Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 19 - 29. januar 2003 Nr. 19 - 29. januar 2003 7 Fundurin, sum Annlis Bjarkhamar hevði við lærarar í Suðuroy um framtíðar fólkaskúl- an, varð ikki tað stóra súsið RUNDFERÐ Áki Bertholdsen Tá ið landsstýrismaðurin í skúlamálum pakkaði task- una eftir fundin við lærarar í Suðuroynni um framtíðar fólkaskúlan, gekk væl at fáa lásið aftur, tí tað vildi verið synd at sagt, at Annlis Bjarkhamar fór tyngd og ovbyrjað av hugskotum aftur til Havnar. Undir herrópinum Sús, sum stendur fyri Skoðanir Úr Skúlanum, er landsstýr- ismaðurin farin undir eina rundferð kring Føroya Land at halda fund við lær- arar og skúlastýri um fram- tíðar fólkaskúlan. Fyrsti fundurin á hesi rundferð var í Trongisvágs Skúla mánadagin. Men tann fundurin varð ongantíð tað stóra súsið. Tey flestu høvdu gjørt seg út at sita fyri dagin, men tað var ikki meiri enn ein tími, so var alt liðugt. Sjálv fortaldi hon fundar- fólkinum um endamálið við rundferðini, men hon skal halda somu røðu um alt landið so vit eftirlíka áheitanini frá henni um um ikki at gera nakað serligt burturúr hennara røðu fyri ikki at taka glansin av teim- um fundunum sum koma. – Tað er heldur ikki mín hugsan sum hevur tann stóra týdningin í hesum sambandi. Tað er hvat lær- arar og skúlastýrislimir kring landið halda, sum hevur áhuga, segði Annlis Bjarkhamar. Men hon segði, at hon var ikki farin hesa rund- ferðina fyri at verja skúlan og tað, sum varð gjørt, ella ikki gjørt. Hon var komin at hoyra sjónarmið um fram- tíðarskúlan. – Og hava tit áræði skal politiska skipanin ikki vera ein forðing fyri at skúlin mentist, segði hon við lær- ararnar. Ikki nógv klókari Men tað varð hon ikki so nógv klókari av, tí sjónar- miðini sum komu fram, vóru ikki mong, tó at tey lýstu nakrar trupulleikar, sum lærarar stríðast við dagliga. Onkrir lærarar komu inn á møguleikarnar at fara á skeið. Ein suðuroyingur, sum fer á skeið ein dag um vikuna, er heimaífrá einar 15-16 tímar um dagin, tí tíðin at ferðast er so drúgv. harafturat fekk fýra tímar í niðurskurði í tímatali fyri at fara á skeiðið, men undir- vísingin er seks tímar, um- framt ein hóp at lesa heima. Onkur annar vísti á týdn- ingin av at sleppa á skeið, men tað var ikki altíð, at tað bar til at fáa vikar og tað var ein trupulleiki. Ein annar lærari kom inn á trupulleikan við ferðing. Tað er ómetaliga dýrt at ferðast og síðani bygdaleið- ir vóru privatiseraðir, er tað í summum førum heilt ómøguligt at ferðast tí at pláss er ikki fyri heilum flokkum í bussunum, sum eru til taks. – Hetta er ein stór forðing fyri at fara á seturskúla, sum lógin annars áleggur skúlunum at lata børnini sleppa á, vísti lærarar á. Eitt dømi var tá ið árligi skúla ítróttardagurin skuldi fyri næmingar í 6. flokki í øllum landinum varð lagd- ur at vera í Suðuroy, men tá vildi Strandferðslan ikki flyta næmingarnar, fyrrenn fyrireikararnir høvdu lagt 80.000 krónur á borðið. Og tað hevði ongin ráð at gjalda og tíansheldur datt ítróttardagurin niðurfyri. Ein lærari spurdi, hví 10. flokkur skuldi hava skyld- bundið tímatal uppá 28 tím- ar, tí tað noyddi nógvar næmingar at velja læru- greinar, sum teir yvirhøvur ongan áhuga høvdu fyri. Í tí sambandi varð eisini nevnt, at 8. og 9. skúli skuldi eitast at vera ein valskúli, men at talan var ikki um nakað val, tí næmingar vóru noyddir at velja ávísar lærugreinar