týsdagur 9. januar 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
tíðindablaðið
Politiskar
broytingar í 90
>
VID årsbyrjan er altid vant:gt at meta
Mu irl in USA
> DE | n HOL
í i dl
Í ut i á 1 HUF
SIE S cinul
ui I FI nvin
ngur llum jól og
| bera ali i 010, a
K óvæntað h tc Ká Sé
5
millum teir
SKOL Cr, al hlað for al bresta
bådar fyrrverandi erka
fíggindarnar í føroyskum polituikki,
sambandsflokkin og
tjóðveldisflokkin. At hesir báðir
flokkar so knappliga løgdu åstir
saman í fjør, mundi vera av einari
orsøk aleina, nevniliga henni at halda
javnaðarflokkin uttanfyri alla ávirkan.
NÚ spyr onkur, hví vit halda, at tað
fer at slitna millum samband og
tjóðveldi í ár! Jú orsøkin er fyrst og
fremst tann, at tað ongantíð hevur
verið ætlanin hjá leiðara
sambandsfloksins at stjórna landinum
saman við tjóðveldisflokkinum alt
valskeiðið. Fremsta mál
sambandshøvdingans var at fáa
tjóðveldið í sitt lokkanet vid at sleppa
øllum sínum tjóðskaparmálum - fyri
so seinni at tvinga flokkin út aftur í
myrkri.
FORMAÐUR sambandsfloksins
hevur spælt hund við so nógvar
politiskar andstødumenn gjøgnum
árini, at eisini hetta áttu
tjóðveldismenn at vitað og lært av.
Men hatur: til javnaðarflokkin var so
stórt, at teir gloymdu lokabrøgd Paula
Ellefsens.
TAÐ manglaði líuð i samgongusliti
fyri nýggjár. Sambandið legði tjóð-
veldismonnum eina við, at hildu teir
seg ikki til tað, sum teir høvdu
skrivað undir í samgonguskjalinum,
so var eingin samgonga meira.
Tjóðveldið í sínum lag vildi ikki vera
við longur, um flokkurin ikki fekk
vissu fyri, at ftøkilig tiltók verða
framd í fiskivinnuni -
Hesin samanbresturin endadi vid, at
sambandið gav seg eitt líuið sindur,
meðan tjóðveldið mátti eta tað mesta í
seg aftur. Tjóðveldismenn løgdu so
sum treyt fyri víðari samarbeiði, at
broytingarnar í fiskivinnuni skulu
vera klárar innan 9. februar.
SLEPPUR Pauli Ellefsen at ráða, sum
hann hevur gjørt tað í sambands-
flokkinum higartil, tvs. so gott sum
einsamallur, so fer hann aftur at spæla
hund við tjóðveldismenn. Hann fer at
siga sum so, at tjóðveldismenn kunnu
fáa hesa broyting og ikki hesa osfr.
"Take it or leave it"
niðurlagið.
verður
tað, sum plagar
at verða nevnt strukturbroytingar.
1
Feir kristiligu aftur i i Tinganes i 1990?
TA verða tjóðveldismenn so noyddir
til at kvitta vid sambandið og fara úr
samgonguni, tí teir kunnu ikki
framhaldandi útseta ultimativu krøv
síni ul sambandið.
OG hetta ér åjust tað, sum
sambandsformadurin ynskir. Nú
heldur onkur, at nýval verður úrslitið.
Men nei, sambandsformaðurin fer nú
beina leið ul teir kristiligu og bjóðar
teimum sessin hjá tjóðveldinum.
Fólkaflokkurin, sum bara hevur
einans ynski, nevniliga at varðveita
løgmanssessin og "valdið", fer ikki at
muta ímóti. Hann bara hyggur at og
ger eftir boðum Paulasar.
