leygardagur 20. januar 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AG
, í
. . i
tíðindablaðið |
| = - mmm |
£ iavegi i så: 6
; Åbyrgdarbladstjori. Jan Múller Blaðfólk Høgni Djurhuus | Utgevari Pt Sosialurin } Bústaður Argjavegur 26 Postadressa ber - 7 |
Fyritaksstjóri- Kristjan Dahi Randi Jacobsen | Uppseting P/f Sosialusin Argir | 110 Tórshonn i
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov | Tórfinn Smith Prent: Pif Pressan 1981 | Telefon: 11820 Í Telefax 9720 |
meeen
| Ein vinna
|
|
Í dag er Norðurlandahúsið karmurin
um eitt aliting, sum fer at viðgera
fleiri av teimum mest átrokandi
spurningunum, sum føroyska ali-
vinnan hevur at dragast við í dag.
FYRILESTRAR vera hildnir um
framtíðarútliuni og figgjarstøduna hjá
hesi heldur nýggju vinnugreinini.
Eisini verður pallborðsfundur.
Millum luttakararnar = eru
alimålarådharrin og stjórin á Føroya
Fiskasølu.
TAD vilja altid vera ymsar meiningar
um, hvussu nógv kemur burtur úr
einum tlikum vinnutingi. Uttan mun
til úrslitið halda vit, at tað er gott at
vinnulívsfólk og onnur hittast at tosa
um eina so týðandi vinnugrein, sum
alingin er vorðin. Men helst skuldi
eisini okkurt gott komið burtur úr -
onkur ábending um, hvønn veg tað
ber - og onkur hugskot um, hvussu vit
koma best frá byrjanini av 90-unum.
NÚ vita vit, at:útslitið hjá eini slíkari
vinnu eisini er tengt at gongdini
rundan um okkum. Eftirspurningur og
útboð avgera fyr! ein stóran part
lagnuna hjá eini vinnugrein sum
fiskaalingini.
MEN við hesum er ikki alt sagt. Tað
er nevniliga eisini ógvuliga umráð-
andi, hvussu vit sjálvir húsast, hvussu
væl vit duga at ala fisk og virka hann
til útflutnings
UM hesi evni og tørvandi evni okkara
finnast fleiri meiningar. Tað er tey,
sum halda, at nú má alivinnan ikki
sleppast uuppá fjall. Vit eru í eini
uppbyggingarfasu, har tað eisini er
neyðugt við almennum StyQuli og
hjálp eitt nú hvat lagaligari fígging
viðvíkur. Hesum kunnu vit taka undir
við, tí tað er eisini ein almenn
uppgáva at vera við til at seta í gongd
og skapa monnum og kvinnum
umstødur fyri at byrja útflutnings-
skapandi ídnað her á landi. Men
spurningurin er bara í hvussu stóran
mun tað almenna framhaldandi skal
vera við til at stuðla og hjálpa hesi
vinnu!
OG tað er neyvan heldur nakar, sum
sigur, at tað almenna ikki hevur verið
inni í myndini, tá talan er um at
menna alivinnuna. Tað var nettup tað
almenna, sum setti skjøtil á við
roydnarstdini Fiskaaling, sum
framvegis hevur ein týðandi leiklut í
hesi vinnu.
NÚ verður so tosað um kreppu í
okkra høvudsvinnu, fiskivinnuni, men
eisini í alivinnuni verður tosað um
kreppu. Alarar hava ringt við at fáa
endarnar at røkka saman og er ein
orsøkin tann, at henda vinna virkar å
annan hátt enn aðrar vinnur tvs. at
neyðugt er við nógvum kapital: til
raksturin í eina rættiliga langa tíð,
áðrenn tú fær eitt oyra burtur úr.
NÚ má tó sigast, at nógvir av
alarunum hava virkað í fleiri år og eru
tí komnir í eina náttúrliga legu. Tó
vita vit, at tað eru farnar og fara
neyðugar útbyggingar fram av
alistødunum og hesar krevja eisini
kapital. Her er tað so ein spurningur,
hvat penignastovnarnir gera. Nú tað
almenna hevur sett so nógv til í
veðhaldum bæði til fiskivinnu og aðra
vinnu er tað ein spurningur, um ikki
okkara peningastovnar eiga at kenna
sína medábyrgd og hjálpa alarunum
uttan at skula krevja almenn veðhald
afturfyri.
EIN kann so eisini velja at siga, at
tað, sum ikki kann standa má falla.
Hetta er nakað, sum vit ikki minst við
almennari hjálp hava roynt at
fyribyrgt eitt nú í fiskivinnuni. Er
hetta so eisini nakað, ið vit skulu føra
víðari í alivinnuni kunnu vit spyrja!
