mikudagur 29. januar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 19 - 29. januar 2003
Sosialurin Nr. 19 - 29. januar 2003
5
Uni R. Debess er ein av
teimum fýra tónleikarun-
um í Headache Blues Treo,
sum var við í fyrsta inn-
leiðandi umfarinum til Prix
Føroyar. Uni er ein ungur
evnaríkur tónleikari, sum
spælir eitt slag av tónleiki,
sum ikki er so nógv at
hoyra til í Føroyum. Nevni-
liga blues.
Sjálvur spælir Uni gittar og
var sangari. Hinir tríggir í
bólkinum eruBúi Dam, Ed-
vard Nyholm Debess og
Rógvi á Rógvi.
Spurdur um hví hann valdi
at spæla við hesum garv-
aðu góðu tónleikarunum
innan føroyska tónleika-
heimin, svarar Uni:
– Tað eru ikki nógvir ungir
tónleikarar, sum spæla
júst hetta slagi av tónleiki,
og tí eri eg farin at spæla
saman við teimum.
Orsøkina til, at hann fór
at spæla blues, sigur Uni
vera, at hann hevði roynt
bæði klassiskt og rock
áðrenn, men tað var ikki
júst tað.
– Eg royndi síðani blues,
og tað fall mær væl í
hjartað, sigur Uni við ein-
um smíli.
Til Danmarkar
Um ikki so heilt langa tíð
fer Uni til Danmarkar, har
hann finna sær ein privat-
lærara og síðani fer at
lesa tónleik.
– Eg fari at studera kensl-
urnar í tónleikinum. Blues
gevur so nógv til tónleik.
Tað er einkult, men í blues
ræður tað um at finna tað
stóra í tí lítla. Tað fer niður
í dýbdina av tónleikinum,
og harafturat er tað ikki
so torskilt, greiðir Uni frá,
sum heldur, at ein blues
tónleikaheimur vantar í
Føroyum.
Stak væl gekk eisini hjá
Headache Blues Treo, sum
hóast sín kanska ikki so
prix-líknandi stíl, fekk eitt
annað pláss í innleiðandi
umfarinum, og harvið
tryggjaði sær enn ein
møguleika í at royna at
sleppa við í Norðurlanda-
húsið tann 26. apríl.
– Umstøðurnar her eru
ótrúliga góðar til at spæla.
Tað er gott fyri tónleikin,
at alt er á einum staðið,
men um hini støðini fáa
somu umstøðurnar, sum
eru her, so skal prixið flyt-
ast útaftur kring landið, tí
tað er avgjørt ein sjarma í
at verða á teimum lokalu
støðunum, sigur Uni um
ljóðumstøðurnar í Menta-
narhúsinum.
Av fyrstan tíð var tað als
ikki ætlanin, at bólkurin
skuldi fara við til Prix Før-
oyar, men tað var Búi
Dam, sum kom við hug-
skotinum, at teir áttu at
roynt.
Uni heldur, at tað gongur
ikki út uppá at kappast
innanfyri tónleik. Tað ræð-
ur um at framføra og at
dáma at spæla.
– Ein kann ikki siga, hvat
er best, tí øll hava sín
máta at spæla uppá, men
eg eri als ikki ímóti tí, men
tað kann viðhvørt kanska
gerast órættvíst, sigur Uni,
sum millum annað hevur
Jim Morrison og Jimi
Hendrix sum fyrimyndir.
Umframt at spæla gittar
og syngja, so er Uni eisini
yrkjarin aftanfyri øll løgini,
sum Headache Blues Treo
spældi leygarkvøldið í
Mentanarhúsinum.
– Eg fái íblástur allastaðni
frá. Frá tí, sum eg geri, frá
fólkunum eg tosi við og í
tí eg síggi, sigur Uni at
enda.
Onki hat-trick
til Flux
Ofta verður sagt, at tað kann
kanska verða heldur hart at leggja
fyri á eini konsert, tí áhoyrararnir
ikki eru hitaðir rættiliga upp. Leyg-
arkvøldið tá fyrsta innleiðandi um-
farið í Prix Føroyar kappingini fór av
bakkastokki, var tað Flux, sum hevði
fingið hetta álitið litið upp í hendur.
Teir vóru bólkurin, sum sendi Prix
Føroyar 2003 út í luftina, og megn-
aðu teir hetta arbeiða serstakliga
væl.
Showið var í topp. Bæði eldur og
konfetti vóru ein partur av tí, og hó-
ast hesa treku uppgávuna, so megn-
aðu teir væl at fáa áhoyrararnar í sín
part ta løtuna framførslan vardi.
Men tá alt kom til alt, var tað ikki
Flux, sum fór avstað við steypinum
hetta kvøldið. Tað var sum kunnugt
MC-Hár. 2´arin hetta kvøldið slapp
víðari í eitt umfar, har allir 2´ararnir
skulu royna fyri seinastu ferð at
sannføra dómararnar um, at teir
eiga eitt pláss í sólini – í finaluni í
Norðurlandahúsinum tann 26. apríl.
Og tíverri fyri Flux, var tað Headac
he Blues Treo, sum streyk avstað við
seinasta møguleikanum at sleppa
ígjøgnum nálareygað hesuferð.
Tað hevur annars gingið væl hjá Flux
í undanfarnu kappingum. Teir hava
verið við tvær ferðir áður, og báðu
ferðirnar hava teir ognað sær eitt
pláss í finaluni. Men soleiðis skuldi
tað ikki vera hesuferð.
– Nei, eg haldi ikki man kann siga,
at vit eru vónbrotnir, sigur Kristian í
Vági, bass-spælari í Flux.
– Eg rokni við, at hetta var eitt tað
harðasta umfarið í kappingini, og vit
høvdu væntað, at antin MC-Hár ella
Headache Blues Treo sluppu víðari.
Sjálvir eru limirnir í Flux stak væl
nøgdir við teirra egnu framførslu.
– Tað gekk væl at spæla, so tað
kundi ikki verið betri. Eisini vóru
rættiliga nógv fólk fyri at vera so tíð-
liga á kvøldi, men kanska vóru tey
ikki líka væl við, sum tey vóru seinni.
Sjálvt um Flux ikki slapp í finaluna,
so geva teir ikki upp fyri tað. Í
nærmastu framtíð fara teir í upp-
tøkuhølini, har teir fara at gera eina
demo-upptøku, og síðani eru kon-
sertir á skránni, bæði í Suðuroy og í
badmintonhøllini.
– Vit royna bara at spæla so nógv
sum møguligt, sigur bass-spælarin,
sum leggur dent á, at sjálvt um fin-
aluplássið ikki kom undir land hesu-
ferð, so fer Flux ikki í ommu sína.
Myndir:
Stór mynd av Flux: Myndatxt: Flux
Myndatxt: Hans Marius Weihe Ziska
Blues gevur nógv
til tónleik
Uni R. Debess
Rógvi á Rógvu
Búi Dam
Flux
C
M
Y
K
19
18