hósdagur 7. september 1989síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Boomerang-
politikkur
HVAR er nú tann sterka sam-
gongan, sum skuldi bjarga landi
num undan húsagangi! Hvat
veiggj er í einum legmanni, sum
ongantíð torir at skera igjøgnum,
sum onga sjålvstøduga meining
hevur um nakað sum helst, men
sum alla tíðina roynir millumloysn
ina, fyri harvið at blíva sitandi!
Hverja framtíð hevur ein sam
gonga. sum Óli Breckmann er
partur av, og hví torir løgmaður og
fólkaflokkurin ikki at seta stavna
mannin upp á pláss! Hetta eru
spurningar fólk seta í hesum dog
um
OG tey spyrja eisini, hvussu tað
ber til, at tjóðveldisflokkurin var
so naivur at halda, at tað bar til at
samarbeiða við ein
loyalan fólkaflokk!
samlaðan
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur
fingið ábreiðslur bæði frá sínum
egnu og ikki minst frá tjóðveldis
fólki fyri at gera spurningin um ein
persón til ein kardinalspurning
Sjálvandi skal tað vera pláss fyri
fleiri meiningum um henda spurn
ing. men tað er okkara hugsan, at
tað var rett avgerð hjá javnaðar
flokkinum at taka: at vísa aftur oll
um samarbeiði við fólkaflokkin,
soleingi flokkurin ikki vildi víkja
frá linju Breckmanns, sum hvert
mansbarn í Føroyum í dag. hver
tann einasti grenlendingur, hver
littur sudurafrikanari vita er
mannafiggindalig, rasistisk og
ódemokratisk.
VIT hava ført fram aftur og aftur,
at fólkaflokkurin er Óli Breck-
mann og Óli Breckmann er fólka-
flokkurin. Tað var tann tíð, tá ein
partur av tjóðveldisflokkinum eis-
ini hevði hesa áskoðan. Tíverri er
tann parturin kveistraður út í
myrkrið og hegrakreftirnar í
flokkinum hava tikið valdið.
NU er staðan so vorðin tann, at
tjóðveldisflokkurin hevur sett kíla
í egnu samgongu sína. Hann hev
ur tvingað samgonguna at útseta
viðgerð av fíggjarlógini, tí, ja hald
ið tykkum fast tí samgongan
kann ikki halda fram undir teim
um arbeiðsumsteðum, sum Óli
Breckmann býður henni, sigur for
maður Tjóðveldisfloksins í 14.
September í gjár.
HETTA er jú fantastiskt. Fara vit
bert nakrar fáar mánaðir aftur, so
fekk javnaðarflokkurin mong
heggini frá tjóðveldismonnum fyri
at rýma undan ábyrgd við at
skylda uppá ein persón, sum teir
ikki kundu samarbeiða við.
4) Árgangur Msssóægur 6 september "989 pr
Heini O. Heinesen, legtingsmaður Tjóðveldisfloksins
Mælir til at
avtaka bundnu
uppsparingina
vil flvia 110 mio. kronur ar avislum yvir upp
marinen er tað kanska 30% rætt Ég haldi. af tes, sum så
dvrum sethusalånum. havn eina Ivungnå uppsparing %
Hesi hava eimki avlop nakra fungaa uppsparing. vÆUr
Heini ( Heinesen. legtingsmaður Ljóðveldisfloksn“ | agið þig 3
|||
Fólk. id leigaðu ut til Ferðamannafelagið
TA ávaraðu vit tjóðveldismenn
um avleiðingarnar at fara í sam
gongu við fólkaflokkin, har Óli
Breckmann fekk frítt spæl. Hetta
spottaðu tjóðveldismenn okkum
fyri og søgdu, at politikkur snúði
seg ikki um ein persón
NU rakar hetta teir aftur sum ein
boomerang. Nú eru tað bráddliga
tjóðveldismenn, sum seta alla
samgonguna uppá spæl orsakað
av einum persóni, tí sambært
Signari Hansen fáa teir ikki arbeitt
fyri Ola Breckmann. Mangt er løg
ið, mangt broytist, má sigast.
JAMEN, góðtóku tit íkki Óla
Breckmann longu tá tit fóru í sam-
gongu við hann í sokallaðu sjálv-
stýrissamgonguni og nú í hegra-
samgonguni! Nær hava tit gjert
nakað fyri at tippa hann! Ella er
ein partur av sannleikanum tann,
at tit hava einki havt ímóti Óla
Breckmann, so leingi lortakanónin
hevur verið stillað inn á javnaðar-
fólk, men íkki fyrr enn hon rakti
tykkum sjálvar, tá reageraðu tit!
NÚ flýtur bikarid yvir, sigur for-
maður tjóðveldisfloksins. Og mál-
ið snýr seg um skúlastjóran í Vági.
Eitt ålvarsmål, púra rætt. men
helst eitt mál, sum m.a. tjóðveldis-
flokkurin kundi verið við til at fing-
ið avgreitt fyri langari tíð síðani.
soleiðis at ikki børn, foreldur og
lærarar eru um at gerast taparar í
hesum syrgiliga leiki.