TEIR kristiligu fara í fyrstu atløgu at
spæla fornermaðir, ti Jógvan
Sundsstein breyt brúðarlyftið teir
løgdu saman eftir síðsta val. Men teir
vilja heldur enn gjarna út aftur í
Tinganes, tí einki er so ræðuligt, sum
ikki at vera frammi í ljósinum. Vit
minnast, hvussu væl Tordi dámdi
sessin í Tinganesi, at hann nærum
mátti berast út, tå nýggj samgonga
hevði sitid í góðan mánað.
ONKUR vil vera við, at tað var um at
vera fast millum Paula og Tord, tá
tjóðveldið ikki vildi makka rætt fyri
nýggjár. Samráðingar vóru millum
hesar báðar flokkar, men tað frættist í
krókunum á gamla apoteki, at Tordur
ikki tók av, tå avtornaði. Og sjálvandi
gjørdi hann ikki tað. Tí hvat skuldi
Tordur gjørt sum framtíðar politikari
valdur í Suðurstreymi, um hann vendi
Landssjúkrahúsinum baki! Tordur
hugsaði ti fyrst um veljarar sínar, og
lat í fyrstu atløgu hinar flokkarnar
samtykkja fíggjarlógina, sum eitt nú
innihelt órímuligar sparingar á
sjúkrahúsgkinum, sum jú sigst vera
hjartamálið hjá Tordi.
Poliuskur taktikkur kann hetta kallast,
bæði frá sambandssíðu og frá
Tordur'sa síðu. Tordur man hava
hugsað sum so, at lat bara hinar taka
ábyrgdina av fíggjarlógini og so kann
slitna seinni. Tá seta vit kristiligu sum
ófrávíkiligt krav at koma upp í eina
reint borgarliga samgongu, at
skerjingarnar á sjúkrahúsgkinum
verða ikki framdar eftir einum ári,
men at ein langtíðarætlan verður
gjørd, soleiðis at skerjingarnar verða
gjørdar yvir longri áramál og tí ikki
raka so hart.
HVAT fara so fólkaflokkur og
samband at siga ul hetta krav frá
teimum kristiligu! Jú teir fara at vera
himmalfegnir, tí teir eru gott greiðir
yvir, at samtyktu skerjingarnar eru so
burturvið, at tær rætt og slætt lata seg
ikki praktisera eftir einum ári. Men
tað ber ikki til hjá teimum, sum jú
hava samtykt hesar skerjingar, at
Skula trekkja í land. Tí kemur tað sum
ein kærkomin gáva, at teir kristiligu
nú fara at seta sum krav fyri at fara
uppí eina samgongu - og harvið forða
einum nývali - at skerjingin í
sjúkrahúsverkinum skal broytast.
Tvs. at báðir partar hava fingið alt sítt
uppá tað turra: Sambandið er sloppið
av við tjóðveldið, teir kristiligu sleppa
inn aftur í hitan og bjarga "umdømi
"sínum í sjúkrahússektorinum serliga,
og fólkaflokkurin ikki at gloyma,
hann hevur fingið eitt sítt størsta
ynski uppfylt, nevniliga ta reint
borgarligu samgongu, sum hann vísti
á longu valkvøldid, men sum Pauli
Ellefsen alla tíðina hevur forðað. Og
so skulu vit heldur ikki gloyma, at tað
hevur eydnast Paula Ellefsen at
spæla teir báðar stóru andstødu-
flokkarnar, javnaðarflokkin og
tjóðveldisflokkin upp ímóti hvørjum
ødrum við at fyrigykla tjóðveldinum
at teir í heila takið fóru at fáa nakað
burtur úr við at kvetta við
javnaðarflokkin og velja sambandið
ístaðin. Roknistykkið hjá Paula
gongur upp.
HVAT so spyrja fólk! Jú sum ikki
einaferð er tað aftur formaður sam-
bandsfloksins, sum dregur tað longsta
stráið. Tað verða hann og flokkur
hansara, sum fáa flestar fyrimunir av
makaskiftinum í Tinganesi.
