mikudagur 29. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lena Andersen:
hendurnar upp
ella buksurnar ni›ur
Prix Føroyar
Vangamyndin:
Andras Olsen
Ung or›:
Fjølmi›lar fara eisini ov langt
15
14
Nr. 19 - 29. januar 2003
Heryvirmaður fekk
sekkin
Ein yvirmaður í hernaðarligu fregnartænastuni í
Ísrael hevur fingið sekkin, tí hann forðaði einum
ísraelskum álopi á palestinsk mál.
Sambært blaðnum Maariv hevur yvirmaðurin
játtað seg sekan, og hann skal hava sagt, at hann
royndi at forða einum álopi á ósekar palestinar.
Yvirmaðurin er nú fluttir til eina skrivstovu hjá
hernaðarligu fregnartænastuni, har hann bert hevur
umsitingarligar uppgávur, skrivar Maariv.
Ísraelsk lóg áleggur annars heryvirmonnum at
sýta fyri at líða boð frá sínum yvirmonnum, um teir
halda, at talan kann vera um krígsbrotsverk. Síðani
palestinski uppreisturin byrjaði í september í 2000,
eru umleið 200 ísraelskir hermenn og yvirmenn
settir í fongsul, tí teir hava sýtt fyri at gera tænastu í
teimum hersettu økjunum.
ES hjálpir Norðurkorea
Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum samdust
fyrradagin um at senda eina sendinevnd tilæ
Norðurkorea í einari roynd at loysa ósemjuna um
landsins kjarnorkuætlan.
Fundurin samdist um, at Grikkaland, sum hevur
formansskapin í ES, skal fáa fundin í lag og fyri-
reika hann, men tann endaliga ferðin er treytað av, at
leiðararnir í ES-londunum taka undir við henni, og
at norðurkoreanska stjórnin er hugað fyri at hitta
ES-umboðini.
Hildið verður, at grikski uttanríkisráðharrin,
George Papandreou, og uttanríkispolitiski sam-
skiparin hjá ES, Javier Solana, fara at standa á odda
fyri sendinevndini, men nær hon fer til Pyongyang,
er ikki greitt enn.
Jugoslavia í søguna
Serbiska tjóðartingið hevur samtykt, at Serbia og
Montenegro verða skipað sum eitt samveldið, og
samtyktin ber í veruleikanum í sær, at Jugoslavia
endaliga er farið í søguna. 165 av teimum 250
serbisku tinglimunum atkvøddu fyri avgerðini,
meðan 47 atkvøddu ímóti.
Avgerðin at skipa Serbia og Montenegro sum eitt
samveldi ber eisini í sær, at serbiska forsetavalið
verður útsett. Herfyri varð tvær ferðir roynt at velja
forseta, men hvørgu ferðina eydnaðist tað nøkrum
valevni at vinna, tí valluttøkan var ov lítil. Vojislav
Kostunica fekk kortini flestar atkvøður á báðum
valunum.
Serbia og Montenegro var tað seinasta, sum var
eftir av gamla Jugoslavia, eftir at Kroatia, Bosnia,
Makedonia og Slovenia tóku loysing í nítiárunum.
Uppsagnir hjá Saab
Fleiri hundrað starvsfólk hjá svensku stórfyritøkuni
hava fingið uppsagnarbræv seinastu tíðina.
Í november vórðu 1300 fólk uppsøgd á bilverk-
smiðjuni í Trollhættan, og í síðstu viku fingu 100
onnur somu boð. Skilið er tað sama á motor-
verksmiðjuni hjá Saab í Sødertælje. Har vórðu 100
fólk uppsøgd fyri tíggju døgum síðani.
Motorverksmiðjan í Sødertælje er partur av
dótturfelagnum Saab Powertrain, og tað felagið
hevur eisini boðað frá uppsagnum. Ætlandi skulu 50
starvsfólk hjá felagnum sigast upp, skrivar svenska
tíðindastovan TT.
UTTAN ÚR HEIMI
Loyva kuwaitar USA
at nýta landið sum
støð í einum álopi á
Irak, fer Irak at leypa
á Kuwait
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Irakski varauttanríkisráð-
harrin, Tariq Aziz, gjørdi í
samrøðu við kanadiska
sjónvarpið
fyrrakvøldið
greitt, at roynir USA at gera
innrás í Irak, verða ameri-
kansku hermenninir ikki
móttiknir við blómum, men
kúlum, og teir verða fyri
stórum tapi, legði hann
afturat.
- Kemur álopið úr Ku-
wait, kann tað henda, at vit
fara at svara aftur. Vit fara
sjálvandi at svara ameri-
kanska álopinum, sama
hvaðani tað kemur, tí vit
hava loyvi at verja okkum,
segði Tariq Aziz. Hann
legði afturat, at Irak fer
eisini at royna at raka øll
mál í USA, brestur kríggj á.
