Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-01-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. januar 1990síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

246 Nr. 8 — 20. januar 1990 tíðindablaðið Nú má okkurt henda: Ungdóminum tørvar eitt ungdómshús ! — Hvat skulu vit gera við ein herskara av rótleysum ung- dómi tann ringa dagin, tá einki arbeiði verður? spyr Oddvor Johansen, sum hevur skrivað sjónarmiðgreinina í dag. Hon heldur, at vit eiga at byggja ungdómshús m.a. fyri at fyribyrgja nakað av avleiðingunum og annars fyri at nøkta verandi tørv. — Kanska er leiðin eitt ikki ov fínt ungdómshús, sum tolir eina skøvu ella fleiri, har brúkararnir sjálvir kunnu koma við hugskotum, men har leiðslan er fost og professio- nell, skrivar Oddvør Johansen m.a. í »Sjønarmid« í dag. Ikki er gott at vita, hví Tórshavnar Býráð er so nógv ímóti, at eitt ung- dómshús er í býnum. Tað kann ikki bara vera pástandurin um at húsið verður oyðilagt. Býráðið plagar annars at ganga á odda, tá tað snýr seg um hús við al- mennum/mentanarlig- um endamáli. Har eru býarsavn, myndasavn, Smiðjan, Heinesens- og Sloanshús, Hornahúsið og kanska onnur hús við, sum vanliga standa ónytt ein stóran part av tíðini. Ein freistast tí at spyrja: Er Tórshavnar Býráð ein snobbur, tá tað ikki viðurkennir ver- andi ungdómsmentan, sum fyri ein stóran part er at koma saman í flokki onkusvegna — upp á sín egna máta, við herðum tønleiki, spon- tanum dansi, spæli ella hvert av sínum. Er tað rímiligt, at býurin bara hevur eittans dansiheli til tey 14—17 áragomlu, tá hann fyri tretivu ár- um síðani hevði fýra? Og er tað rímiligt, at hesi ungu skulu gjalda kr. 60 fyri at dansa afturvið einum plátuspælara? Tá okkara politikarar vóru hálvvaksnir, komu teir eisini saman í flokki, bæði í neystum og hoyggjhúsum, har teir beistaðust, royktu og spældu alt annað enn stillaspæl. Nú eru eingi hoyggj- hús, og neystini eru stongd, og í dag er tað ikki bara hoyggj og tub- bakk, sum verður brúkt man vandamiklari evni. Hvat so — rakar hetta okkum? —— ff [[ [ [ [Af [AA [É ÉÅA[Å[Å[É[A AAA ÅA AÅAAAÅ[AAÅ Ku Oddvør Johansen Eg vil halda, at tad rakar okkum øll — fyrr ella seinni. Havnin er vordin umskapt frå at vera ein stór bygd at kalla, har bernini reik- aðu um sum fríir fuglar — til ein stóran bý, har bernini helst ikki mugu vera ov sjónsk. Gamaní, politikararnir royna at fylgja við tervi- num: ítrótturin fær góð- ar semdir, sum gott er, musikkskúlar blomstra, kveldskúlar, samkomur, ja, elklubbar fáa síni vælsignilsi. Nekur eru, sum eingi av hesum áhugamálum hava, og hvar kunnu tey so vera? Tey mugu í veruleika- num skjetta sær sjálvi og ganga ofta sum harraleysir hundar og gera kanska fortreð. Soleiðis hevur tað altíð verið, sigur onkur, men talið á ungum hevur neyvan verið sterri enn nú, og tí kunnu vit ikki bara standa við himmal- vendum eygum og tosa um ótangar og vánalig foreldur. Hvat skulu vit td. gera við ein herskara av rótleysum ungdómi tann ringa dagin, tá einki ar- beiði verður?" Øll vita, at ein lítil bólkur dag og dagliga verður freistaður yvir evni av rúsdrekka, rús- evni og kriminaliteti, og aðrastaðnis frá vita vit, at at fyribyrgja (kriminalpræventión) er biligari enn at grøda. Her tørvar okkum hugflog. Kanska er leið- in eitt ikki ov fint ung- dómshús, sum tolir eina skevu ella fleiri, har brúkararnir sjálvir kunnu koma við hug- skotum, men har leiðsl- an er fest og professjo- nell. Kanska er leidin eitt ungdómsskip, sum bæði kann fiska døgurdamat og vera hugnastað. Kanska er ein prutl- breyt ikki so býtt, har ung (og eldri) kundu sloppið at stillað sína trongd til ferð á ein frægari hátt enn úti á landsvegnum. Kanska átti hvert ein- asta býlingshús at havt sína lítlu lund ella skóg, so hvert barn í býnum átti sítt træ. Onnur hava ivaleyst betri hugskot. Alt kostar eitt sindur í fyrstani, men øll ment- an, allur trivnadur kost- ar. Tórshavnar byråd må fyri alt i verdini ikki fara at apa seg eftir landsins reaktionera styri, sum eftir øllum at døma held- ur landsins einasta rå- evni vera svimjandi fisk. Oddvør