Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-01-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Barnastyrkurin er farin niður í helvt. Á ársins seinasta tingfundi sam- tyktu landsstýrisflokk- arnir ávísar broytingar í lógini um barnastyrk. Broytingarnar bera í sær, at nú verður ein partur av barnastyrk- inum latin sum skatta- lætti og ein partur beinleiðis útgoldin. Eftir verandi skipan kostar barnastyrkurin slakar 80 miljónir um árið, men fyri í ár, eru bert 40 miljónir avsettar í fíggjarlógini. Orsaka av eini pol- itiskari neydsemju kemur nýggja lógin um barnastyrk ikki at galda fyrr enn 1. juli. Fyrsta ársfjórðing í ár verður barnastyrkurin latin eftir gomlu lógini, og annan ársfjórðing verður hinvegin einki latið. BERT UNDIR SKULAALDUR Tann parturin av barna- styrkinum, sum verður rindadur í tøkum peningi, verður latin teimum børnum, sum eru yngri enn sjey ár. Hesi fáa 1500 krónur um hálvárið. Hava tey hálsdagspláss í almenn- um ansingarstovni fáa tey helmingin, og hava tey heilda tey einki. "spláss, fáa Hesin barnastyrkurim Barnastyrkurin niður í helvt Tey born, sum eru á al- mennum barnaansingar- stovni heilan dag fáa einki verður útgoldin í feb- ruar og august. SKATTAFRÁ- DRATTUR Hin parturin av barnastryrkinum er ein skattafrádráttur fyri børn yngri enn 16 ár. Óansæð inntøku for- eldranna verða 2200 krónur drignar frá útroknaða landsskattinum. Landsstýrið sigur, at hesin nýggi barna- styrkurin er í trá við samgonguskjalið. Har stendur: Skipanin um barnastyrk verður end- urskoðað og broytt soleiðis, at hon fevnir um børn undir skúla- aldur, sum ikki koma undir almennu barna- ansingarskipanina. NIÐUR Í HELVT Sum sagt er barna- styrkurin farin niður í helvt. Í Føroyum eru 5420 børn yngri enn sjey ár. 4000 av teimum eru ikki á almennum ansingarstovni og fáa tey tilsamans 12 milj- Ónir. 12.430 børn eru yngri enn 16 ár. Skattafrá- drátturin fyri hesi er roknadur til stivliga 27 miljónir í minni inntøku ul landskassan. Saman lagt góðar 39 miljónir tór.- Nr. 1 — 4. januar 1990 Landsstýrið trýsti skerjingarnar av barnastyrkinum ígjognum á náttartíð: Tey veikastu verða skerd — Skerjingarnar av barnastyrkinum visa eina best hvor veruligi politikkur landsstýrisins er. Broytingin í lógini rakar tey allar veikastu í samfelagnum, segði Marita Petersen Hóast broytingarnar i barnastyrkinum ikki fara at galda fyrr enn 1. juli vórðu tær í stórum skundi kroystar igjøgnum á nátt- artíð, beint áðrenn ungið fór heim fyri nýggjár. Hesum funnust andstødu- ungmenn hardliga at og vistu å, at eingin orsøk var at samtykkja nakrar broytingar fyrr enn einaferð til várs tá lógin kortini ikki skuldi galda fyrr enn 1. juli. Men tað var ikki bert ungvidgerdin í sær sjålv- um, sum andstøduting- menn funnust at. Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum førdi fram, at broytingarnar fyrst og fremst raktu tey veikastu í samfelagnum. KVINNURNAR OG TEY VEIKASTU HARÐAST RAKT Løgtingskvinnan hjá Javnaðarflokkinum segði, at tað vórðu serliga kvinn- urnar og tey veikastu, sum fóru at kenna svidan av broytingunum. Broytingarnar raka hart einsamallar uppihaldarar eins og låginntøkurnar, har bæði maður og kona eru noydd at vera í lønandi vinnu, fyri at fåa endarnar at røkka saman. Tey, sum arbeiða úti verða revsad, men hetta er kanska eisini meiningin, helt Marita Petersen fyri. Hon vísti á, at fer tað at eydnast landsstýrinum at noyða ein stórsan part av teim utarbeidandi ul hús, verða tey ikki longur skrásett sum arbeiðsleys, og har- aftrat minkar tørvurin á barnaansingarplássum, segði Marita Petersen sum vísti á, at tað verða serliga kvinnurnar, sum fara at kenna svidan. -Men broytingarnar í barnastyrkinum eru ikki einasta ábendingin um hvønn veruliga politikk hetta landsstýrið fremur. Skerjingarnar innan heil- suverkið bera á sama borðið. Aftur her verða tey veikastu harðast rakt: Kvinnurnar, børnini og tey gomlu, segði Marita Pet- ersen. MYRKURSINS GERNINGUR Umboð úr hinum báðum andstøduflokkunum søgdu eisini sina hugsan um barnastyrkin. Torbjørn Poulsen úr Sjålvstyrisflokkinum fanst at arbeidsgongdini hjå landsstyrisflokkunum og helt, at landsstyrid hevdi ógvuliga lítla virðing fyri tinginum. Torbjørn Poul- sen helt, at uppskot landsstyrisins fór at hava stórar umsitingarligar tru- pulleikar vid sær. Niels Pauli Danielsen var landsstyrismadur i almannamålum, tå verandi barnastyrkur varð samtykt- ur. Hann fanst at landsstýrinum fyri at koma sníkjandi á nåttartid við einum tílíkum upp- skoti og kallaði tað myrkursins gerning. Hann helt tað vera løgid av Tjóðveldisflokkinum at taka undir við at skerja barnastyrkin, sum lands- stýrið nú skýtrur upp og minti á, at tá upprunaliga uppskotið um barnastyrkin kom fram, var Tjóð- veldisflokkurin við ul at gera tað 12 miljónir dýrari enn táverandi landsstýrið hevði ætlað. TÓKU IKKI ORÐIÐ Samgongutingmenn vóru óvanliga kvirrir undir viðgerðini av hesum máli. Eingin tók orðið, og eftir at umboðini fyri and- støduflokkarnir høvdu sagt sína hugsan, vórðu upp- skotini beind í nevnd. Vikið varð frá tíðar- freistini og tí bar til, at samtykkja skerjingarnar í barnastyrkinum hetta sama kvoldið. Men áðrenn uppskotini hjá landsstýrinum vóru samtykt, feldi tingid øll uppskotini viðvíkjandi barnastyrki frá andstødu- flokkunum. Kristiligi Fólkaflokkurin skeyt upp, at varðveita verandi skipan, men setur håinntøkumark á. Flokk- urin skeyt eisini upp, at áleggja landsstýrinum at gera uppskot um, at tey 40%-ini, sum landskassin rindar fyri børn á ansing- arstovni, ístaðin verða laun foreldrunum. Javnaðarflokkurin skeyt upp, at varðveita verandi lóg um barnastyrk men inntøkujavna hana, og í ødrum lagi at hækka upphæddirnar. Serliga fyri stakar uppihaldarar. TAKA FAKFELØGINI AV BOLI I sínum áliti til skerjingarnar av barna- styrkinum førdu Atli Dam og Torbjørn Poulsen m.a. fram, at tað mundi neyvan vera sakligar orsøkir til at hurla uppskouni igjøgnum uppá so stutta tíð. Heldur er talan um politiskar orsøkir, eitt nú, at onkur hevur brúk fyri knapp- holsblómu at gera sær dælt við fyri tjóðveldisfloksins rokning. Teir báðir andstøduiing- menninir halda eisini eina av orsøkunum vera tey fråbodadu tiltøkini hjá fakfeløgunum, og ti vil landsstýrið á henda hátt taka fakfeløgini av bóli. tór.-