Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-01-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tiðindablaðið Heimahjálpin meint rakt av sparingini ndi við grein ndur í Sosialinum levg in ( januar, við „Hein sama« wa kki tann fari eg at loyva mær at koma við eini viðmerking Fyrst og fremst má ásann- ast at heimahjálp verður ikki so góð at fáa í fram tíðini, tí samstundis sum peningaupphæddin verð- ur niðurskorin, so verða fleiri = menniskju, sum koma at terva heimahjálp og heimasjúkrasystur, tí torferari verður at sleppa inn á sjúkrahús, og har- næst ein partur, sum verð- ur útskrivaður, áðrenn tey eru fer fyri at vera einsa- moll At sparitiltøkini raka dyggast tey sjúku gomlu og tey veiku er eingin í iva um. Hugsanin mín við hesi viðmerking var at heita á eftirlitskvinnurnar Í Heimahjálparskipanini, um at hava hesa grein í tonkunum, tá ið tær koma saman at tala um tilrætta- legging av heimahjálpini. Sonja á Argjaboga og Brynhild Danielsen fáa eitt avrit av hesi grein. I Fuglafirði hava vit havt eina skipan, har kommunan, partar av ári- num, hevur latið eini hús til eitt umlættingarheim, har fólk, sum annars terva TI SØLU 1/2 PRIS STATIVER MED BOXE + Tøj stativer og glas-disker kasseapparater P/f Hjå HELLE J. Paturssonargøta 18 Tlf. 175 47 um sparinga uglafirði m.a heimahjálp ella heima- sjúkrasystur, kunnu verða eina tíð. Pláss er til 5-6 fólk, sum kunnu gista, og annars hevur eisini ver- ið hevi hjá onkrum bert at vera um dagin, um tey ynskja tað. Sonja á Argja- boga — Brynhild Daniel- sen, leiðari fyri heilsu- systra- og heimasjúkra- systrarnar í Fuglafirði, og heimahjálpirnar her kenna tiltakið. At fleiri kunnu fáa heimahjálp á einum stað sigur sólarklárt, at pen- ingur og orka eru at spara. Lat beinan vegin siga, at hetta ikki loysir allar trupulleikar, men at meg vit áttu at roynt í felag, allir partar, at skipa so fyri, við tí peningi, sum verður ásettur til enda- málið, at so nógv sum meguligt kundu fingið hjálp Tiltakið Fuglafirði hevur virkað væl og vón- andi kann tað gerast enn betri í framtíðini. Eg haldi tað kundi verið vert at tik- ið henda tankan til um- hugsunnar á einum tílík- um fundi, sum eftirlits- kvinnurnar hjá heima- hjálpini fara at hava um tvær vikur. Leggjast skal afturat, at upprunin til m } stør ø I } ? på 10 æt r verða framdar á sjukra- Andrea Lervig: — So leingi menn dominera í politikki, verður eingin ítekiligur heilsupolitikkur til. umlættingarskipanina í Fuglafirði er komin frá heimahjálpunum bygdini. Eitt er givið, enn sum áður taka kvinnurnar sær av bernunum, gomlum, sjúkum og veikum ann- ars. Løntar ella ikki, kann vera líkamikið, tær hava ábyrgdina av rekt og ans- ing, og tí er neyðugt at heilsusystrar, sjúkrasyst- rar — heimasjúkrasystrar, heimahjálpin og tær, sum ansað sínum egnu, leggja her í heilsupolitikkin í Føroy- um til rættis So leingi menn domi- nera í politikki, verður eingin itøkiligur heilsu politikkur til. Ti av góðum grundum hava teir ikki fortreytirnar fyri at kenna og skilja, hvat skal til. Andrea Lervig | | | | Nr. 5 — 13. januar 1990 Steingið ikki barna- deildina í vikuskiftinum ! x Starvsfólkini á barnadeildini á Landssiúkrahúsinum fundast um ætlaðu sparingarnar Barnadeildin á Lands- sjúkrahúsinum er ein- asta av sínum slag í landinum. At ansa sjúk- um bernum verður mett sum ein sergrein bæði innan læknavisind og sjúkrarekt í ollum teim- um framkomnu londu- num rundan um okkum, m.a. tí at sjúkugongdin hjá børnum er heilt eðr- vísi enn hjá vaksnum. Nú er so frammi at steingja barnadeildina fleiri dagar um vikuna te. frá fríggjadegi seinnapart til mána- morgun. Hetta skal so spara Landssjúkrahúsi- num 1,3 mill. kr. um ár- ið. Vit starvsfólk á barna- deildini bera stórliga ótta fyri