leygardagur 2. september 1989síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-—
tíðindablaðið
Politisk
forsøgn:
KREPPAN i bankunum er
vordin kreppan i landinum.
TAD var yvirupphitingin i
privatu bankunum, (heim-
tøkan av privatu uttanlands-
lånunum uppå fleiri milliard
ir) ið nú verður gjørd til eina
samfelagsliga kreppu.
Meðan Landsbankin (um
farin at virkað) kundi havt
steðgað privatu banka
leiðslunum at koyra samfe
lagið á húsagang, so hava
privatu bankarnir bygt deild
ir kring landið alt.
VIÐ skipanini av seinastu
ultrahøgru samgonguni
hava privatu bankarnir nu
opna mest gevandi deildina
i sjålvum Tinganesi. Lands
bankin er nu nærum avsagd-
ur — og um Føroya fólk góð
tekur framløguna (undir
politieskortu) av fíggjarlóg-
ini í fyrrakvøldid, so eru Før-
oyar og føroyingar foknir.
VIT hava hesa politisku for-
søgn.
MEDAN låntøka landskass-
ans vid årslok 88/89 var 253
mill. kr, um somu tíð sum
landskassin átti góðar 100
mill. kr. á bankabók í DK
(oljugrunnurin), so vóru
nakrar atkvoður fluttar,
einamest við at fokusera
uppá eina velduga
uttanlandsskuld. At hetta
var privat låntøka, segði ser-
liga málgagn fólkafloksins
einki um.
»VIT eru farnir í Tinganes
fyri vinnulivid skuld, tað
skal eing'n ivast il« Nak
að soleivis målbar núver
andi figgjarnevndarformad-
urin Annfinn Kallsberg seg í
samrødu við fjølmidlarnar
fyrr i hesum åri
UTTAN nærri at koma inn å
og seta sær spurningar um
hvi utflutningurin minkadi i
Ábyrgdarblaðstjóri Jan Møller | Blaðfólk Hegni Djurhuus
Fyritaksstjóri: Kristjan Dahl
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov
13
krónuvirði (samstundis sum
hann kvinkaðist uppeftir í
nøgd), so varð við snaring
um, hálvum og heilum lygn-
um, framd ein óhumsk her
ferð mótvegis teimum al-
mennu Føroyum, ið vórðu
ákærdar fyri at blóðsúgva
vinnuna.
ØLL tann høgravenda press-
an varð sett inn á at visa, at
tað vóru tær almennu Føroy-
ar, ið høvdu skuldina av
våna støduni, hetta serliga
innan sjúka partin av fiski-
vinnuni. Reiðarafelagið og
grannskoðarar tess skriv-
aðu rokningar út og formad-
ur fólkafloksins (sami mað-
ur) bar í fjør eina rokning
stóra 120 mill. kr. oman í
Tingið.
HIN grannskoðarin á tingi
legði fram uppskot um at
hækka hesa rokning við 10
tals milliónum. Rokningin
varð goldin av teimum al-
mennu Føroyum og samtals
var »vinnan« soleiðis stuð!
að við útvið 500 mill. kr. í
1988. Men ikki nóg mikið við
tí hesar 500 milliónirnar
vórðu fluttar til sjúka partin
av vinnuni, meðan tann
sunna og fríska vinnan, sum
umframt at gjalda til sjúka
partin yvir Ráfiskagrunnin,
ikki fekk lut í hesum studn
ingi (nú kallað afturbering).
NU verður so í verki gjørt
nakað »munagott« fyri
| Utgever Pit Sosialurin Í
Í
Randi Jacobsen Uppseting P/t Sosiashæin |
Térfinn Smith Prent Pit Pressan 1981 }
Bústaður Argjavegur 26
|
|
í | á
»vinnusna«. Tað, sum áður
varð rópt eydræning, brand
skatting, avgjaldstrýst etc
etc., frá almennari síðu, hvat
hetta so eitur nú, ja, tað skal
so himmalin vita. I ollum før
um má tað sigast at vera fyri
lítið at rokna, sammett við
nú, har allir karmar og oll
loft eru sprongd og trýst
upp. Úr Tinganesi verður nú
rópt um »afturbering« og
eitt dómi um, hvat hendan
afturbering fevnir um, varð
tað møguligt at fáa innlit í á
forsíðuni í Tingakrossi miku-
dagin 23. aug. 89, har ein-
stakur reiðari, er hann
nevndur, er hann kendur,
fekk tilluttað 2,2 mill. kr. til
eitt av sínum partafeløgum.
Rán fyri opnum teppi ella
hvat!
EIN kendur fólkafloksmaður
skal hava sagt hesi orð: »Ju,
vit vita hvat bagir í vinnuni,
vit vita at vit einans fáa um
helming fyri okkara fisk, og
vit vita eisini hví men at
viðganga hetta aldrin í lívi-.
num — tað skal dyljast sum
mansmorå. Hallið skal hin-
vegin takast inn yvir skatta-
skrúvuna til síðstu krónu.
OG tað er júst hetta, ið gjørt
verður.
TIL tess at tryggja seg sjálv
an, vinir og kenningar, trúar-
og floksfelagar, so hava hes
ir harrar komið sær til polit
iska valdið, og vit eru nú
sannførdir um eitt, og tað er,
at alt samfelagið verður
systematiskt sogið tómt fyri
allan likvidan kapital. Hvort
oyra, ið hesir harrar fáa lagt
hond á, verður sínámillum
býtt meðan Feroya fólk
tolid bíðar eftir loysnum og
tiltøkum, ið tað als ikki finn-
ast nakrar ætlanir um
hvorki so ella so. Tað eru
heilt einfalt ongar intensión
ir, tað eru ongar ætlanir
og prógvið fyri hesum er
vantandi almanna ásannan
in av, hvat ið veruliga bagir,
ella sum hesin høgtstand
andi fólkafloksmaður segði
tað: tað skal dyljast sum
mansmorå.
DEMOKRATIID er ein góð
skipan hjå totaliterum at
Hitler m.a. kom
sær til valdið, so logið tað
ljóðar, m.a. við at yvirhalda
reglurnar fyri demokrati
num, juridiskt sæð, men í
veruleikanum var hetta ikki
so. Eitt ófatiligt eirindaloysi
og kynisk misnýtsla av
demokratinum fordi til
ragnarok. Tað er júst nakað
líknandi, id vit uppliva her
og nú. Hetta kennist sum
óndur dreymur og hetta er
ont.
misnyta.
OKKARA forsøgn er tann,
at tað verður rænt til einki er
eftir, og tá id ræningin er
komin at enda, tá fara hesir
harrar av aftur rókini úti í
Tinganesi, tí har er tá ikki
meira at taka.
BUSINESS is business og tá
ið Tinganes og Føroyar ikki
meira eru ein »forrætning«,
so hava hvørki Tinganes ella
Føroyar, fyri ikki at tala um
Føroya folk, nakran sum
helst åhuga meira.
HATURSFUGLARNIR flaksa
burtur við rænda kapitali
num, og vit koma at ásanna,
at søgan, sum vant, hevur
endurtikið seg.
TI
TEIR hava skund.
HVAT hava vit?
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn. |
Tøleton: 11820 Telefax 147 20 |