hósdagur 4. januar 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ROS
A
UM
N.
Bilurin steðgaði í ánni einar 20 metrar frá vegnum.
Vikuskiftini eru verri
Løgreglan í Havn hevði
minni at gera um árs-
skiftið, enn hon hevur eitt
vanligt vikuskifti. Tveir
menn blivu tiknir inn á
stødina fyri drykkjuskap,
tað var alt. Heldur ikki
aðrastaðni úr Streymoynni
vóru boð eftir løgregluni.
Í Vestmanna hevði sýsl-
umaðurin somu niður-
stóðu: stilt og fridarligt á
nýggjárinum.
Á jólum var hinvegin
innbrot tríggjar ferðir á
sama staðnum, pylsu-
vogninum á bryggjuni.
Har hava óbodnir gestir
verið á Tollaksmessu, jól-
adag og triðja jóladag.
Okkurt er stolið og eftir
triðju vitjanina lógu allar
vørurnar tiðnaðar á gólv-
inum.
TAKIÐ LYFTIST
Í Norðoyggjum var eisini
friðarligt á nýggjárinum.
Men nógvir sterkir brestir
vóru at hoyra. Ein slíkur
heimagjørdur kinesari lyfti
takið oman av einum
skúri úti í Klakevikini
upplýsir løgreglan i
Klaksvík.
Millum jól og nýggjár
hava verið fleiri innbrot í
bátar og handlar í Klaks-
vík. Í bátunum er uttan
iva leitað eftir heroini og
tablettum, tí medisinkist-
urnar eru brotnar upp. Í
handlunum eru stolnir
pengar, men ikki stórveg-
IS.
Í Sandoynni var frid-
arligt um ársskiftið. Týs-
náttina var innbrot í baka-
riinum á Sandi, men
løgreglan kom á staðið og
heldur seg vita, hvgr har
var á ferð.
ELDUR Í HÚSI
OG TROLI
Í Eysturoynni vóru tveir
eldsbrunar, annar í einum
sethúsum í Fuglafirði, hin
í einum troli um borð á
Polarhavi.
Um åtta-tidina nýggj-
ársaftan varð boðað frá eldi
í húsunum hjá Sonnie
NS
>
Rasmussen i Fuglafirdi.
Eldurin er kyknadur i
hjallinum, sum er bygdur
upp i husini, og hevur
breitt seg haðani eftir loft-
num. Hildið verður, at
neistar frá einum báli nær-
hendis hava fest í.
Húsini hava fingið
skaða av eldi, royki og
vatni.
Klokkan hálvgumeitt
nýggjársnátt kom eldur í
trolið hjá Polarhavi, sum
lå i Leirvík. Løgreglan
Sigur, at fyrverkari festi í.
Trolið er oyðilagt, men
skipið hevur ikki fingið
skaða.
Týsdagin varð boðað frá
herverki á eina gravimask-
inu, sum stóð á havnar-
lagnum á Høgab6éli í
Runavík. Tveir rútar eru
knústir. hd
Leygardagin 30. desember
vórðu fýra fólk, tveir
menn, ein kvinna og eitt
pinkubarn, løgd inn á
Landssjúkrahúsið eftir
ferðsluóhapp í Kollfjarðar-
dali klokkan umleið
12.40.
Ein vøruvognur á veg
norðureftir var júst farin
fram um ein annan bil, tá
bilførarin misti tamarhald-
ið á honum i teirri nógvu
hålkuni. Vøruvognurin fór
út av vegnum, bóltaði og
endaði síðani á hjólunum í
ánni norðan fyri vegin.
Óhappið hendi miðskeiðis
millum Statoilstødina og
bergholsmunnan.
Framman hjá bilførar-
anum sat kona hansara við
ti níggju mánaða gamla
barninum. Bæði maðurin,
sum var í uygdarbelu, og
kvinnan fingu skaða, men
barnið slapp við snuddum.
Størstan skaða fekk mað-
urin, sum lá aftanfyri. Øll
fýra vórðu flutt á Lands-
sjúkrahúsið og vóru har
framvegis í gjár, upplýsir
løgreglan í Havn.
Sera hált var í stóðum,
tað vil siga, har sólin ikki
slapp framat, hendan dag-
in. Og tað var júst á
einum slíkum teini, vøru-
vognurin sendist út av
vegnum. Hann hevði ikki
píkadekk ella ketur, men
nýggj og góð dekk, tí
hann var spildurnýggjur.
Vøruvognurin verður
neyvan afturgjørdur, so
illa er hann farin.
hd
...men tað var skjótt, at hann
varð varugur við misljóð...
…men hann vildi ikki síggja
veruleikan í eyguni og segði,
at eingin kreppa var. ella at
hinir spældu falskt bert fyri
at arga...
… Tad var skjótt at hann kom
eftir, at ålvari var í. Sam-
bandið segði, at nótablaðið
var ok!, - tað var tjóðveldið,
sum ikki dugdi at spæla eftir
nótum. Sambandið leyp út,
og tað var í evstu løtu, at
kórleiðarin fekk loftað sam
bandinum..