mikudagur 5. februar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 5. februar 2003
19
Koyra í fimta
kervi
Vár B. Jacobsen, er samskipari av »Ung í
Føroyum 2003«. Hon samskipaði tað
stóra endaframførsluna sunnukvøldið, og
hennara høvuðsuppgáva var at fáa allar
brikkarnar at hóska saman
UNG Í FØROYUM
Ingrid Bjarnastein
Tá Ung í Føroyum var á breddanum fyri tveimum
árum síðani, var Vár Berghamar Jacobsen eisini
við. Hennara arbeiðsheitið var eisini samskipari ta
ferðina.
– Mín uppgáva er fyrst og fremst at vera við í
fyrireikingini av stóru endaframførsluni, har eg á
fundum finni útav saman við
verksmiðjuleiðarunum, hvat tað er vit vilja hava,
greiðir Vár frá.
– Eg skal finna eina uppskrift, og tað eru nógvar
deadlines, sum eg skal halda. Eg bíleggi nógv
arbeiði frá teimum ymsu verksmiðjunum, sum eg
síðani skal seta saman í eina heild, so tað verður
eitt stórt show.
Venjingarnar eru nógvar, har tey ungu skulu
koma við tí tey vilja at endaframførslan skal
snúgva seg um.
– Tað er heilt vist strævið. Vit eru 70 fólk, sum
koyra í hægsta kervi eitt heitl vikuskifti. Her
prutlar av orku í Norðurlandahúsinum, sigur Vár,
sum heldur, at hetta er eitt gott tiltak.
– Tað er stuttligt at vera ungur, og tað er eisini
ógvuliga stuttligt at síggja alt, sum verður
framleitt.
Ynskið Vár hevði fyri stevnuna var, at enda-
framførslan kundi verða merkt av eini tvørfakligari
sýning. Og tað kann man eisini róliga siga, at tað
eydnaðist.
– Hetta er eitt stað, har tey ungu sleppa at spíra.
Vit hjálpa teimum í gongd, og alt arbeiðið skal
gerast í dag, leygardag, og skráin verður so rættað
til í kvøld.
– Vit eru á hesi stevnuni komin víðari. Vit hava
ikki eins nógvar nervar og seinast, og mín vón er,
at allar verksmiðjurnar kunnu gera endaúrslitið
saman, sigur Vár Berghamar Jacobsen, samskipari
at enda.
Marianna Debes
Dahl, rithøvundur,
var um vikuskiftið
leiðari á skriviverk-
smiðjuni. Hon heldur,
at mentanarstevnan
er eitt gott tiltak, har
tey ungu fáa nógv
burturúr, og har tey
sleppa at arbeiða
saman
UNG Í FØROYUM
Ingrid Bjarnastein
Inni í fundarhølinum hjá
Norðurlandahúsinum helt
um vikuskiftið skriviverk-
smiðjan undir leiðslu av
Marionnu Debes Dahl til.
Tá Sosialurin var og
hugdi innum, sótu tey og
hugdu inn í eina teldu.
– Beint nú sita tey og
velja myndir út, sum lista-
verksmiðjan hevur tikið
uppi í Sandvíkarhjalla í
morgun. Vit skulu gera eina
dias-røð, har vit skulu
skriva tekstir til myndirnar,
og lesa hann upp, greiðir
Marianna frá.
Fyrr henda morgunin
høvdu tey seks ungu, sum
vóru í skriviverkstaðnum,
gjørt sangir til kórið og
sangir til tónleikaverk-
smiðjuna.
– Eg haldi, at hetta er
ógvuliga stuttligt og
spennandi. Serliga tað, at
fleiri listagreinir verða
tvinnaðar saman. Nú havi
eg verið lærari í fleiri ár
frammanundan, so eg eri
von við at arbeiða saman
við ungum. Tey fáa nógv
burturúr, og tað er eisini
stuttligt
at
síggja
tey
arbeiða
saman,
sigur
Marianna Debes Dahl.
Annars
vóru
stórir
trupulleikar við at finna ein
verksmiðjuleiðara til skriv-
ingina. Allir rithøvundarnir
fyrireikararnir settu seg í
samband við bóru seg und-
an og settu seg ikki førar
fyri uppgávuni. Seinastu
ferð »Ung í Føroyum« var á
skránni, var tað Rói Paturs-
son, sum hevði skriviverk-
smiðjuna, men av tí, at
hann fekst mest við yrking-
ar, so vildu fyrireikararnir
heldur hava ein prosa-
rithøvund hesuferð.
– Tey ungu tíma væl, og
eru ógvuliga spent, og
gávurnar eru eisini góðar.
Tað er ógvuliga spennandi
at síggja, hvussu nógv tey
náa upp á so stutta tíð.
Ferðin er høg, og hetta er
ein háttur tey ikki eru von
við at arbeiða uppá. Tey
plaga jú at sita einsamøll og
skriva, men nú arbeiða tey
saman, greiðir Marianna
Debes Dahl frá, sum sigur,
at tað er ein fyrimunur, at
tað bara vóru seks við á
skriviverksmiðjuni, tí um
tað høvdu verið fleiri, so
høvdu tey verið ov nógv.
