leygardagur 29. apríl 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 82 – 29. apríl 2000
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein.
Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.
Eyðun Klakstein
Tað fer at fáa umfatandi
avleiðingar fyri lívið norð-
ast á klótuni, um ísurin í
Arktis hvørvur, og stóri
spurningurin er, um hetta
skyldast globalari upphit-
ing ella tað eru onnur meira
natúrlig viðurskifti, sum
gera vart við seg, skriva
granskararnir Lars Smeds-
rud og Tore Furevik í blað-
num, Cicerone, sum verður
útgivið av norska Senter for
klimaforskning.
Teir siga, at í løtuni min-
kar ísurin í Arktis so skjótt,
at hann er horvin áðrenn
øldin er úti, um gongdin
heldur fram.
Amerikumenn eru eisini
komnir til somu niður-
støðu, eftir at ein professari
av University of Washing-
ton hevur gjørt kanningar í
Arktis.
Blaðið hjá Dansk Polar-
center veit at siga, at Drew
Rothrock, professari, er
komin fram til, at ísurin í
Arktis er vorðin er vorðin
ein góðan metur tunnari í
miðal.
Global upphiting
kanska syndarin
Drew Rothrock hevur havt
atgongd til loynilig skjøl hjá
amerikanska flotanum, sum
greiða frá kanningum, sum
amerikumenn gjørdu av
ísinum í Arktis frá 1958-76.
Og í 90’unum hava pen-
sjóneraðir kavbátar gjørt
kanningar í Arktis.
Við hesum skjølum og
mátingum sum grundarlagi
staðfestir Rothrock, at ísurin
í Arktis nú er 1,8 metur
tjúkkur í miðal afturímóti
3,1 metrum í 60’unum og
70’unum. Tað er tí 40%
minni ísur í Arktis í dag, enn
Arktiski ísurin
verður burtur
ARKTIS. Havísurin í Arktis minkar so skjótt, at um ferðin verður tann sama
næstu nógvu árini, er ísurin burtur áðrenn hendan øldin er runnin
tað var fyri 20-40 árum síð-
ani.
Professarin úr Washing-
ton vil ikki taka dagar ímill-
um, um orsøkin til gongd-
ina í arktiska ísinum er glo-
bal upphiting ella ein natúr-
lig gongd.
- Tað kann væl vera, at
tað er ein global upphiting,
sum er syndarin, men tað
kann eisini vera, at talan er
um natúrligar 5-10 ára lang-
ar broytingar í veðurlag-
num, sigur hann.
Nýggjar kanningar
Rothrock og hansara fólk
siga, at tey fara at koma
nærri einum svari, tá tey
verða liðug við eina kann-
ing av støðuni hjá arktiska
ísinum seinastu 40 árini.
Í løtuni mangla upplýs-
ingar frá amerikanska flot-
anum fyri tíðarskeiðið frá
1976 til okkara dagar, og
bíðað verður nú eftir, at hesi
skjøl verða leysgivin.
Leif Toudal frá Dansk
Center for Telemåling sigur,
at tey vita ikki, hvussu støð-
an er við ísinum í Grøn-
landi, men hann sigur, at
gongdin seinastu 20 árini
hevur verið tann, at ísurin
er minkaður Eysturgrøn-
landi, men vaksin í Vestur-
grønlandi.
Men kanningin hjá Roth-
rock og hansara fólki er
komin óvart á nógv fólk,
sum hava skil fyri arktiska
ísinum, og serfrøðingar
fylgja væl við gongdin á
norðasta partinum á jørðini.
Tað ringir. Eg strevi meg undan dýnuni og taki hornið.
Man hon hava átt nú? - Halló! Ja, nú hevur hon átt.
Og alt gekk væl? - Ja, og nú ert tú blivin abbabeiggi.
Til lukku við tí! Áhh... øhh... takk.
