Sosialurinarkiv
Sosialurin 1989-08-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. august 1989síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Náttúran og ránsveiðilyndi ANSURIN fyri náttúru og umhvørvi er alsamt vaks- andi. Kring allan heimin eru fólk á varðhaldi. Í summum fórum eisini her á klettu- num. Orsakirnar eru fleiri: framhaldandi píning av jørð- ini kann ikki halda fram. Henda píning fær avleiðing- ar fyri vistfrødiligu øko logisku skipanina. Tann økta dålkingin er til ampa fyri folk og fæ, og heldur verandi gongd fram, er vandi å ferå fyri alt liv å knøttinum. Harafturat er ansurin fyri náttúruni vaks in, tí fólk hava fingið eygu fyri vakurleika náttúrunnar Tey overvadu byarfolkini hava fragd i at leita út nåtturuna, og nogv royna at fjølga um hana og tad liv sum eyðkenir hana fiskur og djór, fuglar og vøkstur MEN alt kemur ikki av sær sjálvum. Hvorki politiskir myndugleikar ella einstak lingar gera nakað munagott av sær sjálvum. Ofta skal trýst frá åhugafeløgum og øðrum til, áðrenn lóggáva verður smíðað ella nakað munagott hendir. Til domis verður »blaka-burtur-hugs- anin« ikki broytt, fyrrenn onkur ger vart við seg. Eitt nú lossingarmenn, sum nú um dagarnar í bretskari havn noktaðu fyri at landa og handfara nakað eitrandi burturkast, sum eitt skip hevur siglt aftur og fram við. HVAT kemur alt hetta okk- um her í tí reina Atlants- havinum við, spyr kanska onkur lesari. Jú, vit eiga eisini at taka í egnan barm, og vit eiga eisini at ásanna, at spurningurin um dálking og útpíning verður ikki loystur av hverjum landi sær. Alheims-samfelagið má Ábyrgdarblaðstjóri Jan Miller Fyritaksstjór:i Kristjan Dahl Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov gera vart við seg og taka tey neyðugu tøkini. VIT eiga eisini at steðga á, og spyrja: dálka vit eisini náttúruna, havið og luftina, og eru vit annars so góð við náttúruna, sum vit eiga at vera, tí hon er jú okkara alt og eitt? Tey, sum eru vakin, vita, at vit dálka, og at hvorki kommunur, virki ella einstaklingar gera sítt ítarsta fyri ikki at dálka og spilla umhvørvid. Til dømis vita vit, at meira enn ein fimtapartur av tí fiski, sum kemur inn á eitt flakavirki, fer útaftur gjøgnum frárensl ið sum burturkast. Hetta er til stóran ampa fyri lívið á firðum okkara og vit fáa trot Bara fá hava reinsiverk. av surevni virki KORTINI kunnu vit siga, at sum heild er okkara dálking ikki so vandamikil. Tann stóra dálkingin hjá okkum er hinvegin sjónlig. Hon hev- ur verið at sæð við rusk- dungarnar, sum vónandi skjótt fara í soguna, og hon er at síggja í bø, í haga, í áum, á sjónum og framvið vøkru strendur okkara. Hon ger seg galdandi við vant- andi kloakkskipanum, í sam- bandi við bygging og annars okkara vanligu tilvild og óansni. Og óansni okkara kemur ár um ár til sjóndar í umhvervinum í sambandi við tilvildarligar og ofta meira og minni óneyðugar útbyggingar. Mangastadni eru sårini greflig, og í ár er eyðkennismyndin fyri ein av vøkru býum okkara — eitt nes við innsiglingina — nær um grivið og sprongt burtur. Eggin millum útbygging og møguligan framburð — og varðveiting er knivskørp. Og júst tí eiga vit altíð at Blaðfóik Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Útgevar: Pit Sosishrin Uppseting Pt Sosisturin Prent P'4 Pressan 1981 | Bústaður Argjavegur 26 Teiefon Tøletax vera årvakin og ikki taka av- gerðir, sum seinni vera til ampa. Í NÓGVUM forum má ein sinnalagsbroyting til, og vit mugu eisini sleppa okkum av við tað ránsveiðilyndi, mong av okkum hava. Vit hava hoyrt, hvussu nakrir royna at tyna teir seinastu lomvigarnar, og um dagar- nar hava vit hoyrt, hvussu ránsveiðumenn krøkja laks- in, sum hesa tid kemur at landi fyri at fara upp i åirnar at gyta. Í hesum sambandi verður frítíðararbeiðið hjá nøkrum av okkara gjørt so til skammar, at tað er grátu ligt. Men vónandi gevast hesi ikki, sum hava eina fragd av at standa vid tráð- uni við strendur og vetn summarkvøld okkara -dagar, á hondum og lata ránsveiðimenninar og týna hetta lív. SEINASTA landsstýrið smíðaði okkum eina um- hvervislóg. Nú er at fáa karmar hennara fyltar og fáa hana at virka. Við hesi lóg og við virknum fólki og fe- lagsskapum — umhvørvis- verndarfelagnum, sílaveiði- felagnum o.ø. kunnu vit óivað reinsa land okkara, fjølga náttúruna og um- hvørvid, so vit hava nakað vakurt at leita út í og kunnu siga uttan at lúgva — at útflutningsvera okkara kemur úr heimsins reinasta umhvervi. Tá er nógv vunn- ið! Javnaðarfloksins partur skal ikki liggja eftir!!! Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn 147 20