Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-01-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 16. januar 1990 Síða 5 Bjartskygni á Bókatingi Eru vit bjartskygd? Spurdi Gunnar Hoydal, sum var orðstýrari, tá orð- ið varð givið leyst á Bóka- tinginum fríggjadagin. Nidurstødan hjá honum, eftir at hann hevði hoyrt øll tey, sum løgdu fyri, var tann, at stødan hjá bókini i Føroyum er góð. Og hetta undraðist hann á. ikki ov Hann spurdi, um ikki varð id 0 i á Han kk ikk I O eini var. Uro ft % hl i kki itturdatdin nærkaðist o ik nØø S í in Hvar l SKERD ands K ul BOOK SLOTSI ØVvund ur folk leggja fyri, hvort eitt korter í part t Jóanes Nielsen tosaði um "at skriva fagurbók- mentir", Jóan Pauli Joen sen um "at skriva yrkis bókmentir", Elin Súsanna Jacobsen um "at týða til „Ingrið Sondum, Rógvi Thomsen og Turið 1ØrOVSKI S. Joensen svaradu trim- um spurningum: "eiga vit høvundar, ið duga at skriva?, eiga vit prentarar, ið duga at prenta?, pengar ul bókaútgávu og hvat so?", Jon Hestoy og Stig Rasmussen, prentsmiðju- eigarar, høvdu fingið evn- ið "vit duga tað, vit kunna, og kunna", Kári Árting tosaði um "at selja bókur", Malan Simonsen um at ummæla "at skriva um tað, hini skriva" og Marjun Patursson greiddi frå um "bókasgvnini og leiklut teirra". Sparingarhugurin hjá samgonguni rakar eisini bókaútgávuna. Til dømis fær Bókadeildin hjá Før- oya Lærarafelag, sum í 1989 gav út 57 barnabøk- ur, 300.000 kr. minni úr landskassanum í ár. Játt- anin er 1,2 mill. kr. Í fjør var hon 1,5 mill. kr. Ingrið Sondum, sum er leiðari á Bókadeildini, greiddi frá virkseminum hjá hesum størsta forlagn- um í landinum. Umframt tær 57 bøkurnar gav Bóka- deildin út tíggju Barnablød í 1989. Sølan í fjør var 1,1 mill. kr. Forlagið rindaði 61 fólkum til- samans 700.000 kr. í samsýningum fyri at tekna, skriva, lesa rætt- lestur ella annað. Bara tríggjar uppruna- bøkur komu í fjør. - Bókahandlarnir vilja hava stórri vinning. Bókasavnslógin skal endurskoðast, áðrenn hon er farin at virka. Bókbindaravirki ikki kappingarfór og nógv dýrari enn donsk. Stórsta forlagið 20% skert á fíggjarlógini. Békasøvnini í Havn frætta næstan dagliga um trotið á båkasøvnum úti á bygd. Bókabilurin er væl umtóktur í teimum bygdum, hann vitjar. Fleiri føroyskar bøkur verða læntar enn danskar. Nýggja bókasavnslógin, sum ikki enn er farin at virka, áleggur kommununum at hava bókasavn. - Vit hava ov lítið á føroyskum, sum er nóg gott at geva út. Men tað er eisini gott fyri okkum at vita, hvat hendir uttan fyri eingjargarðarnar, segði Ingrid Sondum. OV DYRT Ingrid Sondum nevndi eisini prentingina. Mynda- bøkurnar, Bókadeildin gev- ur út, eru prentaðar saman við somu bókum á ødrum málum, tí hetta er bíligari. Tekstbøkur eru eisini ov dýrar at prenta í Føroyum. Ofta er prentingin vánalig og bøkurnar verða ikki lidnar ásettu tíðina. - Vit hava tosað við formannin í Prentsmiðju- eigarafelagnum um betri úrslit og síðani eru hend framstig. Vit vilja helst prenta alt her heima. Men forløgini mugu seta prent- smiðjunum krøv, skal ikki alt prentarbeidid fara av landinum. PENGARNIR Pengar vóru eitt afturvend- andi orð á Bókatinginum, júst sum á ødrum tingum. Leiðarin á Skúlabóka- grunninum, Rógvi Thom- sen, læt íkki so illa at jåttanini á fíggjarlógini 1990. Hon er tann sama sum í 1989. Landsstýrið hevði annars lækkað hana til 4,1 mill. kr., men figgjarnevndin hækkadi hana aftur i 4,9 mill. kr. Tað skiltist á Jóanesi Nielsen, at føroyskir høv- undar skriva bara stutt- sýgur og yrkingar, tí tað er ov dýrt at skriva skald- søgur. Sjálvur