Sosialurinarkiv
Sosialurin 1989-11-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. november 1989síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

f HEIMIÐ — fær Húsaláns- grunnurin øktar láns- møguleikar EIN av teim mest tydandi treytunum fyri trivnadi og góðum uppvakstrar umsteðum er heimið. Ikki bara eitt heim. men eitt gott og trygt heim Ymiskt er, hvussu vit fjálga um hetta reiður, tí umsteðurnar eru ymiskar og vit eru øll so ymisk. Men fyri at øll skulu hava ein møguleika at fáa eitt gott heim, hevur legtingið smíðað og ávegis bett nakrar lógarkarmar á húsa- og íbúðagkinum LOGTINGIÐ játtaði í síðstu viku lands stýrinum landskassans vegna at veð halda fyri einum uttanlandsláni til Húsalánsgrunnin, haðani øll kunnu læna pening í sambandi við húsa bygging. húsakeyp og umvælingar Tá málið var til 2. viðgerð mælti fyrr verandi landsstýrismaðurin, Finnbogi Ísaksen, til at loyvi varð játtað Húsa lánsgrunninum at taka upp eitt sterri lán. so grunnurin kann tvifalda stødd ina á lánunum, samstundis sum bankalánini í sethúsum verða aftur goldin ella munandi niðurgoldin Hetta hevði givið bankunum ein betri likviditet TALAN var um nakrar tankar ella eitt tilmæli, sum kundi fingið ein stór an týdning. Um vit lata vera við at hyggja at teimum lánum, sum eru veitt, men bara líta at teimum lánu num, sum verða givin í framtíðini, so hevði hetta merkt ein stóran bata hjá fólki í rentu- og avdráttarútreiðslum Hetta er sjálvandi treytað av, at rentu staðið hjá Húsalánsgrunninum, sum er 8%, og avdråttartidin, sum er 28 år verður óbroytt ella ikki broytt mun andi TEY flestu í nýbygdum húsum hava helst eitt bankalán sum 4. veðrætt Hesi liggja kanska í meðal um einar 200.000 krónur og verða afturgoldin yvir eini 10-15 ár við umleið 3000 krón um um mánaðin. Var hetta broytt til eitt lán hjá Húsalánsgrunninum kom lánsgjaldið niður í einar 1500-2000 kr um mánaðin. Tað hevði lætt um hjá mongum. Færri yvirtímar. Meiri tíð saman við børnunum. Minni overving ja. betri trivnadur. Og bankarnir høvdu kanska fingið einar 100 millión ir krónur aftrat at arbeiða við til onnur endamál TINGMADURIN, sum kom við hesum uppskotinum, er ikki bara ein tilvildar ligur tingmaður. Hann fekk sum lands stýrismaður fyri 11 árum síðani broytt lógina um Húsalánsgrunnin og hann hevur nýliga verið landsstýrismaður í figgjarmålum. Ti kunnu vit partvís rokna við, at tilmælið — ella hugskot ið — er ikki tíkið úr tómum heimi, og Utgevari Prt Sosiskurin Uppseting Pt Sosiakarin Prent: Pit Pressan 1981 partvíst mugu vit rokna við, at ein góður møguleiki er fyri, at hetta upp skotið vinnur frama í landsstýrissam gonguni TAÐ skuldi eisini verið heilt natúrligt fyri at beta um tað ok, borgarliga landsstýrissamgongan hevur lagt á foroyingar við øktum avgjøldum, og sum ein uppvegan ímóti ætlanunum at skerja barnastyrkin og seta úr gildi sjálvvirkandi dýrtíðarviðgerðina av lønum. Bara spell, at tingmaðurin ikki hevði tutlad partamanninum i figgjar nevndini hetta i oyrad, tå nevndin | Bústaður: Argjavegur 28 Telefon Postadressa: Postsmoge 76 Argir 110 Térshovn 11820 Teletax 19720 hevði umrødda uppskot til viðgerðar í meira enn ein mánað. So hevði upp skotið kanska verið broytt í fíggjar nevndini! Ella var bert talan um spæl fyri gallarinum í tinginum og 14 September leygardagin? Vónandi ikki. Men vit fáa at síggja. hvussu stóra ávirkan í Tjóðveldisflokkin hev ur í samgonguni J.N. Kommunisma og facisma Tidindasendingarnar, bæði í útvarpi og sjón- varpi, hesa vikuna hava verið merktar av tí, sum hent er í Týsklandi sein- astu dagarnar. Onkur hev- ur sagt, at hetta eru sterstu hendingar í seguni síðan 2. heimsbardagið hasaði av. Fyrst fylgdu vit teimum 200.000 eyst- urtýskarunum, sum fingu meguleikan at flýggja úr DDR, aftan á at leki var komin á jarntjaldið, eftir at Ungarn, sum fyrsta landið í Eystureuropa, hevði sagt kommunism- uni farvæl, og harvið tikið pikatrådsgirdingina niður móti vestri. Síðani risa stóru frælsismótmælis gongurnar í ellum teimum stóru DDR, stjórnarskiftið, har gamla gardan, við stalinistinum býunum í Horecker á odda, mátt víkja fyri nýggjum fram- kreftum, og endabresturin fyribils, at jarntjaldið, sum hevði býtt Tyskland í tvey síð- ani kríggið, var ikki veru- leiki longur — sjálv ímyndin av