fyri at sleppa í studenta- skúlan. Meiri enn ein lærari vísti á, at lærugreinin handverk og list er ein stórur trupul- leiki, tí tað er samansett av fimm gomlum lærugrein- um: Smíð, sangi, hond- arbeiði, evning og køk. Men nú er so lítil tíð til handverk- og list, at aldar- gamalt handverk, eitt nú hondarbeiði, er nógv vikn- að, í skúlanum og tað varð gildið at vera spell. Somuleiðis nevndi ein lærari Landsmiðstøðina fyri undirvísingaramboð, sum hann helt vera eitt frá- líkt tiltak. Men tað er eitt tiltak fyri lærarar í miðstaðarøkinum. Lærarar kring landið hava ongan møguleika at brúka Landsmiðstøðina, tí hon er ikki opin leygardag og tað er einasti dagur, bygdarlær- arar sleppa til Havnar. Lærarin saknaði, at Landsmiðstøðin ferðaðist kring landið at vísa bøkur og undirvísingaramboð fram, so at lærarar sóu til- farið, ístaðin fyri bara at senda skúlunum ein lista við bókaheitum. Men so hevði skúlin á Tvøroyri í onkrum føri bíð- að hálvtannað ár eftir nøk- rum bókum frá Landsmið- støðini og tað var ikki nøkt- andi, so nú hevði skúlin bílagt tær sjálvur…… Raktiónin kemur seinni Beint eftir fundin visti Annlis Bjarkhamar ikki reiðiliga, hvussu hon skuldi tulka tað, at so lítið kom fram á fundinum. – Tað kann vera tí, at lær- arar eru nøgdir við skúlan. Men tað kann eisini vera tí, at teir eru útbrendir og ikki orka meir, ella tað kann vera tí, at teir eru troyttir av ætlanum og álitinum og ikki rættiliga hava álit á at nakað fer at koma burturúr hesuferð og tí ikki tíma at ómaka sær at fyrireika seg til ein fund sum hendan. Men hon helt als ikki, at fundurin hevði verið til fánýtis. – Eg havi varhugan av, at fundurin hevur elvt til nókv kjak, nú hann er liðugur, og so er endamálið við rund- ferðini í grundini fyri ein stóran part rokkið. Enda- málið við rundferðini er at fáa røring í og tað haldi eg hevur eydnast Annlis Bjarkhamar sigur, at hóast lærarar ikki søgdu so nógv á fundinum, heldur hon, at reaktiónin fer at koma teir komandi dag- arnar og tað er minst líka umráðandi sum at kjakið á sjálvum fundinum var so nógv. Og tað fáa allir lærarar ríkiligt høvi til, tí umframt rundferðina, hevur Menta- málaráðið gjørt eina heima- síðu har lærarar kunnu siga sína hugsan og har tað ber til at kjakast um framtíðar fólkaskúlan. Heimasíðuna finna tit á: http://www.skulin.fo/sus Ikki tað stóra súsið Hóast Annlis Bjarkhamar ikki varð druknað í hugskotum á fundinum í Suðuroy mánadagin, heldur hon als ikki, at hann var til fánýtis. Næstur henni situr Olaus Jespersen og undir liðini á honum, Janus Jensen í Mentamálaráðnum og við borðendan, Álvur Enni, lærari á Tvøroyri, sum var orðstýrari Lærarar í Suðuroy høvdu ikki nógv uppá hjartað, tá ið teir hittu Annlis Bjarkhamar mánadagin. Ella í hvussu so er, komu teir ikki fram við tí Tað er neyðugt, at arbeiðstíðin hjá lærarum verður lýst betur heldur Martin Eidesgaard, skúlastjóri á Tvøroyri RUNDFERÐ Áki Bertholdsen Skal fólkaskúlin mennast, er tað ein fortreyt, at hann fær arbeiðsfrið. Tað segði Martin Eides- gaard, skúlastjóri á Tvør- oyri, tá ið hann segði sína hugsan um framtíðar skúl- an á fundinum mánadagin ímillum Annlis Bjarkham- ar, landsstýrismann og lær- arar í Suðuroy. Hann nevndi at skjøtil er sett á nógv av tí, sum lógin áleggur skúlunum og nógv- ir lærarar hava eisini ásann- að, hvussu góð amboð árs- ætlanir og toymisætlanir eru. Men tað er eisini