Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 2003síða 22

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 22 - 1. februar 2003 Nr. 22 - 1. februar 2003 43 Eyðbjørn Jakobsen og Jóhan Carl Dam Viðmerking til Jóanes Nielsen (Fregnir 24.- 30.jan 2003, síða 9) Tað er altíð hugvekjandi og spennandi at lesa hug- leiðingar Jóanesar um viðurskifti, ið frammi eru, og at hann av sínum áhuga fyri arbeiðaramálum, og í ávísan mun fyri gongdini í Havnar Arbeiðsmannafelag sum hann hevur verið (er?) limur í (hava tíverri ikki atgongd til limalistan!) — er at fegnast um, og at hann er eitt slag av koyrli om- anyvir okkum sum manna nevnd felagsins, er ikki at forkasta! Jóanes hugleiðir um fak- felagsviðurskifti her heima og í Svøríki í 70´unum og 80´unum, og vísir á, hvussu afturhaldskroppar (eisini her hjá okkum) altíð standa fúsir at stuðla har, ein ikki hevði væntað (í veruleikan- um væntaði man tað, men tað vísir seg at koma óvart á hvørja ferð — vit eru í botn og grund so góðtrúgvin). Broyting? Hann setir spurnartekin við um fakfeløgini eru broytt hesi seinastu 20-30 árini. Í veruleikanum, nei! Karm- arnir eru nakað broyttir, men innihaldið er hitt sama. Hin spurningin, ein eigur at seta í hesum sam- bandi er: er hugburður ar- beiðsmansins broyttur í hesum tíðarbili? Hava teir veruliga hug og dirvi at bøta um viðurskifti síni? Eftir teirra vali av limum í nevndir kann ein fáa tað fatan, at tey vilja hava ein formann, forkvinnu sum til tíðir torir at siga onkur orð sum virka skilagóð kanska enntá áloypandi, eggjandi meðan teir "meinigu" nevndarlimirnir skulu halda blátt kjaft og ikki provokera arbeiðsgevarar, bankar, tryggingarfeløg, myndugleikar. Vóru við í samráðingun- um fyri tveimum árum síðan har ymisk høvuðsmál vóru avtalaði millum fe- løgini undan samráðingun- um. Tá ið til stykkis kom og tey feløgini vit vóru saman við, høvdu fingið tað (lítla) tey vóru komin eftir, varð okkara, tað er HAF´s, høv- uðskrav sum var: sama yvirtíðarsatsir sum tey alment løntu, slept og tveitt á bláman! Seming? Hetta bar í sær eitt sem- ingsuppskot, og góðtóku tveir limir frá Havnar Ar- beiðsmannafelag (tríggir atkvøddu ímóti), fimm frá Klaksvíkar Arabeiðs- mannafelag og fimm frá Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- felag, uppskotið, so tann einmælta góðkenningin ein fekk boð um í fjølmiðl- unum aftaná var ikki meira einmælt enn tað! Vera vit við til eitt komandi sam- ráðingarumfar, fara vit at virka fyri at umboðan okk- ara verður avgerandi breið- ari enn handan, og avtalur meira bindandi! Tað verður ov drúgført at fara longur í hesum við- merkingum, so lat okkum fara til tað vit av fyrstan tíð ætlaði at siga nakað um. Uppritið Jóanes hevur sæð eitt upprit sum undrar hann nakað. Fyrst var tað staðið, har tað er hongt upp, síðan orða- ljóðið og lat okkum gloyma staðið í løtuni og taka orðaljóðið sum sigur frá, hvat Jóhan Carl fer at virka fyri sum (hvør veit — kanska komandi) formaður í Havnar Arbeiðsmanna- felags: • At gera felagið opnari og meira virkið úteftir, so- leiðis at limir felagsins fáa størri kunnleika til og ávirkan á felagsarbeiðið • Útbúgving av álitis- og trygdarumboðum okkara og betri kunning til lim- irnar sum heild um á- byrgd og ikki minst — rættindi • Virkast skal í nógv størri mun til at skattingin av síðst forvunnu krónunum skal lækkast, eins og pensiónsgjaldið skal upp