Johansen Til minnis um Heidi Heidi Djurhuus var ein, sum bygdi bryr. Tey vóru ikki so mong, tå undirritaði kom at kenna hana. Og eru tað heldur ikki enn. Ti var hon sjåldsom. Menniskjuni hava eitt merkiligt lyndi til at fjålga um fordómar av politiskum, átrún- aðarligum og persónlig- um slag. Heidi átti ong- an lut í hesari ítrótt. Hon hevði tí vinir úr mongum ymiskum bólk- um millum útisetar í Keypmannahavn. Og við sínum opna veru- máta og síni hjarta- góðsku var hon við til at knýta vinarbond millum fólk, sum leyst vóru dømd til at reika eftir ymiskum ringrásum. Hon var skjótfer. Boðið millum ætlan og gerð var hjá henni ógviliga stutt. Og sjáldsama væl dugdi hon at leggja til rættis og skipa fyri. Tiltøk av ymiskum slag, eitt nú annars iva- veitslur og útferðir, spruttu. har hon var í nánd — sum upp úr fruktagóðum lendi. Segan um 70'árini er m.a. søgan um nekur menniskju, sum droymdu um eitt nýtt og betri samfelag. Og um javnari og felagsskap millum menniskju, millum menniskju og nátúr og kynjanna millum. Í summum førum tornaðu dreymarnir upp í turrum ásteði og frelstari yvir- lýsing. Men hjá teimum, sum fylgdu við og vóru opin, sum henda tíðin eisini beyð, vóru stórir meguleikar fyri víðkan og persónligari menning. Heidi var ein av teimum, sum fekk luft undir flog- ið hesi árini. Mær vit- andi var hon ikki virkin á politiska ella kyns- politiska bógnum, ikki stórvegis í hvussu so er. Men hon dugdi at fáa nyttu burtur úr tí besta í tíðarrákinum. Tað var ein frøi at síggja, hvussu hon búnaðist, og hvussu hon við lesnaði og sam- reðum fekk eitt innlit og eina vitan, sum stuðlaðu og øktu um hennara nátúrliga sjálvbjargni. Vit, sum hevdu ta eydnu at vera Heidisa vinfólk, hava nógv at takka henni. Onkuntíð hevur verið rangt sjógv- að, meira enn so. Tá var altíð gott at stokka inn á gólvið hjá Heidi. Ikki so, at ein beinleiðis leitaði sær ráð hjá henni. Held- ur hetta, at hennara treysti og glaða lyndi ediligari betri sálina enn oll góð ráð. Ofta var endin í slíkum ferum, at smittaði og var lekidómur fyri tungubondini rættiliga losnaðu, so at prátið helt fram til langt út á kvøld- ið og út á náttina við Hesar leturnar úti hjá Heidi standa fyri mær sum nekur av mínum bestu minnum frá úti- setatíðini. Vinfólkunum hjá Heidi kom tað dátt við, tá tað frættist, at hon var ógvuliga sjúk. Tað var mest sum ein storm- ur var borin í neim, sum hevði fragd í at herja á tey tre, sum bera ta fagr- astu krúnu. Heidi var ófatiliga kná og sterk í hesum ójavna bardaga. Og ikki bara tað, hon var á ein hátt meira virkin, enn hon fyrr hevði verið. Hon tók stig til henda filmin, sum Malan Jo- hannesen loysti úr lagdi, og sum gjerdist minni- ligasta sending, Sjón- varp Feroya hevur skapt. Hesin filmur styrkti og uggaði mong, sum vóru í eini steðu, ið líktist tí hjá Heidi. Og so seint sum síðsta vár fekk Heidi hugskotið til eina samkomu, har vinir og kenningar frá útiseta- árunum skuldu síggjast aftur. Sum altíð hjá henni var stutt frá hug- skoti til veruleika. Úr- slitið var ein merkilig og minnilig veitsla. Alt verður einaferð sega. Vit, sum fyri tjúgu árum síðani gingu og tvaglaðu niðri í Keyp- mannahavn, síggja nú, hvussu okkara egna slóð er um at enda sum síðsti partur av óskrivaða verkinum um útlegdar liv førovinga Fåur mundi tå gruna, at okk tankar aðra ara gerðir og hevdu uppiborið lagnu enn gloymskuna Og kortini, longu nú síggja vit eitt kapittul verða til, sum eitt plagg við einum heldur flekt- um mynstri. Minnist tú hina ferðina? Minnist tú hina náttina? Eru vit fyrst komin inn á ta rás- ina, er einki ófert. Segan veksur, verður til ein film. Hamar í hópatali fara framvið, andlitini á gestunum í einum ským- ligum veitsluheli. Nekur boða frá gleði, eldhuga og ovfarakæti. Onnur frá sorg og djúpum ein- semi. Tað grettir ikki, at vit tá — millum tey mongu fólkini — aftur og aftur síggja andlitið á Heidi. Tað er eitt vakurt andlit, sum eitt heitt blomstur. Tað strálar av gleði og treysti. Og varmin frá tí breiðir seg — eisini út til teir ským- ligu krókarnar, har sorg- in og vónloysið búgva. Hanus Andreassen