Fáa nógv burturúr
Vár Berg-
hamar
Jacobsen
samskipar
allar fram-
førslurnar á
mentanarste
vnuni. Hon
skal syrgja
fyri, at allir
brikkarnir
liggja upp á
pláss
Mynd: Finnur
Justinussen
Her sita nøkur av teimum, sum høvdu valt skriviverksmiðju, og velja myndir út, sum myndlistaverksmiðjan undir leiðslu av
Karstin Olgar Lamhauge, hevði tikið á Sandvíkarhjalla . Myndirnar skuldu brúkast til eina dias-røð við upplestri og teksti
Mynd: Finnur Justinussen
Marianna Debess Dahl, rithøvundur, vegleiddi teimum ungu í skriving í fundarhølinum hjá
Norðurlandahúsinum
Mynd: Finnur Justinussen
19
18
Nr. 24 - 5. februar 2003
Danin, Peter Friis,
sum er koreografur
og dansilærari, hevur
verið í Føroyum í
sambandi við Ung í
Føroyum 2003. Hann
hevur lært tey ungu
at dansa og brúka
kropp sín. Peter Friis
heldur, at tað er vilji,
orka og dirvi, sum
eyðkennir føroysku
ungdómarnar, sum
luttóku á dansiverk-
smiðjuni um viku-
skiftið
UNG Í FØROYUM
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Finnur Justinussen
Peter Friis er dani, og hevur
dansað síðani hann var heilt
ungur. Hann hevur júst
verið í Føroyum í sambandi
við Ung í Føroyum, har
hann hevur havt dansiverk-
smiðjuna
á
mentanar-
stevnuni.
– Vilji, orka, dirvi er nak-
að, sum eyðkennir tey
ungu, sum eg havi arbeitt
við her. Tey eru opin og
viljasterk, og tey súgva
bara alt í seg. Tað sum er
ógvuliga bergtakandi er, at
tey eru so íðin. Tey fáa ikki
nóg mikið, sigur Peter Friis.
Í Danmark undirvísir
Peter Friis í dansi, luttekur í
sangleikum og filmum.
Sambandið til Føroya hevur
hann ígjøgnum Elsu Mariu
Bærentsen,
sum
hevur
dansiskúlan »Yndi«. Elsa
Maria og Peter hava gingið
á Fame skúlanum í Odense
saman.
Peter hevur eisini verið
við í fleiri filmum. Millum
annað kann nevnast »Danc-
er in the Dark« við Björk,
og um stuttan tíð verður
hann aktuellur í filminum
»Askepop«.
– Eg arbeiðið eisini fyri
Nike, har eg ferðist kring
heimin og undirvísi í dansi
innan fyri fitness. Tað er
ríkt at fáa møguleika at
gera ymisk ting, og tí valdi
eg at koma til Føroya at
luttaka á stevnuni. Um tú
ferðast í sama umhvørvin-
um alt ov leingi gerst tað ov
grátt og keðiligt, sigur Peter
Friis.
Peter heldur, at á ein hátt
er tað nógv lættari at ar-
beiða saman við ungum
amatørum enn fólkum, sum
hava lært í fleiri ár. Hetta
kemst av, at tey ungu eru
framvegis á uppdagingar-
støðinum, har tey gera sum
tey eru biðin og eru opin
fyri øllum.
Dansiverksmiðja
Peter hevur um vikuskiftið,
sum áður nevnt, verið leið-
ari fyri dansiverksmiðjuni.
Her hevur hann lagt lag á
hjá teimum ungu.
– Eg havi roynt at brúkt
tilfar, sum tey ungu kunnu
fyrihalda seg til. Til dømis
brúka vit Janet Jackson at
dansa eftir, og tað er nakað
tey ungu kenna aftur í teirra
ungdómsmentan. Ung eru
eitt sindur við í hesi vaks-
andi popp-mentanini.
Tempo, tempo, tempo,
eyðkendi venjingarnar hjá
teimum
17
dansiverk-
smiðjuluttakarunum
um
vikuskiftið. Tey dansaðu av
lívsins megi og lurtaðu við
stórum áhuga, tá verk-
smiðjuleiðarin greiddi frá.
Allir, uttan ein, av dansi-
verksmiðjuluttakarunum
vóru gentur, og sást hetta
eisini aftur í dansinum.
Men ikki so at siga. Tann
einasti hanin smæddist nú
heldur ikki burturúr.
Tá Sosialurin var á vitjan
í stóra salinum, har dansi-
verksmiðjan helt til, vandu
tey ein dans, sum tey
skuldu framføra til enda-
framførsluna sunnukvøld-
ið. Og sjálvt um tey bara
høvdu arbeitt ein lítlan
fyrrapart við dansinum,
høvdu tey fingið nógv
burturúr.
– Eg veit, at tað tit halda,
at tit ongantíð fara at læra
tað, men bíða bara, tað
gongur nokk, sigur Peter
við luttakararnar, sum til
tíðir kanska kundu tykjast
eitt sindur mótfalnir, tá alt
ikki gekk eftir ætlan.
Tey ungu høvdu valt eitt
evni at arbeiða við ígjøg-
num dansin.
– Tey hava valt at arbeiða
við mótsetningum og tað at
hóska inn í ein bólk. Upp-
gávan hjá mær er nú at
umseta hetta til eitt mál tey
skilja, greiðir Peter Friis
frá.
Janet Jackson ljómar í
bakgrundini, tá vit fara úr
dansiverksmiðjuni. Og tey
ungu dansa og halda áfram
at dansa.
Vilji, orka og dirvi
eyðkenna tey ungu
Peter Friis, sum er dani, hevur um vikuskiftið verið í Føroyum, har hann hevur verið dansiverksmiðjuleiðari á mentanarstevnuni Ung í Føroyum
C
M
Y
K
18