mikudagur 29. januar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 19 - 29. januar 2003
Sosialurin Nr. 19 - 29. januar 2003
7
Hugh Grant og Hurley – enn einafer›
Nú er slaturin farin at
ganga um, at Hugh
Grant og Liz Hurley
hava funnið saman
aftur, eftir at hava
verið frá hvørjum
øðrum í eitt longri
tíðarskeið.
Tey bæði avsanna
slaturin og siga, at tey
einans eru vinir.
Men hvussu er og ikki, so hevur Hugh stuðlað og hjálpt
Hurley væl, síðani hon rýmdi frá Steven Bing, sum hon
eigur sonin, Damien, við. Tey bæði hava eisini verið á
skíferiu í St. Moritz, og har sóu tey út til at vera nógv meira
enn bara vinir.
topp.10/fløgur
01.
eminem: 8 mile
02.
ymiskt: now 2
03.
avril lavagne: et go
04.
roxette: the ballad hits
05.
westlife: unbreakable
06.
robbie williams: escapeology
07.
eminem: the eminem show
08.
nirvana: nirvana
09.
jennifer lopez: this is me … then
10.
ymiskt: big hits 2002
topp.10/dvd
01.
charlotte gray
02.
40 days and 40 nights
03.
gamle mænd i nye biler
04.
reg: 1 - xxx
05.
van the man
06.
reg. 1 – minority report
07.
resident evil
08.
showtime
09.
men in black 2
10.
reg. – mr. deeds
topp.10/cd-rom
01.
age of mythology
02.
unreal tournament 2003
03.
the sims – unleashed
04.
battlefield 1942
05.
sim city 4
06.
total club manager 2003
07.
the sims – deluxe edition
08.
zoo tycoon
09.
war craft III
10.
mafia
topp.10/video
01.
charlotte gray
02.
pinocchio
03.
van the man
04.
40 days and 40 nights
05.
terror i høj fart
06.
men in black 2
07.
resident evil
08.
unfaithful
09.
scorpion king
10.
ice age
<n‡tt - n‡tt>
Fløgur:
Phil Collins
Heiti: Testity
Skeringar: 12
Plátufelag: Warner Music
International/Face Value
Records
xXx - A New Breed of Secret Agent
Bólkar: Rammstein, Hate
Breed, Moby, Nelly, Drowning
Pool o.o
Skeringar: 20
Plátufelag: Universal
Records
Shania Twain
Heiti: Up
Skeringar: 19
Plátufelag: Mercury Records
Sash
Heiti: S4!
Skeringar: 16
Plátufelag: X-IT Records
Filmar
The Mothman Prophecies
Høvuðsleiklutir: Richard
Gere og Laura Linney.
Longd: 113 minuttir
Prod. ár: 2002
Filmurin er gjørdur eftir
veruligum hendingum. Eftir
at hava hugt eftir teirra
dreymahúsið, koma
tíðindamaðurin, John Klein
og kona hansara, Mary út
fyri eini ferðsluvanlukku.
Stutt áðrenn Mary doyr, sigur
Mary: »Tú sást tað ikki, ha?«,
og John finnur aftaná tekningar av einum veingjaðum
skapningi. Nøkur ár seinni endar John á ein løgnan hátt í
býnum Poin Pleasant. Saman við tí lokala politistinum,
Connie, finnur John útav, at løgnu hendingarnar í býnum
hava óhugnaligt samband við deyða Marys og tær
tekningarnar, sum hon lat eftir seg. Spurningurin er bara
hvørjar...
Van the Man
Høvuðsleiklutir: Ryan
Reynolds og Tara Reid
Longd: 88 minuttir
Prod. ár: 2002
Ígjøgnum síni sjey ár á
Coolidge College hevur V
an Wilder eydnast at fáa
eitt rykti sum ókrýndi
veitslukongurin á
skúlanum, og nú skal tann
fitta og pena Gwen
Pearson skriva eina grein
um hann til skúlablaðið.
