mikudagur 5. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 24 - 5. februar 2003
Nr. 24 - 5. februar 2003
3
Fíggjarnevndin hevur
verið á vitjan á øllum
trimum sjúkrahúsun-
um. Fyrsta vitjanin
var í Klaksvík 16.
januar. Síðani varð
farið til Tvøroyrar, og
fyrradagin vitjaðu tey
á Landssjúkrahúsin-
um. Endamálið við
ferðini var at kunna
seg um ymisk viður-
skifti í samband við
sjúkrahúsini. - Nú
halda vit okkum vita
eitt lítið sindur meira
um sjúkrahúsverkið,
sigur Óli Breckmann,
fíggjarnevndar-
formaður
SJÚKRAHÚSVERKIÐ
Rúna Sivertsen
- Vit hava fingið stak góða
móttøku á teimum trimum
sjúkrahúsunum. So, um vit
ikki hava fingið nóg mikið
at vita, er tað okkara egna
skyld, sigur formaðurin í
fíggjarnevndini, Óli Breck-
mann.
Hann sigur, at tey nú ken-
na seg betur fyri til at royna
at finna eina loysn á teimum
trupulleikum, sum sjúkra-
húsini hava drigist við.
Tað hevur verið frammi,
at eingir pengar eru til
útbúnað til nýbygda partin
av
Landsjúkrahúsinum.
Men hetta væntar fíggjar-
nevndarformaðurin verður
loyst við eini verklagslóg,
sum vónandi verður løgd
fyri tingið skjótt.
Ein verklagslóg er ein
bindandi játtan, ið ger tað
møguligt at tilrættaleggja
innkeyp av tólum v.m., so
nýggi bygningurin kann
takast í nýtslu næsta ár.
Krav um neyva
fíggjarstýring
- Orsøkin til kunningar-
ferðina var ljóta uppgávan,
sum fíggjarnevndin fekk
seint í fjør, tá neyðugt varð
at játta 44 milj. kr. útyvir
verandi játtan, sigur Óli
Breckmann
Hann sigur, at tað kann
einki sjúkrahús ella al-
mennur stovnur bjóða játt-
andi myndugleikanum - og
rokna við at sleppa væl frá tí.
- Vit vóna, at tað nú er
sjúkrahúsleiðslunum púra
greitt, at vit vænta eina
betur fíggjarstýring enn í
fjør, sigur hann.
Eisini roknar fíggjar-
nevndin við, at tað hereftir
verður betur samsvar mill-
um
avgerðarrættin
hjá
leiðsluni og ábyrgdini av
peninganýtsluni.
Nú fer fíggjarnevndin at
viðgera ta vitan, tey hava
fingið og fer at koma við
eini fráboðan til landsstýr-
ismannin um krav um
neyvari fíggjarstýring.
- Vit fara eisini at koma
við uppskoti um, hvussu
heilsuligi myndugleikin og
fíggjarliga ábyrgdin kunnu
fylgjast, sigur hann.
- Tað er ein sannroynd, at
síðan trístreingjaði leiðslu-
bygnaðurin varð settur í
verk, hevur minni samsvar
verið millum játtan og
nýtslu. Hesum mugu vit
koma til lívs, so skattaborg-
arin veit, hvat hvør einasta
króna, ið verður játtað
sjúkrahúsverkinum, verður
nýtt til, sigur Óli Breck-
mann at enda við Sosialin.
Stovugongdin hjá fíggjarnevndini endað
(Mynd 3356) Fíggjarnevdin
var fyrradagin á vitjan á
Landssjúkrahúsinum. Her
eru tey stødd inn á skurð-
stovuni og hyggja at fram-
komnu útgerðini har. Stóra
viftan undir loftini reinsar
luftina, so hon alla tíðina er
bakteriufrí
(Mynd Finnur Justinussen)
Fíggjarnevndin kann taka stig til at vitja teir stovnar, ið landið varðar av. Men vitjanin skal altíð skipast gjøgnum avvarðandi
landsstýrismann. Vitjanin hjá fíggjarnevndini á Landssjúkrahúsinum, var tann seinasta á rundferðini til sjúkrahúsini á hesum
sinni
(Mynd Finnur Justinussen)
Triðja staðið, sum
mentamálaráðharrin
Annlis Bjarkhamar
vitjaði á síni rundferð
kring oyggjarnar, var
í Norðoyggjum.
Fundurin varð hildin
fríggjadagin í
skúlanum við Ósánna
SKÚLAVERKIÐ
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Skúlaleiðarar,
skúlastýrisformenn, lærar-
ar, bý- og bygdarráðslimir
og mong onnur, sum varða
av skúlunum vóru til staðar
á fundinum, sum byrjaði
klokkan
13. Tilsamans
mundu vera eini nýti fólk.