ein spurningur um tilvenjing og tað tekur tíð, legði hann afturat. – Flestu lærarar eru enn av tí gamla slagnum, har tað var tann einstaki lærar- in, sum legði til rættis og sum hevði ábyrgdina av flokkinum og undirvísing- ini. Nú skulu vit venja okk- um til at gera hetta arbeiði í felag. Eftir hansara tykki má menningin av toymisar- beiðinum onkursvegna spretta úr teirri mentan, sum er á tí einstaka skúlan- um, og tað tekur tíð. – Ein kendur danskur skúli, Matheusgadeskolen, sum hevur verið nevndur í útvarpssendini »Skúlagátt- in«, nýtti 10 ár, áðrenn tey hildu, at tey megnaði toym- isarbeiði nøktandi. Hann nevndi eisini, at tær royndir, Tvøroyrar Skúli hevði av breytunum, er, at næminga-grundarlagið má vera nóg stórt, fyri at teir kunnu fáa eitt nøktandi tilboð. Arbeiðsfriður Martin Eidesgaard helt, at arbeiðsfriður er ein fortreyt fyri at skúlin kann mennast. – Seinastu árini hava ver- ið í so buldraslig. Tað má tí áliggja pørtunum á arbeiðs- marknaðinum at bera so í bandi, at vit fáa arbeiðsfrið, at avtalur eru gjørdar áðr- enn nakað nýtt verður sett í verk. Her hugsaði hann serliga um, at eitt ella annað slag av ársverki hjá lærarum má setast í verk. – Tær øktu arbeiðsbyrð- arnar hjá lærarum og skúla- leiðslum krevja at arbeiðs- tíðin hjá lærarum verður betur útgreinað. – Skúlaleiðarar føla ofta at vit krevja ov nógv av lær- arum, serliga av eldsál- unum, sum tíbetur enn eru nógvar í skúlaverkinum. Tí er neyðugt, at arbeiðstíðin hjá lærarum verður lýst betur, enn hon er í dag, segði hann og hann vónaði, at tað fer at bera til at finna eitt einfalt og skilagótt snið fyri ársverkinum. Hann helt eisini, at eitt økið sum dentur eigur at vera lagdur á, er sernáms- frøðin. Hann hugsaði ikki bara um at fáa fleiri tímar til ser- námsfrøðina, men tað skuldi eisini til. – Men vit hava stórliga brúk fyri fleiri sálarfrøð- ingum, fysioterapeutum og øðrum serútbúnum fólki í sernámsfrøðini. – Hvat líkist tað at játtan- in til fysioterapi bert røkkur til eitt hálvt starv til alt landið. Skúlastjórin á Tvøroyri segði, at gongdin í samfel- agnum hesi seinastu árini vísur, at fleiri og fleiri trup- ulleikar, sum krevja servit- an, koma undan kavi, og hvørki sernámsdepilin ella skúlarnir hava hesa vitan. – Tí arbeiða vit ofta í blindum á hesum økinum. Ein máti at bøta um støð- una er at styrkja ráðgeving- ina úti í økinum, sum álitið um sernámsfrøðina, sum kom fyri fáum árum síðani, leggur upp til. Próvtøkan endurskoðast Hann vísti eisini á, at próv- tøkurnar í skúlanum enn fara fram á sama hátt sum tær gjørdu fyri 40 árum síð- ani. Men nú, ið nýggir ar- beiðshættir, sum verkætlan og tvørgreinaligt arbeiði, eru á veg inn í skúlan, áttu vit eisini at endurskoða próvtøkuháttin, so hann meira líktist dagliga arbeið- inum í skúlanum. – Ein broyttur próvtøku- háttur kundi møguliga skunda undir menningina av skúlanum, heldur skúla- stjórin. Hann legði afturat, at tað er stórliga brúk fyri eftirút- búgving, sum leggur dent á toymisarbeiði, verkætlan og tvørgreinaligt arbeiði. – Mentamálráðið hevur gjørt nakað á hesum øki, eisini tá ræður um at menna leiðslurnar, og tað skal tað hava rós fyri. Men her er framhaldandi brúk fyri eftirútbúgving. – Eitt hugskot er at miðfirra eftirútbúgvingina, soleiðis at skúlarnir sjálvir høvdu ábyrgdina av henni, segði Martin Eidesgaard. Krevja ov nógv av eldsálunum Eitt kór av næmingum