aftur Vit báðir, Eyðbjørn og Jó- han Carl, settu skrivið upp og duga at síggja at Jóanes hevur grein í sínum máli um, at hetta kann misskilj- ast. Tað sum gongur fram, og sum vit ætlaðu at staðfesta er at gjaldið skal "upp aftur", ikki upp av nýggjum ella hækkast! Talan er her um útgjaldið til eftirlønar- móttakararnar sum var 3.500 kr. og sum varð sett niður á 2.800 um mánaðin, skal fáast upp aftur. Hóast eftirløntu limir okkara eru takksamir fyri hetta ískoyt- ið, so lítið tað kann tykjast, so má endamál nevndar- innar vera at hava eyguni eftir eftirlønargrunninum og at síggja til at hetta gjald altíð liggur so høgt, sum til ber. Myndugleikar okkara (uttan mun til, hvønn po- litiskan flokk vit tala um) hava hildið tað vera sína uppgávu at bøta um hjá øðrum í samfelagnum, men ikki hjá arbeiðarafjøldini! At hetta átti at verið ein sjálvsøgd landsuppgáva vita vit, men vit vita eisini at teir skíta á tað! Tí mugu vit vera á varðhaldi við tí ávirkan, vit hava! Eftirlønargrunnurin Sum nevndarlimir í HAF fingu vit ár um ár at vita, at grunnurin livdi eitt sunt og normalt liv; bleiv meira og meira bótaførur, hóast hann enn ikki lúkaði tær enda- ligu treytirnar at vera sjálv- berandi. Men aftaná eina Dan- markarferð í ár 2000 hjá táverandi formanninum og Monrad Kjelnæs, skrivara felagsins, (sum nevnd HAF ikki visti minsta vet um og sum Tryggingarsambandið vistnokk rindaði), fingu nevndarlimir HAF´s knívin á barkan og boð um at so og so nógvar mió, sum felagið átti á bók, máttu fara til at styrkja grunnin, ella varð hann settur undir umsiting. Hetta førdi til lækkingina. Eitt sum fyri okkum tyk- ist sera løgið er at hóast tryggingarmál eru — og vóru eisini tá — føroyskt sermál, so var tað danska tryggingareftirlitið boðsent í tí málinum. Ein kann spyrja seg sjálvan: var hetta "umbiðið arbeiði?" Tøma kassan? Agitatiónin hjá mótstøðu- monnum Jóhan Carls gongur út uppá at hann ætlar at tøma kassan hjá Havnar Arbeiðsmannafe- lag, og tað er ikki bert sum at siga tað! Havnar Arbeiðsmanna- felag hevur eina lóg sum — hóast avoldað — setir avmarkingar fyri hvussu peningaviðurskiftini skulu viðfarast so har haldia vit, at limir felagsins við eini tilvitandi nevnd skulu kenna seg tryggar. Havnar Arbeiðsmanna- felag hevur milliónir liggj- andi óvirknar — omanfyri- nevnda lóg noktar okkum at fara inn í tøl — sum vit eiga at fáa virknar; ikki til at oysa út til vinstru og høgru, men til at koma eigarunum — t.e. okkara limum, t.d. pensjónistum og virkandi limum til góða! Men eitt fara vit hóast alt at avdúka; at rentur sum vit fáa av hesum milliónum í dag liggja rættiliga nær niður ímóti null og nix! Eisini skulu komandi limir kenna seg vísar í, at teirra áhugamál koma at liggja fremst fyri. Mangt liggur á láni, og okkara limir — um nak- ar — vita at vit faa einki uttan at tað kostar. Okkara uppgáva sum — hvør veit — komandi nevndarlimir í nevnd Havnar Arbeiðs- mannafelagi, verður lim- anna vegna at syrgja fyri at teir koma at fáa sum minst av meirútreiðslum. At vit kanska eftir komandi lønar- samráðigar fyri einaferðs skuld fáa eina lønarhækkan sum sæst aftur í tí dagliga. Felagshúsið hevur ligið í órøkt í 40 ár (t.e. síðan tað var bygt), og síðst vit fingu at vita, kemur tað at kosta nógvar milliónir (uml. 15) at seta tey í nýtiligan stand aftur. Hvør segði, at einki liggur á láni? So, Jóanes, uttan mun til hvør fer at