mikudagur 5. februar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 5. februar 2003
21
Tær tríggjar, Jónva,
Helga og Heidi eru
allar úr Vágunum.
Vágagellurnar hava
luttikið á kórverk-
smiðjuni undir
leiðslu av Bjarna
Restorff um viku-
skiftið. Teimum
dámdi bara væl
UNG Í FØROYUM
Ingrid Bjarnastein
– Vit halda tað er ógvuliga
stuttligt. Tú lærir, hvussu tú
skalt brúka luftina, og at
syngja í stemmum, siga tær
tríggjar, Jónva, Helga og
Heidi, sum eru úr ávíkavist
Bø og Sørvági.
Tær eru allar 14 ára
gamlar, og hava um viku-
skiftið luttikið á tónleika-
verksmiðjuni undir leiðslu
av Bjarna Restorff á ment-
anarstevnuni Ung í Føroy-
um.
– Í morgun hava vit hitað
nógv upp, og lært eitt nýtt
lag. Vit hava fingið tekstir
frá teimum, sum eru á
skriviverksmiðjuni,
sum
ríma og alt, siga tær tríggjar
við einum smíli.
Orsøkina til, at tær hava
valt at fara á mentanar-
stevnuna siga tær vera til
stuttleikar og fyri at koma
at hitta nýggj fólk og royna
okkurt nýtt.
– Vit meldaðu okkum til
dans, men tann verksmiðj-
an var full, so vit endaðu í
kórinum, men tað ger nú
heldur
onki,
siga
tær
tríggjar at enda.
Annlis
verndari
Annlis Bjarkhamar, lands-
stýriskvinna í Mentanar-
málum, var verndari fyri
ungdómsmentanarstevnuna.
Hon fekk til endafram-
førsluna eitt luttakaraprógv,
sum var eitt navnaskilti við
einum bandi við litunum av
føroyska flagginum.
ib
Seks ymsar verksmiðjur
vóru á »Ung í Føroyum
2003«.
Ætlanin
var
annars at hava eina
sjeyndu
verksmiðju,
sum var sjónleikur fyri
rørslu-
og
menn-
ingartarnað, men av tí at
ongin meldaði seg til,
var hon tikin av skránni.
Verksmiðjurnar, sum
tey ungu hava luttikið á í
ár vóru sostatt:
Kórverksmiðja við
Bjarna Restorff
Dansiverksmiðja við
Peter Friis
Videoverksmiðja við
Jákupi Veyhe
Skriviverksmiðja við
Marionnu Debes Dahl
Myndlistaverksmiðja
við Karstin Olgar
Lamhauge og Guðrið
Poulsen
Tónleikaverksmiðja við
Kára Jacobsen
Christa Reynheim, sum er 14
ár, luttók á
myndlistaverksmiðjuni á
mentanarstevnuni um
vikuskiftið. Her er hon í holt
við at tekna, júst sum fleiri
onnur, sum høvdu verið eftir
spraydósum og øðrum.
Nøkur heilt onnur stóðu og
bronglaðust við »træið«.
Mynd: Finnur Justinussen
Nú ungdómsment-
anarstevnan er lið-
ug og afturlatin,
siga fyrireikararnir,
at tær eru eina-
standandi væl
nøgdar við úrslitið
UNG Í FØROYUM
Ingrid Bjarnastein
– Vit eru væl nøgdar.
Góðskal hevur verið
heilt ótrúliga góð á hesi
stevnuni, sigur Rakel
Helmsdal, projektleið-
ari. Hon leggur afturat,
at støðið er farið yvir
allar væntanir.
– Tað var gott seinast,
men tað var uppaftur
betri hesuferð.
Eisini
verksmiðju-
leiðararnir vóru væl
nøgdir við úrslitið. Øll
eru bilsin av tí, sum tey
ungu
hava
framleitt
hesar fáu dagarnar.
– Hesuferð hava vit
eisini havt ótrúliga nógv
samstarv millum allar
verksmiðjurnar. Tað var
eisini seinast, men í
nógv størri mun hesu-
ferð, so tað hevur riggað
fantastiska væl, sigur
ein
vælnøgdur
fyri-
skipari.