Men tað villa lívið noyðist at fáa ein enda, tí pápi Wilder,
letur lokið til pengakistuna aftur. Sjey ár á college er
meira enn nóg mikið. Men so lætt letur »Van the Man«
seg ikki kúga. Saman við vinunum leggur hann ætlanir
um, hvussu hann kann halda áfram við lívinum sum
ævigheitslesandi og veitsluapa...
About a Boy
Høvuðsleiklutir: Hugh
Grant, Toni Collette og
Rachel Weisz
Longd: 97 minuttir
Prod. ár: 2002
Will Freeman er ein, sum
allir aðrir menn eru
øvundsjúkir inn á: Hann
koyrir ein skjótan bil, elskar
leys forhold og sum 38 ára
gamal hevur hann onga
ábyrgd av nøkrum sum
helst slagi. Inntil hann hittir
Marcus. Ein løgin 12 ára gamaldrongur, sum vendir
lívinum hjá Will upp og niður við stuttligum úrslitum.
Filmurin er bygdur á bókina hjá Nick Hornby »About a
Boy«, og tað eru teir somu, sum gjørdu Bridget Jones´s
Diary, sum hava gjørt henda filmin...
Charlotte Gray
Høvuðsleiklutir: Cate
Blanchett, Billy Crydrup og
Michael Gambon
Longd: 117 minuttir
Prod. ár: 2002
Frankaríki undir týsku
hersetingini í 1942.
Charlotte Gray er ein ung
skotsk kvinna, sum er ein
loyniligur eftirlitsmaður.
Hon meldar seg frívilliga til
fronsku mótstøðurørsluna.
Hennara veruliga mál er at
bjarga sínum elskara, sum er í tí enska loftherinum. Men
hon uppdagar skjótt, at verðin er full av loynidómum, og
at hon bara kann stóla uppá seg sjálva. Filmurin er
bygdur á skaldsøguna hjá Sebastian Faulks.
<n‡tt - n‡tt>
Nicole Kidman vann Golden Globe
Nicole Kidman streyk avstað
við heiðrinum sum besti
kvinnuligu leikari fyri sín leiklut
í filminum The Hours. Í hesum
leiklutinum er Kidman ikki til
at kenna aftur, tí hon hevur
broytt sína útsjónd, at sjálvt
hennara nærmastu vinir siga,
at teir ikki høvdu kent hana,
um tey ikki vistu, at tað var
hon. Og so sum Kidman altíð ger, spælir hon knasandi væl
í filminum. Og tað hevur hon so fingið løn fyri nú.
Spennandi verður at vita, um hon eisini verður í uppskoti til
Oscar virðislønina, sum er einasta virðisløn, sum verður
mett hægri enn Golden Globe. The Hours vann eisini
Golden Globe fyri besta film.
Virðislønina fyri besta mannliga leikari í einum filmi vann
Jack Nicholson fyri sín leiklut í filminum About Schmidt.
Onnur, sum eisini vunnu sær eina Golden Globe virðisløn
vóru: Renee Zellweger, Chicago, Richard Gere, Chicago, og
Meryl Streep, Adaption.
Innan sjónvarp vunnu millum onnur hesi Golden Globe:
Jennifer Aniston, Vinir, Uma Thurman, Hysterical Blindness
og Kim Cattral, Sex and the City.
Madonna hatar Ongland
Madonna er vorðin so troytt
av at búgva í Onglandi, at
hon nú hevur gjørt av at selja
húsið. Vinir hjá Madonnu
siga, at hon stutt sagt hatar
Ongland. Tey siga, at henni
dámar ikki veðrið, fólkið ella
nakað, sum hevur við
Ongland at gera.
Tí hevur hon gjørt av, at
børnini Lourdes og Rocco skulu vaksa upp í USA. Men tað
er ikki gott at vita, hvat gemalurin, Guy Ritchie sigur til tað,
tí hann er breti burturav. Honum dámar ikki at búgva í
USA, og hann hevur fleiri ferðir funnist at tí. So um
flytiætlaninar hjá Madonnu fara at enda við hjúnarskilnaði
– tað kann tíðin bara vísa.