ætlaði hann at royna fyri nøkrum árum síðani, tá hann arvaði 100.000 kr. Turið S. Joensen, for- kvinna í Rithgvundafel- agnum, mælti til at geva høvundum løn í eina tíð fyri at skriva bøkur. Fram kom, at føroyskar bøkur eru biligari enn danskar, ti okkara høvund- ar onki fåa fyri at skriva tær. BOKAHANDILIN STØRRI PART Men tad er heldur ikki nakað gullnám at selja bøkur, skiltist á Kára Ar- ting, bókahandlara. Hann upplýsu, at bókahandlarnir ætla at fáa hækkaðan sín part fyri at selja føroyskar bøkur. Hann er 25% av utsøluprisinum. Fyri danskar bøkur fáa teir 40%. Og hann visti eisini at siga, at Prísráðið ikki heldur hetta ynskið, at hækka vinningin, er órím- iligt. Kári Árting segði, at føroyskar bøkur selja betur og betur og bókasglan yvirhøvur er vaksin, eisini síðani sjónvarpið kom. Hann eftirlýsti ein virknan marknaðarpolitikk hjá for- løgunum. Lýsingar hava stóran tydning og ikki minni góðar permur. INNBINDINGIN Føroysku prentsmiðjurnar hava lítla maskinorku og tá allar bøkur skulu prent- ast einar seks vikur um heystið, er ikki lætt at halda tíðina, segði Jon Hestoy. Hann segði, at hansara virki leggur dent á heildarloysnir. Prísur og tíð skulu halda. Hann helt, vit kunnu góðtaka 5-6% prísmun samanborið við onnur lond. Pappír er toll- frítt, men á øðrum ulfari til bókaprent er 6% tollur. Jon Hestoy tók bók- bindingina upp á mál. - Vit eiga ikki kapping- arfør bókbindaravirki. Tað kostar tvær-triggjar ferðir so nógv at binda inn eina bók í Føroyum sum i Danmark. Her má og skal okkurt henda. Føroysku prent- smiðjurnar áttu kanska at stovna eitt lutafelag at standa fyri bókbinding. Jon Hestoy nevndi sum dómi, at bók, sum kostar 3,25 kr. at binda inn í Danmark, kostar 11,75 kr. í Føroyum. Stig Rasmussen góð- tók ikki atfinningarnar móti føroysku prentsmiðj- unum. Hann visti á millum annað, at ofta bíða prentsmiðjurnar leingi ett- ir rættlesuinum frå útgev- aranum. Tá hann so kem- ur, er hann ikki sért tor- skildur. Tá soleiðis er, CL ikki lætt at halda tidar- Íreisur ENDURSKOÐA Landsstýrið hevur boðað frå, at nýggja bókasavns- lógin, sum kom í fjør skal endurskoðast, hóast hon ikki enn er farin at virka Hetta upplýsu Marjun Patursson, bókavørður. Bókasevnini virka enn efur gomlu lógini og hetta gera Føroyar til eitt menn- ingarland á hesum eki uttan um okkum kommun hava bókasavn at nýggja lógin hevur hetta við. Men tað nyttar líuð, so leingi lógin ikki virkar. Hon helt, tað ber ikki ul at miðspjaða skúlaverkið, so leingi hókasavnsverkið ikki fylg- ir við. Marjun Patursson segði eisin!, at kapping er ikki millum bøkasøvn og bókahandlar. Tvørturímóti søvnini, at sølan veksur. Søvnini stimbra lesihugin ella -førleikan. ålagt num gera MÅLRØKT Vit skulu ikki hava antin týðingar ella upprunabøk - ur, men bæði, segði Elin S. Jacobsen, sum greiddi frá, hvussu hon týðir barnabøkur og sjónleikir. Hon segði, at ein góð týð- ing er partur í málmenn- ingini og -røktini og ti kann tað verjast, at vit týða bøkur úr málum, flestu føroyingar annars lesa. Malan Simonsen kundi ikki taka undir við sjón- armiðinum, at tað er so torført at fáa fólk at um- mæla bøkur. Hjá tíðar- ritinum Brá stendur ikki á at fáa ummælarar, segði hon. Jóan P. Joensen segði frá tvistøduni, hann var í sum høvundur. Hann helt, at øll, sum skriva bøkur, eru maniodepressiv á ein hátt. Vidhvørt er alt svart vónloysi, vidhvørt ræður bjartskygni. Hann greiddi frá, hvussu hann eina tíð rann undan fólki, sum vildi tosa við seg um sluppir og slupptíðina. Ongin yvirlýsing varð gjørd á Bókatinginum, sum var alment. hd