Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-01-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 — 4. januar 1990 #25) s0sialurin | RIDER Sida 13 Løgmadurinyggjårsrødu síni: Gott at vit ikki fingu stjornar- kreppu og nýval — A politiska himmalinum heima á landi hava skýggini verið myrk seinastu dagarnar, men tíbetur er sólin komin fram aftur. Hóast trupulleikar, eydnaðist tað at fáa fíggjarlógina fyri 1990 samtykta, segði jogvan Sundstein, løgmadur m.a. i n ýggjárs- síni og legði aftrat, & at øll fegnast um, at vit ikki fingu stjornarkreppu og kanska nýval, eitt, ið landið ikki hevur råd til Vit prenta part av roðu logmans: Búskapur hevur verið eitt hevuðsmál í 1989. Bæði hjá einstaklingi, hjá virkj- um og hjá samfelagnum. Tíverri vóru metingar nar um búskaparsteðuna seinasta árslok ikki rættar. Tá var gjalds- javnahallið hildið at vera 660 mió. kr. í 1988; men í staðin vísir tað seg nú eft- ir nágreiniliga uppgerð, at við gjaldsjavnahallið var 1.560 mió. kr. Harum- framt var eitt kurstap uppá 210 mió. kr. Netto uttanlandsskuld- in 31. desember 1988 var við seinasta árslok mett til 4.570 mió. kr. Nú vísir tað seg, at hon var 7.710 mió. kr. Tað er tí ikki legið, at fyrsta og fremsta upp- gávan hjá landsstýrinum hevur verið at minkað um gjaldsjavnahallið. Telini hjá Hagdeildini fyri 1989 eru sjálvandi fyribils og í summum førum metingar — árið endar ikki fyrrenn i dag — og skulu tí takast við ávísum fyrivarni. Men tær hagtalsupplýs- ingar fyri 1989, vit í dag hava fingið, vísa, at árið hevur roynst hampuliga væl, og at búskaparliga gongdin er betrað. Útflutningur = Føroya, skip frároknað, er fyri 1989 uppgjerdur til 2.304 mió. kr. móti 2.065 mió. kr. í 1988. Her er sostatt talan um ein vekstur uppá 240 mió. kr. Innflutning- urin — framvegis skip frá- roknað — er uppgjørdur til 2.526 mió. kr. ella ein minking uppá 130 mió. kr. í mun til 1988. Útflutningur og inn- flutningur av skipum í 1989 var eins hegur, um- leið 160 mió. kr. Í 1988 vórðu skip innflutt fyri 155 mió. kr. meir enn út- flutt fyri. Samlaða handilsjavnahallið í 1989 er fyribils uppgjørt til 211 mió. kr. móti einum halli i 1988 uppá 876 mió. kr Her er sostatt talan um eina betran uppá einar 660 mió. kr Við í gjaldsjavnaupp- gerðini er umframt út flutning og innflutning av verum sum innteka eisini gjald frá danska ríkinum uml. 750 mió. kr. og onnur smærri gjøld. Hetta eru teir sokallaðu skrásettu postarnir. Uppgerð fyri teir skrásettu postarnar í 1989 vísir eitt yvirskot uppá 700 mió. kr., móti 80 kr. í 1988. T.v.s. einar 620 mió. kr. betri. Tær óskrásettu bóking- arnar eru tí avgerandi fyri, hvussu stórt gjalds- javnahallið verður í 1989. Hesi tel verða ikki tok fyrrenn um nakrar mánað- ir; men longu nú kann sig- ast, at gjaldsjavnahallið í 1989 verður í minsta lagi einar 6-700 mill. kr. minni enn í 1988. Samfelagslikviditeturin er ógvuliga tepur millum annað orsakað av stórum veðhaldsútleggum. Landsstýrið arbeiðir við tiltøkum at betra um hesi viðurskifti. Samlaðu lenarútgjald- ingarnar í samfelagnum hava í 1989 verið uml. 4,5 mia. kr. ella heldur meira enn í 1988. Nakað av hes- um, eini 3-4%, stava frá lønarhækkingum, men tøl- ini vísa, at fyri fastbúgv- andi fólkið hava lenar- inntekurnar verið á leið tær somu sum árið fyri. Útflutningsprísirnir hava yvirhevur verið hægri í 1989 enn í 1988. Vónir eru um, at teir fara at halda sær í 1990 og kanska hækka eitt sindur. Útflutningurin er mink- aður nakað í negd. Serliga er tað ídnaðarfiskur, slógv og fiskamjøl Heildarveidan var í 1989 umleid 292.000 tons móti umleið 362.000 tons- 1988. Minkingin uppá 70.000 tons serliga frá miseydnaðu lodnuveiðuni og frá heldur minni svartkjafti og hvít- ingsbróðuri. Toskaveiðan minkaði við umleið 7.000 tonsum. Fiskivinnusáttmálin við Noreg og Sovjet fyri 1989 var bert á helvtarsteði í