biti. Men tridi landsstyris-
flokkurin, Fólkaflokkurin,
vildi ganga uppaftur longur.
Hann vildi taka oljuprísin úr
prístalsgrundarlagnum, tí tá
gekk hann bara tann eina
vegin — uppeftir við rúkandi
ferð. Men tá søgdu hinir
flokkarnir kortanei!
NU SKAL aftur leggjast eftir
prístalsskipanini. Men nú
verður prístalið ikki null stil-
að, ella okkurt tikið burtur
úr. Nei, nú skulu prístals
reguleringarnar avtakast við
lóg! Í ikki minni enn í tveim
um støðum i Olavsøku-frå
greiðing legmans verður
sligið fast, at nú skal prís-
talsviðgerðin av lønum av-
takast. Einki verður sagt
um, um hetta er fyribils og
galdandi fyri ávíst tíðar-
skeið. nei, nú skal henda
lógin bara setast úr gildi. Nú
skal henda trygdin móti prís-
hækkingum bara sópast av
borðinum.
AT FÓLKAFLOKKURIN legst
á her, undrar neyvan nakr-
an, tí hann varðar ikki at ar
beidararørsluni. Hvorki so
ella so. Tað undrar kanska
summi, at Sambandsflokur-
in gongur við til slík álop á
foroyska lønmåttakaran.
Men vit skilja slettis ikki, at
Tjédveldisflokkurin gongur
vid til slikan borgarligan
politikk — at hann vil vera
vid til at gera slikt ålop å før-
oyska lønarbeidaran. tað
undrar ikki, at mong tjóð-
veldisfólk stúrsa við, og
spyrja, hvar ar flokkurin í
hesum og øðrum málum
við? — Er hann farin við
beinari kós í føvningin á
Fólkaflokkinum?
Blaðfóik Hegni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith Prent
Utgevar:
Uppseting P/1 Sosislurin |
P/f Pressan 1981 |
FOROYSKA SAMFELAGIÐ
hevur nakrar búskaparligar
trupulleikar at vinna á. M.a.
er kappingarforið ikki ov
gott. Men hvorki avtøka av
pristalsvidgerdini — ella adr-
ar asosialar ætlanir hjá
landsstyrissamgonguni
fåa buskapin å beint eftir
tad buskaparliga »boom'id«,
sum kom i kjalarvørrinum å
vitleysum utlendskum lán-
tøkum til vinnulig og privat
endamál. Serliga er hetta
álopið beiskt hjá vanligum
lønarbeidarum, sum ikki til
námind fingu lut í tí øgiliga
lønarvøkstri, sum var i
privatu tænastuvinnuni. Fyri
vanliga lønarbeidaran hava
60 oyru um timan ella 105 kr.
um mánaðin stóran tydning,
sjálv tum tað bara er »pea-
nuts« í lummanum hjá
grannskoðaragreipuni.
TÁTAN, LANDSSTÝRIÐ
gevur lønarbeidaranum, er
vinningssteðgur. Men
hvønn tydning hevur vinn-
ingsstedgur, tå loyvi verdur
givid at hækka søluprisir, tå
innkeypsprísir hækka? Og
hvat munar vinningssteðg-
P'1 Sosiaksrin | Bústaður Argjavegur 26
Telefon: 11820
Postadressa: Postsmoga 76
Argir 110 Tórsharn
Teletax 14720
ur, tå handlar og tænastu
fyritðkur nu hava fingið eitt
skotbrá at hækka vinningin,
Og í triðja lagið kunnu vit
sláa fast, at ætlanin við vinn-
ingssteðgi er láturlig, tí vinn-
ingurin í nógvum førum er
so høgur, at verur — ting og
lutir eru hålvaadru, tvær
og triggjar ferdir so dyrar i
Føroyum sammett vid
grannalandið fyri sunnan.
So høg r fraktin og so høgur
er tollurin hóast alt ikki.
TAD VERDUR trengri at hus-
ast. Fyrst avgjaldshækking-
ar og tvungna uppsparing
og nú skerjingar í barna-
styrki og avtøku av prístals-
viðgerðini av lønum. tey
flestu vilja taka sítt tak fyri
at bøta búskapin, men før-
oyski lønarbeidarin fer neyv-
an at góðtaka, at trygdin
móti vaksandi livikostnadi
verður skrykt burtur í eini
handavending av nøkrum
monnum og kvinnum, sum
ikki hava héming av, hvat
vanligi føroyski lønarbeidar-
in hevur at húsast við.