manna nevnd Havnar Arbeiðsmannsfe- lags eftir aðalfundin, vilja vit staðiliga at heita á teg: Vælsignaður — ver fram- haldandi koyril, lurkur, reyvsparkari felagsins. Hvat velja vit? VIÐMERKINGAR TÍÐINDASKRIV Á eykaaðalfundi í p/f Norðoyatunlinum tann 29. januar 2003 er Bjarni Askham Bjarnason valdur í nevndina fyri Klæmint Weihe, ið hevur sagt seg úr nevndini. Hinir nevndar- limirnir eru Bergur í Garði, Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Oyvindur Brimnes. Nevndin hevur skipað seg við Bergi í Garði sum formanni og Jens Kára Vilhelm sum næstfor- manni. Bjarni Bjarnason í nevnd fyri Norðoyartunnil Stórt úrval av DVD-filmum til sølu HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 01.02.kl. 1830 Leygardagin 01.02.kl. 2315 Sunnudagin 02.02.kl. 1830 Sunnudagin 02.02.kl. 2030 Leygardagin 01.02.kl. 2030 Sunnudagin 02.02.kl. 2230 Leygardagin 01.02.kl. 2100 Leygardagin 01.02.kl. 2330 Sunnudagin 02.02.kl. 1900 Leygardagin 01.02.kl. 1730 Sunnudagin 02.02.kl. 2130 Heimsfrumsýning Fríggjadagin 07.02. Frumsýning Fríggjadagin 07.02. KOMANDI FILMAR C M Y K 43 42 TÍÐINDASKRIV Deildarbygnaðurin hjá Føroya Sparikassa í Eystur- oy verður við virknaði frá 1. februar 2003 broyttur so- leiðis, at deildin í Runavík verður høvuðsdeild fyri allar deildirnar í Eystur- oynni. Hetta verður gjørt fyri at samskipa arbeiðið á deildunum betri og fyri best møguligt at gagnnýta tann sakkunnleika, sum er á deildini í Runavík, har ser- støk vinnulívsdeild hevur verið síðani 2001. Samstundis fer eitt leið- araskifti fram í Runavík. Tummas M. Jacobsen, sum tann 1. februar 2003 hevur virkað sum deildar- leiðari í Runavík í 15 ár, hevur ynskt at royna nýggj- ar avbjóðingar í Føroya Sparikassa og fer framyvir at virka sum fulltrúi á Kre- dittdeildini í Tórshavn við ábyrgd av privatkundum. Frá 1. februar 2003 er Jónleif Th. Jacobsen settur sum deildarleiðari fyri deildirnar í Eysturoy, og Kristine Ellingsgaard er sett sum varaleiðari fyri deildirnar í Eysturoy. Bæði eru kend andlit í Sparikassanum. Jónleif er 45 ára gamal, er giftur og hevur eina dóttir og tveir synir. Hann hevur verið varaleiðari á deildini í Runavík síðani 1. mai 2000 við ábyrgd av vinnulívs- kundunum, og hevur áðrenn tað arbeitt í Føroya Banka í 25 ár. Kristine er 35 ára gomul, er gift og hevur tveir synir. Hon hevur verið deildarleiðari á deildunum í Fuglafirði og við Gøtugjógv síðani 1. august 2001. Kristine hevur lært í Føroya Sparikassa, og hevur arbeitt á deildunum í Fuglafirði og við Gøtu- gjógv síðani 1988. Framyvir fara Jónleif og Kristine at virka sum eitt leiðslutoymi fyri allar deildirnar í oynni. Jónleif fer at hava yvirskipaðu leiðsluna og leiðsluna fyri vinnulívsdeildini í Runa- vík. Kristine fer at hava dagligu leiðsluna av privat- kundadeildini í Runavík og yvirskipaðu leiðsluna av hinum deildunum í Eystur- oy. Leiðaraskifti og umskipan á deildunum hjá Føroya Sparikassa í Eysturoy – Skalt tú arbeiða fyri friðið, so mást tú ar- beiða móti fátækara- dømi og elindigheit, sigur Manijeh Elsa Modi, sum er ein av røðarunum á fólka- fundinum fyri friði á Vaglinum leygardagin FUNDUR Heri á Rógvi Leygardagin kl. 14.30 verður skipað fyri fólka- fundi fyri friði við. Yvir- skriftin í tíðindaskrivi frá fyrireikarunum hevur verið áheitanin um heldur at byggja brýr enn at blaka bumbur. Tað er Tjóðveldisflokk- urin og Javnaðarflokkurin, sum, saman við