týsdagur 23. januar 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
pa
pE
|
Nr. 9 — 23. januar 1990
Tað er framvegis Óvist,
hvussu framtíðin verður
hjá fiskivinnutiltakinum
hjá føroyingum og ødrum
í Senegal.
Tað seinasta vit hava
frætt er, at eigarin av
Nýborg, hóttur við at taka
skipið heimaftur til Før-
oya, um ikki meira skil
kemur í.
Jákup Joensen, reiðari á
Nýborg og neyndarlimur í
Faromar, sum umsitur
føroyska partin av
projektinum, var sjálvur í
Dakar í Senegal í desemb-
er mánað í fjør, har hann
royndi at fáa eina hóming
av støduni.
Heimafturkomin sigur
hann vid Sosialin, at har
er ov nógv sum "haltar" á
landi. Tað hevur ikki verið
nakar trupulleiki at skaffa
fiskin, men fleiri
fløskuhålsar eru í landi,
bæði í samband við land-
ing og á virkinum, sum
gera, at arbeiðsgongd og
framleiðsla koyra ikki nóg
væl.
Ein høvudsvansin er
tann, at pumpuskipanin í
samband við landingina
riggar ikki nóg væl. Tað
tekur ov langa tíð at landa
fiskin og hetta hevur við
sær, at skipið sleppur ikki
út aftur at fiska so skjótt
sum ynskiligt er.
Síðani eru eisini fleiri
fløskuhålsar á virkinum.
Hóast góðar umstødur eru
til at kola fiskin niður á
virkinum, so vísir tað seg,
at fiskurin er ov illa
goymdur.
-Eg eri troyttur av
hesum og kann tað ikki
halda fram soleiðis leingi
aftrat sigur Jákup Joensen,
sum hevur givið leiðsluni
á virkinum ein seinasta
møguleika at fáa viður-
skiftini í rætt lag - annars
fer hann heim til Føroya
við skipinum.
Umframt Nýborg landa
eisini tvey norsk skip og 2
senegalskir glastrevjabátar
til virkið.
I løtuni viðger
Heimsbankin, ið fíggjar
ein stóran part av pro-
jektinum, eina umsókn um
nýggj lán uppá einar 20
mill. kr. Virkinum tørvar
likvidan kapital til eitt nú
at gjalda skipunum, sum
avreiða til virkið. Nýborg
hevur ongar pengar fingið
í langa tíð.
Fer Heimsbankin at lata
fleiri pengar
verkætlanina í Senegal
verður
x
helst eisini neyl
ugt hjá føroyingum at
hækka sín part
eginpeninginum. Ætlanin
er at hækka føroyska
partin við umleið 5 mill.
kr. og er hesin peningur
tøkur.
Í felagnum, sum
umsitur føroysku áhuga-
malini í Senegal, hevur
Andreas Lava Olsen sitid
sum formaður í eini 8 ár
ella alla ta tíð tað hevur
verið arbeitt við pro-
jektinum. Tað sigst, at
hann skal hava sagt seg úr
hesum starvi.
Annars eru viðurskifitni
viðvíkjandi nevndini
rættiliga óviss. Birgir
Danielsen, FiskasølustjØri,
hevur verid nevndar-
formadur, men hann skal
hava sagt seg ur starv-
inum. Eisini Jåkup Joen-
sen, sum hevur verið
nevndarlimur í Faromar
skal hava sagt seg frá
men av ti át eingin
aðalfundur hevur verið í
longri tíð er eingin nýggj
nevnd vald og tískil situr
gamla nevndin framvegis
- á pappírinum í hvussu SO
er.
Jåkup Joensen sigur, at
nú må vend koma i, skal
projektid ikki detta
niðurfyri. Hann viðgong-
ur, at teir hava verið sera
óhepnir eitt nú við vali-
num av leiðslu til virkið,
Síða 3
Partur av føroysku manningini her saman við senegalesiskum fiskimonnum umborð
á Nýborg
men her eru so broytingar
gjørdar.
-Eg eri stórliga bangin
fyri, at fer hetta projektið í
Senegal ikki at eydnast,
so verður neyvan nakað
annað fiskivinnuprojekt
við føroyskari luttøku
hvørki i Afrika ella nakra
aðrastaðni í framtíðini
sigur Jákup Joensen at
enda.
jan
Senegalesiskir utrodrarbatar
ið bryggju í Dakar
Myndir Henrik Old
Ein senegalesiskur fiski-
bátur hevur lagt uppá sið-
una av Nyborg og fáa teir
nakað av sardenellum til
agn
>)
V4-telini
nr. 827, leygarkveldið
0 — 89 — 5(
bj 9
28.336,00 kr.
mm: tveir
ur Sumba
r tveir år Havn
Betesda i Klaksvík
idarreð Svenning av Lofti «