Hesin eftirburður kom so óvart á, at eg eri púra
paff. Hornið verður lagt á, og eitt lítið klikk støkkur
inn í oyrað á mær. Eitt sekund stendur verðin still, og
eg siti bara og hoyri hetta ekkóa inni í mær. - Tú ert
blivin abbabeiggi! Og so gongur tað upp fyri mær.
Harragud, so eri eg blivin ræðuliga gamal! Eg felli
opin afturá og smokki so spakuliga undir dýnuna aftur.
Og so segði hon til lukku! Hevði hon av illum kondo-
lerað!
Nei, upp við mær! Eg spíli bibburnar fram á gólv,
lati meg í og fari stetlandi upp ígjøgnum trappurnar.
Kenni longu aldurin tyngja, haldi eg, og tað er einki
at siga til. Halgatrý, at fara í song sum ungur og spelkin
maður, og so koma upp aftur sum ein skurvutur
abbabeiggi, tað er ein ordans túrur, altso.
Komi upp í køkin, fái breiðafót niðurat og seti meg at
rinda møðina. Og so hvørva burtur allar sútir, tá eg fái
eitt deiligt morgunsmíl frá soninum, hann situr og
etur havragreyt við góðan hug. Hann hyggur so smør-
liga upp á meg, og smílið veksur, til eg síggi allan
havragreytin í munninum á honum. - Hey, abbabeiggi,
sigur hann og grínur niður í skálina.
Nei, so fa... Eg brenni til arbeiðis. Skeikli meg upp
í bussin, og so hurrandi av stað. Komin, setið eg meg
við telduna og skal arbeiða, men einki vil bera til. Tað
nýggja heitið vil ikki ganga frá mær, tað liggur og
trokast inni á skrivstovuni, skavar á rútin og vil ikki
geva mær frið.
Teldan stendur bara og gløðir upp á meg við sínum
tóma eyga, biður meg skriva okkurt, men eg fái ikki.
Í staðin kemur ein undarligur poetiskur hugur á meg,
eg kenni meg andkveiktan og trýsti harðliga niður á
knapparnar. Løtu seinni stendur úrslitið og starir at
mær á skíggjanum.
Farið er veiggið,
nú dinglar á hálvum flaggi,
abbabeiggi.
Eg kasti frá mær og farið út at skeinkja mær kaffi.
Longu seinnapartin er lagið eitt sindur frægari, og
eg kenni meg ikki heilt so gamlan. Í kvøld skal eg út
at síggja tað lítla undrið, og útkomin, er horvin øll
fáfongd og burtur øll kvøl. Tí píkasjey, sum eitt
sovorðið barn er ótrúligt. So pinkulítið, og kortini so
fullfíggjað. Og ommur og abbar og øll hini eru so
býtt í hesum nýggja skapningi, at eg orni um hjartað
og kenni eina deiliga gleði spæla inni í mær.
- Og hetta er abbabeiggin? Eg rakni líkasum við
aftur, har eg standi, og heilsi uppá. Jú, hetta er hann,
sigi eg og taki fastliga í hondina, sum er rætt ímóti
mær. Vit smílast og ynskja hvør øðrum til lukku og
fáa stundir til eitt lítið prát.
Og á heimveg, trokar sólin burtur skýbøklarnar og
stavar niður yvir Havnar bý. Og eg seti bringuna fram
úr mær og gangi so spelkin heim eftir gøtunum. Nøsin
hevur hug at kvinka upp í ský, haldi eg.
Eg gamal? Hah, nei tú, eg eri sku abbabeiggi! Og tá
eg standi á trappusteininum og hyggi at teimum spír-
andi trøunum, haldi eg, at lívið er deiligt. Og eg dragi
djúpan av frískari várluft, smílist og lati hurðina aftur
eftir mær.
Sjúrður Gullbein
Abbabeiggi
Kavbáturin USS Hawbill hevur funnið eitt hol í arktiska ísinum og er farin upp at fáa sær luft. Frá 1995 til 1999
hava granskarar kann ísin i Arktis við pensjóneraðum kavbátum hjá amerikumonnum
Nr. 82 – 29. apríl 2000
17
Har leið tað hungur og hall
SEYÐUR. Tá seyður
kemur sær í óføri,
verður farið eftir
honum til tess at
hjálpa stakkalinum
aftur á gongdar leiðir.