ungmanna- feløgunum hjá flokkunum, skipa fyri fundinum. – Hetta tiltakið hevur einki við partapoltikk at gera. Vit vilja bert vísa okkara humanistiska støðu, sigur Rúni Nielsen, for- maður í Unga Tjóðveldin- um. Í tíðindaskrivi hava fyri- reikararnir víst á, at frælsi og fólkaræði í Irak bert kann vinnast við friðarlig- um, politiskum amboðum – ikki við vápnum. Fyrireikararnir vísa greitt á, at teir vísa ikki minsta samhuga við Saddam Hussein, men teir taka heldur ikki undir við kríggi. – Vit vera oftani gloymd her í Norðuratlandshavi, men vit ynskja at vísa eina felagsstøðu útfrá human- istiska sjónarmiðinum, sigur Rúni Nielsen. Tiltakið byrjar við friðargongu úr Kommunu- skúlagarðinum kl. 14.15, og sjálvur fundurin verður kl. 14.30. Rúni Nielsen sigur, at áhugin undan tiltakinum hevur verið stórur, og hann vónar, at nógv fólk møta upp til fólkafund á Vagl- inum. Ikki besta loysnin Røðararnir á fundinum vera Jóannes Nielsen, Rói Patursson, Marjun Bøk og Manijeh Elsa Modi. Hendan síðst nevnda eru tað óivað ikki nógv, sum kenna navni á. Manijeh er hálv indisk, men hevur búð í Føroyum síðani ellivu ára aldur, og hon tosar og sær út sum ein og hvør annar føroyingur. Hon er útbúgvin BA í búskaparfrøði og BA í datalogi. Í løtuni er hon undir úbúgving til at gerast cand.scient í datalogi. Hon starvast umframt lesturin á Hagstovu Føroya. Røðararnir hava fingið yvirskriftina at vita, men hava ikki fingið nakað álagt. Eg fari at royna at halda mína røðu niðri á jørðini. Samstundis fara eg at royna at fyrihalda meg til teir stóru linjurnar /hava eitt breitt perspektiv, sigur Manijeh uttan tó at vilja siga heilt, hvat hon fer at siga fyri fjøldini leygar- dagin. Hennarar sjónarmið er tað, at fátækaradømi og elendigheit er størsti trupulleikin í heiminum. Skalt tú arbeiða fyri friðið, so mást tú arbeiða móti fátækaradømi og elendigheit, sigur Manijeh Elsa Modi. Sambært hennara sjónar- miðum eiga vit at hálsa um og, draga tey fátæku inn í okkara marknaðarbúskap. Vit mugu handla bein- leiðis við teimum allar fátækastu - undir marknað- artreytum. Tað er neyðugt, at gjørt verður sum í Bangladesh, at bankar veita sokallaði mikro lán til fátæku fólkini. Fortreytin fyri øllum hesum er, búskaparlig álit á teimum. Royndirnar frá Bangladesh vísa, at skipar man fyri á skinsaman hátt, eru tey fátæku betur til at gjalda lánini aftur, enn tey sokallaðu ríku, sigur Mani- jeh. Hon heldur ikki, at ver- andi menningarhjálpt er rætta mátin at betra um støðuna. Orsøkin er tann, at tann fyrst eingin trygd fyri, at hjálpin veruliga kemur teimum, sum tørva hana, til góðar. At hjálpa fátæku fólkum við skilagóðum livikorum er langt frá hugskotinum um kríggj. Saddam og hansara stýri er eitt diktatur. Tað er ikki undirtøka fyri hesum mill- um fólkið í Irak og heldur ikki nakra aðrastaðni. Hann er ein trupulleiki. Men spurningurin er, um hetta nú er rætta loysnin, at leypa á við maktð, sigur Manijeh. Hon heldur, at USA hev- ur brúk fyri einum máli at rætta seg ímóti, og hetta er í hesum førinum Irak. Hópoyðingarvápn eru ikki eitt ókent fyribrigdi. Vit vita, at onnur lond eis- ini hava hesi vápn, men allíkavæl verður alt rættað móti Irak, sigur Manijeh. Kríggj er ikki loysnin Manijeh Elsa Modi verður ein av røðarunum á fólkafundi fyri friði leygardagin. Hon heldur ikki, at kríggj er rætta loysnin upp á trupulleikan Mynd: Jens Kristian Vang