hósdagur 4. januar 1990síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mr 1 — 4. januar 1990
tíðindablaðið
Ein seinkað jólaheilsan til
Sjóvinnubankan
Jólini eru farin, men eftir
jólini liggja fleiri minni,
eitt nú jólakortini. Nekur
jólakort fingu vit og sjálv-
ur náddi eg at skriva nek-
ur. Ein morgun fyri jól
kom so eitt jólakort — ikki
til mín, men til okkara
kæru dóttir. Kortið, hon
fekk, var frá Sjóvinnu-
bankanum — okkara
banki, og heilsanin ljóðaði
soleiðis:
»Ungdémsbankin ynsk-
ir tær og familju tini eini
gleðilig jól og eitt gott
nýggjár“.
Nú er tað so, at dóttur
okkara er so lítil enn, at
hon ikki rættiliga er farin
at senda jólaheilsanir.
Hesaferð fari eg tí at
hjálpa henni:
Góði Sjóvinnubankin —
okkara banki!
Eg takki tær fyri jóla-
heilsuna til mín og familju
mína. Eg eri altíð glad, tå
eg fái brev og helst, tá eg
fái brev frá onkrum, sum
eg eri góð við — onkrum,
sum ger nakað gott. Og tí
var eg ikki so glað fyri
tykkara jólakort í morg-
un. Eg havi fingið at vit-
að, at tit ikki eru so fittir
og góðir, sum tit royna at
fortelja okkum. Eg haldi,
at tit eiga at skamma
tykkum. Og nú skal eg
siga, hví eg haldi tað.
Tit gera alt millum
himmal og jerð fyri at fáa
fólk at seta pengar í tykk-
ara banka. Tit kalla tykk-
um >Ungdómsbankin-,
geva 1-2-3 konto til bern
og senda jólaheilsanir til
pinkubørn og størri børn.
Hetta vita øll fólk i Føroy-
um, tí tit fortelja teimum
tað. Eg haldi, at tá tit gera
soleiðis, tá áttu tit eisini
at fortalt ellum fólkum í
Feroyum, at tá konur,
sum arbeiða hjá tykkum,
fáa bern, tá sleppa tær
ikki at arbeiða longur í
Sjóvinnubankanum -
Ungdómsbankanum —
okkara banka. Um eingi
bern koma aftrat, so verða
eingi fólk til seinni um
nekur ár at seta pengar í
tykkara banka. Eg haldi,
at tit skuldu sagt um-
skylda við hasa mamm-
una, givið henni eina stóra
og góða jólagávu og givið
henni arbeiðið aftur. Tá
vóru tit: okkara banki.
Tit eru tveir menn, sum
eru stjórar í Sjóvinnu-
bankanum. Vita tit,
hvussu tað felist at verða
sagdur úr arbeiðinum?
Halda tit, at bernini hjá
tykkum hevdu verið glað,
um konurnar hjá tykkum
ikki sluppu at arbeiða
longur í Sjovinnubanka-
num, tí tær hevdu fett eitt
ella tvey bern? Halda tit,
at tykkara bern vildu bliv-
ið glað fyri jólakort frá
slíkum fólkum? Nei, eg
haldi, at tit skuldu
skammað tykkum.
Til endan fari eg hóast í
seinna lagi at ynskja øll-
um bernum og mammu og
pápa teirra eini gleðilig jól
og gott nýggjár.
Heilsan
Eg og pápi min
Hví skal alt
verða so danskt
í hesum landi?
Nú hevur verið so nógv
sagt og skrivað um alt
hetta danska, sum floymir
inn yvir land okkara t.d.
kann ein ikki gera eini er-
indi í Havn uttan ein má
tosa danskt, tað veri seg í
handils- ella skrivstovu-
erindum fyri ikki at tala
um á sjúkrahus!, men er
tað nú so legi? Teir flestu
handlarnir eru danskir so
sum ldé-húsið, Daisberg,
Jydsk Sengetøjslager o.a
og herfy ri lat ein Storur
handil upp sum skal selja
leikutoy, tað ikki
verið tað mest neyðuga í
hesum krepputíðum
Og so allar hesar stóru
matti
byggifyritøkurnar: Høj
gaard á Schultz, Hof-
mann & Sønner og hvat
nú alt hetta eitur sum skal
útkonkurrera teir fer-
oysku handverkararnar.
