Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. februar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 5. februar 2003 17 Um vikuskiftið hevur verið skipað fyri ráð- stevnuni »Ung í Føroyum 2003«. 60 ung úr øllum Før- oyum hava luttikið á stevnuni, sum hevur snúð seg um list av alskyns slag UNG Í FØROYUM Ingrid Bjarnastein – Ungdómurin skal vísa okkum vaksnu, hvat ung- dómsmentan er, sigur Rak- el Helmsdal, projektleiðari fyri ráðstevnuni »Ung í Føroyum 2003«. Arbeitt hevur verið mið- víst ímóti hesi stevnu í eitt hálvt ár, og hetta er onnur ferðin hon er á skránni. Øll stevnan sum hon er gongur fyri seg í Norðurlandahús- inum. Hon er bygd upp av verksmiðjum og pallfram- førslum, og sunnudagin endaði hon við eini al- mennari sýning, har al- menningurin kundi fáa at síggja bæði, hvat ungdóms- mentan 2003 er, og hvat tey ungu hava arbeitt við teir seinastu dagarnar. – Vit hava roynt at lagt okkum eftir ikki at hava tað sama við á hvørjari stevnu. Seinast høvdu vit til dømis teldulist, men tað er skift út við kór í ár. Eisini hava vit skift helvtina av verk- smiðjuleiðarunum út, so- leiðis at alt ikki verður tað sama, greiðir Rakel Helms- dal frá. Yrkislistafólk Rakel Helmsdal sigur, at eitt av høvuðsendamálun- um er at fáa yrkislistafólk at undirvísa, soleiðis, at tey ungu kunnu fáa hóming av, hvat tað er vil siga at arbeiða professionelt innan fyri eitt øki. – Tey ungu gera av, hvat tað er, tey vilja framføra. Undirvísararnir eru bara har fyri at hjálpa teimum á veg. Undirvísararnir skulu ikki avgera, hvat tað er, tey ungu framføra, men heldur vegleiða teimum. Pláss er bert fyri 60 lut- takarum á stevnuni, og hesu ferð vóru tað 110, sum teknaðu seg. Tískil noydd- ust fyrireikararnir velja 60 luttakarar burturúr, sum skuldu sleppa at vera við á stevnuni. – Fyrsta krav var, at tey, sum høvdu okkurt at vísa fram, antin pall-list ella myndalist sluppu við. Tað var ógvuliga ringt at velja burturúr, tí tríggir fjórðing- ar høvdu okkurt at sýna fram. So tóku vit eisini fyrilit fyri um luttakarin var ov gamal til at luttaka næstu ferð, tí so varð hann tikin fram um aðrar, sum hava møguleika at vera við tá stevnan aftur verður á skránni, sigur Rakel Helmsdal. Ein bíðilisti varð gjørdur, og tá alt kom til alt, so sluppu øll, sum stóðu á bíðilista við, tí nøkur meld- aðu frá. Antin tí tey ikki sluppu til ta verksmiðjuna tey høvdu teknað seg til ella tí tey ikki tordu hóast alt. Allir luttakararnir høvdu okkurt at sýna fram, og heldur Rakel at hetta er ógvuliga bergtakandi. Pallframførslur Stevnan byrjaði fríggja- kvøldið, har Annlis Bjark- hamar eftir ætlan skuldi seta stevnuna. Men av tí, at landsstýriskvinnan í ment- anarmálum var ov sein til ein bát, náddi hon ikki at verða í Norðurlandahúsin- um klokkan 19, sum ætlað, og var tað tí Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsin- um, sum setti sjálva stevn- una. Í setanartalu sínari segði stjórin í Norðurlandahúsin- um illum annað, at hon var glað fyri at Norðurlanda- húsið kann vera við til at hjálpa teimum ungu at skapa egin mentanarlig avrik. Ætlanin við mentanar- stevnuni er, at tað eru tey ungu, sum skulu fortelja teimum vaksnu, hvat ung- dómsmentan er, og varð lagt til brots longu fríggja- kvøldið. Tá skuldu tey, ið høvdu okkurt at sýna fram á palli, vísa hinum luttakar- unum, hvat tað var tey arbeiddu við. Her sóu luttakararnir