Sosialurinarkiv
Sosialurin 1989-11-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 1989síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- 110 Tórshavn 1402 Bústaður: Argjavegur 28 Argir 11820 Utgevari P!f Sosialurin Uppseting: Pit Sosiøhain Prent: P'4 Pressan 1981 Blaðfólk Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ábyrgdarbiaðstjóri Jan Múller Fyritaksstjóri: Kristjan Dehi Teietax- ljósmyndari Kalmar Lindenskov Teiefon Høgga bremsurnar i HVAT fer alt hetta at enda vid! Hetta er spurningurin, fólk í Føroy- um seta í hesi tíð, nú eitt bak- kastið fyri og annað eftir rakar samfelagið alt — rakar hvønn ein stakan av okkum. Eru vit á veg út av eggini við fúkandi ferð, ella eru vit við at læra at fóta okkum og er tað sitandi stjórn, sum hjålpir okk um við hesum! Eru vit við at læra at brúka minni og seta færri krøv nú væði vinnulív og samfelagsgongdin sum heild skal skipast á annan hátt enn higartil! ØLL eru vit samd um, at okkurt má gerast fyri at bata um støðuna, samfelagið er komið i. Tørvandi fiskur heima sum burturi, lækk- andi fiskaprísir, eitt yvirupphitað virksemi o.a. hava gjørt, at tosað hevur verið nógv um kreppu í samfelagnum. Semja er um at minka almennar iløgur, at tålma innflutningin og at spara í rakstri num, serliga hjá tí almenna. HETTA landsstýrið hevur so valt sær eina ávísa kós at ganga eftir til tess at fáa bøtt um. Hesa kós kenna vit øll — á egnum kroppi. Hon snýr seg um at leggja eyka- skatt á fólk, soleiðis at tey knógva undir sera herðum byrðum í hesi annars torføru tíð, har virksemi hjá bæði tí almenna og privatum er minkað niður í lítið og einki. VISTU vit tað íkki fyri nøkrum mánaðum síðani, tá borgaraliga sambandslandsstýrið tók vid, so vita vit tað í dag: nevniliga, at endamálið hjá hesi samgonguni er, at tað skal táttast í her og nú Bremsurnar skulu í botn og tað nú beinanvegin. Líka mikið hverjar fylgjurnar verða. TAÐ er hugstoytt at síggja, at landsins hægstu menn ikki vóru ella eru greiðir yvir, hvønn veg tað ber, tá uppbremsingin verður so brádlig sum nú. Tað kann ongan- tíð í verðini vera rætt — til tess at koma aftur á beint — at steðga øll um samfelagshjólunum, tí tá verða vit oll taparar tó við undan- taki av nøkrum fáum, sum altíð duga at gera sær dælt av kreppu tíðum. MEN nú avleiðingarnar av poli tikki landsstyrisins vísa seg. síggja vit, at tað í veruleikanum er við at stýra okkum út av eggini. Tí hvar er logikkurin, tá teir siga, at meiri peningur skal fáast inn í tolli og meiri í skatti, tá teir um somu tíð taka alla keypiorkuna frá fólki og harafturat reka tey út í arbeiðs loysi. Er hetta skilagóður fíggjar politikkur, harra Ivan Johanne sen! NEI, nú er uppá tíðina, at fólk rakna við og mótmæla førda poli- tikkinum. Um íkki okkara and stødupolitikarar á tingi gera nakað við steðuna, gera samgonguna varuga við hetta og koma við ein- um geðrum skilabetri og meira rættvísum politikki, so má Feroya fólk gera vart við seg. Eitt nú við at mótmæla førda politikkinum. HOYRIR tú okkara landsstýris- menn í fjølmidlunum, so ljóðar tað sum um, at nú er næstan alt í lagi aftur. Nú eru teir við at fáa loyst bæði hetta og hatta málið. Hoyrir tú løgmann í útvarpi ella sjónvarpi, so ljóðar alt so vælsignað gott, her er einki arbeiðsloysi, eingin trupul- leiki er at fáa lán í útlondum long- ur, einki er til hindurs fyri at minka studningin til fiskivinnuna niður í einki eftir fáum árum osfr. MEN gloppa vit leiktjøldunum bara eitt lítið vet, so síggja vit ein heilt annan veruleika, ein veru- leika, sum landsins stýri roynir at fjala út yvir. Hesin veruleikin er tann, at okkum tørvar broytingar í fiskivinnuni, men í veruleikanum er eingin flokkur í Tinganesi samd ur um, hvussu hesar broytingar skulu gerast ella nær OG hvussu skulu fólk hava nakað álit á einum løgmanni, sum fyrst sigur við útvarpið, at tað er einki til hindurs fyri at minka studningin til fiskivinnuna úr 500 mill í 0 kr eftir trimum árum, fyri so eina løtu seinni at siga, at heta verður helst ikki gjørligt kortini, men at minka hann niður í 100 mill. ella 200 mill., tað fara vit at klára. Ja, hvar er trú virði løgmans, tá hann fer so lætt um milliónirnar! VIT spyrja, hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at fáa fiskivinnuna upp á rættkjøl. Purkhús gabbadi her fyri um, at vit kundu læna tað vit vildu í útlandinum, men nú hoyr- ist, at ein treyt frá danskari síðu at læna okkum pengar er, at vit fremja tær neyðugu broytingarnar í okkara fiskivinnu. Hvat ætlar Purkhús at gera við tað. Ætlar hon kanska at krevja av Olaf Olsen og ødrum vinnulivsmonnuml/lands stýrismonnum, at teir fremja hes ar og hasar broytingarnar sjálvt um tær eisini raka teir. Og hvar er habiliteturin hjá ávísum monnum, å,m umframt at vera virknir vinnu- livsmenn eisini sita í landsstyri- num og skulu taka avgeråir fyri Føroya fólk,um somu tíð avgera lagnuna hjá sær sjálvum! SKATTABORGARIN kravdur fyri meiri skatt, tí hesin peningurin skal brúkast til at hjálpa fiskivinnuni. Men enn hava vit ikki fingið at vitað, hvat pen- ingurin fer til. Er tað veruliga so galið, at peningurin, sum nú verð ur tíkin frå skattaborgarunum, fer í eina fiskivinnu, sum vit øll eru samd um ikki kann koyra víðari undir verandi formi. Tvs. at hesin peningurin í veruleikanum fer til at varðveita eina skipan, sum lands styrismenninir og samgongu flokkarnir i Tinganesi siga seg vilja broyta, men sum teir i veru leikanum ikki kunnu koma åsamt um at broyta! verður FOROYA fólk krevur at fáa at vita, hvat hetta landsstýrið vil og ætlar við okkara fiskivinnu. Og hvar skattapeningur teirra endar. jamú