mikudagur 29. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 19 - 29. januar 2003
Nr. 19 - 29. januar 2003
9
Fíggjarmálaráðið undirgrevur arbeiðspláss
hjá fiskimonnum
– Er frádrátturin hjá
føroyskum fiski-
monnum uttanlands
skerdur við vilja, er
einki at gera. Men er
hetta eitt mistak,
eigur ein loysn at
verða funnin, sigur
Føroya Fiskimanna-
felag, sum hevur eitt
uppskot um, hvussu
hetta kann gerast
FRÁDRÁTTUR
Beinta Anthoniussen,
starvsnæmingur
Í blaðnum týsdagin høvdu
vit samrøðu við kollfirð-
ingin, Jógvan Fagraklett,
sum siglir og umboðar
føroyskar
fiskimenn
í
Danmark.
Í samrøðuni fanst hann at
skerda frádráttinum hjá
fiskimonnum og vísti á tað
skeiva við, at fiskimenn og
handverkarar
uttanlands
eru undir somu skipan við
sama frádrátti.
FF átalar
Í seinastu ársfrágreiðing
Fiskimannafelagsins sigur
felagið, at Fíggjarmálastýr-
ið undirgrevur arbeiðspláss
hjá fiskimonnum uttan-
lands.
– Tað er eingin ivi um, at
føroyska samfelagið hevur
áhuga fyri so nógvum ar-
beiðsplássum uttanfyri Før-
oyar sum gjørligt. Hetta er
eisini gjaldandi fyri fiski-
menn. Øll vita, at tað er
mark fyri, hvussu nógvir
fiskimenn rúmast umborð á
føroyska fiskiflotanum. Tí
ræður um at gera tað møgu-
ligt at fáa so nógvum før-
oyskum fiskimonnum sum
gjørligt møguleika at
kunna fiska við útlenskum
fiskiskipum,
samstundis
sum teir kunna vera búgv-
andi í Føroyum, sigur
Fiskimannafelagið og vísir
á, at eitt av endamálunum
við fiskimannaskattinum
var júst at gera hetta møgu-
ligt.
– Men tað tykist, sum
kunngerðini um frádrátt
fyri arbeiði og sigling utt-
anlands mótarbeiðir hesi
ætlan. Kunngerðin ásetir, at
tann frádráttur, sum var
gjaldandi fram til 1. januar
í ár og sum var kr. 300 ella
kr. 400 um samdøgrið - alt
eftir um arbeitt varð í norð-
urlondum ella ikki - er
lækkaður til kr. 100. Av
hesum eru kr. 50 fyri kost,
kr. 20 fyri húsleigu, kr. 25
fyri ferðakostnað og kr. 5
fyri tryggingar. Skipanin er
soleiðis, at verður ein post-
ur av hesum útreiðslum
goldin av øðrum, so minkar
frádrátturin samsvarandi.
Fiskimannafelagið vísir
til tey einstøku liðini í
nevndu kunngerð:
Vistarhald, húsaleiga
og ferðaútreiðslur
Skattalógin sigur greitt í
§29, stk. 11, at "til skatt-
skylduga inntøku teljast
ikki virði av vistarhald hjá
sjófólki umborð."
Við føroyskum skipum
hevur ongantíð verið ivi
um, hvussu henda regla
skal skiljast. Proviantur
(vistarhald) hevur sambært
sáttmálan verið goldin av
fiskimonnum uppá tríggjar
mátar. Teir eru: 1. Fríur
proviantur, 2. Proviantur fer
av óbýttum ella 3. Mann-
ingin rindar sjálv allan
proviantin. Í øllum førum
hava menn verið skattaðir
av tí, sum er útgoldið, eftir
at proviantur er trektur frá,
uttan mun til hvørja støðu
proviantur hevur í sáttmál-
anum.
– Men her hevur Fíggjar-
málarðið sett aðrar reglur
fyri fiskimenn við út-
lendskum
skipum.
Har
fiskimenn gjalda sín egna
proviant, verður hesin ikki
roknaður sum skattafrí veit-
ing. Hetta meta vit at vera
heilt skeivt og í stríð við
praksis
við
føroyskum
skipum í eini 40 ár- heilt
síðani provinatur gjørdist
skattafríur.
Eitt annað er, sigur fel-
agið, at her verða 50% av tí
samlaða frádráttinum mót-
roknað kostfrádráttinum,
sum er 100 um dagin. T.v.s.
at frádrátturin er bert helvt-
in av tí, sum provianturin
reelt kostar. Annars kann
sigast, at tá almenn tæn-
astufólk fara uttanlands at
ferðast, fáa tey einar kr. 500
at eta fyri um dagin –
skattafrítt; tað er 10 ferðir
so nógv, sum ætlað er ein-
um handverkara ella fiski-
manni. So her er manna-
mur, so tað forslær.