Sosialurin var við, tá
eiðismenn tóku ær úr
óføri
So eru tey komin uppaftur. Petur hevur fingið hendur á ærini, meðan
Høgni hjálpir Olivari at loysa seg úr
Bert eitt varð burtur úr fylgi stygt, í oyðimørk uttan skjól
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Hóast níggju og níti liggja so
trygg við grasgóð ból, so kemur
tað meira enn so fyri, at tað eina
skýtist av haga og kemur sær í
óføri. Tá er bara eitt hjá røkt-
ingarmanninum at gera. Hann
má kenna síni og leggja nógv
fyri til tess at fáa tað eina, sum
manglar í fylginum, aftur.
Nú hendan dagin vóru eiðis-
menn eftir eini ær, sum hevði
staðið heldur leingi í eini torvu
heiman fyri Heimastugjógv í
Ritaskorunum. Í síni leitan eftir
føði var hon lopin niður og
slapp ikki uppaftur. Har stóð
hetta ólukkudýrið so, sum tað
stendur í sálminum, og leið
hungur og hall. Vøllurin var
mestsum allur avetin og traðk-
aður til eitt runudíki. Ein gjóta
var at fara um longur heim í
bergið, og har hevði hon funnið
sær bólstað, soleiðis, at hon fekk
lagt seg á ein lítlan pall, har
einki hall var.
Ikki var hon løtt at síggja úr
erva. Men ein forvitin ferða-
maður, sum var farin fram við
eggini við myndatóli, hevði lagt
merki til hana og boðaði
røktingarmonnunum frá. So varð
farið avstað beinanvegin fyri at
fáa hana upp, áðrenn fráboðaði
landnyrðingurin kom. Tí illa er
hugsandi, at hon hevði hildið
leingi út har í andglettinum.
Tað gamla er farið
Nýggja tíðin er eisini komin til
sigmenninar. Nú eru tað ikki tær
tjúkku, tungu bjargalínurnar,
sum berast skulu av fleiri monn-
um, sum nýttar verða, tá slíkt,
sum at taka eina ær úr óføri,
verður gjørt. Nú er tað nýmótans
fjallaklintraraútgerð við klænari
línu, sum isar í, tá á stendur.
Reimum um miðu og lør og
metalkrókum at hefta við. Um
eggina verður lagdur ein tjúkkur
slangustubbi, sum verjir minst
líka væl sum bergstokkurin. Og
so er alt nógv lættari at bera.
Stungið niður í ein ryggsekk frá
Skótabúðini, sum ein maður
tekur á bakið og uttan ampa ber
við sær.
Teir koma við bili oman á
Møl. Røktingarmenninir Petur
og Olivar saman við skótanum
Høgna, sum eigur hesa nýmót-
ans bjargalínuna, sum brúkast
skal í dag.
Lítil hávi verður gjørdur burt-
ur úr, áðrenn farið verður. Ein
fer í termodrakt, eina annar í
føroyska troyggju. Heldur kalt
er, so húgvurnar verða ikki
gloymdar. Og tá Høgni hevur
pakkað ryggsekkin og blaðmað-
urin hevur fingið myndatólið
gjørt klárt, verður farið til
gongu.
Gingið verður út undir hamri-
num út á Tippi. Eitt sindur vátt-
ligt er í bønum, og heldur bratt
er, so onkur ger eitt sovorðið
kast av og á, Men einki reyvafall
kortini. Farið verður upp stíggin,
og so er tað bara ein løta, til vit
eru komnir út móti Heimastu-
gjógv, har ærin, vit fara eftir,
stendur.
Kannað verður eftir, um hon
man standa har enn, ella um hon
er fairn út av í nátt. Hon hevur
so flutt seg úr torvuni, sum vit
síggja bein inn í, tá vit koma út
á eggina heimanfyri. Nei, hon
hevur lagt seg heiman fyri gjótu-
na, beint undir, har vit standa,
og tað letur ikki til, at hon veit
av okkum.