Stjórin í Ósáskúlanum,
Símin Petur Hjelm beyð
øllum vælkomnum og helt
eina røðu, har hann hug-
leiddi um, hvussu hann sær
framtíðarfólkaskúlan. Hann
takkaði eisini landsstýris-
kvinnuni fyri hetta tiltakið.
Símun Petur Hjelm segði
millum annað, at tað er ein
risa uppgáva at koma við
uppskotum um, hvussu
framtíðarskúlin skal síggja
út. Og hann tosaði eisini
um næmingar við serligum
tørvi av ymsum slag.
Hann segði, at tað eru
mark fyri, hvat ein lærari
maktar og vísti á, at har í
skúlanum hava tey dømi
upp á truplar næmingar,
sum fara avstað við nógvari
tíð. Skúlastjórin vísti á, at
hetta er ein stórur trupul-
leiki í fólkaskúlanum í dag,
og hann kom við einum
uppskoti um, hvussu tað
møguliga kundi verðið
gjørt øðrvísi.
Fólkaskúlalógin leggur
upp til, at skúlin er fyri øll,
men skúlastjórin helt ikki,
at tað kann førast út í lívið
við verandi skipan. Skúla-
stjórin var á Bornholm stutt
eftir
skothendingina
í
Klaksvík fyri trimum árum
síðani, har fýra dreingir
skutu frá hond. Á Born-
holm eru tríggir heildags-
skúlar við umleið tíggju
næmingunum í hvørjum.
Hann ímyndaði sær, at
framtíðarfólkaskúlin
í
Føroyum fer at verða býttur
í tríggjar partar. Ein heil-
dagsskúla, ein vanligan
skúla og ein serskúla.
Óluva Klettskarð, for-
kvinna í skúlastýrinum fyri
Ósáskúlan, helt eisini røðu.
Hon fegnaðist eins og
skúlastjórin um hetta tiltak.
– Tað er at fegnast um, at
mentamálaráðharrin tekur
hetta málið í so stórum
álvara, segði Óluva Klett-
skarð millum annað. Við
atliti at tosinum um truplar
næmingar, kom hon eisini
inn á skúlasálarfrøðingar.
Sum er, er bert ein skúla-
sálarfrøðingur til alt landið,
og tað helt Óluva er ov
vánaligt. Hon kom eisini
inn á serskúlatørvin, sum er
sera stórur.
Hon endaði røðuna við at
handa Annlis Bjarkhamar
eina yvirlýsing við yvir-
skriftini Skúlin fyri øll. So
var ein lítil steðgur, har
næmingar úr Klaksvíkar
Tónlistaskúla spældu nøkur
løg, og síðani fór Annlis
Bjarkhamar upp á røðara-
pallin, har hon heitti á øll
um at koma við uppskotum
um, hvussu framtíðarfólka-
skúlin skal síggja út.
– Eg heiti á tykkum um at
taka henda møguleikan og
harvið verða við til at
ávirka skúlan í framtíðini,
segði mentamálaráðharrin.
Hon fer at ferðast kring
landið og hava fundir, har
uppskot um, hvussu fram-
tíðarfólkaskúlin skal verða,
verða savnaði inn. Tá
rundferðin er av, verða øll
uppskotini samansjóðað,
og tá kann síggjast, hvat er
komið burturúr.
Eftir røðurnar var ein lítil
steðgur, har fólk fingu ein
kaffimunn. Síðani var orða-
skifti. Har var lív í. Nógv
uppskot vóru uppi og
vendu, og dúgliga varð
spurt og kjakast. So ikki
kann annað sigast enn, at
mentamálaráðharrin fór av
aftur fundinum við nógvum
uppskotum um framtíðar-
fólkaskúlan.
Eldrasambýlið undir
Kráarbrekku stendur
framvegis tómt. Og
ongin leiðari er settur
heldur. Tað nýggjasta
er, at ongin leiðari
skal setast
ELDRARØKT
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Stórur og snotu-
ligur er bygningurin uttan.
Og inni er avbera vakurt.
Inni í køkinum stendur alt
bestikkið innpakkað, tí
ongin er at nýta tað. Allir
teir nýggju møblarnir og alt
inni í sambýlinum standa
bara til prýðis, meðan
myndugleikarnir royna at
finna eina loysn.
Eldrasambýlið
undir
Kráarbrekku stóð liðugt
áðrenn jól. Men kommunan
fekk at vita frá táverandi
Trivnaðarmálaráðnum og
Heimarøktini, at sambýlið
lat ikki upp, fyrr enn ein
leiðari varð settur. Og tað
vóru ikki pengar til tað í
fjør, men skuldi tað verða
gjørt sum skjótast í nýggja
árinum. Men so gott sum
allur januar mánaður fór,
uttan at nakað hoyrdist aft-
ur.