dans, sjónleik, tónleik, sang, yrkingaupplestur, ræðufilm og eisini varð eitt nýmótans ævintýr um kong Magnus, sum hevði trupul- leikar av dóttir sínari, sum tosaði ov nógv í fartelefon, lisið upp. Pallframførsl- urnar fevndu víða, og vóru øll tey ungu opin og ó- smæðin. Seinni fríggjakvøldið hittust luttakararnir við verksmiðjuleiðararnar, har tosað varð um, hvat arbeið- ast skuldi við teir næstu 40 tímarnar. Ungdómsmentan í hásætið Hedvig Westerlund og Rakel Helmsdal vóru projektleiðarar fyri mentanarstevnuni »Ung í Føroyum 2003« Mynd: Finnur Justinussen 17 16 Nr. 24 - 5. februar 2003 Hevði tað verið ov nógv at væntað onkra meira framkomna strategi frá heimsins intelligentasta ”Intelligence”, um tað fyrst og fremst bara ræður um at fáa ein ólátaðan harðskaps- mann frá valdinum? Ber tað til at oyða kemisk hóp- oyðingarvápn, sum kanska ikki fylla meira enn ein margarinpakki, við bumb- um og rakettum? Finst veruliga eingin annar útvegur enn at sorla landið hjá einum frammanundan kúgaðum og niðurbundnum fólki? Er tað nakað, sum kann rættvísgera, at tús- undavís av hermonnum í bestu árum fara at vera hópoyðingarmenn í einum landi, sum teir einki eiga í? Er tað órímiligt at spyrja, um tær hundraðtals milli- ardiardirnar av krónum, sum eitt kríggj fer at kosta, ikki kundu farið hópin hentari? Hesir spurningarnir eru allir settir fyrr. Men tíverri mugu teir framvegis setast. Tí vit vilja ikki hava kríggj við okkum longur. Verjukríggið kann eingin verja seg fyri, men einki álopskríggj vilja vit hava við okkum úr tí partinum av verðini, sum vit hoyra til. Eingin kann longur vera í iva um, at tann, sum vil, kann sum einki spjaða ræðslu og deyða í heim- inum í ein mun, sum fær 11.sept. at blikna. Spurningurin í okkara tíð er ikki so nógv, hvør kann finna uppá tað: Tann tíðin er farin, tá ríkisleiðarar kundu billa fólkið inn, at heimurin kann býtast sundur í ónd og góð. Einhvør nøkulunda upplýst menniskja man vita, at tað markið gongur ikki millum lond ella einstaklingar, at tað er heldur ein partur av tí førningi, sum øll, sum bera menniskjunavn, bera við sær, uppá gott og ónt. Spurningurin er heldur, hví nakar kann finna uppá at spjaða ræðslu og deyða - heldur enn vón og lív. Ein partur av svarinum er fordómar, manglandi vitan, religiøs og onnur fanatisma, og tað bøtist ikki við teirri armóð og neyð, sum er einasti heilt vissi ”vinningurin” av einum kríggi. Ein annar partur er tann órættvísi, sum valdar millum heimspartarnar, og sum vit í Vesturheiminum eiga okkara ríkiliga part av ábyrgdini av. Og nógv, nógv annað. Sum einki kríggj bøtir um. Kríggj hevur mannaættin lært seg at dugað betur og betur síðan Káin og Ábel. Men Káin varð friðhalgaður: Longu tá var tað sagt, at svarið til tað blóð, sum rópar av jørðini til himmals (1 Mós 4,10), er ikki enn meira blóð. Uttanfyri ST-bygningin í New York stendur ein standmynd av einum manni, sum er í ferð við at smíða eitt svørð um til eitt plógjarn. Myndin skal minna á eina elligamla visión, sum jødar og arabar og kristin hóast tíðar- og stað-bundnar munir í øldir hava havt í felag, og er hon frá Jesaja profeti, sum sigur um Guð, at (Jes 2,4 (og Mika 4,3)) Hann skal døma heidning- anna millum og gera miklar tjóðir sættar, so at tær úr svørðum sínum smíða plógjørn og víngarðsknívar úr spjót- um sínum; tjóð skal ikk i bregða svørði móti tjóð, og eingin venja seg til orr- ustu meira. Visiónin