Húsaleigan er sett til kr.
20 um dagin ella 600 um
mánaðin.
– Vit kunnu bert út frá
leiguprísunum í Havn meta
um, hvussu nógvar dagar í
einum mánaði tað ber til at
leiga t.d. eitt kamar fyri
hesa upphædd. Í besta føri
røkkur hettar til helvtina av
mánaðinum. Men hendan
reglan rakar nærum ikki
fiskimenn, tá teir búgva
umborð, vísir Fiskimanna-
felagið á.
Ferðaútreiðslur eru settar
til kr. 25 um dagin, ella kr.
750 um mánaðin
– Um roknað verður við,
at tað er hóskandi at sleppa
heim eftir tveimum mánað-
um, so verður samlaði frá-
drátturin kr. 1.500. Hetta er
minni enn ein ferðaseðil
kostar bert annan vegin og
bert í Danmark. Úr øðrum
londum røkkur henda upp-
hædd munandi minni. Helst
ber tað als ikki til hjá fiski-
monnum, búsettir í Føroy-
um, at sigla t.d. við kanad-
iskum skipum.
Einki samsvar
Felagið sigur, at fiskimenn
í Danmark, sum FF hevur
tosað við, meta seg at brúka
kr. 18.000 í ferðing árliga.
Við 180 døgum kann teirra
frádráttur gerast kr. 4.500,
sum er umleið 25% av
kostnaðinum.
– Verða kostur og ferðing
løgd saman, missa fiski-
menn kr. 18.000 í frádrátti í
mun til veruligu útreiðslur-
nar, og hava teir harvið
fingið eina skattahækking
uppá kr. 9.000 ella meira
enn tað.
FF heldur tað vera heilt
burturvið, at als einki
samsvar er millum frádrátt í
mun til veruligu útreiðslur-
nar.
– Tað kundi t.d. verið eitt
sindur av logikki at havt
eina "sjálvrisiko" eins sam-
svarandi tann ferðastudn-
ing, ið er galdandi fyri fólk,
sum í Føroyum búgva eina-
staðni og arbeiða aðra-
staðni. Hesin var eftir
gomlu lógini kr. 3.000 ár-
liga, sum man svara nøku-
lunda til galdandi reglur,
meðan tað hjá løntakarum
uttanlands er talan um heilt
aðrar upphæddir. Her verð-
ur eisini gjørdur manna-
munur til skaða fyri út-
lendsk arbeiðspláss.
Munurin millum
handverkarar og
fiskimenn
FF vísir í ársfrágreiðing
síni á, at grundgevingin hjá
Fíggjarmálastýrinum fyri
lækkingini av ferðafrádrátt-
inum er at fáa handverkarar
at flyta heim aftur, nú so
nógv er at gera í Føroyum.
– Men hendan grundgev-
ingin kann als ikki nýtast
mótvegis fiskimonnum, tí
teir hava so eingi skip at
koma heim til. Mótvegis
fiskimonnum uttanlands,
vísir hendan kunngerðin
eina sera lítla virðing fyri
teirra starvi og tann týdn-
ing, sum teir hava fyri før-
oyska samfelagið. Avleið-
ingin kann tí væl verða, at
hesir fiskimenn aftur stinga
í sekkin, og tá hava vit sagt
farvæl til hesar borgarar og
teirra
arbeiðspláss
fyri
well.
Uppskot
– Er alt hetta gjørt við vilja,
so er sjálvsagt einki at gera.
So kunnu vit bert síggja, at
meðan ein partur av lands-
stýrinum roynir at økja
okkara arbeiðsmarknað við
arbeiðsplássum uttanlands,
roynir annar partur av
landsstýrinum at forpurra
hetta.
Felagið heldur, at er hetta
hinvegin eitt mistak, eigur
ein loysn at vera, at fiski-
menn
uttanlands
verða
skattaðir á sama hátt sum
við føroyskum skipum av
provianti, t.v.s. sleppa und-
an skatti.
– Tær kr.100 kunnu so
óskerdar verða frádráttur
sum endurgjald fyri ferð-
ing. Hesar vilja svara nøku-
lunda til kostnaðin. Men tá
má í hvussu er takast hædd
fyri teimum fiskimonnum,
sum hava størri útreiðslur,
enn her er talan um.
- Handverkarar kunnu ikki
nýtast sum grundgeving hjá
Fíggjarmálastýrinum fyri at
lækka frádráttin hjá
fiskimonnum, heldur
Fiskimannafelagið.
