Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-01-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 1990síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 5 — 13. januar 1990 Tey ungu meinast rakt - Skerja og niðurleggja útbúgvingar Verður til stóran skaða og afturgongd fyri okkara vinnuliv og samfelagsmenn- ingina. Innan fleiri útbúgvingar er vandi fyri at okkara ungu fara at fáa eina annan floks útbúgving, so meint raka skerjingarnar hjá samgonguni utbugving- arverkið, sigur javnaðarflokkurin í áliti sínum til figgjarlog. Fíggjarlógaruppskotið, sum landsstýrið legði fram í heyst, minkaði játt- anina til skúlaverkið við umleið 30 miljónum í mun til verandi fíggjarár. Javnadarflokkurin hev- ur víst á, at um arbeiðast skuldi innan fyri ásettu upphæddirnar, so fór at verða torført at fylgja galdandi lógum, viðtokum og legtingssamtyktum á hesum eki. Vandi var fyri vánaligum útbúgvingum, og færri meguleikum fyri bernini, tey ungu og eisini onnur. Nú hevur meirilutin í fíggjarnevndini = lækkað játtanina til grein 14 13,4 milj. afturat. Studentaskularnir = og HF-skeiðini fáa eftir upp- skotinum nakað minni játtað. Tað er torført at siga, hvenn beinleiðis týdning hesir niðurskurð- ir fara at fáa, men vandi er fyri eini generellari lækk- ing av útbúgvingarsteði- num. Men nakrar konti eru tó fyri munandi — ja, stórum skerjingum. Serliga er Feroya Maskinskúli hart raktur, við næstan 2 milj. í mun til roknskapin 1988. Tað eru ikki tvey ár, síð- ani skúlin fór undir hægstu útbúgving í landi- num. Og í summar varð byrjað at útbúgva el-in- stallatørar. Broytingin hjå figgjar- nevndini er heilt burtur- vid og vil hava vid sær, at onkrar av útbúgvingu- num mugu nidurleggjast. Ein annar stórur niður- skurður — 2 milj. — rakar játtanina til útgerð til tekniskar og handilsskúl- ar. Hetta fer at viðfera, at handverkarar og teknikar- ar fara at fáa eina annan floks útbúgving. Niðurskurðurin til tekn- iskar og handilsskúlar er so mikið stórur, at hetta fer at hava við sær, at handverkarar og teknikar- ar fara at fáa eina annan floks útbúgving Skerjingarnar á hesum báðum ekjum fara at verða til stóran skaða og afturgongd fyri okkara vinnulív og samfelags- menningina, og Javnaðar- flokkurin kann als ikki taka undir við hesum poli- tikki. Eisini handilsskúlin merkir sviðan. Eina miljón hevur meirilutin í figgjarnevndini = lækkað uppskotið. Hvenn týdn- ing fær hetta fyri nýggja handilsskúlan í Eystur- oynni, sum beint nú byrj- ar virksemi sítt? Vit kunnu ikki annað enn spyrja, hvat byggja vit hesar stóru glæsiligu skúl- arnar til, tá vit ikki hava ráð at gera nýtslu av teim- um? Grunnurin til útbúgv- ing er skotin upp at vera 40 milj. — hetta er 5 milj. minni enn í 1989. Javnaðarflokkurin held- ur tað vera skeivt at gera skerjingar har. Tey ungu undir útbúgving, munandi verri fyri. Nógv av teimum hava vunnið sær nekur oyru við síðuna av útbúgvingini, men nú, tá nógv minni arbeiði er, er væntandi, at tað verður truplari hjá teimum at fáa nekur oyru eyka. Tí rakar tað hart hjá teimum eisini at fáa lækkaða stuðuls- veiting. Elsini skal minn- ast á, at danir í blokkinum verða gjalda 25 milj. av grunni- num til útbúgving. Vilja tingmenn veruliga skulka føroyingum undan at rinda sín part her? Vit hildu annars, at blokk- stuðulskipanin skuldi loysa okkum úr heftum, har danir forðaðu útbygg- ingum. At hon skuldi nýt- ast til at hækka danska partin á ymsum økjum, vardi okkum ikki. Javnaðarflokkurin setir tí broytingaruppskot til hesa grein: Feroya Ma- skinskúli 7 mill. kr. meira, útgerð til tekniskar skúl- ar/handilsskúlar + 1 mill., grunnur til útbúgving + 5 mill. og ítróttar- og skúla- byggigrunnur + Uppskotið fall. 4 mill. Tit ringja tíf. 11820 — vit skriva