er framvegis ein visión. Hon hevur betur uppi- borið enn at gerast ein illu- sión. Eg haldi, at vit skulu framvegis hava hana við okkum…. -segði Manijeh Elsa Modi, lesandi, í síni røðu á friðarfund- inum Góðu øll somul Hyggja vit at støðuna í Irak í dag, eru tað fleiri spurningar, sum stinga seg upp: Hevði tað ikki verði gott, at sloppið av við Sadam? Høvdu vit so ikki fyribyrgt framleiðslu av hópoyðing- arvápnum, fanga terror- istar, og loyst tað Irakiska fólkið úr kúgvan? Tíanverri, er verunleikin ikki so einfaldur. Vit vita enn ikki við vissu, um Saddam hevur hópoyð- ingarvápn. Sannlíkt er tó, at hann longu hevur kemisk hópoyðingarvápn. Hevur hann tey, er eitt kríggj just tað, sum kundi framprovo- kerað nýtslu av hesum. Harvið kann alt Miðeystur koma í vanda. Tíanverri fer eitt kríggj móti Irak heldur ikki at fyribyrgja alheims yvir- gang. Eitt kríggj, við tí neyð og elendigheit, sum fylgir við, er just at spæla teimum mest víðgongdu yvirgangskroppum kortini á hondina. Tess meira elendigheit USA kann fáa skylduna fyri, tess lættari verður tað at fáa ung í Miðeysturi at ofra seg í religionsins misbrúkta navni. Eftir er at hugsa um tað Irakiska fólkið. Jú, fegin vilja tey sleppa av við ræðuliga einaræðisharran. Tíanverri hevur tað fyrr víst seg at vera lættari sagt enn gjørt at koyra Sadam frá valdinum. Tey, sum verða harðast rakt undir og aftaná einum kríggi, eru júst tey, sum framanundan hava liðið mest: Tey botn fátæku og undirkúgaðu fólkini i Irak. Jamen, hvat kunnu vit so gera ímóti einaræðisharr- um og yvirgangi? Hvat er gróðrarlendi fyri hesum fyribrigdum, og hvat vit kunnu gera, fyri at fyri- byrgja teimum? Eg fari at samanlíkna yvirgang við kriminellan harðskap. Spurningurin er: Hví hevur t.d. Danmark – eitt land við lágari revsing á hesum øki - eisini lágan títtleika av kriminellum harðskapi? Samstundis sum USA, sum revsar somu brot við heilt upp til deyða- dóm, so sera høgan títtleika av grovum harðskapi? Svarið finna vit kanska í teimum korum, sum Dan- mark bjóðar børnunum hjá sosialt veikum. Bæði pen- ingarliga og socialt verður stórur dentur lagdur á, at geva børnum ein so tryggan og virðiligan uppvøkstur, sum tilber – sjálvt um summi siga, at “foreldrini ikki hava uppiborið hjálp- ina”. Við hesi hjálp uppæla vit ikki avskeplaði menn- iskju, sum eru so ørkyml- aði, at harðskapur sýnist einasta gongda leið hjá teimum. Hetta vil eg kalla “at steðga trupulleikan við rótina”. Menturnarlig viðurskifti, sum hava ávirkan á, um einaræðisharrar sleppa framat valdinum er, um vit sjálvi eru authoritær í okkara barnauppæling. Lærir tú ikki børnini at hugsa og virka út frá teim- um sjálvum, men bert at fylgja tann, sum hevur valdið í familjuni ella onkran fjarskotan lærusetn- ing, er vandi fyri at makt- sjúkir leiðarir fáa valdið, til staðar. Leggja vit okkum eftir, at útrudda bæði likamlig og sálarlig fátækradømi, har vit kunnu, minka vit eisini um vandan fyri yvirgangi og einaræðisharrum. Hetta er eftir míni mein- ing størsta avbjóðing hjá okkum øllum. Tað krevur tíð, orku og skilagóðar langtíðarætlanir – men tað er tað vert! Framhald av síðu 15 Kríggj rakar tey fátæku og kúgaðu fólkini i Irak mest Formaður Javnaðarfloksins var millum stig- og luttakararnar Nógv ungfólk vóru til friðartiltakið Torbjørn Jacobsen, tingmaður, og Kristian Magnussen, tingmaður, í fullari semju á Valginum leygardagin C M Y K 16