týsdagur 24. oktober 1989síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-
|
|
|
tíðindablaðið
Abyrgdarblaðstjór
Fyritaksstjór
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov
Jan Miller Blaðtoik Hegm Djurhuus Utgev
Kristjan Dahi Ranch Jacobsen | Uppset
| Tórfinn Smith | Prem
Bretska kjarn-
orkuhóttanin
Í FARNU viku varð sera týdningar
mikil og áhugaverd ráðstevna um
havdálking hildin í Keypmanna
havn. Á hesi ráðstevnu vóru um
boð fyri nógv lond, teirra millum
eisini Feroyar
TAÐ er greitt. at spurningurin um
dálking av havinum, eigur at hava
okkara størsta áhuga. Tad er
skylda okkara mótvegis komandi
ættarliðum, sum skulu lívbjarga
sær á hesum klettum, at tryggja
at havið verður ikki dálkað
EITT er so tað, sum vit sjálvi
kunnu gera fyri at varðveita eitt
reint havumhvørvi. Hóast tað
kanska ikki telur so nógv í saml
aðu myndini, so eiga vit at vera
reinfør í øllum lutum. Her verður
ikk: minst hugsað um alt tað, sum
Vit lata út í áir og firðir. Tað er og
at
fyribyrgja dálking við egnu strend
ur okkara
verður okkara ábyrgd aleina
hóast vit hava
MEN ikki nógva
ávirkan á møguliga dálking uttani
frá. so er tað eisini okkara skylda
at vera vakin og gera vart við okk
um á hesum eki. Her verður ma
hugsað um dálkingarhóttanina frá
eitt nú kjarnorkuverkum í okkara
grannalondum. Men serliga eigur
her at verða fylgt væl við teimum
ætlanum, sum eru at burturbeina
kjarnorkuburturkast við strendur
Skotlands ella við Rock All, sum
eisini hevur verið frammi í fjøl-
miðlunum.
TAÐ fer altíð at vera ein spurning-
ur um, hvat vit, so fáment vit nú
eru, kunnu gera. Hverjar møgu
leikar hava vit í heila tikið at sann
føra bretar um, at ætlanir teirra at
goyma sítt kjarnorkuburturkast
við strendur Skotlands, kunnu
hótta livsgrundarlag okkara! Tað,
vit kunnu gera, er at gera vart við
stødu okkara í Atlantshavinum. At
gera hetta i fjølmidlunum og sum
nu eisin á ráðstevnum, sum henni
í Keypmannahavn. Tað kann íkki
sigast nóg ofta, at Føroyar meta
ætlanir hjá bretum at goyma sítt
kjarnorkuburturkast á havbotni
num nærhendis Feroyum. sum
eina sera sera álvarsliga hóttan
moti okkum her búgva. Landsstyri
og legting eiga aftur og aftur at
taka henda spurningin fram í orða
skiftinum og lata bretar vita, at vit
rætt og slætt ikki kunnu góðtaka
slíkar ætlanir.
P'1 Soswturin
Pt Sos:ahm
Pí Pressan 1981
Bústaður Argjavegur 26
Teietor
Postadressa Postsmogs
International konference
omhavforurening
16:18. oktober 1989
København
Soleidis imyndar felagid, sum er bidd um at kanna møguleikan fyri at goyma
kjarnorkuburturkast undir havbotninum, sær, at ein rørleidingsskipan undir
havbotninum vid Skotland skal siggja ut.
Argir 110 Torshavn
11820 Í Tetefax 14720 |
el
SPURNINGURIN er so miíkið |
ålvarsligur, at hann átti at verið
tikin fram allastaðni, har vit eru før
fyri tí. Hann átti at verið tíkin upp í
stórum forum, t.d. ST, sum ein
mál, ið er við at hótta og týna alt
lív í Norðuratlantshavi. Hverjar av
leiðingar, ein leki frá eini kjarn
orkugoymslu við Rock All kann
hava vid sær, eiga øll at verða
greið yvir
EIN annars fyri okkum týðandi
spurningur eru teir mongu kjarn
orkuriknu kavbátarnir, sum sigla
um okkara leiðir. Bæði sovjettiskir
og amerikanskir. Tað hevur verið
tosað um at gera Norðurlond til
eitt kjarnorkuvápnafrítt eki, men
spurningurin er, um hetta kann
gerast veruleiki. Tó eiga vit at
streingja á, soleiðis at oki við Før
oya undan
onkursvegna sleppa
kavbátavirksemi. Neyv
an nøkur tjóð er
sum livir í havinum
nógvum
so bundin av tí
sum tann fer
oyska. Hesa sannroynd mugu vit
gera grannar okkara fyri vestan
og eystan varugar við. Tað má og
skal tí vera føroyskur politikkur. at
vit vilja íkki hava vitjan av fremm
andum krigsskipum, sum eru út
gjørd við kjarnorkuvápnum, tað
verið seg undir sjónum ella oman
á
A RAÐSTEYNUNI um havdálking
í Damark hevði formaðurin í um
hvørvisnevndini hjá løgtinginum
eisini orðið. Essa Arge vísti á, at í
dag er havið kring Feroyar reint,
men vit mugu bera so í bandi, at
onnur lond ikki fara at koyra sítt
burturkast í havið um okkara leiðir
fyri harvið at reinsa umhvørvi
heima hjá sær sjálvum. Hann vón
aði, at Norðurlond fara at leggja
meiri dent á umhvervisspurningin.
Og í hesum føri fara Føroyar at
gera vart við seg, segði hann. Essa
Arge nevndi ætlanina at goyma
kjarnorkuburturkast við Rock All
sum eina ta størstu hóttanina
móti Føroyum.
ANNARS komu stevnuluttakarar-
nir ásamt um fleiri týðandi spurn
ingar. Eitt nú at iað er dálkarin,
sum skal gjalda, tá dálking verður
staðfest. Vestanlondini vístu seg
eisini at standa meira saman í
dálkingarspurninginum sum heild
Tað hevur stóran tydning, at øll
lond kenna medábyrgd vísa
solidaritet geva dálkingini
fremsta prioritet.
jamú
—ITV/JO PS 22