MEN vit spyrja, hví Óli Breck-
mann, sum áður einki hevði uppá
seg. nú bráddliga skal hava so
stóran týdning fyri arbeiðið hjá
samgonguni, at hon stendur og
fellur við honum. Er tað tí, at hann
nemur við ein Akilleshæl tjóð-
veldismanna í Suðuroynni, nevni-
liga atkveðurnar hjá Hergeiri Niei-
sen ella hvat? Óli Breckmann hev
ur helst vitað, at hann her spælir
høgt spæl, men tað kunnu tit
takka tykkum sjálvum fyri, tí tit
góðtóku hann við húð og hár á
sinni. Vit ávaraðu tykkum í fleiri
oddagreinum her í blaðnum, men
vórðu spottaðir fyri tað. Politikkur
snúði seg ikki um ein persón, svar
aðu tit okkum aftur
EIN kann heldur ikki lata vera við
at seta tjóðveldisformanninum
spurningin, nú hann ger persónin
Óla Breckmann til ein kardinal
spurning. Tað er ikki so langt síð
ani, at eitt mál var fyri, sum eisini
tjóðveldisfólk hava víst stóran
áhuga. Tað var spurningurin um at
boykotta Suðurafrika og Namibia.
Eisini tá spældi Óli Breckmann
hund, og eisini tá spottaði og háð-
aði hann tjóðveldisfólk og javn-
aðarfólk. Tá fekk hann frítt spæl
og slapp at vera illoyalur móti
samgonguni og atkveddi ímóti
boykottinum. Tá mutaðu tit ikki
ímóti. Hví! Var tað málið kanska
minni týdningarmikið enn spurn
ingurin um skúlastjóran í Vági er
tað! Tad er okkara sannføring, at
hevði tjóðveldisflokkurin víst seg
sum mann og um hann veruliga
vildi tippa Óla Breckmann eina-
ferð med alla og harvið sloppið
undan tí støðu, samgongan er í
nú, so átti hann, tá Namibiamálið
var fyri á sinni, ikki at latið Óla
Breckmann koyrt sítt egotripp,
sum vit vita hevur skaðað viður
skiftini millum føroyingar og grøn
landi munandi.
HVÍ settu tit ikki fólkaflokkinum
greið boð tá. Og hver meining er í
at gera tað nú! Er tað bara tí at nú
er talan um at varðveita tjóð-
veldisatkvødur í Suðuroynni?
ANNARS halda vit tað vera stórt
spell, at tjóðveldisflokkurin skuldi
enda har hann gjørdi, í føvningi
num å tveimum høgraflokkum,
sum hava til endamåls at reka
reinan høgrapolitikk i landinum.
Tað var spell, ti tjóðveldisflokkur
in eigur nógv gott fólk, sum vitu
liga høvdu kunnað fingið nógv
burtur úr framhaldandi samarbeiði
við javnaðarflokkin. Spell er tað,
at slik illstøda skuldi koma í mill
um hesar báðar flokkar, sum í
veruleikanum hava tær stevnu
skráir — tey grundleggjandi menn
iskjaligu sjónarmið í politikki og í
gerandisdegnum sum líkna
mest. Hóast høgraheykarnir í
flokkinum higartil hava skorað
flest »stig«, so er tó at vóna, at tey
mongu og skilagóðu tjóðveldis
fólkini enn eru, menna seg aftur
og fara at mynda flokkin.
TI hvussu ósamd vit enn kunnu
vera um ymsar spurningar,
hvussu ymisk vit enn kunnu vera
sum menniskju, so eru tað hesir
báðir flokkar ella vóru tað
fólk í hesum flokkum, sum kunnu
og skula steðga ti óhugnaliga
høgraråki, sum ein maður hevur
sett seg á odda fyri og hevur
fingið ein heilan flokk at slúka
rått. Tjóðveldissosialistar og javn
aðarsosialistar, nassarar, stalinist
ar, snultarar, antisemittar heit
ini eru mong, sum stavnamaðurin
hevur givið okkum. Taka vit ikki
lógvatak saman ímóti hesi
ódemokratisku og mannahatsku
herferð, so fara vit kanska ein dag
at sanna, at tað er vorðið ov seint.
Tá hevur stavnamaðurin sáað so
nógv ilt niður í Føroya fólk, at alt,
sum ber frá av skapanarhugi, av
samhuga við tey minni mentu,
demokratiið verður við undirlutan.
Ein sannroynd er tað longu, at Óli
Breckmann hevur megnað at seta
so nógv split millum føroyingar, at
tað verður seinur dagur, at hesi
sár verða lekt aftur. Við sínum fúlu
álopum á einstaklingar og alt tað
góða í samfelag okkara, við eini
upplýsing full av lygnum og
rasismu hevur hann eitrað mangt
eitt gott sinni. Tað eru bert 50 ár
síðani, at ein einstakur persónur
megnaði at sáa ilt niður í eina heila
tjóð við somu lygusegum og
ræðumyndum. Tað er ábyrgd okk
ara at forða fyri, at hetta endur
tekur seg. Og júst eitt so lítið sam-
felag sum okkara er viðkvæmt
fyri slíkum.
VÓN okkara er, at tey mongu
Skilafólk, sum eisini finnast í bæði
fólkaflokkinum og sambands-
flokkinum, leggja sær hetta í
geyma og viðganga fyri sær sjálv-
um, at best hevði verið, um vit øll
høvdu verið hesa vidgongdu
høgrarasismu fyriuttan.
jamú
tíðindablaðið |
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Blaðfólk. Høgni Djurhuus Utgevari P/t Sosialurin | Bústaður Argjavegur 26 | Postadressa Postsmoga 76
Fyritaksstjór: Kristjan Dahi Randi Jacobsen | Uppseting PÍ Sosiahurin | Argir 110 Tórshavn
ljósmyndari Kalmar Lindenskov | Tórfinn Smith Prent Pit Pressan 1981 | Telefon 11820 Í Teletax 14720