hósdagur 17. august 1989síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Fjúrtandi linur
í kongunum
FJÚRTANDI er linur í
kongunum, nú hann er kom-
in út aftur eftir at hava hildið
frí. Olavsøkan man eisini
hava verið honum strævin
eins og mongum ødrum. Í
hvussu so er, er lítið veiggj í
honum, men tað ger nú ikki
so nógv, tí Dimmalætting
røkir starvið sum stjórnar-
blað bæði væl og virðiliga.
Ja, mangt er forborgið: nú
verður borðreitt við »tj6d
veldispolitikki* á donskum í
hverjum húsi i Føroyum.
MEN kortini bragdar
treyðugt so. Vilmund hevur
áhugaverdar landsbúskapar
ligar hugleiðingar í odda
greinini, sum landsins ráð
andi kvinnur og menn fara
at lesa við stórum áhuga.
Hann mælir til at byrja í tí
smáa: keypa vit okkara
egnu sild, ístaðin fyri út
lendsku gløsini og kemur
Palleba og
uttanlands-
skuldin
VIT skylda 6,7 mia. kr. uttan-
lands. T.v.s., at vit skylda
140.000 kr. í part. Hetta var
boðskapurin úr Tinganesi
stutt eftir at nýtt landsstýri
var valt 18. januar.
SAGT varð, at hagdeildin nú
var komin eftir, at netto-
uttanlandsskuldin ikki var
4,7 mia. kr., men 6,7 mia. kr.
Um ársskiftið var talið 4,7.
Almenningurin fekk at vita,
at nú hevði hagdeildin nýtt
annan og betri uppgerðar-
hátt, og at hetta var tað
sanna talið.
MEN fólk stóðu og standa
framvegis spyrjandi. Hví
ikki siga alt? Hvi bara siga A
og ikki B? Vit vita at uttan-
landsskuldin hjá Íands-
kassanum er niðurgoldin tey
Ábyrgdarblaðstjóri Jan Múller
Fyritaksstjór: Kristjan Dahl
ljósmyndar: Kalmar Lindenskov
kúgvin attur í kjallaran á
smáplássunum, so hvørvur
gjaldsjavnahallið sum eitt
fok. Nú er upp á tíðina, at vit
byrja at stýra i tí smáa, held-
ur hann fyri. Hvat skulu vit
við ráðgevandi nevndum, tå
vit hava Vilmund? Annars
tykist sum Tjóðveldisflokk-
urin longu hevur fylgt ráðum
hansara at stýra í tí smáa.
Tað stóra hevur hann latið
upp í hendurnar á Sam-
bandsflokkinum og Fólka-
flokkinum.
TEY, sum ikki halda væl til
standa, fáa av at vita frá oð-
rum tjóðveldismanni inni í
blaðnum. Hann hevur eisini
lært av Dimmalætting og
hennara gamla blaðstjóra.
Við hvert eitur hann Símun,
við hvort Petur og við hvort
okkurt heilt triðja. Vit halda
okkum av ordalagnum, ið er
óvanliga súrt og gronut, at
hóma ein fyrrverandi ting-
formann av Økrum aftan
fyri grenjið um Javnaðar-
flokkin.
seinastu fýra árini. Vit vita
eisini at uttanlandsskuldin
hjá teimum almennu
grunnunum er niðurgoldin.
Hvor er tað so, sum hevur
okt uttanlandsskuldina so
munandi? Er tað Per, Pól ella
Palleba?
HER skylda hagdeildin og
landsstýrið almenninginum
eina frágreiðing. Fólk kunnu
ikki finna seg í, at tey fáa
slongt í andlitið, at tit skylda
140.000 kr. í part uttanlands,
tá størsti parturin onga
krónu skyldar í útlondum.
Her má ein nærri frágreiðing
koma frá myndugleikunum.
Og tað skuldi verið lag á
manni. Nú hava vit funnið
fram til ein annan og betri
uppgerðarhátt. So hetta
skuldi væl latið seg gjørt.
