týsdagur 16. januar 1990síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Sjónvarpið bar hoskvøldid
„Degi og iku« tey
»oreingiligu« tíðindi, at
við teirri játtan, sum ting
ið hevði samtykt til tiski-
vinnuna slepst ikki undan
munandi prislækking á rá
fiski nú 1. februar.
Hetta er tó ikki so, og
skal undirritaði vísa á, at
tað hinvegin er væl møgu-
ligt at halda prísirnar. Og
skal her verða greitt nærri
frá hesum.
Játtanin til >minstulen
og annan stuðul til fiski-
vinnuna« fyri 1990 er 434
mill. kr. Og hevur figgjar-
nevndin saman við lands-
stýrinum gjert fylgjandi
býti av hesum upphædd-
um:
Prisiskoyti og studningur
305 mill. kr.
Minstaløn og minstafor-
vinningur 50 mill. kr.
Umsiting 6 mill. kr
Serligur grunnur 25 mill.
kr.
At taka til 48 mill. kr
Hetta merkir, at eftir
frádrátt av umsiting,
t.v.s. rakstur av lenjavn-
ingargrunninum, eru 428
mill. eftir
Síðan er mett at 50 mill.
fara til minstulen og
minstaforvinning. Hetta
talið er munandi yvirmett,
sjálvt um tað eisini umfat-
ar aðrar útreiðslur sum
t.d. frítiðarlen av minstu-
len og studningi. Nýtslan
var í 1989 um. 35 mill., og
er lítið. sum bendir á, at
tað kemur at vaksa nakað
av týdningi.
Verða hesar 35 mill.
trektar frá verða 393 mill.
eftir. Síðan er tað studn-
ingsnevndin, sum skal
hava sítt. Her saman við
ráfiskagrunninum spælir
inn metta veiðan í 1990.
Sum tað ljóðar roknar
samgongan við 105.000 t.
til flakavirkini í 1990, sum
er ein lækking uppá uml
2.000 t. Við teimum fyri-
liggjandi telum grundar-
lag og verandi upphæddir
ásettar av studnings-
nevndini, er ársnýtslan
mett til 155 mill. kr., men
helst lægri, um
landsstýrið ásetur at bert
vinnuligur fiskimenn
skulu hava studning.
Men tá verður alt annað
verður
óbroytt 238 mill. kr. eftir
til ráfiskagrunnin og >ser-
ligan grunn«
Hvussu verður við
ráfiskagrunninum?
Utreiðslurnar her eru van-
liga sera truplar at meta
um. Avgerandi har er ser-
liga veiðunegd, fiskaprísir
á marknaðinum og dollar-
kursur. Landsstýrið rokn-
ar við 105.000 t. og er
hetta eitt vet minni enn í
1989, og man hetta vist
vera rímiliga realistiskt.
Marknaðarprísirnir eru
í eini rímiligari tryggari
legu. Men tær broytingar,
sum væntast fara at bera
á rætta borðið. Vit hava
júst fingið eina ávísa
hækking í upsaprísunum,
og roknað verður við eini
hækking afturat.
Viðvíkjandi dollarkursi-
num eru fleiri metingar.
Onkur væntar eina ávísa
hækking av dollaranum
fyrst í árinum. Onkur ann-
ar væntar eina lítla hækk-
ing fyrst í árinum, meðan
henda lækking verður
uppvigað av eini tilsvar-
andi hækking seinnapart-
in av 1990. So ein kann
loyva sær at rokna við
sama miðaldollara fyri
restina av 1990, sum vit
hava inni í dag, t.v.s. uml.
6,50.
Ut frå teimum fyritreyt-
um, sum eru nvndar her
og annars teimum sein-
astu fyritreytunum, sum
nevndin fyri ráfiska-
grunnin hevur fingið at
taka stødu út frá, verður
árskostnaðarætlanin uml.
215 mill. Afturat hesum
kemur agnstudningur,
sum í 1989 hevur verið
uml. 6 mill.
Nú eru 17 mill. eftir til
»serligan grunn«, sum er
ætladur at fåa 25 mill., so
nú resta vist 8 mill. i.
Men her skal verda havt
i huga:
1. Jåttanin frå 1989 var
ikki uppbrukt. Fyri 1989
var jåttanin 505 mill. kr.
og tær utreidslur, sum
undanfarin år eru tilrokn-
adar hesa jåttan hava ver-
ið uml. 492 mill.
2. Í 1989 vóru eisini 25
mill. kr. avsettar til >ser-
ligan grunn«, sum verður
nýttur til serligar upp-
gávur. Men játtanin var
ikki oll eftir tí undirritaði
hevur fingið upplýst.
Hvat skal so
gerast?
Tað einasta sum skal ger-
ast fyri at halda verandi
prísir, er fylgjandi:
1. Landsstýrið skal við
góðkenning frá fíggjar-
nevndini broyta sundur-
greiningina av játtanini til
fiskivinnuna, soleiðis at
»minstaløn og minstafor-
vinningur« verður sett til
eitt realistiskt tal. Sidan
skal »at taka til« kunna
nytast at halda avreiding-
arprisunum.
2. Avlopid frå 1989 skal å
sama hått flytast frå 1989
til 1990, og tad sama skal
gerast vid avlopinum frå
»serligum grunni«.
Verdur hetta gjørt, er
enntå rikilig jåttan, soleid-
is at nakað kann vera eftir
at standa ímóti við.
Í ollum hesum meting-
um er enntá ikki tikin
hædd fyri tí sum ætlast at
fáa burtur úr nógv um-
reddu strukturbroytingu-
num hjá landsstýrinum.
Tær kunnu ikki hava
nakra meining uttan so at
tær geva meira av sær til
fiskimenn og fiskivinnu.
Tað vil tí vera úr vón og
viti í dagar undan fram-
løguni av hesum broyting-
um at geva ráfiskagrunni-
num so tepra játtan, at
prísurin ikki kann hald-
ast, tá hetta als ikki er
neyðugt.
At hetta skal fara at
henda fáa fiskimenn og
teirra felag seg ikki at
trúgva!!!
Oli Jacobsen
V4-dráttur
nr. 826, tann 13. januar 1990
Tølini: 23 - 37 - 21 - 83 - 29 - 88 - 20 - 25 - 95 -
52-67-62-78-43-1-15
Vinningur: 21.245,-.
Vinnarar: Tveir — ein av Tveroyri og ein
ur Havn
Forritaraavloysari
Til E.D.V.-deild okkara søkja vit forrit-
araavloysara at byrja skjótast gjørligt.
Vit nýta DOS/VSE stýrikervið, CICS,
DL/I, PL/I og COBOL.
Løn sambært såttmåla millum Starvs-
mannafelagið og Tryggingarsambandið
Føroyar.
Skrivlig umsókn saman við avriti av
prógvum og viðmælum verður at senda
til:
Tryggingarsambandið Foroyar
Postbox 329
FR-110 Tórshavn
Nærri upplýsingar kunnu fást við at
ringja telefon 166 12 ella 145 90
Tryggingarsambandið Føroyar
Nr. 1
4. januar 1986
NN 7) Atlantstlog
| DANWUR
ICELANDAIR
SAF
Faroe Travel
Tlf 12600
HITI - VATN
SANITET
Ra 17693
st 87693