Gjøgnum alt
skursl og grót
Tosað hevur verið um, meðan
gingið varð, hvussu best var at
gera. Avrátt var, at Olivar skuldi
fara einsamallur niður fyrst.
Skemtandi helt hann fyri, at tað
var helst best, at tann lættasti
varð sleptur útav.
Tað var skjótt, at hann hevði
latið seg í »selatoyið« og krøkt í.
Petur fór út á upsina at ansa
línuni, meðan Høgni sat við.
Hendan nýggja síðingin er
ikki sum fyrr var. Her verðut
gjørt fast í erva, øll lína blakað
útav, og so lesir maðurin seg
niður við spennum, hann hevur á
línuni. Hann klárar alt einsa-
mallur, um tað skal vera.
Men eingi óráð skuldu takast
fyri kortini, so varisliga varð
farið fram. upsin ruddað fyri
leyst grót, og Petur hevði vakið
eygað við, hvussu línan lá, hvar
ærin var, og hvussu Olivar best
skuldi flyta seg.
Men tað var nú eingin trupul-
leiki kortini. Ærin var ógvuliga
góð at samstarva við. Fyrsta
maðurin var komin niður, fór
hon av sær sjálvum niðan gjøgn-
um gjótuna, har hon ikki fekk
farið so skjótt, fyri smágróti-
num, sum rutt var oman so við
og við. Olivar tók hana beinan-
vegin, og so var bara at seta
klønu línuna, Petur hevði við til
tað sama, á hana.
Ája, hon varð leidd heilt upp
at hamrinum. Gjørt varð á han
og so varð hon drigin upp, til tað
fekst i nakkan á henni, og so var
sloppið.
At fáa mannin upp aftur var
als eingin trupulleiki, og tað var
bara ein lítil løta, so var alt av-
riggað aftur. Línurnar gjørdar
upp. Nýggja bjargalínan pakkað
aftur í ryggsekkin. Petur hevði ta
klønu um herðarnar, og ærin fór
so væl nøgd sjaggandi heim
gjøgnum slætta hagan.
Hon var ikki væl fyri, stakkal-
in. Hevði helst staðið har í nógv-
ar dagar og var heldur kløn og
eitt lítið sindur skinklut.
Men í tað sum treyst ikki var
kortini. Hon helt beina leið heim
á Mølina, har hon kom saman
við øðrum seyði, sum helt seg
fram at har, tær plaga at fáa
hoyggj.
Men ikki var liðugt so kortini.
Tí úti á Torvanesi stóðu tvær ær
fastar í fjøru. Tær vóru farnar
tvassandi niður at fáa sær tara
og sluppu nú ikki uppaftur. Ov
mikið av runi var í sjónum til, at
tær sluppu heim undir Skarð-
hamar aftur. So ikki gjørdist
annað enn at fara niður á helluna
eftir teimum og hiva tær upp fyri
hamaran.
Hesaferð fóru tríggir mans
niður, og eisini hetta gekk upp á
stás. Tær vórðu sleptar niðan í
bøin og fóru so hugagóðar niðan
í Kollsbyrgi at eta víðari. Hugs-
aðu ikki annað enn at fáa sær
upp í vombina.
»Men eingin av teimum bjarg-
aðu veit, hvør torfør var hendan
ferð.«
Hóast ikki kann sammetast
við tann hirðan, sum sungið
verður um í sálminum um tey
níggju og níti, sum lógu so trygt,
er ein ávís líkheit kortini. Sanni-
liga leggur føroyski hirðin væl
fyri, tá hann lesir seg niður av
upsini at taka eina ær, sum er
komin sær í óføri. Og veruliga
kundi tað verið soleiðis, at
...»lívið var burtur, um fótur var
gleið.«
Men eisini her varð hann
styðjaður so, hann snávaði ei.