í 6. flokki á Tvøroyri, setti ein serligan dám á fundin við trimum sangum – Tosa vit um at menna skúlan, kann ein ávísur trekleiki vera nytt- ugur, segði Chris Jan Michelsen í skúlastýrinum á Tvøroyri á skúla- fundinum á Tvør- oyri mánadagin RUNDFERÐ Áki Bertholdsen – Skúlin broytist alla tíð- ina. Tað má Chris Jan Michelsen ásannað, eftir at hava sitið í skúlastýr- inum á Tvøroyri í eina tíð. Á fyrsta fundinum í rundferðini hjá Annlis Bjarkhamar, bjóðaði hann henni vælkomnum á Tvøroyri at tosa við lærarar og skúlastýri um framtíðar skúlan. Hann helt, at uttan broytist skúlin ikki tað stóra. – Men innan kemur ein gjøgnumstreymingur av menniskjabørnum at seta síni spor, stór og smá, somuleiðis tey lær- arafólk ið starvast ella koma at starvast her. Og hann helt, at júst tað, at skiftandi ættarlið brúka skúlan, ger at hann ikki kemur at standa í stað, men lagar seg til tey krøv sum koma uttanífrá. – Kanska henda broyt- ingarnar ikki so skjótt, sum vinnulívsmaðurin vil. Men tað helt hann bara var at fegnast um. – Eitt skip ið siglir zig-zag kós nýtir ofta nógva orku til onga nyttu og tí er ein vissur trekleiki nyttugur, ser- liga tá nógv ymisk sjón- armið skulu samansjóð- ast. Chris Jan Michelsen segði í orðsins besta týdningi, er tað vorðið fríari at ganga í skúla. – Lærubøkurnar eru vorðnar fleiri og meiri áhugaverdar. Fak, sum elva til forvitni og áhuga hjá børnum hava funnið vegin fram til teir smærru klassarnar, og undirvísingin er lagað til hvønn einstakan næm- ing. Sum støðan er í dag, visti hann ikki um tað ber til hjá skúlanum ger- ast ein framleiðara av eini 100 % lidnari vøru til tað samfelagið sum er við endan av skúlatíðini. – Hetta krevur at næmingurin nokk so tíðliga í sínum lívi skal velja. Og skal hann velja til, so má hann eisini velja frá og tað er okk- urt, sum bendir á, at kunnleikin um tilboðini er ikki nóg stórur. – Kanska kundi tey sum taka ímóti næming- unum, tá teir eru lidnir, gjørt eitt betri upplýs- ingararbeiði og bjóða eina betri starvsvenjing meðan næmingurin enn gongur í skúla. Og so spurdi hann eis- ini, hvar foreldrini eru í hesum meldrinum. – Tey hava ábyrgdina av og mynda uppvøkst- urin hjá barninum. Tað er óivað eitt evni sum er vert at taka upp. Chris Jan Michelsen segði, at tað, hann hevði fingið burturúr upplegg- inum til fundin, var, at eitt vanligt sjónarmið er, at tá ið krøv koma um broytingar, má eisini greiðliga verða mett um avleiðingar og úrslit. – Tá mugu lands- og kommunalir myndug- leikar tosað saman, og ikki minst mugu tey fólk sum eru við at leggja broytingarnar til rættis, hava møguleika til at menna seg. – Politikarin tosar um tíð og lærarin tosar um eftirútbúgvingar. Alt hetta kostar pengar, og tað er ein veruleiki eing- in kemur uttanum. Hel- dur ikki politikarar ella embætisfólk. Ananrs helt hann, at vit mugu ásanna, at til botns í hesum orðaskift- inum um skúlan koma vit ongantíð. – Samfelagið, sum skal taka ímóti fólka- skúlabørnunum, broytist alla tíðina og krøvini til fólkaskúlan við. Og sum rákið er nú, vænti eg at tað verður ein spurning- ur, um krøvini um broyt- ingar fara at koma úr erva ella sum ein neyð- ug tillaging fyri at standa seg í kappingini við aðrar skúlar, segði Chris Jan Michelsen. Ein ávísur trekleiki kann vera nyttugur Martin Eidesgaard, skúlastjóri á Tvøroyi Chris Jan Michelsen, skúlastýrislimur á Tvør- oyri C M Y K 7 6