MÁNAÐAR eru gingnir síð-
an sjokktalid kom fram fyri
almenningin. Men meira er
ikki hent. Vit vita framvegis
ikki hvussu stórum parti av
| Biaðfóík Hegni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
| Utgevari P/t Sosislurin
Uppseting P/f Sosiskurm
Prent
HESIN Petur alias Símun,
alias tjóðveldismaður o.s.fr.,
sær einki galið við tí sam-
gongu, sum nú við Tjóð-
veldisfloksins hjálp og stuðli
er í holt við at brfa alt tað
góða niður, sum Javnaðar-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin i felag bygdu upp
fyrst i sjeytiårunum og frå
1985 til 89. Harumframt gev-
ur hann Javnadarflokkinum
alla skuldina i teimum veru-
ligu og óveruligu figgjar
trupulleikum, sum vit baks
ast vid. Hevur hann longu
gloymt, at Tjóðveldisflokk
urin hevði ábyrgdina av
figgjar- cg búskaparmálum
frá 1985 til 89? Hevur hann
longu gloymt, at Jóngerð
Purkhús stóð uppi í Norður
landahúsinum fyri opnum
sjónvarpi og fullum húsi og
bedýraði, at ongantíð í sog
uni hevði tað staðið so væl
til bæði búskaparliga og
fíggjarliga?
uttanlandsskuldini Ivan Jo-
hannesen, fyrrverandi for-
maður í SEV-stýrinum, og
Arnstein Niclasen, núver-
andi formaður í SEV-stýri-
num, hava ábyrgdina av.
Annar er sambandsmaður
og í løtuni landsstýrismaður
í figgjarmålum. Hin er fólka-
floksmaður og býráðslimur í
Havn. Vit vita í ollum forum,
at verður teirra partur drigin
frá, so verður talið 140.000
kr. munandi minni.
FARA vit so at hyggja at
leiklutinum hjá býráðsfor-
manninum í Havn og fyrr-
verandi býráðsformanni-
num í Klaksvík og draga
teirra part frá, so verður tal
ið 140.000 kr. uppaftur
minni, og hví ikki gera tað?
Saman við umboðsmanni-
num hjá BRF (Byggeindustri-
en Realkreditt Fond) eru
hesir báðir væl kendir fólka-
floksmenn. Og hvussu stór-
an part av uttanlandsskuld-
ini hevur umboðsmaðurin
| Bústaður Argjavegur 26 |
P/t Pressan 1981 | Telefon
110 Térshaven
14720
| Teiefax
11820
JÚ, Petur og aðrir tjóð-
veldismenn tykjast at vera
stuttmintir í hesum døgum.
Teir hava offrað alt fyri at
varðveita maktina. Hetta vit
teir og øll tey, sum í løtuni
ráða fyri borgum í Tjóð-
veldisflokkinum og tí eru
eingin onnur ráð til at taka
enn at brigsla Javnaðar-
flokkinum øvund og súrheit.
Álvaratos, vit kundu havt
hug at spurt Fjúrtanda: er
tað veruliga so gott og stutt-
ligt í sambandsleypinum, at
tit halda onnur gerast sår, tí
tey ikki eru har saman við
tykkum? Um so er skylda tit
okkum eina frágreiðing um,
hvat ið tað er, sum er at
øvunda! Vit hava torført at
síggja tað og mong eru
samd við okkum. Nei, einki
eru vit súr. Fyri alt tað er tað
ikki just líusgleði og
optimisma, ið lýsir av Fjúrt-
anda fyri tíðina!
hjá BRF knógvað heima á
klettarnar?
VERULEIKIN er, at lands-
kassin og teir almennu
grunnarnir og stovnarnir
hava ikki økt uttanlands-
skuldina tey seinastu árini.
Hetta hava SEV, Tórshavnar
Kommuna, Klaksvíkar
Kommuna, nakrar privatar
fyritøkur og nakrir privatper-
sónar gjørt. Ætla viðkom-
andi lántakarar ikki sjálvir at
gjalda lánini aftur? Sjålvsagt
gera teir tað. Men hvussu
kunnu Sundstein, Johanne-
sen og Purkhús so finna
Uppá at senda eina stóra
rokning út til Per, Pól og
Palleba? Kann hetta vera
annað enn undanførsla? Er
hetta ikki at blaka torumold
í eyguni á fólki?
LAT okkum sláa rimmar
fast, at landskassin, teir al-
mennu grunnarnir og stovn-
arnir og Palleba hava onga
skuld í teimum 140.000 kr.
Postadressa Postsmoga 76
|
|