mun til 1988; men tíbetur hevur fiskiskapurin eyst- anfyri eydnast væl í 1989, so úrtekan hjá teimum trolarunum hevur verið góð. Avtalurnar við Noreg og Sovjet fyri 1990 eru gjørdar og er steðið upp aftur væl lægri enn í 1989. Sjálvt um øll kvotan verður uppfiskað, verður úrtekan minni. Møgu- leikin fyri at royna eftir sterri upsakvotu kann tó beta eitt sindur um steð- una. Fiskivinnusáttmálin við EF fyri 1990 er eisini gjørdur, og er hann á nekulunda sama stødi sum tann fyri 1989. Tíverri eydnaðist ikki at fáa leiðina á Flemish Cap latna uppaftur í 1990. Vónir eru kortini um, at hetta kann lata seg gera í 1991. Tað hevur ikki eydnast at fáa nakra fiskivinnuav- talu við Grenland, og grønlendingar hava eisini boðað frá, at teir hava ikki áhuga at vera við at endurreisa Nordafar stød- ina, so henda ætlan verður helst slept. Vit vóna, at summar av veiðuskerjingunum — eitt nú tær í Barentshavinum — bert fara at vara eina tíð, og at TAC'ið aftur verður hækkað um fá ár. um í stavar Jógvan Sundstein, legmaður í nýggjársreðu síni: búskaparliga gongdin er betrað Men hóast trongar um- steður, so arbeiðir lands- stýrið miðvíst við ætlan- um um broytingar í øllum fiskivinnustrukturinum við høvudsdenti á veiði á Føroya økinum og at hetta tilfeingið verður góðskað; men eisini við at- liti til teir meguleikar, vit enn hava aðrastaðni, og at nýggir meguleikar verða troyttir. Hægri útflutnignsvirði fyri verur okkara væl hag- reiddar og góðskaðar úr reinasta havumhvervi eig- ur at vera ein málsetn- ingur, sum eigur at verða rokkin. Marknaðarviðurskifti okkara eru eisini í eini broytingartíð. Aftan á at EF fyri meiri enn einum ári síðani kravdi handils- avtaluna við Føroyar broytta, hava samreður verið partanna millum. Ætlan okkara er at fáa eina fríhandilsavtalu, sum eisini umfatar fisk og verur úr fiski, við Europe- iska Felagsskapin. Enn er hetta ikki avgreitt, serliga tí greitt svar ikki er komið frá EF kommissiónini. Men samráðingarnar halda fram, og miðað verð- ur ímóti einum úrsliti inn- an 1. apríl 1990, soleiðis at ein nýggj skipan kann verða sett í verk 1. juli 1990. Um vit fáa eina fríhand- ilsavtalu, sum kann nýt- ast, fer hon at fáa stóran týdning fyri okkara fiska- útflutning. Hinvegin fer hon eisini at fáa ávirkan á okkara heimaídnað. Hann fer tá at merkja kappingina meira og verður noyddur at taka við avbjóðingini og rationalisera. Feroyar skulu í fram- tíðini laga seg til eina tilveru i tí »Europeiska búskaparliga råminum«. Men tað er ikki bert í Vestureuropa, viðurskift- ini broytast. Í farna ári hava vit verið vitni til politiskar stórbroytingar í Eystureuropa. Kommun- istiskt stýrdu londini eru broytt næstan frá viku til viku og hava fingið nýggj- ar stjórnir og nýggjar stýrisskipanir. Tað hevur verið áhuga- vert at upplivað, hvussu sterkur frælsisneistin er í tjóðunum, hóast tær hava verið kúgaðar í mong, mong ár. Tað er gleðiligt at síggja fólkaræðið vinna framaftur í londum, sum vit kanska hildu vóru demokratiskt deyð. Men ikki allastaðni var líka lætt at vinna frælsi. 1989 royndist hampuliga væl og Tess harðari einaræðið hevði valdað, tess kostaði Vit menska meira frælsisbardagin. samgleðast við ru- fólkinum um afturvunna frælsið og vóna, at tað eydnast teim- um at fáa væl skipað viðurskifti skjótt: men vit hava samkenslu í stóru sorg teirra um tey mongu mannalív, sum fór- ust í stríðnum. Friður og frælsi er ikki altíð sjálvfylgja, soleiðis vit við hvert halda A politiska himmalinum heima á landi hava skýgg- ini verið myrk seinastu dagarnar; men tíbetur er sólin komin framaftur. Hóast trupulleikar, sum her ikki skal verða nomið eisini ein sum við, eydnaðist tað at fáa fíggjarlógina fyri 1990 samtykta. Eg haldi, at øll fegnast um, at vit ikki fingu stjórnarkreppu og kanska nýval eitt, ið landið ikki hevur ráð til AAA AAA AAA AAA AA AA AAA