Væl nøgd
• Ung í Føroyum var á fyrsta sinni í 2001,
hetta er sostatt onnur ferðin mentanar-
stevnan er á skránni
• 60 ung úr øllum Føroyum í aldrinum 13
– 18 ár luttaka á stevnuni
• Óvist er nær stevnan aftur verður.
Fyrireikararnir ynskja, at hon ikki fellur
aftur saman við Prix Føroyum, sum hon
gjørdi í ár, so enn er ilt at siga, nær
næsta stevnan verður
• Hugskotseigarar og projektleiðarar eru
Hedvig Westerlund og Rakel Helmsdal
Fakta
Verksmiðjur
og leiðarar
Annlis Bjarkhamar avmyndað frammanfyri myndum, sum tey ungu á mentanarstevnuni, hava
framleitt
Mynd: Álvur Haraldsen
Hitta nýggj fólk
Tær tríggjar, Jónva, Helga og Heidi úr ávíkavist Sørvági og Bø, hava luttikið á kórverksmiðjuni
hjá Bjarna Restorff um vikuskiftið. Teimum dámdi væl at vera við á stevnuni
Mynd: Finnur Justinussen
21
20
Nr. 24 - 5. februar 2003
Kári Jacobsen, tón-
leikaprodusari, hevur
verið og lagt teimum
ungu á mentanar-
stevnuni lag á innan
tónleik. Kári heldur,
at hetta er eitt positivt
tiltak, sum er eitt
kærkomið høvið at
fáa at vita eitt sindur
um, hvussu tey ungu í
Føroyum eru í dag
UNG Í FØROYUM
Ingrid Bjarnastein
Ein verksmiðja á mentanar-
stevnuni, Ung í Føroyum
2003, snúði seg um tónleik.
Her hevði Norðurlanda-
húsið fingið fatur á Kára
Jacobsen, produsara og
tónasmiði.
– Grundin til, at eg valdi
at siga ja er, at eg haldi, at
hetta
er
eitt
ógvuliga
positivt tiltak, sum eg ynski
at stuðla. Eg hevði ynskt, at
vit høvdu havt eina slíka
stevnu tá eg var ungur.
Hetta er eitt lítið land, so
tær fáu góðu kreftirnar sum
vit hava skulu jú brúkast,
sigur Kári Jacobsen.
Seks ung fólk vóru á
tónleikaverksmiðjuni um
vikuskiftið. Har hava tey
fingist við at smíða løg, og
eisini hevur samarbeiðið
við skriviverksmiðjuna ver-
ið á skránni, tí tey hava
skriva tekstir, sum tón-
leikaverksmiðjan
hevur
gjørt løg til.
– Eg kenni hetta eitt
sindur sum eina ábyrgd at
vera við, men hugurin er
eisini góður. Hetta er eitt
kærkomið høvið at síggja,
hvussu tey ungu í Føroyum
eru í dag, heldur Kári Ja-
cobsen.
Uppgávan hjá Kára er
fyrst og framst at leggja lag
á, og vegleiða teimum
ungu. Tað eru jú tey sjálvi,
sum skulu finna teirra
kreativu evni.
– Eg skal hjálpa teimum
við at úttrykkja seg og
annars bara vera ein van-
ligur tónleikalærari. Tey eru
ógvuliga fitt og engagerað
og ógvuliga stuttlig at
arbeiða við, sigur Kári, sum
heldur, at sjálvt um støðið
er ymiskt, so er hugurin
heilt vist til staðar.
– Ein slík stevna gevur
nógv. Tað er ymiskt, hvat
tey fara at brúka tað til.
Nøkur av teimum gerast
kanska yrkistónleikarar, og
hetta kann vera eitt skump
tann rætta vegin. Men eisini
til teirra, sum ikki gerast
yrkistónleikarar, er hetta
við til at styrkja teirra
sjálvsálit, og at vinna ein
persónligan sigur, av tí at
hetta er nakað, tey skulu
tora.
Kári heldur, at á persón-
liga munnu tey ungu heilt
vist mennast, men reint
fakliga er tað ógvuliga av-
markað, hvat hann megnaði
at læra tey uppá eitt viku-
skifti.