Tá Sosialurin setti sær
fyri at kanna hetta málið,
varð sagt úr Almannaráð-
num, at málið hevði verið í
Fíggjarmálaráðnum, tí at
starvsflokkingin
skuldi
fáast upp á pláss. Tað var so
komið upp á pláss henda
dagin, og sagt var, at starv-
ið fór at verða lýst leyst
dagin eftir. Og so varð. Í
Degi og Viku hetta kvøldið
var innslag um eldrasam-
býlið, har tað í endanum
varð sagt, at starvslýsingin
kom at verða í bløðunum
dagin eftir.
Men lýsingin slapp bert
at standa einaferð, so tók
landsstýrismaðurin í Al-
mannamálum,
Páll
á
Reynatúgvu, hana aftur. Í
Degi og Viku segði lands-
stýrismaðurin, at hann visti
onki um, at nakar leiðari
skuldi setast til eldrasam-
býlið, og tí tók hann hana
aftur. Hann segði, at eldra-
sambýlið eigur at vera
undir leiðsluni hjá økis-
røktarfelagnum – líka sum
onnur eldrasambýli eru.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík,
visti ikki av nøkrum, tá
starvslýsingin varð tikin
aftur, og hann ringdi tískil
beinanvegin til Páll á
Reynatúgvu eftir Dag og
Viku og bað um fund. Hann
legði síni sjónarmið fram á
fundinum, og landsstýris-
maðurin segði tá, at hann
skuldi finna eina loysn
uppá málið sum skjótast.
Og tað heldur Steinbjørn
Jacobsen er langt úti.
– Tað verður allatíðina
roynt at leggja ábyrgdina
yvir á okkum, men tað góð-
taka vit ikki, tí vit fingu at
vita, at onki kundi verða
gjørt, fyrr enn leiðarin var
settur. At tað nú letur til, at
ongin leiðari skal setast er
ikki okkara borð, sigur
borgarstjórin, sum fílist
harðliga á hetta málið. Men
hann sigur tó samstundis, at
landsstýrismaðurin hevur
sagt, at málið verður loyst,
og at eldrasambýlið kann
lata upp fyrst í mars.
Nærum tríggjar mánaðar
eftir, at tað stóð liðugt.
Mín ábyrgd
Landsstýrismaðurin í Al-
mannamálum,
Páll
á
Reynatúgvu, tekur hetta
málið á sín rygg.
Spurdur um, hvussu tað
ber til, at hann ikki var
kunnaður
um
nýggja
starvið, sigur Páll á Reyna-
túgvu, at hann frá fyrstan
tíð gjørdi greitt, at hann
ikki fór at blanda seg í tey
einstøku málsøkini. Hann
fór heldur at arbeiða fyri at
menna økið fíggjarliga og
politiskt.
– Um ein fer niður í tey
ymisku málsøkini, so er
skjótt, at ein doyr í hesum
starvinum. Tað inniber so
eisini, at ein hevur álit á, at
tey, sum arbeiða undir ein-
um, duga at síggja mun á,
nær eitt mál er politiskt ella
ikki, sigur Páll á Reyna-
túgvu og leggur afturat, um
tað hevði verið hann, sum
var embætismaður í hesum
førinum, so hevði hann so
avgjørt hildið, at hetta var
eitt mál, sum landsstýris-
maðurin átti at tikið støðu
til.
Men hann leggur so aft-
urat, at úrslitið av hesi
misskiljing, má verða, at
tað framyvir verða greiðari
linjur, um nær eitt mál
eigur at verða viðgjørt
politiskt og ikki.
Og hann sigur, at tað
verður ikki við honum sum
landsstýrismanni, at fleiri
sjálvstøðugir leiðarar verða
settir. Landsstýrismaðurin
metir ikki, at tað er fíggjar-
liga ábyrgdarfult og ei held-
ur, at tað er politiskur
meirluti fyri tí.
Til hetta sigur borgar-
stjórin í Klaksvík, at tað er
langt úti, at ongin leiðari
verður settur, tí arbeiðs-
byrðan hjá verandi økis-
leiðara er alt ov stór sum er.
So tað letur til, at tað
standa tveir ósamdir partar
í hesum málinum. Klaks-
víkar kommuna, sum ikki
vil góðtaka, at ongin leiðari
verður settur, og so lands-
stýrismaðurin, sum sigur, at
ein leiðari ikki verður sett-
ur.
Men sum sagt, so verður
arbeitt við at finna eina
loysn, hvør hon verður, tað
er ikki endaliga greitt enn.
Framvegis ongin loysn
til eldrasambýlið
Súsið í Norð-
oyggjum
Símun Petur Hjelm, skúlastjóri í skúlanum við Ósánna, Annlis Bjarkhamar,
mentamálaráðharri og Óluva Klettskarð, forkvinna í skúlastýrinum
Eldrasambýlið undir Kráarbrekku stendur framvegis tómt, meðan myndugleikarnir royna at
finna ein loysn
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
3
2
Móttøka
Í sambandi við at Løgmálaráðið er skipað, verður
móttøka í Bakkahúsinum í Tinganesi
Fríggjadagin 7. februar kl. 15.- 17.
Løgmálaráðið