Spurdur um samstarvið
millum iraksku myndug-
leikarnar og vápnaeftirlits-
menninar hjá ST segði
varauttanríkisráðharrin, at
Irak er sinnað at bøta um
samstarvið. Sambært Aziz
eru bara tveir stríðsspurn-
ingar eftir millum iraksku
myndugleikarnar og vápna-
eftirlitsmenninar.
Annar
snýr seg um, at flogfør av
slagnum U2 skulu gera
eftirlitsferðir inn yvir Irak,
og hin snýr seg um møgu-
leikarnar hjá eftirlitsmonn-
unum at avhoyra irakskar
vísindamenn.
Vanligar bumbur og
rakettir megna ikki at
oyðileggja møguligar
irakskar støðir undir
jørð, og tí umhugsa
amerikanarar at nýta
smáar kjarnorku-
bumbur í einum
møguligum kríggi við
Irak
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Tað mangan álítandi blaðið
Los Angeles Times skrivaði
í gjár, at amerikanska her-
leiðslan umhugsar at nýta
kjarnorkuvápn í einum
møguligum kríggi við Irak.
Kjarnorkubumburnar skulu
nýtast til at oyðileggja
hernaðarligar støðir undir
jørð og møguligar goymsl-
ur við hópoyðingarvápn-
um, sum irakar kanska
eisini hava bygt undir jørð,
skrivar blaðið.
Serligi hernaðartíðinda-
maðurin hjá Los Angeles
Times sigur seg hava tíð-
indini frá keldum í ameri-
kansku verjuleiðsluni og
skjølum, sum hevur sæð.
Verjumálaráðið Pentagon
hevur svarað, at USA nú
sum fyrr tilskilar sær óav-
markaðan rætt til at verja
seg og síni sameindu.
Seinastu tvey árini hevur
amerikanska
herleiðslan
umhugsað at nýta smáar
kjarnorkubumbur
ímóti
málum undir jørð. Longu
undir krígnum í Afghani-
stan kunnaði Donald
Rumsfeld, verjumálaráð-
harri kongressina um, at
tað kundi gerast neyðugt, tí
tað er ein sannroynd, at
amerikanska
hermegin
hevur havt trupulleikar við
at oyðileggja støðir, sum
fíggindin hevur undir jørð.
Lærdu av Kosovo
Eitt dømi um hetta var í
Kosovo í 1999. Tá hildu
amerikanararnir, at teirra
B2-bumbuflogfør
høvdu
oyðilagt øll tey serbisku
flogførini í Pristina longu ta
fyrstu bumbunáttina. Tá
vápnahvíld fekst í lag, vísti
tað seg, at serbarnir høvdu
nógv MIG-flogfør stand-
andi inni í einum fjalli.
Bæði í Irak og í Norður-
korea er ein stórur partur av
hernaðarliga samskiftinum
og vápnunum fjald undir
jørð, og sambært einari
frágreiðing, sum Pentagon
gjørdi í 1991, eru umleið
10.000 slíkar støðir undir
jørð ymsastaðni í heimin-
um, og 1400 teirra verða
mettar av hava stóran hern-
aðarligan týdning, stóð í
frágreiðingini.
Einasti háttur at oyði-
leggja slíkar støðir er at
nýta
smáar
kjarnorku-
bumbur. Tá tosað verður
um smáar kjarnorkubumb-
ur, verður hugsað um
bumbur, sum eru minni enn
5 kilotons. Til samanber-
ingar kann nevnast, at tær
báðar kjarnorkubumburnar,
sum vórðu sleptar niður
yvir Hiroshima og Naga-
saki í 1945, vóru 15 kilo-
tons hvør.
Vandamikil gongd
Seinastu
árini
hava
amerikansku
hernaðar-
myndugleikarnir kannað,
um tað ber til at nýta tær
smáu kjarnorkubumburnar
uttan at beina fyri fólki í
túsundatali. Hernaðartíð-
indamaðurin hjá Los Ange-
les Times skrivar, at tað er
møgulit at nýta bumburnar
í Irak. Hann vísir á, at tær
smáu kjarnorkubumburnar
kunnu nýtast til at beina
fyri hópoyðingarvápnum,
eins og tær kunnu nýtast til
at oyðileggja herstøðir av
ymsum slagi undir jørð.
Í tí seinna førinum um-
hugsar amerikanska her-
leiðslan at nýta bumburnar
longu í byrjanini av einum
møguligum kríggi við Irak
til tess at leggja iraksku
hermegina lamna.
- Verður hetta gjørt, er
tað ein nýggj gongd innan
krígsførslu, og tá verður
gáttin til kjarnorkuvápna-
nýtslu munandi lægri, enn
hon hevur verið. Og tað
kann vera vandamikið,
skrivar Los Angeles Times.
Irak hóttir við at leypa
á Kuwait
USA umhugsar at nýta
kjarnorkuvápn
Sambært Tariq Aziz, varauttanríkisráðharra eru Saddam Hussein og menn hansara til reiðar at
leypa á Kuwait, kemur amerikanska álopið haðani
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14