sundurvýti- num millum eystur og vestur, Berlinmårurin, va farin i søguna, og burðshugaðum kalda kriggid harvið at enda komið. Hetta eru stórhendingar, sum hava uppiborið, at tíðindafólk hava vent eyguni móti Týsklandi í hesi kollvelt- andi broytingartíð. Eisini Utvarpid og SYF gjørdu hver í sínum lagi meira burtur úr enn vanligt er, og tað var bæði rætt og rímiligt. SvF hevði fingið vesturtýska gentu, sum býr her á landi, Birgit Remmel at navni, at greiða frá (á frálíkum før- oyskum), hvussu hon, sum týskari, feldi tað, nú aftur var meguleiki fyri at ferðast ímillum bæði tey týsku ríkini. Hon royndi it greiða feroyingum frá, hvussu tverligt tað hevði livað í sundur- býtta Týsklandi, familju- bond v.m., men helt, at førovingar høvdu ilt við at skilja støduna, sum eisini ivaleyst rætt er. Men hvi ikki nyta fjølmidilin betur, enn gjørt varð í hesi tíð- indasendingini, við at nýta kunnandi tilfar, kort, privatar myndir v.m., so ein fekk betri hylling á, hvat Birgit meinti við; tí personlig fråsøgn av hend- ingum, sum fram eru farn- verid at ar, er altid sterk og hug- takandi Utvarpid hevði fingið seguprofessaran Hans Jakku Debes, at greiða frá gongdini í Týsklandi eftir at Berlinmúrurin var fall in. Hetta varð gjørt sum samreða aftan á tíðinda sendingina leygarkveldið, og bleiv prátið heldur til vildarligt, av tí at Hans Jakku ikki fekk høvi og stundir frá útvarpsmanni- num til at fara út í æsir við tí, sum hann visti um Týsklandsspurningin eftir kríggið, og tað var ikki so lítið, og var hetta spell Hví ikki lata Hans Jakku sleppa framat í aktuellu, hvar hann stutt og greitt greiddi frá gongdini í Týsklandi síðani Pots- damfundin í 1945 til stoð- una í dag, ístaðin fyri at verða avbrotin av einum tíðindamanni, sum bert var áhugaður í at fáa við- merkingar til aktuellu steðuna, og ikki hevði tað neyðuga innlitið fyri at skilja, hvi steðan bleiv, sum hon bleiv, eftir krigg ið í Týsklandi tiðinda stubbarnir á fjarskri num eru so lætt hendur á mer grundsvitanin« er ikki av minni týdningi, og har svíkur útvarpið sum oft ast; gott í tykkum, gerið meira av tílíkum. Sunnukveldið var Mari anna Debes Dahl, rit høvundur, gestur í SvF. Í sendingini greiddi hon frá skriving síni, sum fevnir um heilar 19 bekur og fekk somuleiðis hevi til at »lufta« sínum tankum um mangt og hvat, t.d. varð hon spurd av Maluni Jo- hannesen um boðskapurin í tí hon skrivar, ikki er í so greiður, og hvat hon metti sum stersta vanda í okkara tíð. og ivadist Marianna ikki eina letu í at svara, at facisman er størsti fíggindi manna ættarinnar, og hon visti eisini at siga, hví facisman stingur sítt grima hevur fram alla staðni. Jú, tað er sambært ókunnleikin valdar um hvussu tingini hanga sam- an — aftur er tað her, eins væl og í bókum hennara, Marionnu, tí tær einfaldu lýsingarnar og metingarnar, sum valda. Rætt er tað, at eisman, sum valdaði í på i triati- og fyrati- eins væl og tann, sum vit kenna í dag í t.d. Suðurafrika og Chile er andskræmulig, men ein kann ikki lata vera við at spyrja, (ti Malan gjerdi tað ikki!!) hvat Marianna heldur um sín egna boð- skap, nevniliga kommun- ismuna, sum hon so trú- liga hevur vart i Friu Før- ovum og aðrastaðni við igjøgnum fleiri ár. Bara at vera imóti facismuni er ov bíligt; hvat við kommun- ismuni? Tað hevði verið áhugavert at fingið at vitað, hvat feroyskir kommunistar halda í hes- um rembingartíðum? Tey, sum hava eygu og oyru opin, siggja hvenn veg tað ber glasnost og pere- stroika-vindar blæsa eystanfyri, so tað forslær, og múrar falla — vónandi er tað ikki so spinnandi galið, at vit eiga eina ta seinastu stalinistisku avísina her í okkara landi, sum byggir á, fyri at nýta Marionnusa egnu orð, ókunnleika um hvat fer fram í heiminum í dag og á eina ófatuliga einoygda fanatismu? Tí er ella var facisman ring, so hava vit í seinastuni so sanniliga fingið prógvini frá ongum minni enn russiskum søgufrødingum, sum nú, loksins, og við vælsignilsi frá sjålvum Gorbatjov, tora at leggja kortini å borðið og siga frá ótrúligu ræðuleikum kommunism- unnar, alt aftur til 1917 »Oyggjahavid Gulag« var tiveri alt ov satt!! Tå so- leiðis er vorðið, so er líka mikið hvat stendur á eti- kettuni, eitt ræðustýri og annað. Jú, vissuliga, tey sum skriva, hava eina stóra ábyrgd. Johan IS) Vo]