TEIR krístiligu fáa ein
landsstýrissess, og so er ein eftir til
samband ella fólkaflokk. Um henda
verður eingin telving, sambandið rætt
og slætt krevur henda, tí fólka-
flokkurin hevur jú framvegis
løgmann. So antin má fólkaflokkurin
avgeva løgmansessin ul sambandið
ella lata sær lynda, at sambandið fær
sín triðja landsstýrismann. Og hetta
skulu tit vita dámar Íormanni
sambandsfloksins. Tí nú kann hann
rættiliga byrja at reka valstríð. Við at
eta SIN UtÓja landsstyrismann
ar sambandið at
aldan aftur á ting í
Aftur ein partur
av taktiska spæli Fllofsyns Og sæð
ødudyrging kanska ikki so
royna at faa man
hesum valdóminur
út frá atk:
býtt heldur
NU fer lesarin kanska at spyrja: men
hvat við upprunaliga krav! Paula
Ellefsens um ikki at fara upp í eina
borgarliga samgongu, har Oli Breck-
mann, Jógvan við Keldu ella Svend
Aage Ellefsen eru 17. maður! Til tað
er ai siga, at nú hevur sambandið
fingið so nógv burtur úr reint
politiskt, at hesum kravi víkja teir frá.
Tað hevur nevnili ga € eydnast Paula
Ellefsen við sínum "at spæla hund
politikki" fyrst at fáa fólkaflokkin
niður við nakkanum og síðandi eisini
tjóðveldisflokkin.
HESIR báðir flokkar hava , tann eini
fyri at fáa løgmanssessin og hin fyri
at halda javnaðarflokkin uttanfyri,
fullkomiliga givið seg inn undir øll
tey krøv, sum Pauli Ellefsen hevur
sett teimum. So tað má sigast, at
formaður sambandsfloksins hevur
dugað sína leiklut ul fulnar.
OG sjálvandi er formaður
sambandsfloksins ikki so bangin fyri
17. manninum longur. Svend Aage
Ellefsen er longu kropin til krossin og
hevur slept kravi sínum um undir-
sjóvartunnil og Jógvan við Keldu er
so snópin av teimum mongu
avdúkingunum av ábyrgdarleysa
politikki hansara í Klaksvík, at teir
báðir fara ikki at vera nøkur forðing.
Og hvat vidvikur Ola Breckmann, so
hevur farna hálva árið víst, at hann
kann lata vera at leggja eftir sínum
samgongumonnum. Og tá blaðið so
kemur úr aftur einaferð, tá hevur
stavnamaðurin jú fingið sítt
høvudsynski uppfylt, nevniliga eina
reint borgarliga samgongu, og kann
hann tískil blaka óhumskuna eftir
javnaðar- og tjóðveldisfólki, ið eisini
er tað honum hóvar best. At so teir
kristiligu eru slopnir uppí part aftur
kann stavnamaðurin so bert gleðast
um, so fegin hann hevur verið um
teir.
TAÐ verður tískil meira og meira
eyðsýnligt, at brikkarnir hjá Paula
Ellefsen eru við at koma uppá pláss.
Hann hevur við sínum taktiska spæli
at enda megnað at umgyrða seg við
teimum beru jasigarum. So væl hevur
hann telvað, at tað fer einki at vera til
hindurs fyri at reka reinan sam-
bandspolitikk restina av valskeið-
num. Tillukku Pauli.
jamúi
gdarblaðstjór: Jan Miller Blaðfóik Høgni Djurhuas | Utgeva Pit Sosiakurin Bústaður Argjavegur 26 } Postadressa: Postsmega 76 — |
takss Kristjan Dahl Randi Jacobsen | Uppseting P/f Sosialurin Argir Í 110 Tórshavn Í
yndar: Kelmar Lindenskov Tórfinn Smith Í Prent P'f Pressan 1981 | Telefor 11820 Feiefax 14720 |
1
Í
——— mer pe pe
}
pos ÐURANASSAAGAA SU
ti
ST
AE Son
ge TS