Eg má taka undir við
havnarmanninum, sum
segåi at i Havn var lat so
danskt, at havnarfólk fóru
skjótt at pissa á donskum.
Føroyskt sjónvarp
fingu vit við donskum til-
fari, sum dan:- sjálvir ikki
leggja í at hyggja at, tað
hevur so ofta verið sagt og
skrivað, hví ikki roynt
verður at fáa tilfar úr hin-
um norðurløndum eisini,
men einki hendir.
Og útvarpið, er tað stórt
mætari? Ein skuldi trú at
teir bert áttu danskar
plátur, har hoyrist lítið
annað enn Anne Linnet,
jodle Birge og Kim Lar-
sen, tåa ger næstan tað
sama hver ið leggur plátur
á. T.d. hoyrdi eg ein morg
un, ein dama ynskti sær at
hoyra tann norska sangin
»Piken i dalen«, men tað
kundi ikki
men at fåa hana å donsk
lata seg gera
um var einki i vegin fyri.
Hvat vard av teimum
góðu, gomlu norsku plåtu-
num, Frk. Johansen
jeg, Gamle Svarten, Í dag
har jeg brent mine kjær-
lighetsbrev og ødrum, hvi
hoyrist einki til tær long-
ur? Nu vard skrivad i
blødunum um vit ikki åttu
at nytt tey føroysku tal-
heitini aftur, svarið må
verða eitt avgjørt ja, tí
hverjum líkist tað, at vit
skulu telja á donskum ?
Og fólkanevnini, hví
skulu vit nýta donsk nevn
t.d. Hansen, Olsen, Peter-
sen 0.0., vit mugu fáa eina
foroyska navnalóggávu,
ongantíð ov skjótt.
Fyrr skrivaðu bleðini
re
og
lesarabrøv
um danisering, nú hoyrist
einki um tað longur, hóast
vit nú hava danisering
sum ongantíð áður. Ein
maður segði einaferð, at
vit feroyingar
fuldstændig som danske,
»føler os
tað eru góðar grundir fyri
at siga tað í dag
Við hesi gongd, sum nú
fólk bert at duga dan
urmálið verður
so aviagal
av øllum hesum út
lendska, at it skjótt einki
føroyskt mål eiga longur
Næstan allur ungdómur
okkara fer til Danmarkar
at fáa sær útbúgving (alt
gott um tað, men hví ikki
fara í onnur Norðurlond
eisini), so koma tey heinm-
aftur við einum donskum
máli og laga so tað før-
oyska málið eftir tí
danska, tey hava lært, tað
hava vit mong dømi um,
bæði í útvarpi, sjónvarpi
og blaðunum. Ein hoyrir
so javnan um rein donsk
orð, ið verða gjørd til før-
oyskt, t.d. opinbart, be-
hov, at koma galið avstað
ístaðin fyri, at koma illa
fyri, í forvegin, í staðin
fyri frammanundan. Ein
skrivaði í Dimmu herfyri
um ein sum hevði trakkad
í spinati, hvat tað so er
fyri nakað, foroyskt er tað
so í ongum føri. Eisini sá
eg okkurt blaðfólk skrin
um eitt sum var sett
A
rexlið
náttina yvir. Ég
natten over,
t fyri nåttina heyð
hetta væ
kunna krevja, at vit tosa
føroyskt i Føroyum
Vid tøkk fyri upptøkuna
Målvinur
|. Sjúkrahús
í Eysturoynni
Til Feroya Legting
Eg vil enn einaferð
minna á uppskot um at
byggja sjúkrahús Mill-
um Fjarða í Eystur-
oynni, tí tað hevur ikki
fingið ta sakligu við-
gerð, tað eigur.
Tað svar, eg havi
fingið higartil, vísandi
á bræv dagfest 26.
mars 1986, hetta er
tann dag, teir valdu
formann til ráðlegging-
arnevndina. Eg meini
ikki, man kann avgera
álvarsmál eftir bert
einum degi, tá nevndin
er átta mánaðir um at
velja formannin.
