hósdagur 31. august 1989síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—————TT—
Nr. 99 — 31. august 1989
»Uttanlandsskuldin«
— lygnin og sannleikin
Til tess at geva eina mynd av hesum vidurskiftum er neyðugt við blaðsíðu í fullari stødd í hesum føri, tí eitt van
ligt blaðformat er ikki nóg hegt til endamálið, tá sammetingar skulu gerast millum privata og so almenna lán
tæku. Fyri at fáa eina fullfiggjada mynd og serliga, fyri at fáa landskassans låntøku sjónliga, í mun til ta privatu,
hava vit rykt tekstin nakað.
Tær almennu Føroyar høvdu við ársskiftið 88/89 at
kalla onga uttanlandsskuld
Landskassin skyldaði 253 mill. í utlondum, men
átti um somu tíð 100 mill. kr. i oljugrunninum. Al
mennu Føroyar høvdu soleiðis eina uttanlandsskuld,
stóra umleið 150 mill. kr. og man hetta uttan nakran
iva vera heimsins minsta uttanlandsskuld og uttan
samanlíkning heimsins minsta statsliga skuld. Við
ársskiftið 88/89 varð samlaða uttanlandsskuld føroy
inga gjørd upp til 4610 mill. kr
Henda upphædd var kortini ikki nóg stór i valstríð
num hjá Sundstein 8 Ellefsen, SME, í ollum forum
ikki nóg stór til at vinna eitt val við
S&E, sum av góðum grundum hava serliga vitan á
hesum eki, byrjaðu stutt fyri valið at avdúka hesa
serligu vitan, og alt og øll, ið høvdu lænt i útlondum,
vóru nú avdúkað og løgd afturat hesum almennu tel
um
Sum Pilatus á sinni, vaskaðu hesir báðir hendur og
góvu Atla Dam ábyrgdina av låntøku, ið teir í mestan
mun sjálvir mundu hava ábyrgdina av
Hetta er tann sanna myndin av føroyskari uttan
landsskuld, og sum tað greitt og týðuliga framgong
ur av hesum súlum, latið tað so verða sligið fast við
sjeytummaseymi, at tað eru ikki tær almennu Føroy
ar, ið eru í nakrari afturberingskreppu. Tað hverki var
so ella er so, men tað er við at blíva gjørt so, tí tað er
afturberingin av privatari uttanlandslåntøku, id
revisorgreipan tekst við í Tinganesi í hesum degum
Privata skuldin er 5.270 mill. kr. og um stabbin ytst
úti til hegru varð lagaður av sethusum, ið hvort kost
aði 15 mill., so hevði tú omanå hvørtannad kunna
sett 3.513 sethús inn í hesa súlu.
Vóru tað svartkjaftatogarar fyri 100 mill. kr. pr. stk.,
so varð gjørligt at laga 53 sovorðin skip omaná
hvertannað inni í hesum tornhega óhugna og um tað
so var jåttanin til okkara ALMU, í inniverandi ári, til
forsorg kr. 40 mill., so er greitt at henda upphædd
hevði rokkið heili 132 ár fram í tíðina
Og soleiðis kundi ein hildið fram. Nú verður borið
aftur — sigst — tað kostar umleið 1000 mill. kr. um
árið at avdraga og forrenta hesa låntøku og pro
sentuella býtið eftir hesa sjálvsavdúkan Sundsteins
& Ellefsens, sær soleiðis ut:
Landskassin (tær almennu Føroyar) hava eina
afturberingarskyldu uppá uml. 30 mill. krjår. ella
3%%.
Kommunur og kommunalir felagsskapir, her ser
liga Klaksvíkar kommuna, Tórshavnar Kommuna og
SEV hava eina afturberingarskyldu uppá umli. 170
mill. kr./år, um 17,9%, meðan tað privata handils
vinnulívið og tænastuvirksemi hava eina afturbering
arskyldu stóra 780 mill. kr./ár., ella 78,6%.
Hetta er afturberingarsannleikin og her er tað at
(svínlhundurin liggur grivin.
Tað er neyvan av tilvild, at studningstervurin hjá
sjúka partinum av okkara fiskivinnu er uppgjørdur til
nágreiniliga somu upphædd.
Hesin studningur ið ikki er annað enn afturbering
av rentum og avdråttum av uttanlandslåntøku hjá
fíggingar-, handils-, service-, ráðgevara- og grann
skodarafyritøkum teirra privatu. Teirra partur av ein
ari privatari uttanlandslánteku uppá 5 milliardir krón
ur.
Tær privatu Føroyar
Stabbin longst til høgru, ovasti partur av hesum tornhega óhugna
er so tað, sum revisorarnir hava funnið afturat (ivaleyst mest í egn
um skuffum og við bankanna hjálp), um 2.090 mill. kr
Niðasti partur er tað, sum varð uppgivið almennu hagdeildini sum
uttanlandslåntøka hjá privata handils- og vinnulívinum, um 3.180
mill. kr.
Tornhøgi óhugnin var við árslok 1988 uppgjørdur til 3.180 mill. kr
(niðasti partur), og oman á tað er so komið ein áður fjald låntøka
upp á 2.090 mill. kr., ella samtals 5.270 mill. kr., ið eru tíknar heim av
privata handils- og vinnulívinum og »stakum« persónum
Tær kommunalu Føroyar
Allar tær føroysku kommunurnar, ið vórðu undir neyvum eftirlitið,
hava eina samlaða lántøku upp á 1.198 mill. kr., og her er tað serliga
Klaksvíkar og Tórshavnar kommuna, saman við Interkommunala
felagsskapinum SEV, ið viga mest.
X
1198
Tær almennu Føroyar
Landskassans partur, ella okkara alra partur, var
við árslok 1988 253 mill. kr. Tað sum Atli Dam,
fyrrv. løgmaður, soleiðis varðaði beinleiðis av er
sostatt ein uttanlandslåntøka til føroyska lands-
kassan, ið svarar til 3,75% av samlaðu uttan-
landslåntøku føroyinga, um nú rætt er talt saman
hjá revisorunum.
78,6%
5270
3180