hósdagur 25. januar 1990síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
tíðindablaði
ð
Nr. 10 — 25. januar 1990
Frá alitinginum í Norður-
landahúsinum
. Alivinnan skal
ikki liva
av almennum
studull
-men tað almenna må vera við til at loysa uppgávur, sum nátúrliga
eisini eru almennar sigur formaður í Føroya Havbúnaðarfelag.
Kristian á Neystabg við Sosialin aftaná at aliting hevur verið hildið
í Norðurlandahúsinum
Formaðurin í Havbúnað-
arfelagnum viðgongur, at
stødan hjá føroysku ali-
vinnuna er ring og hendir
einki tann rætta vegin, so
er vandi fyri at ein
fjórðingur av alistødunum
fer av knéranum
Sjålvur heldur hann, at
tað kann ikki fyribyrgjast
í eimi fríari vinnu, at
okkurt fer á húsagang
Men spurningurin er bara
hvussu nógv, og her
heldur hann vit mugu
fyribyrgja, at óneyðuga
nógv brúk fara av
knóranum.
Truplleikin hjá
alivinnuni er tann, at
henda vinna kemur sum
nummar tvey aftaná fiski-
vinnuna, og ditta alarar
sær at siga, at tað al-
menna má vera við at
stuðla, so hveppast fólk
við, tí tey nú halda, at
alivinnan skal hava
studning eins og
fiskivinnan. Hetta er ikki
so sigur Kristjan á
Neystabø.
Hann vísir á, at
alivinnan má klára seg
sum ein frí vinna eins og
tað er í Noregi og aðra-
staðni, men taka vit Noreg
sum dømi, so stuðlar tað
almenna har alivinnuni
Gbeinliedis við meira enn
300 mill. kr. til gransking,
læknahjálp, skúling 0.a.
-Tað eru slíkar upp-
gávur eg haldi tað al-
menna í Føroyum Átti at
verið við til at fíggja - tó
saman við vinnuni sjálv-
ari, leggur Kristjan á
Neystabg aftrat.
Stødan ring
Stødan hjá føroysku
alivinnuni i dag er
hættislig. Vinnan leggur
nógv eftir seg til
samfelashúsarhaldið, og ti
er neyðugt at fremja
åbøtur, soleiðis at vinnan
ikki fer av knóranum øll
sum hon er.
Í dag eru umleið 400
arbeiðspláss í vinnuni
umframt onnur 2000 sum
hava óbeinleiðis samband
við vinnuna.
Formaðurin í Havbú-
naðarfelagnum dugir illa
at ímynda sær nakað
annað alternativ til fiski-
vinnuna enn alingina, og
hann heldur tí vit eiga at
fáa tað at bera til. Tað
kunnu vit eisini, um bara
vilji er til steðar at síggja,
hvar trupulleikarnir eru
sigur hann.
-Vit hava kanska tað
besta umhvørvi at ala í, og
henda fyrimun áttu vit at
kunna brúkt. Spurningurin
er so bara, um vit eru nóg
dugnaligir til hesa nýggju
vinnu, og har heldur
Kristjan á Neystabg ein av
orsøkunum liggur til
vánaligu støðuna.
Tað hevur víst seg, at
nógvir av alarunum í dag
eru fyrrverandi sjómenn,
sum ikki hava fingið
neyðugu skúlingina at fara
i gzongd við hesa vinnu.
-Okkum tørvar tí meira
skúling og tað er at
fegnast um,at vit hava
fingið skúlar, sum út-
búgva fólk til at arbeiða í
alivinnuni, men hetta fer
so ikki at koma okkum til
góðar fyrr enn um eina
tíð, og ímeðan mugu vit
so til at rannsaka okkum
sjálvi og finna fram til,
hvussu vit við verandi
fólki og fløgum rationali-
sera og effektivisera fram-
leiðsluna heldur Kristjan á
Neystabø.
Ov vånaligir kapitalistar
-Soleiðis sum gongdin
hevur verið innan føroyskt
vinnulív seinastu árini
freistast ein til at siga, at
eitt av okkara høvuds-
vandamálum er tað, at vit
hava verið ov vánaligir
kapitalistar, vit fáa rætt og
slætt ov lítið burtur úr
okkara tilfeingi, sum
annars skuldi verið av tí
besta sigur Kristjan á
Neystabø víðari.
Hvørjir eru so
høvudstrupulleikarnir hjá
alivinnuni í dag spurdu vit
formannin í Havbúnaðar-
felagnum!
Til tað sigur hann, at
marknaðarprísurin er Ov
lágur, vit hava ov stórt
svinn, og tað er ikki
samsvar millum útboð og
eftirspurning av smolti.
Ein annar vansi er, at
okkum igrvar ein
sokallaðan alimiðdepil,
har allar royndir, gll
upplýsing um tey ymsu
alibrúkini eru samlað. Tað
vísir seg í dag, at alarar
hava so lítið samskifti, at
hevur ein alari í Suðri
loyst eitt vandamál, so
kann ganga drúgv tíð,
áðrenn ein alari í
Norðyggjum fær kunn-
leika um hetta.
-Tað er slíkt, sum ger
vinnuna ov dýra. Vit
mugu kunna fáa upplýs-
ingar um, hvussu aðrir
alarar bera seg at, beinan-
vegin, soleiðis at vit ikki
halda fram við at gera
somu skeivleikar.
Hetta er nakað, sum vit
mugu loysa sjálvir, men
markandarprisimar mugu
vil so vera saman við
ødrum um at skapa eina
tryggari legu. Her er
neyðugt at hava eina
skipan við minstaprísi, tí
selja vit okkara alifisk til
undirprís, so kunnu vit
blíva revsadir av EEC við
at teir leggja 40 ella 100%
toll å okkara laks, og hetta
må ikki henda sigur
formadurin i Havbin-
aðarfelagnum.
Framhald á síðu 23
Kristjan á Neystabe, for-
maður í Havbúnaðarfelag-
num, var við í pallborði-
num á alitinginum