Svarið eigur zt vera nei, men tó mugu
vittheldur ikki kappa á stokkinum. Vit
mugu finna fram til, hvussu vit á
besta og sunnasta hátt menna
alivinnuna. Vit mugu ansa eftir ikki at
gera hesa vinnu bundna av
almennum stuðuli, men tað má heldur
ikki vera so, at tað almenna vendir
vinnuni bakið. Her má vera ein
veksulvirkningur.
Besta prógvið um almenna leilklutin
er roydnarstødin Fiskaaling. Henda
stød hevur stóran tydning fyri
framtíðina hjá alivinnuni. Men eisini
á økjum sum eitt nú innan skúling av
fólki til hesa vinnu eigur tað almenna
at ganga undan. Og her er nýggi
fiskiidndarskulin í Vestmanna eitt
sera gott tiltak
EINGIN ivi er um, at alivinnan kann
vera gott ikast til samfelags-
husarhaldid. Her eru møguleikar vit
nåttåliga eiga at troyta. Umhvørvi
okkara er sum skræddaraseymad til
hesa vinnu. Ti må og skal hon
yvirliva. Tað liggur ti stór ábyrgd á
teimum monnum og kvinnum, sum
við stórum almennum stuðuli hava
fingið tillutað partar av okkara firðum
til at ala fisk í. Bera tey seg ikki rætt
at, so kemur hetta at kosta øllum
samfelagnum nógvan pening og hvat
verður tá til okkra eftirkomarar kunnu
vit spyrja. So tá tað almenna hev ur
gingið undan við at skapa alarum
góða og lagaliga fígging gj gnum teir
alemnnu lánigrunnarnar, so eiga
alarar at húsast rætt við hesum
pengum. Tað vil í síðsta enda siga, at
tað er skylda teirra at skaffa sær
neyðuga kunnleikan til at reka eina
vinnugrein á skilagóðum stødi. Eisini
alarar mugu til, at spara, men tað
nýtist ikki at merkja, at teir skula
spara seg eftir reyv. Teir mugu gevast
við at oyslla og bara keypa tað
dýrasta. Latið okkum hoyra meira um
hetta. Her kundi eitt aliting verið við
til at lyst vidurskifitni betrur. = jamu
Alt i fisk!
William Heinesen, arb-
eiðssteðgur á landssjúkra-
húsinum, troling á lan-
dleiðini, Nagorno Kara-
bach, - hetta mundu vera
høvudsevnini í farnu viku.
Lat tað vera sagt straks:
tíðindaflutningurin í út-
varpinum er út av lagi!
Fyri tað fyrsta eru alt ov
nógv tíðindi, sum eru full-
komuliga óviðkomandi og
uttan almennan áhuga.
Høvudsevnid sjålvt kann
hava cin åvisan åhuga, -
eitt nú at islendskir bátar
avreiða í Fuglafirði. Men
fyri almenningin er tað
fullkomuliga líka mikið,
um bátarnir eita hetta ella
hitt, um teir eru úr hesum
ella hinum íslendska bý-
num, og okkum nýtist ikki
at fáa at vita fýra ferðir, at
bert tekur eitt samdøgur at
sigla av fiskileið ul
Fuglafjarðar.
Eitt annað dømi: í gjár á
middegi fingu vit at vita,
at dart-felag er stovnað í
Kíaksvík. Alt í lagi. Men
pílarinsskot um vit ikki
eisini skuldu hava at vita -
ikki bert at vant hevur
verið eina tíð - nei, týsdag
og hósdag! Alvaratos! Og
meir: felagid skal hava
egið búmerki og kapping-
in verður skrivað út fyrsta
dagin. Máti skal vera við
at darta aftaná teimum,
sum av egnum áhuga
ringja eini tíðindi inn.
Vælsignaðir goymið hatta
til vikuskiftid, so Suni
kann fortelja okkum det-
aljurnar. Ein bilur hevdi
rent á á Vardagøtu, - hví
søgdu tit ikki, hvussu
vorðin hann var, hvat slag
og nummarplát....?
Í øðrum lagi, so er mang-
an wupuli at fata, hví åvis
tíðindi koma við, - hvat
problematikkurin er. Alt
er farid i fisk, letur til,
nógv i hvussu er, - tað er
skjótt ikki dagur, at teir
ikki hava tosað við okkurt
flakavirki Ld. Av sama
slag: so og so nógv út-
lendsk fiskiskip royna í
løtuni undir Førovum. Tað
er møguligt, at tað er
viðkomandi fyri meg, - eg
veit tað ikki, men eg fái
onga ábending um, hví eg
skal hava júst tað at vita.
Ikki nóg mikið við tí: ein
sovjetiskur svartkjaftatrol-
ari er her fái eg at vita. Og
hvat so? Og íkki nóg
mikið við tí: hann roynir
eystur av Munkagrunni-
num. Hví skal eg hava tað
at vita?