hesi ætlan, tí hon fer at ganga út yvir tey sjúku bernini. Vit heita tí á politikarar og avvarðandi myndugleik- ar um ikki at gera eina tí- líka ætlan til veruleika. Hóast tað verður mið- að ímóti at geva bernu- num so góða og skjóta røkt og viðgerð, at tey kunnu koma heimaftur skjótast til ber, so eru tað altíð fleiri sjúk born, sum mugu vera á deild- ini um vikuskifti. Barnadeildin er burt- urav ætlað sjúkum bern- um og starvsfólkið har til at taka sær av hesum børnum. Ein av høvuds- uppgåvunum er at fåa børnini at kenna seg trygg og í góðum hond- um í tí nýggja umhvørv- inum, eitt sjúkra- tyri tey sum hús er Skulu nú sjúku børn brådliga flytast á deild við nýggjum fólkum, er vandi fyri, at tey koma at kenna seg ótrygg. Ein tílík flyting ávirkar tey nesi eina fremmanda nogv. Fyrst skulu tey venja seg til at vera å eini > barnadeild vid nýggjum fólkum og um- hvervi, og so skul tey á sjúkrahúsinum aftur venja seg til at vera á eini vaksna- mannadeild. Umhvervið og starvsfólkið her er ikki ætlað sjúkum bern- um. Og tá vit tosa um barnadeildina, so eru tað ikki bara barnasjúkling- arnir, tað snýr seg um. Í fleiri forum eru eisini for- eldur ella onnur vaksin saman vid børnunum á deildini. Tey skulu tá eisini flytast í vikuskifti- num saman við bernu- num. Verður tað pláss fyri teimum! Neyvan, tá hugsað verður um, at eisini hinar deildirnar koma at merkja sparing- arnar og fara tí at virka undir trengri korum. Øll, sum hava við børn at gera, vita, hvussu vid- kvom ein barnasål er — og ikki minst i nyggjum umhvørvi saman vid nyggjum folkum. Vit vita eisini, at børnini eru tad besta, vit eiga, og tad er skylda okkara at vísa teimum virðing og geva teimum tað besta, vit kunnu. Eisini tá tey eru í einum nýggjum umhvervi á sjúkrahúsi. Júst tí hava vit eina barnadeild, sum eigur at virka allar dagar brúk er fyri henni. Eisini í viku- skiftinum. Vit heita tí inniliga á okkara politikarar og av- varðandi einaferð myndugleikar enn at hugsa seg um, hvat tað eru fyri milliónir tit ætla at spara á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Skulu tit nú til at deild í vikuskiftinum merkir steingja hesa tað, at enn ein tænasta verður tikin frá tí frammanundan tyrispentu hart barnafamilj- uni. Tit eiga at spyrja tykkara samvitsku, um hetta er rímuligt at gera móti okkara børnum. Øll í landinum greið yvir. at vit eru eru noydd at spara. Eisini starvsfólkið á Lands- sjúkrahúsinum er á ein- um máli um, at peningur kann sparast, men tað er skeivt at koma við so drastiskum sparitiltok- um, at tað, sum ættarlið av góðum starvsfólkum hava bygt upp, nú við einum skal brótast niður aftur. Í fíggjarlógini stend- ur, at sparitiltekini á sjúkrahúsunum skulu skipast soleiðis, at tey sum minst meguligt ganga út yvir sjúklingin. Hesum taka vit fult und- ir við, men vilja her minna á, at tað nettup fer at ganga út yvir tey sjúku bernini, verður av- gjørt at steingja barna- deildina i vikuskiftinum. Tiskil halda vit ikki, at ein tilik ætlan er i tråd vid ta ording, sum er feld niður í fíggjarlógina. Vit fara eisini at minna á tær trongu og ótíðarhóskandi umsteð- ur, sum barnadeildin í dag virkar undir. Víðkan og nútímansgerð av deildini eru tí ein týð- andi partur av ætlaðu útbyggingini av Lands- sjúkrahúsinum. Nú minni peningur er settur av til hesa útbygging merkir tað uttan iva, at henda sera átrokandi út- bygging er útsett í óvissa tíð. Hesum verða bern og starvsfólk noydd at liva við so leingi, men skal sparingin nú eisini gera, at barnadeildin steingir í fleiri dagar, tá halda vit, at børnini og barnadeild- in eru tvífalt meint rakt. Og tað kann eingin av okkum liva við. Vónandi verður tað ikki so. Starvsfólkið á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum