Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Andras Olsen er tónleikari. Hann byrjaði, sum níggju ára gamal, í Havnar hornorkestur at spæla kornett. Hann royndi síðani at spæla ymisk onnur ljóðføri, áðr- enn hann fann útav, at trombone var tað, sum hann hevði bestan hug til at spæla. Fyri hálvum ári síðani, var hann liðugur at lesa á skúla í Onglandi Andras sigur, at hann, sum smá- drongur og allan vegin upp gjøgn- um tannárini, droymdi um at ger- ast kendur innan eitt ella annað. Sum børn flest hevði hann fleiri frítíðarítriv, bæði ítróttarlig og inn- an tónleik. - Eg spældi eisini fótbólt, men eg helt, at tað fóru at verða størri møguleikar hjá mær at vinna pen- ing innan tónleikin, so eg gjørdi av at leggja alt annað á hillina og einans konsentrera meg um trom- bonspæl, greiðir Andras frá. Hann hevur líka frá barnsbeini havt áhuga fyri tónleiki. Í familjuni hjá Andrasi kann tað sigast at hava verið siður at spæla við hornorkestrinum. Pápi hansara og tveir pápabeiggjar hava spælt við í fleiri ár. Og eisini hevur hann átt og eigur okkurt systkinabarn í Havnar hornorkestur. Andras hevur gjørt av at flyta heim í eina tíð nú. Hann hevur tó framvegis okkurt smávegis eftir at gera í Onglandi, so hann skal yvir aftur einar tvær ferðir í vár. Havnar Hornorkestur fyllir 100 ár um stutta tíð, og Andras skal vera við. Eisini fer Andras at spæla við Aldubáruni, sum hevur várkonsert 1. mars. klassiskt ikki si›ur Tað hevur ofta víst seg, at tað ganga ikki so nógv fólk til klassisk- ar konsertir í Føroyum. Til hetta sigur Andras, at tað er ongin siður fyri klassiskum tónleiki herheima. - Í Føroyum hevur tað mest verið kórsangur og horntónleikur, og tí haldi eg, at tað kann tykjast at vera torført at lokka fólk til klass- iskar konsertir, sigur Andras. Men hann leggur tó afturat, at áhugin fyri klassiska tónleikinum tykist at vera vaksandi nú. Sum dømi nevnir hann, at tað, at Sun- leif Rasmussen hevur fingið Tón- leikavirðislønina hjá Norðurlanda- ráðnum, so avgjørt hevur vakt áhuga millum fólk. - ítrótturin fer avstað við sera nógvum pengum, men tað er kanska eisini nakað, sum Sunleif er við til at broyta. Tí tað er av stórum týdningi fyri mentanina í Føroyum, at tónleikurin eisini er við, sigur Andras Olsen, men hann er greiður yvir, at hann helst verð- ur noyddur at taka okkurt arbeiði við síðuna av tónleikinum, um hann verður verandi í Føroyum. Men í summar fer hann niður til Dan- markar at taka solist klassa, sum tekur tvey ár. Andras sigur, at hann er ikki tón- leikalærari, hann er tónleikari. Og tón- leik ætlar hann sær at halda fram við at fáast við, hóast tað illa ber til at liva av tí í Føroyum. - Tað er tað stuttligasta júst nú. Tí við tónleikinum fái eg høvi til at gera nakað av tí, sum mær dámar allarbest. At ferðast og hitta nýggj fólk, sigur ungi havnamaðurin og leggur at enda afturat, at tá ein er tónleikari, tá er ein tættast upp at hasum báðum. 2 Sosialurin Nr. 19 - 29. januar 2003 Sosialurin Nr. 19 - 29. januar 2003 3 Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76 100 Tórshavn Tlf. 31 18 20 Fax 31 47 20 Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Ingrid Bjarnastein Solby Anna Eliasen <ph_1> er ein partur av Sosialinum annanhvønn mikudag. Evstamark er á middegi fríggjadag Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin áðrenn blaðið kemur út. Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn 254 mm breiðar og 70 mm høgar. Navn: Andras Olsen Aldur: 24 ár Starv: Tónleikari Føðingardagur: 31.05.1978 Hvat vildi tú verða, tá tú vart stórur, tá tú vart lítil? Tónleikari Vangamyndin: Andras Olsen 31051978 Um vikuskiftið fór Føroya størsta tónleikatiltak av bakka- stokki. Talan er sjálvandi um Prix Føroyar. Hetta er fimta ferðin skipað verður fyri kapp- ingini, og er tað enn, sum áð- ur, stórur áhugi millum tónleik- ararnar fyri hesi kappingini. Tosað hevur ofta verið um, hvørt tað er rætt at »kappast« innanfyri tónleik ella ikki. Her skulu dagar ikki takast ímillum, um tað er rætt ella ei, men um øll eru so nógv ímóti tí, sum skal eitast at vera ein kapping, hvussu ber tað so til, at so nógvir bólkar melda seg til prixið? Nøkur royna at verja seg við, at hetta er teirra ein- asti møguleiki at sleppa fram við teirra tónleiki, men tað kann verri enn so ikki brúkast í øllum førunum. Men hvussu er ella ikki, so er prixið hóast alt eitt gott tiltak, til frama fyri føroyskan tónleik. Synd er tað hóast alt. Hetta er sum áður nevnt, fimta ferðin skipað verður fyri Prix Føroy- um. Vinnararnir gjøgnum árini hava verið Moirae, Mark No Limits, Taxi og Clickhaze, og av hesum er tað so at siga bara Clickhaze vit hoyra nakað til í dag. Sjálvandi er Clickhaze ein væl yngri bólkur enn hinir, men allir bólkarnir, sum hava vunnið hava havt nakrar av Føroya bestu tónleikarum við, og tað kann ikki sigast annað enn vera spell, at teir ikki eru at hoyra longur. Vónandi fer Clickhaze ikki eis- ini í ommu sína, og vónandi verður komandi Prix Føroyar vinnara betri lív lagað. At kappingin heldur áfram á henda hátt, og tað ferð eftir ferð vísir seg at áhugin er ovurhondsstórur, sigur okkum bara so mikið sum tað, at tón- leikalívið í Føroyum grør um gangandi fót. Kappingin hesa ferð er broytt eitt sindur í mun til undan- farnu kappingar. Fyrireikararnir hava gjørt nýggjar reglur, og ein tann størsta broytingin man vera, at øll tey innleiðandi umførini verða í Fuglafirði, ístaðin fyri kring landið, sum tað hevur verið fyrr. Fyri at taka nýggju reglurnar fyrst, so er tann størsta broyt- ingin har, at hvør tónleikari sleppur bara at vera við í tveimum bólkum, og bara frontfigurur í tí eina. Í fyrstuni varð lagt út við, at hvør tón- leikari bara slapp at vera við í einum bólki, men tað vakti mikla øsing millum tónleikarar- nar, og eftir eitt sindur av tog- togan aftur og fram endaði tað við, at fyrireikararnir slak- aðu við krøvunum. At øll innleiðandi umførini verða í Fuglafirði er tað eisini nógv at hoyra um. Summum dámar tað, meðan øðrum dámar tað minni. Men eitt er so heilt vist, at ljóðviðurskiftini, sum ofta hava verið út av lagi vánalig til innleiðandi umførini, skuldu so øll verið í lagi í Fuglafirði. Tá hugsað verður um ljóð, so má Mentanarhúsið í Fuglafirði verða eitt tað besta hølið í Føroyum, hvat hesum viðvíkur. Men hvussu er ella ikki. Tað verður helst altíð okkurt at grenja um. Men uttan iva og samanumtikið, so má Prix Før- oyar verða ein tann størsta og besta avbjóðingin landið hevur at geva tónleikarunum her, so vit mugu bara noyðast við, at til vildar øllum kann ongin gera... Vit skriva: Hendurnar upp ella buksurnar niður 1. Kall ella Føroya Tele? - Føroya Tele 2. Jolly ella Coca Cola? - Coca Cola 3. Rás 2 ella Útvarp Føroya? - Útvarp Føroya 4. Quality Street ella Roses? - Quality Street 5. Siemens ella Nokia? - Nokia 6. Loysing ella samband? - Loysing 7. Flúgva ella sigla? - Flúgva 8. Føroya Bjór ella Restorff? - Føroya Bjór 9. Fótbóltur ella hondbóltur? - Fótbóltur 10. Dimmalætting ella Sosialurin? - Sosialurin 11. Tomat ella agurk? - Agurk 12. Svart ella hvítt? - Svart 13. Pizza ella grill? - Pizza 14. Fløgu, plátu ella band? - Fløgu 15. Kaffi ella te? - Kaffi 16. Jakka ella frakka? - Frakka 17. Lissur ella karalás? - Lissur 18. Rock ella popp? - Popp 19. Mamma ella babba? - Mamma 20. MacIntosh ella PC? - MacIntosh 21. Per ella Poul? - Per 22. Um tú vart ein bilur, hvat slag skuldi tú so verið? - Ein Morris Mini 23. Hvør skuldi so sloppið at koyrt teg, og hvør skuldi als ikki sloppið at koyrt? - Pápi mín skuldi sloppið at koyrt, men Niclas hevði als ikki sloppið at koyrt. #2 Lena Andersen tónleikari frá barnsbeini C M Y K 17 16