Alt hetta ber boð um, at
manningin hevur sera
trupult at prioritera tilfarið
og finna fram til problem-
atikkin í høvudsevninum.
Longu mánadagin visti
útvarpið at siga, at felagið
>Trolskip< hevði havt
fund um troling á land-
leiðini. Tyskvøldid visti
ÚF at siga frá, at MÚ var
iméu toling. Hví segði
tað ikki pling! ella okkurt
annað tá? Hetta er jú ein
gomul andsøgn í útróðrar-
heiminum og funnin fress-
ur. Men vit máttu bíða
heilt ul hóskveldið eftir
SvF, sum hevði hendan
vinkulin. ,
Sunnukvøldid fekk UF eitt
evni til gávus. Ein lýsing
frá Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag boðaði limun-
um frá arbeiðssteðgi or-
sakað av ósemju um til-
rættaleggingina av arbeið-
num. Hvat var í tíðind-
unum? Ikki meira enn tað
sama sum í lýsingini! Eg
fekk ikki at vita, hvat tað
snúði seg um.
Tyskvøldid: Óli Jacobsen
sigur,at fiskaprísirnir
kunnu saktans halda.
Kelda: grein í bløðunum.
Alt í lagi við tí. Men
útvarpið skal ikki endur-
geva, uttan at fáa meira
burturúr evninum, - tað
eigur at velja ein annan
vinkul. T.d.: útvarpið visti
sama dag, at Oli Jacobsen
hevdi verid å fundi hjå
fakfeløgunum sama dag,
og rymdi av fundinum
aftanå at hava fortalt arb-
eiðsfólki á landi, at tey eru
farin av stað við pengun-
um, sum fiskimenn av
røttum eiga. Var tað ikki
nakað, - at spurt Óla, um
hann ikki - við sínum fak-
felagspolitikki - hevur
verið við til at máað
grundarlagið undan gllum
lønsemi á sjónum sam-
stundis sum rívan av
pengum fer í lummar, sum
hvørki sita á fiskimanna-
ella arbeiðsmannaherðum.
Ella spurt onkran í rá-
fiskagrunninum ella lands-
styrismannin í fiskivinnu-
málum, hvat hann segði til
sjónarmið Ola. And so on!
Nagorno Karbach var á
gáttini til borgarakriggj
longu 7.15 mánamorg-
unin. Tíðindini endurtikin
óbroytt alt ov ofta, men
frálíkt at vit fingu Hans
Holm at siga okkum
ABC'10 ósemjuni. Bergur
hevði evnid fyri i miðvik-
uni, og tað áttu tit at sagt
okkum í eini av tíðinda-
sendingunum. Tosið sam-
an og samskipið, - Bergur
hevur tif. 5 72 19 og
útvarpið 1 65 66.
Boðað var frammanundan
frá sendingini hjá Sonna
Smith um falnar stýris-
skipanir og rapaðar múrar.
Eitt frálíkt hugskot, og
gleddi meg til eina brand-
sending við sosialdemo-
kratinum Hans Holm ød-
rumegin og marxistinum
Jógvani Mørkøre hinu-
megin bordid. Tiverri mis-
eydnadist sendingin, ti
Sonni var sera ógreiður og
prátandi og stýrdi ikki
orðaskiftinum Vantandi
fyrireiking?
Sendingin hjá Sverra Eg-
holm um William Heine-
sen var einastandandi fjøl-
broytt og góð. Takk fyri
hana. Uppii var eisini ein
samrøda, sum Jógvan
Arge hevði við William
Heinesen í 1985. Hon var
frálík og vitnaði um eina
av bestu síðum Jógvans.
Eg vóni inniliga, at kom-
andi útvarpsstjórin fær
útvarps- og
sjónvarpsummæli
Jógvan at ganga við til at
siga programleiðarastarv-
ið frá sær, so hann fær
fullkomuliga fríar hendur
til royna seg har hann er
bestur: ítróttar-reportagur,
samrødur og ljóðmyndir.
Hesi bæði seinastu skulu
gerast uttan tíðarbinding-
ar, og sendast tá hann
hevur tær klárar og gjørd-
ar av einslistum.
Harumframt átti hann at
verið inspirator hjá hinum
journalistisku meðarbeið-
arunum. Men uttan leið-
araábyrgd, so hann hevur
frið á sær til veruliga at
folda seg út. Liggja peng-
ar í buktini, so gjarna fyri
serløn á hædd við núver-
andi, tí vit fara óivað at
fáa nakað afturfyri. Tað er
so mangur her í landinum,
sum fær miljónir fyri ikki
rætta hond frá síðu, - við
at snýta og bedraga, meir
og minni legalt, og við at
lata onnur arbeiða fyri
seg.
Men tað er ein onnur
søga, sum eisini snýr seg
um fisk. Henni bíða vit
framvegis eftir.
Ólavur W. Høgnesen
rr
|
FOT