Gwyneth Paltrow og Chris Martin
Tað sær ikki mætari út enn,
at sambandið millum tey
bæði Gwyneth Paltrow og
forsangaran í Coldplay, Chris
Martin, bara verður heitari og
heitari. Og tað gongur eisini
skjótt fyri seg, tí tað er ikki so
langt síðani, at tey vórðu
sædd saman fyrstu ferð, men
tá einans sum vinir.
Gwyneth skal í øllum førum hava hildið jól saman við Chis
og hansara foreldrum í Exeter í Onglandi. Síðani hava tey
bæði verið heima hjá Paltrow, har tey hava fingið tíðina at
ganga við millum annað at fara í januarútsølu.
Hollywood er rasistiskt
Hetta sigur Salma Hayek,
sum er av meksikanskum
uppruna.
Hon sigur, at um rasisma
hevði eitt annað navn, so
var tað Hollywood. Hon
sigur, at tað verður
gjørdur týðiligur munur á
henni, tí hon er
meksikansk og so øðrum,
sum ikki eru av øðrum
uppruna.
- Í Hollywood hyggja øll
niður á teg, um tú ert av
meksikanskum uppruna.
Ein kann vera púra vísur í, at ein ikki er ynsktur har, sigur
Salma Hayek í øðini. Hon spælir júst nú við í filminum Frida.
Upptøkurnar ganga fyri seg í Meksiko og eru ikki lidnar
enn.
Júst hví Salma Hayek kennir seg so niðurgjørda av
Hollywood, sigur søgan tó onki um.
Maurice Gibb skeiva vi›ger›
Nú eru tey avvarandi
hjá Maurice Gibb
farin at tosa um, at
tá Bee Gees-sangarin
Maurice Gibb
andaðist á Mount
Sinai sjúkrahúsinum í
Miami, var tað tí
hann fekk skeiva
viðgerð.
Gibbs bleiv innlagdur við ógvusligari pínu í maganum, og
sagt var, at orsøkin til pínuna var blokeringar í tarmunum.
Hann bleiv lagdur undir skurð og kom fyri seg aftur. Tey
avvarandi tosaðu tá við hann, men brádliga fekk hann
hjartaslag, og tað megnaði kroppur hansara ikki.
Sjúkrahúsið avsannar tó alt tos um, at Gibb fekk skeiva
viðgerð.
Leysatí›indi
– Lisa Marie Presley er møguliga við barn. Pápi at barninum
er Nicholas Cage. Teirra avbera stutta hjúnarlag, sum vardi
einans tríggjar mánaðar, fór annars í vaskið, tí Presley segði,
at hon ikki vildi hava fleiri børn.
–Jennifer Lopez vildi hava tann flotta og dýra handilin
Barney´s í New York at steingja fyri øllum øðrum, so at hon
kundi keypa inn í frið og náðum, men tað fekk hon eitt
stutt og greitt nei til.
– Meg Ryan hevði helst
fingið skeiva beinið út úr
songini ein dagin, tá hon var
og keypti. Hon skeldaði
damuna, sum fekk henni út,
tí hon helt ikki, at hon gjørdi
nóg skjótt av.
– Harrison Ford var
deyðanum nær ein dagin, tá
hann sjálvur legði kropp til
eina stuntscenu. Ford er 60
ára gamal, men tað heldur
honum ikki aftur. Han sat í
einum bili, sum koyrdi inn í
ein vegg, men hann slapp tó
við smávegis snuddum.
– Drew Barrymore er púra vekk í sjeikinum hjá sær,
rocktónleikarin, Fabrizio Moretti. Tað skal eitast so, at hon
er tilreiðar at gifta seg við honum. Um so verður, so verður
hetta triðju ferð, at Drew giftist.
C
M
Y
K
21
20