Rógvi Dam, sum er 16
ár og av Argjum er ein
av luttakarunum,
sum var við á dansi-
verksmiðjuni hjá
Peter Friis á mentan-
arstevnuni »Ung í
Føroyum 2003«.
Hann er einasti
drongur, sum var við
á dansiverksmiðjuni
UNG Í FØROYUM
Ingrid Bjarnastein
– Eg helt, at ein dansiverk-
smiðja ljóðaði spennandi
og áhugaverd, og tí vildi eg
fegin royna at vita, hvat tað
var. Mær dámar væl, men
tað er ógvuliga rint at læra
teir ymsu dansirnar, heldur
Rógvi Dam, sum leggur
afturat, at hann hugsar ikki
um, at hann er einsamallur
hani ímillum 16 aðrar
hønur.
Rógvi sigur, at hann hev-
ur dansað einaferð tá hann
var lítil, men hevur annars
ikki fingist við dans.
– Hetta er nakað nýtt fyri
meg, og tað er ógvuliga
stuttligt. Eg havi ongantíð
roynt tað fyrr.
Orsøkina til, at Rógvi
valdi at luttaka á mentanar-
stevnuni sigur hann vera, at
tað komst av, at eitt bræv
frá Norðurlandahúsinum
varð borið út á skúlarnar.
– Eg gangi eisini til
drama frammanundan, so
eg og tvey onnur gjørdu av
at tekna okkum saman sum
ein bólk, greiðir Rógvi frá,
sum til pallframførslurnar
fríggjakvøldið framførdi
ein sjónleik saman við
nøkrum øðrum.
Rógvi heldur, at tað eru
nakrar ávísar kenslur í
drama og dansi, sum eru
eins. Nakrar kenslur, sum
tú vísir fyri áskoðarunum.
Kreativt
og nýtt
Jákup Veyhe,
videoverksmiðju-
leiðari, heldur, at í
eini videoverk-
smiðju kemur tað
kreativa og tað
nýggja fram
UNG Í FØROYUM
Ingrid Bjarnastein
– Í løtuni sita vit og
arbeiða
við
einum
manuskriptið. Vit gera
eina leypandi fortelj-
ing, har tey sleppa at
gera storyboard og
taka upp so hvørt, og
nú royna vit so smátt at
fara til verka, sigur
Jákup Veyhe, tá Sosi-
alurin fekk orðið á
hann tíðliga seinna-
partin legyardagin.
Á videoverksmiðj-
uni sita tey og tekna
upp, hvat tey vilja
hava, og hvør søgan
skal vera.
– Tey eru ógvuliga
fitt, og tað er stuttligt
at arbeiða saman við
teimum. Tey ungu eru
óspilt, og ofta hava tey
eisini eitt nógv betri
sjónarhorn enn tey,
sum hava lært í fleiri
ár, sigur verksmiðju-
leiðarin, sum heldur, at
á eini slíkari stevnu
sleppur tað kreativa og
tað nýggja fram í
ljósið.
– Tey gera bara tað,
sum tey eru biðin og
tey spyrja ikki so nógv.
Tá dagarnir vóru
lidnir høvdu tey á
videoverksmiðjuni
framleitt ein skemti-
krimifilm, sum varð
sýndur fram sunnu-
kvøldið.
Einsamallur hani millum
allar hønurnar
Kærkomið høvi at uppliva
ungdómsmentan
Rógvi Dam var einasti drongur, sum var við á dansiverksmiðjuni um vikuskiftið.
Men hann smæddist sanniliga ikki burtur ímillum hinar 16 luttakararnar, sum
allar vóru gentur
Mynd: Finnur Justinussen
Kári Jacobsen, produsari og
tónasmiður, legði um vikuskiftið lag
á hjá teimum ungu, sum høvdu
tónleikaverksmiðjuna á
ungdómsmentanarstevnuni uppi í
Norðurlandahúsinum
Mynd: Finnur Justinussen
Tey ungu smíðaðu løg og spældu av lívsins kreftum á tónleikaverksmiðjuni. Tekstirnar til
sangirnar fingu tey frá skriviverksmiðjuni
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
20