Arbeiðið við at byggja
virkið, sum skal taka í
móti og sóttreina
slógv frá alivinnuni,
er í gongd, og vænt-
andi fer virkið undir
at taka í móti slógvi í
summar
SÓTTREINSAN
Edvard Joensen
Eiði: Arbeiðið upp á virkið
hjá Salmon Proteins á
Eiði gongur eftir ætlan.
Væntandi
verður
farið
undir framleiðslu í summar,
sigur stjórin.
Jógvan Emil Nielsen,
stjóri á Slamon Proteins,
sigur, at í grundini eru teir
eitt sindur framman fyri
tíðarætlanina við sjálvari
byggingini.
Eisini er avtala gjørd við
flutningsfelag, sum skal
taka sær av at flyta alt
slógvið frá føroysku ali-
virkjunum til virkið á Eiði.
Tað eru Hans Egil Joensen
og synir av Eiði, sum hava
fingið flutningin. Teir fara
nú at gera onkrar íløgur í
bil og tangar, soleiðis, at
klárt er at byrja, tá virkið er
klárt.
Jógvan Emil Nielsen
sigur, at virkið fer at taka í
móti slógvi frá øllum ali-
brúkum í landinum. »Rá-
vøran«,
um
tað
kann
nevnast so, er býtt í tvey.
Slógv frá deyðum ella
sjúkum fiski, og vanligt
slógv frá kryvjivirkjunum
frá fiski, sum tikin er á
vanligan hátt.
Eisini verður viðgjørda
vøran seld í tveimum, sigur
hann. Tað, sum kemur frá
sjúkum ella deyðum fiski,
kann ikki brúkast til annað
enn minkafóður. Hitt, sum
kemur frá vanligu tøkuni,
verður brúkt aftur í fóður-
framleiðslu til eitt nú ali-
fóður. Vøran verður seld
fóðurframleiðarum í Noreg
og Danmark, sigur Jógvan
Emil Nielsen.
Tað verður ikki gjørt
annað við slógvið enn, at
tað verður kókað, so øll
møgulig smitta doyr. Síðan
verður tað í tangum flutt av
landinum.
Sum er flyta alistøðirnar
sjálvar alt slógvið óviðgjørt
av landinum, og tað kostar
teimum væl av pengum.
Tá virkið á Eiði er komið
í gongd, verður viðgjørda
slógvið fyrst savnað í stórar
tangar og síðan flutt við
tangaskipum til keyparar
uttanlands, sigur Jógvan
Emil Nielsen, Tað fer at
spara útflytarunum nógvar
pengar, væntar hann.
Hinvegin skal so alt
flytast til Eiðis við bilum,
og tað kostar sjálvandi
eisini nakað, men verður
ein sparing í mun til ver-
andi skipan.
– Talan er í grundini um
eitt ES krav, vit hava gingið
undir í samband við veteri-
neravtaluni, vit gjørdu,
sigur stjórin á Salmon
Proteins. Har verður kravt,
at slógv skal vera viðgjørt í
tí landinum, tað kemur frá.
Sum er gjalda alararnir
nógv fyri at sleppa av við
slógvið. Teir koma fram-
vegis at gjalda fyri tað
sjúka slógvið, men vit fara
við hesum virkinum at
lætta munandi um flutn-
ingsútreiðslurnar
yvir-
høvur, sigur Jógvan Emil
Nielsen.
Tað eru nakað oman fyri
20 partaeigarar í felagnum
Salmon Proteins, Tað eru
føroysku
alifyritøkurnar
umframt Havsbrún og
Føroya Fiskavirking. Eini
fýra fólk fara at arbeiða á
virkinum, tá farið verður í
gongd í summar.
Áhugin fyri at stovna
stuðulsfelag hjá FS
Vágum tykist sera
lítil. Bara eini seks-
átta fólk møttu á
stovnandi aðalfundi
sunnudagin
STUÐULSFELAG
Stovnandi aðalfundur av
stuðulsfelag hjá fótbólts-
samtakinum í Vágum, FS
Vágum, varð hildin sunnu-
dagin. Lítil áhugi tykist fyri
at stuðla fótbóltinum.
Bara eini seks-átta fólk
møttu á stovnandi fundin-
um, siga fyrireikararnir.
Kortini varð ein trí-
mannanevnd vald, sum skal
arbeiða víðari við at fáa eitt
rættiligt stuðulsfelag upp at
standa.
Krøvini til fótbóltin í dag
eri so stór, siga fyrireikar-
arnir, at teir meta tað av-
gjørt neyðugt við einum
slíkum felag.
ej
Lítil fótbóltsstuðul í Vágum
Reinsivirkið verður nú
bygt á Eiði
Farið er undir at byggja virkið hjá Salmon Proteins á Eiði, sum skal taka í móti og sóttreinsa slógv frá føroysku alivinnuni
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8