Annars vil eg vísa á
ell tey skjel, sum eru
komin inn um sjúkra-
hús Millum Fjarða í
Eysturoynni.
Heitt verður á Tingið
um at fylgja við í, hvat
fer fram viðv. sjúkra-
húsi í Eysturoynni, so
tað ikki bert verður
goymt í eini skuffu.
Virðingarmest
Viggo Holm,
Skála
Aftur á
trælanipustødi?
Gamla søgnin um Træla-
nipuna rennur mær i hug,
nú eg hoyri um ætlaðu
sparitiltekini innan heilsu-
verkið. Hesi tiltøk eru so
illa umhugsað, ábyrgdar-
leys, so púra burturvið, at
eg valla finni orð fyri tí
Eg haldi, at okkara po-
litikarar vita lítið og onki
um, hvat tað er fyri
ólukku, teir eru í ferð við
at gera mótvegis okkara
heilsuverki
At starvsfólk
uppsøgd er ein avleiding,
hvadani skulu tey fåa mat
i munnin og tak yvir
hevdið? Frá Almu? Tann
útbúgving og fakliga vit-
an, tey hvar skal
hon? Tveitast burtur?
Tey »eydnuriku« røktar-
starvsfólk, id ikki
uppsegd, skulu
verða
eiga,
verða
renna
skjótari, verður sagt, men
annað og
sjukrarøkt er g
meira enn eitt heitt hjarta,
ein keld hond og kvikar
fótur
Eg vær at ætlað
lara i ipa S
t I Stre ct hjá
På 1 + *
starvsftólkinum, at ey
ur heilsuverkinum
rottur 14
SOKK al
tu. Tað verður alt ov
hugstoytt at sjúk
síggja
fólk fáa verri rekt og við-
gerð enn tey eiga at fáa,
alt orsakað av meinings-
leysum sparingum.
Ikki verður tespiligt hjá
t.d. einari barnakonu úr
Suðuroy at skula norður
til Havnar við tyrlu, og
tað neyðars ófedda barn-
ið, hvussu verður tað fyri
Øll vita vit at ein væl-
eydnaður barnsburður
góðar umsteður
Væl fyrireikað foreldur,
trygt umhvervi, kanska
vakran tónleik, ja, enntá
føding undir vatni hava
vit hoyrt um, alt hetta og
krevur
meira afturat til barnsins
besta. Nú er ætlanin at vit
skulu geva barninum
óljóðið frá einari tyrlu og
gera mammuna bæði
bangna og ótrygga aftur-
at — sanniliga, ein vánalig
vøggugåva
Ein onnur avleiðing
verður, at um ein klaks-
víkingur fær t.d. eitt rusk
í eygað aftan á kl. 16, skal
hann við tyrlu til Havnar
á skaðastovuna, tí Klaks-
víkar sjúkrahús verður
stongt eftir vanliga ar-
beiðstíð
Ógjerligt verður at geva
eina nóg góða rekt um A 3
og E 3 á Landssjukrahusi-
num verða stongdar og øll
skulu stúgvast saman á
hinum deildunum
sum
sild í dós
Føroyingar hava altíð
verið skjótir at taka alt
upp eftir denum, uttan
MIN Í um í 11
mun til um tað er gott ella
ringt. T að, ið nú er við at
henda við heilsuverki okk
ið teir hava gjert: Abyrgd
arleys sparit tek, grun
að á turr hagtøl og ter
andi vitan. uttan umhugs
an og umsorgan Iyri tein
um sjúku
Hvert mansbarn í Fer
oyum veit, orsakað av
skeivum iløgum og ringari
umsiting eru vit noydd at
spara. Ikki skortar viljin
til at spara innan heilsu-
verkið heldur, men ikki á
tílíkan hátt
ætlanin.
Betri hevði verið við ein-
ari skilagóðari samskipan
av okkara heilsuverki við
tí fyri eyga at ell kunnu
varðveita ella fáa eina so
sum nu er
góða heilsu sum gjørligt
Sitandi landsstyri åtti at
sagt Føroya fólki frá,
Framhald å sidu 18